hósdagur 26. januar 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Religion í Indiu og
støduljos i Føroyum
„Á ferð í India« kall-
aðist reportasjukendi,
improviseraði hurlivas-
in hjá Guttormi Djur-
huus mánakveldið.
Hverki serliga upp-
lýsandi ella undirhald-
andi.
E vanið, religiónin í
hesum risastóra, fólka-
ríka landi, er annars
áhugavert.
Jan Múller, journal-
istur, var, sum kunn-
ugt, við Guttormi í
Indiu.
Tað hevði tí verið
náttúrligt, nú send-
ingar skulu vera um
hesa útvarps-
stjórin bað Jan uma t
taka eina hond í, um
ikki annað.
Men leiðarin á
stersta fjølmidli land-
sins valdi at síggja
burtur frá journalist-
iska kunnleikanum og
lænti Guttormi band-
upptakara Útvarpsins
við til Asiu.
Hann er ikki journal-
istur. Er ikki vanur at
gera journalistiskt
arbeiði, sum slíkar
sendingar krevja.
Og úrslitið var eisini
hareftir.
Sendingar um
»feråslu« kunna vera
góðar og hentar. Men
tær mugu fyri alt í
verðini ikki erkymla
ferð, at
okkum neyðars bil-
eigarar, sum royna at
stýra millum holini og
kavadungarnar. Hetta
er Sonni greiður yvir.
Tí hann byrjaði mána-
kveldið við at lesa eina
rættleiðing úr Dimmu
til næstsíðstu sending.
Men so endaði
hendan við at upplýsa
okkum um, at tað er í
lagi at koyra við steðu-
ljósum á væl upplýst-
um vegum og getum.
Minnist meg rætt
fingu vit í einari send-
ing í sambandi við
lyktakanningarnar í
heyst at vita, at vit
ongantíð eiga at koyra
við steðuljósum!!!
Tað hevði ålvaratos
verið lættari, um Bil-
eftirlitið og legreglan
kundu blivið samd um,
hvussu boðskapurin
skal ljóða.
Áðrenn hann fer í
luftina.
Tí annars eru ferðslu-
sendingarnar til sterri
skaða enn gagn.
Útvarpið bjóðar ikki
til at kappast við Sjón-
varpsfelagið. So
týskveld er Barnaút-
varpið, áðrenn sjón-
varpið byrjar, og so
annars bara tónleika-
sendingar.
Hegni Djurhuus
Keypa
Atlantis Bio
Klaksvíkar býráð samtykti týskveldið at keypa
Atlantis Bio frá Feroya Gjaldstovu, sum fekk
húsið á tvingsilsselu. Keypsprísurin er 440.000
kr, men kommunan noyðist tó neyvan av við
meira enn helvtina av tí.
Ætlanin er at brúka Atlantis Bio sum ment-
annarhús og til tað fæst studningur.
Býráðið ætlar at fáa Klaksvíkar sjónleikarfelag
at leiga Atlantis Bio til m.a. filmssýningar.
Adelborg Linklett, formaður í Klaksvíkar sjón-
leikarfelag, segði við Dimmalætting leygardagin,
at felagið er sinnað at leiga húsið.
Tað kann tó ikki brúkast til sjónleik, sum er.
Ymsar broytingar muga gerast fyrst.
hd
tíðindablaðið
Samgongan í trupulleikum?
Fólkafloksmaður fer
at atkvøda imoti
Noregssåttmålanum
— um hann er ein 1983-såttmåli, t.v.s. um føroyska rækjuveidan
við Svalbard verður avmarkað til 5 skip samstundis og til 9 skip
íalt.
— Eg fari at atkveða
ímóti einum Noregs-
sáttmála, um rækju-
fiskiskapurin við Sval-
bard verður avmark-
aður eins og í sáttmála
num fyri 1983.
Hetta sigur ein av ting-
monnum fólkafloksins,
Svend Áge Ellefsen, í
samreðu við Tíðindablaðið
Sosialin.
Sjálvur trýr hann, at vit
kortini fáa eina eðrvísi og
betri sáttmála — um ikki
beinanvegin, so seinni —
men hendir tað, at
føroyska samrådingar-
nevndin kemur heimaftur
vid einum såttmåla, sum
avmarkar føroysku rækju-
veiðuna til i mesta lagi 5
skip í senn og til 9 skip
ialt, so fer Svend Åge Ell-
efsen at atkveða ímóti
Noregssåttmålanum, um
hesin verdur lagdur fyri
tingið.
Steðan ødrvisi í fjør
— Men hví atkveddi tú tá
ikki ímóti í fjer?
— Tá var steðan eitt
sindur eðrvísi. Har vóru
so nógv praktisk mál, sum
landsstýrissamgongan
skuldi loysa, eitt nú mill-
umlandasiglingina, heli-
koptaramálið, = royndar-
stødina, o.a., so tað hevði
verið skeivt av mær at felt
samgonguna tá.
Svend Áge Ellefsen
vísir her til, at tað var
skeivt av samráðingar-
nevndini at undirskriva
ein sáttmála bert eftir eitt
samráðingarumfar.
Um sáttmálin tá fall í
tinginum,so hevði tað
verið ein misálitisváttan
til landsstýrið, sum tá
varð farið frá.
Annrs heldur ting-
maðurin, at tað er heilt
burturvið, at norðmenn
krevja av feroyingum, at
vit skulu avmarka okkara
veiðu í altjóða sjógvi.
— Vit hava fullan rætt á
jøvnum feti við norðmenn
at fiska við Svalbard.
Annars haldi eg, at norð-
menn eisini eru hugaðir
fyri einum sáttmála við
okkum. Norðmenn gera
ikki sáttmála við okkum,
tí teir eru góðir við foroy-
ingar, men tí teirra fiski-
menn hava brúk fyri ein-
um sáttmála.
Svend Áge Ellefsen
sigur víðari, at hann
roknar við, at landsstýrið,
áðrenn sáttmálin verður
endaliga undirskrivaður,
kunnar samgonguna um,
hvussu tað ætlar at leggja
foroysku rækjuveiðuna til
rættis í 1984.
— Stødan í fjør var jú
tann, at vit uppfiskaðu
ikki rækjukvotuna í
Eysturgrenlandi og
meguleikarnir við
Svalbard vóru als ikki
troyttir, tí bert sjáldan
royndu fimm skip har
Samstundis hevdu vit
eisini eina kvotu í russisk-
um sjógvi uppá 2000 tons
av rækjum, sum vit heldur
einki gjerdu við.
Hetta hendi samtíðis
sum at umsóknir um at
fiska við Svalbard og í
russiskum sjógvi vórðu
sýttar.
=. Nr. 12 — 26. januar 1984
Tað eigur ikki at
endurtaka seg.
Eingin sáttmáli!
— Um eingin sáttmáli
fæst nú, hverjar tankar
hevur tú so um saltfiska-
bátarnur, Vesturvón, idn-
aðar- og kraftblokkaskip-
ini?
— Teir báðir seinnu
bólkarnir fara at fiska
ávikavist ídnaðarfisk og
svartkjaft i EF-sjógvi,
meðan hinir saltfiskatrol-
ararnir og Vesturvón í ár
mugu royna at fiska sterri
part av russisku toska-
kvotuni í Barentshavinum
og á gráu leiðini, enn teir
gjørdu i fjør. Árstíðin á
hesi leið er hampulig.
Vesturvón hevði eisini
góðan fiskiskap í seinastu
viku. So eg haldi ikki tað
skuldi bilað, um teir vórðu
noyddir at fiska her eina
tíð enn.
Seinni tá svartkjafturin
kemur inn á feroyskt eki,
teir norsku línumenninir
hava verið feroysku
miðini fyriuttan eina tíð
og norsku kraftblokkabát-
unum tervar makrelin
norðan fyri Føroyar, tå
munnu norðmenn fara at
gerast moyrari og
hóskandi sáttmálin fellur
uppá pláss, endar Svend
jan
Tvøråmenn bjargaðu
stórum farmaskipi
krevja nú
bjargingarløn
— Eg trúði ikki mínum
egnu eygum. Pinkubátar-
nir Bláfossur, Rólant og
Skarvasteinur togaðu tað
óvanliga stóra farmaskip-
ið av aftur sandinum.
Eingin hevði trúð, at
hetta kundi lata seg gera.
Vit hildu teir vera í erviti
at royna tað.
Soeliðis sigur ein tverá-
maður, sum seinasta viku-
skiftið stóð á bryggjuni á
Tveroyri og eygleiddi
bjargingina av tí stóra
kinesiska farmaskipinum
innanfyri Drelnes.
Og ein av teimum, sum
var við til at bjarga skipi-
num, sigur soleiðis í sam-
reðu við Sosialin:
— Vit vóru ikki bjart-
skygdir, tí hvat kundu
hesi smáu skipini gera við
eitt so stórt skip. Neyvan
nakrantíð hevur so stórt
skip verið her um okkara
leiðir.
Men vit hildu tað vera
vert at royna kortini. Ti
fóru vit út við fýra skip-
um: Bláfossi, Rólant,
Skarvasteini og Hvita-
kletti.
Um hendingina sigur
hann víðari:
— Tað var í tí ringa
ódnarveðrinum, at hetta
stóra skipið, ið var á veg
úr Íslandi til Týsklands
uttan last, misti signal-
mastrina og ti kom á
Trongisvágsfjerð at kroka
og annars at fáa umvælt
skaðan.
Men skiparin kendi ikki
viðurskiftini her, og tí
fóru skip av Tveroyri hon-
um til hjálpar. Hann var
fleiri ferðir við at sigla á
land, men so eydnaðist
tað at fáa akkerið út utt-
anfyri Drelnes. Men tað
helt ikki, og skipið rak á
land innanfyri Drelnes.
Bláfossur setti tveir
mans umborð fyri at tosa
við skiparan, sum saman
við restini av manningini
var kinesari.
Skiparin vildi hava fer-
oysku bátarnar at seta
fast á reyvina á farma-
skipinum. Men hetta hildu
vit vera ervitisskap, tí
hvat munaði tað! Men
hann ynskti at so skuldi
vera og so varð gjert.
Skipið vikaðist ikki.
Sðani vóru tveir mans
afturat settir umborð á
skipið og greiddu teir
skiparanum frá eini aðrari
bjargingarætlan. Nevni-
liga at royna at snara
gronina úteftir.
Bjargingarmaðurin sig-
ur víðari:
— Men skiparin hevði
uppgivið og bað okkum
lata vera. Einki nyttaði.
Skiparin var vorðin bang-
in.
Nú varð so settur endi á
skipið og Bláfossur, Ró-
lant og Skarvasteinur tog-
aðu. Skipið loysnaði og
fleyt bráddliga. Tá var tað
so bundið til bryggjuna á
Drelnesi.
Sosialurin hevur roynt
at fáa eina viðmerking frá
skiparanum, men tað
eydnaðist okkum ikki.
Síðani hendingina hev-
ur verið sjóforhoyr. Bjarg-
ingarmenninir á Tveroyri:
tey fýra skipini og 24
mans hava kravt 15 mill.
kr. í bjargingarløn, hetta
er umleið 10% av skips-
virðinum.
Síðani er tað hent, at
arrest er gjørd í skipið,
t.v.s. at skipið kann ikki
fara avstað fyrr enn reið-
ariid gevur ein bankgaran-
ti.
Samband hevur verið
við reiðariið í Hong Kong,
sum fegið vil tosa um
bjargingarlen, men tað
heldur 15 mill. kr. verða í
hægra lagi.
Annars hava teir upp-
dagað, at ein riva er í
skipinum. Tað er óvist,
um nakað verður gjert við
hesa á Tveroyri ella skipið
fer til Bretlands í dokk.
jan