Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Marinella varð pínd til deyðis siga læknar, sum kannaðu líkið aftaná nógv lond tyri at greiða frá støduni í El Salvador. Hon fór til El Salvador í februar 1983. Endamálið var at loysa eitt innan- hýsis stríð í sjålvari nevndini — at finna fram til, um partisanarnir virða mannarættindini og at savna myndir sum prógv um, at stjórnin brúkar kemisk vápn ímóti civil- fólki. Marinella kom inn í landið, varð tikin av her- monnum og flutt til ein hermannaskúla. Her var hon í tríggjar tímar. Aftaná varð lík hennara latið til hernaðarsjúkra- húsið í San Salvador. Líkið varð síðani kannað av umboðum úr Frak- landi, og tey funnu fram til, at hon var pind og neyðtikin. Her gjerdi so stjórnin tann »brølara«, at hon vísti fram myndir av lík- inum av Marinellu. Tað vísir seg nevniliga, sigur Fuentes víðari, at løg- reglan hevur myndir av øllum fólkum, sum hon tekur lívið av. Hetta fyri at skráseta fólkini til síni egnu. Fuentes frá, at greiðir víðari fronsku manna- rættindaumboðini = tóku myndirnar við sær úr landinum, og nú eru tær so vístar fram í nógvum londum. Hetta verður gjert fyri at vísa, hvussu steðan er í El Salvador. Síðani eru 700 myndir sum Marinella tók, áðrenn hon doyði. Myndirnar vísa eisini livandi fólk, sum hava fingið skaða av kemiskum vápnum. Fuentes greiðir víðari frá, at tervurin á sjúkra- húsum ger, at fólk kunnu ikki fáa viðgerð. Hava tey t.d. fingið bruna í beinið, — 19. januar 1984 so verður tað mangan tikið beinanvegin, tí meguleiki er ikki fyri aðr- ari hjálp. Tað eru serliga bernini, sum gerast offur fyri kem- isku vápnunum og stríðn- um annars. Uppá fyrispurning hvaðani kemisku vápnini koma, sigur Fuentes, at tey eru framleidd í USA. Talan er serliga um hvítt fosfor. Skeivar skuld- setingar — Hvat sigur stjórnin í El Salvador um tykkara arbeiði? — Hon skuldsetir okkum fyri at arbeiða til frama fyri kommunist- arnar og terroristarnar. Hetta ger stjórnin, tí hon veit, at arbeiði okkara skaðar hana. Men tað vit gera er bert at skráseta tey mongu civilu offrini. Vit vísa ikki myndir av stjórnarher- monnum ella partisanum í bardaga. Hverja ferð partisanar gera um seg, so tekur stjórnin i hevndarat- sókn lívi av civilfólki. Stjórnin hevur haraftrat heilt mist tamarhaldið á sínum egnu hermonnum — so í mongum førum ynskir stjørnin als ikki at taka åbyrgdina av slikum gerðum. Privat hermannalið Fuentes sigur víðari frá, at tað íalt eru 14 ríkar familjur sum eiga alt landið. Hver einstek familja hevur sítt egna hermannalið. Hvert av hesum hermannaliðum brúkar sín egna máta at gera av við partisanar og civilfólk. Hesi privatu her- tíðindablaðið Eitt barn í El Salvador brent av hvítum fosfori, sum er nýtt i krignum mannalið kappast um at taka ábyrgdina av morð- um á civilfólk, sum tey siga vera kommunistar. Stjórnin veit, at ell hesi hermannaliðini nevnd »deydspatruljurnar« eru til. Men stjórnin hevur ongan meguleika at steðga teimum. Uppá fyrispurning um stjórnin er hugað fyri at steðga hesum bólkum sigur Fuentes, at tað í stjórnini eru fólk, sum eru ímóti hesum hermanna- bólkum, men tey hava als ongan møguleika at steðga teimum. Vit vita, at í mongum londum í Miðamerika, er tað soleiðis, at tann, sum hevur politiska valdið, hann hevur |" ki búskapar- liga valdið. g tann sum hevur búskararliga valdið hann hevur politiska vald- ið. Herurin og tey ríku hava valdið Tað er als ikki stjórnin, sum hevur valdið í El Salvador. Tað eru herurin og tey ríku. Men tey ríku eru klókari enn hermenn- inir. Tey blanda seg ikki uppí morðini og stríðið. Tey harafturímóti gjalda pengarnar til hetta stríð. Soleiðis er tað alla staðni í Suðuramerika og Mið- amerika, úr Chile til El Salvador. Fuentes sigur víðari, at Mannarættindafólk, sum hava kannað viðurskiftini í El Salvador, halda, at her er als ikki talan um eitt ideologiskt stríð, men hetta er blóðuga úrslitið av 50 ára langari óvissu í landinum. Seinasti civili forsetin í El Salvador varð frá- koyrdur í 1931. Síðani tá hava ymsir bólkar innan herin havt valdið. Síðani El Salvador fekk sjálvstýri, hevur landið búskaparliga verið undir eftirliti av USA. USA hevur eftirlit við útflutn- inginum av kaffi og frukt, o.0. Í dag er El Salvador eitt fátækt land. Kríggið kostar nógv. Nógv rík flyta pengar til onnur lond. Tey ríku gerast enn rík- ari og tey fátæku enn fá- tækari. Beinleiðis úrslitið av krígnum er so eisini, at meira enn ein hálv mill. fólk eru flóttarfólk í grannalondunum. Meðan hermannaliðini fyrr myrdu fólk og lótu líkini liggja, so hava tey nú broytt framferðarhátt. Nú hverva fólk bara. Tey verða ikki myrd longur. Tey hverva bara. Fuentes greiðir víðari frá, at herfyri gav Ronald Reagan, forsetin í USA út eina frágreiðing um steðuna í El Salvador. Hann var noyddur at koma við hesi frágreiðing til tese at kongressin skuldi játta peningahjálp til El Salvador. — Tað er sum ein sjón- leikur, sigur Fuentes frå. Áðrenn Reagan skal hava jåttan frå kongressini til peningahjålp fer amerikanski sendi- maðurin í El Salvador til stjørnina og åleggur henni at halda mannarættindini, ti annars vil USA ikki lata meiri hernadarhjålp Svarid hann fær er at alt verður gjørt til tess. Og hetta stendur so í frágreiðingini til ame- rikonsku kongressina Men har stendur so einki um, at Mannarættinda- nevndin hevur funnið fram til, at 52.000 civilfólk eru myrd og horvin í El Salvador. Og heldur einki verður nevnt um, at kemisk våpn, sum eru framleidd i USA, verða brúkt í El Salvador, eitt nú hvítt fosfor, sigur Patricio Fuentes at enda. -, 1 jan