hósdagur 2. februar 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SS sosialurin
Nr. 15 — 2. februar 1984
Umlættingarheimid i Havn:
Kostnaðarmikil
fyribilsloysn
— Kortini er tað at vóna, at heimið kemur rektarsjúkling-
um og familjum teirra til góðar, sigur Leivur Johannesen,
formaður í sosialu nevnd býráðsins um heimið í J.C.
Svabosgetu, sum verður greitt at taka í nýtslu umleið 15.
juli í år
Í løtuni verða húsini hjá
Chr. Holm, í J.C. Svabos-
getu umbygd at nýta sum
umlættingarheim. Tað er
har sosiala deild býráðsins
áður helt til.
Stovnurin er mettur at
kosta 2,9 mill. krónur at
gera nýtligan til hetta
endamál.
Í umlættingarstovn-
inum verða rúm fyri átta
rektarsjúklingum, sum
hver sær fáa meguleikan
at búgva í J.C. Svabos-
getu í ein mánaða árliga.
— Við hesum tali kunnu
umleið 100 fólk fáa inni-
vist á umlættingarheim-
inum árliga, sigur Leivur
Johannesen, formaður í
sosialu nevnd býráðsins.
Enn er eingin reglugerð
gjørd, hvert tilboðið skal
koma sjúklingunum til
góðar meira enn eina ferð
árliga.
— Persónliga vildi eg
hildið tað verið gagnligari,
um td. 50 sjúklingar
kundu fingið innivist á
umlættingarheimum tvær
ferð árliga, tí tá hevði tað
verið munabetri fyri hús-
fólkið og rektar-
sjúklingin, sum býr
heima.
Tað var samtykt á
býráðsfundi, at farast
skuldi undir umbygging
av húsunum hjá Chr.
Holm, sum býráðið eigur,
har sosiala nevnd, Dag-
rektin og heilsusystrarnar
til fyri stuttum hava havt
innivist. Bert sosiala deild
er flutt í býráðshúsini,
meðan Heilsusystrarnar
og Dagrektin enn hevur
innivist á ovastu hædd í
J.C. Svabosgetu. Higartil
hevur ikki verið gjerligt at
fáa upplýsing um, hvar
Dagrektin og Heilsusystr-
arnar skulu flyta, tá um-
byggingin av umlætt-
ingarheiminum er av. Ein
spurningur er eisini, hvar
Heimasjúkrasystrarnar
skulu hava innivist. Tær
hava síðan stovnanina
havt skrivstovu heima í
privathúsum teirra. Tað er
tó ein býráðssamtykt, at
Tórshavnar kommuna
skal veita heimasjúkra-
Um einki óvæntað hendir, so verður umlættingarheimið klárt at taka í nýtslu 15. juli í
ár. Enn er ikki steða tikin til, hvar fyrisitingin hjá Dagrektini, heilsusystrunum og
heimasjúkrasystrunum skulu fáa innivist. Í letuni er dagrektin og heilsusystrarnar
innivist á ovastu hædd í húsunum í J.C. Svabosgetu
Ein betur loysn hevði verið at bygt umlættingarheimið upp í ellisheimið, men meirluti
var ikki fyri hesum í býráðnum, sigur Leivur Johannesen, formaður í sosialu nevnd.
Nú verður ellisheimið ístaðin víðkað, so pláss verður fyri átta-tíggju plássum afturat
systrunum innivist, men
tað hava ikki verið gjørdar
nakrar royndir hesum
viðvíkjandi, frá býráðsins
síðu.
Viðvíkjandi | umbygg-
ingini í J.C. Svabosgetu,
heldur Leivur Johanne-
sen, at hetta er ein
kostnaðarmikil fyribils-
roynd, fyri at skaffa
rektarsjúklingum og
familjum umlætting. .
Leivur Johannesen, Ingi
Mohr og Petur i Gong,
høvdu ætlad at byggja
upp i Ellisheimid i Havn,
men tå tað ikki var meir-
luti fyri hesum uppskoti í
býráðnum, varð samtykt
at umbyggja húsið í J.C.
Svabosgetu. Á sama fundi
var tó samtykt at víðka
um Ellisheimið.
Hvat metir tú hevði
verið besta loysnin?
— Besta og bíligasta
loysnin hevði verið at
byggja upp í Ellisheimið,
so umlættingarheimið og
Ellisheimið kundu havt
somu fyrisiting. Har
hevdu umsteðurnar fyri
umlætting eisini verið
munandi betur og rúmlig-
ari. Tá uppskotið okkara
ikki vann frama, so var
einki at gera við tað, sigur
Leivur Johannesen.
— Vit hava tosa við
Heimasjúkra- og Heima-
hjálparstovnin og komm-
unulæknarnar, og eftir tí
hesir stovnar upplýsa, so
er trýstið um umlætting
fyri rektarsjúklingum,
sum búgva heima, ómeta-
liga stórt.
— Tí er tað umráðandi
at nakað hendur, tó at tað
kundi verið onnur loysn
enn henda. Vit vóna, at
hon kemur rektarsjúkling-
um til góðar, sum hava so
nógva hjálp og stuðul fyri
neyðini.
Annar spurningur er,
um tað er rætt at broyta
húsini í J.C. Svabosgetu.
Serkøn fólk — eitt nú arki-
tektar, sum hava skil fyri
slíkum siga, at júst hesi
húsini hava eitt ávíst
virði, og áttu at verið
varðveidd í upprunalíki.
Tað eru bert heilt fá hús
av hesum slag i Føroyum.
Trýstið á Ellisheimið
økist eisini í hverjum, og
nú eru umleið 40-50 fólk á
bíðiligsta har.
Stutt fyri jól var sam-
tykt á býráðsfundi at
víðka um ellisheimið við
uppíbygging eystureftir.
Pláss verður har fyri átta
fólkum. Henda umbygg-
ing er mett at kosta 2,2
mill. krónur, sigur Leivur
Johannesen og skoytir
uppí, at her verða góðar og
rúmligar umsteður fyri
búfólkunum.
Tað er Palli Gregorius-
sen, arkitektur sum hevur
gjørt skitsuprojektið. Tað
var eisini Palli Gregorius-
sen, sum stóð fyri arbeiðn-
um, tá Ellisheimið varð
Rabarbur
Í Sosialinum 19. januar 1984
undir teiginum »Spyr Sosialin«
er tað ein, ið spyr, um tað er
vandamikið at eta rabarbur og
harafturat, um nakað feðslu-
evni er í rabarbum
Nú er tað so, at kanska
annaðhvert húsarhald á bygd
og heilt nógv í Havn hava ra-
barbugarð, og er: rabarban ti
nógv tann vanligasta fruktin á
okkara leiðum og óivað tann
best egnaða til okkara veður-
lag. Tað er sjálvandi munur á
rabarbugerðum, men kortini
haldi eg, at fólk vanliga fara
væl um rabarburnar — hver og
ein verður nýtt, og allarhelst
verður drýggjað bæði væl og
virðiliga. Sumt verður súltað,
og sumt verður gjerdur greyt-
ur burtur úr. Sum óvitar plag-
du vit enntá at eta tær ráar
Greyturin man á flestu
steðum verða roknaður sum
ein forkunnug delikatessa, og
er tað óivað mest sunnudag, at
matskráin fevnir um tílíkan
eftirrætt
Ti varð eg kløkkur, tå ið eg
las svar læknans til fyrsta
spurningin har hann greiddi
frá oxalsýruni og síðani svar
kostráðgevarans til spurningin
um feðsluevnið, at >tað er lítið
»g einki av vitaminum og mine-
ralum í rabarbum, men inni
haldið av tægrum ífibrum) er
stórt É<
Pr. 100 gr. av tí nýtiliga
partinum rabarba
kg/kal 30
fitievni (g) 0
kolvætuevni (g) 5
protein (g) 0,5
fosfat (mg) 30
jarn (mg) 0,5
A-vitam.íi.e.) 50
B; - (ug) 20
Bo - (ug) 25
Niacin (mg) 0,2
C-vitam.(mg) 6,0
víðkað fyri umleið 10
árum síðan.
Dag.
Um oxalsýruna skrivar
kendi danski granskarin Peter
A. Thaysen: »De planter, som
er særlig kendt for at indeholde
oxalsyre, er rabarber og spinat;
begge planter har stor sund-
hedsmæssig betydning.
Men det, som gør disse plan-
ter skadelige, er ikke oxal-
syren, men at de er gødet med
kunstgødning. Når spinat og
raberber bliver gødet med
mineralske eller syntetisk
fremstillede kunstgednings-
stoffer, bliver oxalsyren skade-
lig. Det sker ikke, når der an-
vendes organisk gødning; da
indgår der andre kemiske for-
bindelser, som gør oxalsyren til
et livsvigtigt næringsmiddel
for os. Vi omdanner nemlig
oxalsyren til myresyre. Uden
myresyren kan mennesket ikke
leve.
I gamle dage vidste man be-
sked herom og man kunne sam-
tidig benytte myresyre mod
flere alvorlige sygdomme. Den
benyttes stadig i dag af mange
naturlæger«
Umframt oxalsýruna eru
hópin av fødsluevnum í orga
niskt dyrkaðum rabarbum
Sambært einum yvirliti, sun
Nyt Nordisk Forlag hevur
givið út í 1975, eru nekur av
hesum evnum nevnd, og sam
mett við aðra frukt, sær mynd
in soleiðis út
appelsin
súrepli (og citrón) banan
50 45 90
[1] 0 0
12 10 20
0,3 0,6 1,2
10 25 30
0,3 0,4 0,5
50 200 150
30 75 50
35 35 50
0,8 0,3 0,9
4,5-9,0 50 10
Levi Hentze