hósdagur 2. februar 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5 — 2. februg
tíðindablaðið SpSjalurin
Tað kostaði 6000 kr.
at kalla mann korr-
uptan og tjóv
Sverri Skaalum er fríkendur. Ingvard Thorsteinson er
domdur 20 dagbøtur, ella hefti í 20 dagar. Harafturat skal
gjalda sakarmálskostnaðin
Sverri Skaalum, býráðs-
skrivari og býráðslimur í
Vági, er fríkendur fyri
ákærurnar, ið býráðslim-
urin Ingvard Thorsteins-
son setti fram á einum
býráðsfundi í fjør.
Dómurin er nýliga
fallin. Ingvard
Thorsteinsson skal gjalda
20 dagbetur, sum hver er
200 kr. Vil hann ikki rinda
tær, skal hann sambært
dóminum inn at sita í 20
dagar.
Tað var á almenna bý-
ráðsfundinum 9. maj í
1983, at Ingvard Thorst-
einsson skuldsetti Sverra
Skaalum fyri at vera
korruptan og fyri at vera
tjóv, og 11. juli stevndi
Sverri Skaalum Ingvardi
Thorsteinsson við på-
standi um, at einki hald
var í skuldsetingunum.
Hinvegin kravdi sak-
sekti, Ingvard Thorsteins-
son, at hann varð frí-
kendur, og vísti til, at
skuldsetingarnar máttu
haldast at vera sannar, og
at tær høvdu almanna-
áhuga. Harafturat kravdi
saksekti, at megulig revs-
ing fall burtur, tí saksekj-
arin, Sverri Skaalum,
eisini skal hava kallað sak-
sekta fyri tjóv.
Fyri rættinum hava
Andreas Petur Jacobsen,
sum býráðsformaður, og
Eiler Jacobsen, sum
åhoyrari, skrivliga våttad,
at »...vit hoyrdu byråds-
lim Ingvard Thorsteins-
son siga vid Sverra Skaal-
um, byrådslim og -skriv-
ara, at hann var korruptur
og tjévur«.
Einki progv
i démsgrundgevingunum
verður m.a. sagt, at
saksekti, Ingvard
Thorsteinsson, ikki hevur
kunnað prógvað, at skuld-
setingar hansara vóru
sannar, og sum tað verður
sagt »...ikke findes at
have handlet til ábenbar
almeninteresse eller af
eget eller andres tarv...<
Tí heldur rætturin, at
saksekti skal revsast eftir
grein 267. Henda lógar-
greinin sigur:
»Den, som krænker en
andens ære ved fornærme-
lige ord eller handlinger
eller ved at fremsætte
eller udbrede sigtelser for
et forhold, der er egnet til
at nedsætte den fornær-
mede i medborgernes ag-
telse, straffes med bøde
eller hæfte«.
Men við tað at rætturin
heldur, at skuldset-
ingarnar eru settar fram
undir skerpandi um-
steðum, hevur rætturin
demt Ingvard Thorsteins-
son undir $ 267, stk. 3:
»Ved straffens
udmåling bliver det at be-
tragte som en skærpende
omstændighed, at fornær-
melsen er framsat i trykt
skrift eller på anden måde,
hvorved den får en større
udbredelse, eller på så-
danne steder til sådanne
tider, at det i høj grad
forøger det krænkende i
ytringen«.
i démsgrundgev-
ingunum verður vist á, at
skuldsetingarnar eru
settar fram á almennum
býráðsfundi, og rætturin
heldur hetta vera undir
»skerpadum« umsteðum.
Demdar deyðar
Umframt dómin við 20
dagbetum, og í eðrum lagi
hefti í 20 dagar, verður í
dóminum sagt, at skuld-
setingarnar, um at sak-
sekti er korruptur og tjóv-
ur, eru demdar deyðar at
vera.
Saksekti,
Thorsteinsson, skal har-
afturat gjalda Sverra
Skaalum 2000 kr. í sakar-
málsútreiðslum.
So samlaða rokningin
hjá Ingvardi Thorsteins-
son fyri at skuldseta
býráðsskrivaran í Vági
fyri korruptan og tjóv er
6000 kr.
Ingvard
jo-mo
MÚ góðkennir ikki
avreiðingarprísirnar
— Hetta sigur okkum
greitt, at tit ætla ikki, at
tær 20-25 milliónirnar,
sum henda framleiðsla
letur í Grunnin (ráfiska-
grunnin, blaðm.) upp á
ársbasis, skal = koma
teimum til góðar, sum av-
reiða góða hýsu og góðan
millumfisk. Og tað er
hetta, vit harmast um og
átala, sigur Meginfelag
Útróðrarmanna í einum
skrivi til nevndina fyri Rá-
fiskagrunnin.
MU heitir á nevndina
um at broyta prísirnar og
lata fiskimenn og flota fáa
tað í avreiðingarprísi, sum
marknaðarprísurin tillet-
ur.
Grundgevingarnar hjá
MÚ eru tær, at markn-
aðurin í USA av nýggjum
hevur latið upp fyri 5-
punds-framleiðsluni, og at
hetta hevur hækkað av-
rokningarprísin á góðari
hýsu og góðum millum-
fiski heilt munandi.
MÚ vísir í skrivi sínum
á, at hýsan er farin upp á
7,46 kr. fyri kilo, meðan
avreiðingarprísurin bert
er 5,50 kr. og 4,50 kr. fyri
ávikavíst línu- og trol-
veidda hýsu.
V.ø.o. letur hýsan åvika-
víst 1,96 kr, og 2,96 kr. í
Ráfiskagrunnin.
Millumfiskurin fór eisini
upp. Avrokningarprísurin
er 5,98 kr., meðan av-
reiðingarprísurin er 5,50
og 4,50 kr. Hann letur so-
statt 0,48 og 1,48 kr. í Rá-
fiskagrunnin.
MU metir, at hetta
gevur einar 20-25 mill. kr.
árliga.
Einki svar frá
landsstýrinum
MÚ hevur eisini sent
landsstýrinum eitt bræv.
Í tí minnir starvsnevndin
hjá útróðrarfelagnum
landsstýrið á, at MÚ sein-
asta heyst kravdi hægri
avreiðingarprísir fyri at
útróðrarflotin kundi yvir-
liva. Hóast MÚ hevur
minst á kravið, hevur
landsstýrið enn íikki
svarað.
— Nú svarar ráfiska-
nevndin okkum við at
geva útróðrinum menu-
stingin, men vit vóna ikki,
at hetta er endiliga svarið
frá landsstýrinum upp á
krav okkara. Vit vóna, at
tað hjálpir eins og mangan
áður at heita á tykkum, tá
vit meta avreiðingarprís-
irnar skeivt settar, sigur
MU m.a. í brævinum.
Víst verður í skrivinum
á ådurnevndu broytingar,
og MU heldur tað vera ov-
boðið og undir alt mark, at
hesar 20-25 mill. kr. ikki
koma flotanum, sum av-
reiðir hesi fiskasleg, til
góðar.
— Hjá útróðrarflotanum
liggur veiðan nærum øll í
hýsu og millumfiski allan
veturin. Tí nokta vit at
góðkenna hesa seinastu
prísásetingina, og krevja
hana broytta. Her má vera
gjørdur feilur i.
— Vit nokta eisini at
góðkenna tað klassiska
svarið frá landsstýrinum,
at heimildin liggur hjá rá-
fiskanevndini. Lands-
stýrið økti limatalið fyri at
tryggja sær atkveðumeiri-
lutan. Og hetta tekur
burtur ivan um, hvar
ábyrgdin liggur, sigur
Meginfelag Útróðrar-
manna, og heitir inniliga á
landsstýrið um at geva
nevndini fyri ráfiska-
grunnin heimild at gera
frávik og seta prísirnar av
nýggjum.
jo-mo
avn-
leikur í
Tver-
oyrar
Javn-
aðar-
felag
170 fólk mettu á fundi,
tá støda
skuldi takast til framhaldandi virki
hjá tí eina býráðsliminum
Limirnir í Tveroyrar
Javnaðarfelag ynskja
ikki, at Dánjal av
Rana, býráðslimur,
skal víkja frá sessi
sínum í býráðnum og
lata næsta mann á list-
anum koma inn fyri
seg.
Á einum eykaaðal-
fundi í Tveroyrar Javn-
aðarfelag mánakveldið
varð atkvett um eitt
uppskot, sum miðjaði
ímóti hesum.
Uppskotið varð ikki
samtykt. Eftir at-
kveðugreiðsluna stóð á
jevnum. 83 atkveður
vóru fyri og 83 vóru
ímóti. Tvær atkveður
vóru blankar.
Undan atkveðu-
greiðsluni ein
drúgvur fundur farin
fram. Hann byrjaði kl.
21 og var ikki liðugur
fyrr enn tað leið móti
kl. 2 á nátt.
Ein tvídráttur hevur
verið í javnaðarflokk-
inum í Tveroyrar býráð
síðan seinasta býráðs-
val. Ósemjan hevur
verið millum teir fýra,
Sverra Midjord,
býráðsformann, Signar
Dam, Jóannes Ejdes-
gaard og Havgrím
Hammer eðrumegin,
og Dánjal av Rana
hinumegin.
Tvídrátturin má
haldast at koma í
hæddina seinasta
heyst, tá teir fýra
ynsktu Dånjal av Rana
stikaðan úr felagnum.
Síðan eru fleiri fundir
hildnir millum nevnd-
ina í Tveroyrar Javn-
aðarfelag og
býráðsmanningina, eins
og fleiri nevndarfundir
hava verið um málið.
Úrslitið varð, at
málið varð lagt fyri ein
eykaaðalfund til steðu-
takan. Uppskotið frá
teimum fýra býráðs-
limunum um striking
varð afturtikið. Ístaðin
varð undan fundinum
sett uppskot fram um,
at Dánjal av Rana
skuldi lata sessin frá
sær.
Ein samlað nevnd
stóð tó ikki aftan fyri
uppskotið. Fimm
nevndarlimir høvdu
hinvegin sent eitt skriv
út, har teir m.a. mæltu
til at finna eina semju.
Hverjar avleiðingar
úrslitið av fundinum
fær, eru ikki komnar
viðmerkingar fram um.
Tað ljóðar, at Tvør-
oyrar Javnaðarfelag
skal hava vanligan árs-
aðalfund í hesum mán-
aðinum.
Dánjal av Rana varð
næstvaldur á listanum
hjá Tveroyrar Javn-
aðarfelag til síðsta
býráðsval við 109
atkveðum.
jo-mo