Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 El Salvador í dag! Ósek fólk verða drigin úr seingini á nátt og skotin — ella tey bert hvørva Harðskapurin er ræðuligur. 90% av ellum kvinnum, sum verða tiknar av døgum, verða fyrst neyðtiknar. Hetta upplýsir eitt umboð fyri Manna- rættindanevndina í El Salvador, Patricio Fuentes, sum stutt fyri jól vitjaði i Føroy- um m.a. eftir innbjóðing frá Føroya Javn- aðarflokki Patricio greiðir frá, at steðan í El Salvador er sera álvarssom og spent. Tað er borgarastríð í land- Búskaparliga staðan er alt annað enn góð. Stjórnin fær hópin av peningi úr USA, sum verður nýttur til at keypa hernaðarútgerð fyri Henda útgerðin verður so brúkt í stríðnum ímóti partisanunum Tað eru 14 ríkar fam- sum eiga flestu ogn- rnar og stjórna landinum berjist partisan- hevur verið til fyri búskap- ndinum. Hett a hevur osialu viðurskiftini, sum framm anundan ikki eru av teimum bestu mun- andi avmarkað. Lærdi há- skúlin er umgyrdur av vápnaðum hermonnum. Meira enn 13.000 lærarar eru uttan arbeiði. Heilsuverkið er eisini vánaligt. Tað eru bert tríggir læknar fyri hverjar Skúlagongdin er 10.000 íbúgvar. Hægsti dómstólurin virkar als ikki. Hverki sakferarar ella dómarar tora at hjálpa litisl fangum ella tamujum teirra Staðan er nógv versnað stu arini Uppgávur hjá Mannarættinda- nevndini Uppgávan hjá Manna- rættindanevndini er m.a. at hjálpa fólki juridiskt, at hjálpa politiskum fangum hjálpa fólki, sum verða sett fest uttan rætt- armál og at Uppgávan er eisini at vera millumlið samráð- ingarlið — millum stjórn- ina og ymsar felagsskapir samband við størri stríðsspurningar. Nevndin hevur so eisini til uppgávu at hjálpa illa støddum familjum við pengum og við læknahjálp og haraftrat skal nevndin hava eyguni eftir megu- ligum atgerðum á civilfólk og lata upplýsingar um hetta koma út til almenn- ingin Morð!!! Aftaná morðið á Romero, erkabiskupp, vóru fleiri av hesum arbeiðsuppgávum broyttar. Eitt nú var ikki gjørligt at lata fólki pengar, juridiska og læknaliga hjálp í sama mun. Mannarættindaumboð- ini vóru tá noydd at arb- eiða meira í tí fjalda, tí stuðlar hjá stjórnini forð- aðu teimum í arbeiðinum. Tá var tað so. at for- maðurin í Mannarættinda- nevndini, Marinella Garcia Villas (sí myndir) varð myrd av stuðlum hjá myndugleikunum í El Salvador. Haraftrat vóru eisini kassameistarin og tveir aðrir limir í nevndini tiknir av dogum Síðani tá eru eisini fram segumaðurin og tann ein- asti juristurin, sum nevndin hevur til taks, myrdir. — Tað er tí ikki longur meguligt at arbeiða al- ment her í El Salvador, leggur Fuentes aftrat Ti verður nærum alt arbeiði i dag gjørt i loynd- um. Tad einasta, sum er alment, er skrivstovan hjå nevndini. ið er í húsunum hjá sjálvum erkabiskupp- inum í EI Salvador. Síðani 1980 hevur arbeiði hjá Mannarætt- indanevndini tí miðað ímóti at finna fram til fólk, sum eru myrd í El Salva- dor ella heilt horvin Dagliga verða upp til 80 fólk myrd í EI Salvador. Nevndin tekur sær av ollum hesum líkunum. Finnur fram til, hverji tey eru, tekur myndir av teimum og jarðar tey. Eisini skaffar nevndin lækna til vega, sum kannar líkini. Hann kann tá siga, hvussu fólkini eru deyð, um tey hava verið pínd osfr 52.000 morð Síðani 15. oktober 1979 til 15. oktober 1983 hevur nevndin skrásett 52.000 morð á civilpersúar í El Salvador. Nevndin veit tó ikki, hvussu nógvir stjórnar- hermenn og partisanar hava latið lív. Fuestes vísir á, at tey civilu, sum eru myrd eru ikki offur í sjálvum stríðnum, men har- afturímóti er talan um beinleiðis morð llokkan trý á nátt koma hermenn og banka á dyrnar. Teir draga fólk úr seingini út á skjóta tey Fuentes sigur, at skapurin er gøtuna og harð- ræðuligur 90% av kvinnunum, sum verða tiknar av døgum, verða fyrst neyðtiknar. Og tá er líka mikið, um talan er um smágentur, tilkomnar ella eldri kvinn ur. Síðani er eisini stórur partur av teimum myrdu politiskir og fakligir leið- arar og studentar - - SE S0SIalurin Å livi. Marinella Garcia Villas, formadur i Mannarættindanevndini i El Salvador. Myndin tikin i Reykjavik stutt fyri mordid Eisini lærarar, læknar og onnur starvsfólk verða myrd og síðani koma civil- búgvararnir Kemisk vápn Í dag brúkar stjórnin kemisk våpn, sum annars eru strangliga forboðin at brúka í samsvar við ST- avgerðir. Tað er als ikki loyvt at brúka kemiskt vápn í einum konvention- ellum stríði, men Manna- rættindanevndin hevur haldgóð prógv fyri, at stjórnin brúkar m.a. hvítt fosfor og eitt slag av napalm. Fuentes sigur, at arbeiði hjá Mannarættindanevnd- ini er ikki bert at savna inn hetta tilfar. Uppgáva teirra er eisini at ferðast kring í heimin og vísa hetta tilfarið — fyri á tann hátt at royna at fáa poli- tiska hjálp frá eðrum demokratiskum londum via ST Endamálið er so at royna at trupul- leikarnar. Vit halda, at tað ber als ikki til at loysa teir við vápnum loysa Marinella! Hvussu við Marinellu Carcia Villas spurdu vit Fuentes. Hann sigur, at hon var sera kend um allan heim. Hon ferðaðist til Eitt tað landið í Mið- amerika, sum er meinast rakt av fleiri ára blóðugum innan- hýsis stríði, er El Salvador. Hetta landið fær í dag her- naðarliga og búskap- arliga hjálp úr USA til at berja niður partisandeildirnar í landinum, ið royna at fáa eitt annað stýri til ræði. Stutt fyri jól var eitt umboð fyri Mannarættindanevn- dina í El Salvador, Patricio Fuentes á vitjan í Feroyum. Tað var Foroya Javn- aðarflokkur sum tók stig til at fáa hann henda vegin. Framm- anundan heyði hann vitjað í Íslandi og har greitt frá stoðuni í El Salvador. Patricio Fuentes er 24 ára gamal. Hann er føddur í Spania. Foreldur hansara eru ættað úr Chile. Tey fluttu aftur til Chile, tá Alliende varð valdur til forseta. Móðurin var limur í sosialistaflokkinum hjá Alliende, tá her- naðarkvettið fór fram og Alliende forseti varð myrdur. Hon sat í fongsul í fleiri mån- aðir. Nr. 9 — 19. januar 1984 Patricio var tå farin undir prestaútbúgv- ing í Chile men flutti til Sveríki, tá móð- urin varð tikin ay her- naðarstýrinum. Eitt ár seinni fluttu for- eldrini eisini til Svøriki. Patricio kundi tó ikki gera seg lídnan við prestaútbúgv- ingina í Sveríki. Hann før tí til El Salvador at lesa vid- ari. Hann gjørdi tó av at gevast við lestr- inum tann dagin, Romero, erka- biskuppur varð myrdur. Patricio var tá bert fimm metrar frá altarinum, har Romero stóð, tá tann drepandi kúlan rakti hann. Patricio gjørdi tå av at fara upp i ta rerslu, sum Romero stóð fyri. Hann varð tá burturvístur úr landinum og hevur síðani virkað sum umboðsmaður hjá Mannarættindafel- agsskapinum í El Salvador — í Norðan- londum. Hann býr í dag í Sveríki, har hann eisini undirvísir í spanskum.