Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-02-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Útgevari: p/f sosialurin Fyribilsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miilter Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Dimmalætting, Javnaðarflokkurin og undir- grundsmálið Í ODDAGREIN týsdagin skrivar Dimmalætting um javnaðarfloks- ins støðu í undirgrundsmålinum. Blaðið sigur at javnaðarflokkurin fylgir loysingarflokkunum, og vil fremja eina yvirtøku, sum kann fáa avleiðingar fyri ríkisrættaligu viðurskiftini millum Feroyar og Danmark. ONGIN IVI ER um, at tá blaðstjór- in á Dimmalætting hevur lisið minnilutaálitið frá javnaðarflokk- inum í hesum máli, so hevur tað verið, sum tá ein vissur lesur bibli- una. Javnaðarflokkurin vísir nevniliga á, at meirilutin í markn- aðarnevndini (tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin) ongatíð hava viðurkent heimastýrislógina, og tí kann javnaðarflokkurin ikki taka undir við, at marknadarnevndin setir nevnd at arbeiða víðari við undirgrundsmálinum. FLOKKURIN lítur íkki á, at tjóðveldisflokkurin og fólkaflokk- urin fara at loysa undirgrunds- málið innan fyri tann karmin, sum heimastýrislógin setir. Javnaðar- flokkurin vil hava eina loysn innan fyri tann karmin, og tí kom flokk- urin við einum minnilutaáliti í mál- inum. Javnaðarfloksins støda er, at målsøkid Føroya undirgrund og havbotnur verður yvirtikið sum føroyskt sermál. DIMMALÆTTING roynir at ræða lesararnar við, at verður målsøkid Føroya undirgrund og havbotnur yvirtikið og harvið gjørt til føroyskt sermål, so týðir hetta loysing. Hetta er tann gamla plátan hjá Dimmalætting og sam- bandsflokkinum. Handan ræðu- myndin er gomul. Plátan er slitin og skurrar. Hendan sama ræðu- myndin hevur staðið á blaðsíð- unum í Dimmalætting fyrr Í sostalurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 oddagrein EINAFERÐ hótti Dimmalætting við, at fóru vit at flagga við føroyskum flaggi, so førdi tað til loysing. Eina aðru ferð hótti blaðið við, at fóru vit at tosa føroyskt í skúla og kirkju, so var loysingin vis. Og tá javnaðarflokkurin nøkur ár áðrenn heimastýrislógin kom, vildi hava eina nýggja stýris- skipan, sum heimastýrislógin nærum er ein avskrift av, varð loysingar-ræðumyndin eisini tikin fram á blaðsíðunum í Dimma- lætting. Í ÁRAVÍS hava vit nú flaggað við føroyskum flaggi. Men ongin loys- ing soleidis sum Dimmalætting hótti við. Vit hava eisini nytt føroyskt mål í skúla og í kirkju. Men ongin loysing. Vit fingu eisini eina heimastýrislóg uttan nakra loysing. Og javnaðarflokkurin trýr uppá eina loysn í undirgrundsmál- inum uttan at avleiðingin av hesum verður loysing. HIGARTIL hava bert umboð fyri samgonguflokkarnar roynt seg vid samráðingarborðið í undir- grundsmålinum. Í minnilutaálit- inum frá javnaðarfloksins umboði í marknaðarnevndini verður mælt til at umboð fyri andstøduflokk- arnar eisini sleppa at royna seg við samráðingarborðið. TAÐ HEVUR ongatíð verið javn- aðarfloksins lutur at gevast á hondum. Tá ein roynd er mis- eyðnað hava vit roynt á øðrum sinni. Og ofta hevur tað eyðnast til endans. Dimmalætting og sam- bandsflokkurin kunnu eiga teirra uppgevandi lyndi. Javnaðarflokk- urin fer ikki at gevast á hondum. TÁ EIN ROYND er miseyðnað fara vit at royna av nýggjum. Vit ætla at royna aftur og aftur. Tað hava vit gjørt í fleiri ødrum málum og tað fara vit eisini at gera í undir- grundsmálinum. »Nyttår« er føroyskt! seinastuni hevur nógv nyttår« ella rættari »gledi- ak verið um, hvert vit <ulu siga »nyggjår« ella :ýttár<. Fert hevur verið am, at »nyttår« er anskt. Hettar er ikki beint. Tí íslendingar siga >gott leg nyttår«. Og tá ivi er um eitt orð ella eina vend- ing, so eiga vit altíð at velja tað íslendska. Tí íslendskt er tað reinasta norðurlendska málið. Vegna tess eiga vit at siga „gleðileg nyttår«. Loksins vil eg heita á fólk um at gevast við at siga »nyggjår«. Hatta er ikki føroyskt. Målvinur Nr. 15 — 2. februar 1984 Sjålvstyrisflokkurin — sum tongul í brimi Oddagreinin í Tingakrossi nr. 4 fyri fríggjadagin 27. januar er skrivað av Ingun Joensen. Hon skrivar um vatnorkuút- byggingina og tekur m.a. soleiðis til: „Júst í hesum degum er eitt hitt stersta útbygg- ingarmálið í Feroya segu gjegnumtrumfað — nevni- liga at gjegnumgata stersta partin av Eystur- oynni við tunellum, at leiða tað mesta av vatn- inum í sama partin av oynni norður til Eiðis, at gera eina risastóra byrg- ing við Eiðisvatn og at leggja eitt vakurt eki undir í vatni«. Og í endanum av odda- greinini i Tingakrossi vónar oddagreinskrivarin at tað fer at eydnast skila- fólki, sum hava átala vit- leysu neyðtekuna av Eysturoynni, at tosa okkara legtingsmenn til fornuft, so teir vísa sum »menn« og ikki ganga við til at fíggja hetta alt ov kostnaðarmikla og era projekt. Oddagreinin í Krossi endar við hesum orðum: „Vit skulu jú treyðugt hava útviklingin í landi okkara at gingið móti totalum diktaturi frá einstøkum stovni«. (Undirstrikingarnar eru okkara). Óli Dahl: Yvirfrið- ingarnevndin = reystmenni Á síðu 4 í sama Tinga- krossi skrivar ein av teimum kendu sjálvstýris- monnunum um sama mál. Hesin er ongin minni enn Óli Dahl. Hesin hoyrir til sjálva elituna í sjálv- stýrisflokkinum. Óli Dahl skrivar undir yvirskrift- ini: >Stórfingin nýggjárs- gáva<. Vit endurgeva greinstubban hjá Óla Dahl: >Tað vóru stór tíðindi at frætta, at yvirfriðingar- nevndin hevði givið SEV loyvi at fara undir at út- byggja vatnorkuna í Norð-Eysturoy. Øll vita, hverja mein- bogar SEV hevur havt ímóti sær í hesum máli. Tað er heilt ófatuligt, at vit í okkara tíð skulu eiga so nógvar afturhaldskreft- ir í Feroyum, at tær við hond og fót hava forða fyri at útvinna ta orku og politisk viðmerk- ing teir meguleikar vit eiga í okkara egna landi. Sjálvstýrisflokkurin he- vur alla tíðina roynt at arbeiða fyri at útvinna ta orku, sum vit eiga í land- inum, her vatnið. Ein natúrlig ting. Tað má tí vera ein stór gleði hjá flokkinum at frætta, at endiliga vóru tað menn, sum skil var í. Eftirtíðin kemur at meta hesar menn sum reystmenni, tí teir góvu Feroyum hesa nýggjárs- gåvu 1984«. (Undirstrikingarnar eru okkara). Tað er helst ikki neyd- ugt at gera fleiri viðmerk- ingar. Vit fara bert at spyrja hver talar fyri sjálvstýrisflokkin. Odda- einin í Tingakrossi ella li Dahl? Vilhelm Johannesen Kollektivisma merkir fel- agsskapur — Meistarin var í ti fyrsta Egoisman, ið Dagblaðið stendur fyri, er rótin til alt ónt Harra blaðstjóri! Av og á lesi eg Dag- blaðið. Hetta gjørdi eg nú ein dagin aftaná fólka- tingsvalið og tá eg havi áhuga fyri politikki, las eg sjálvandi eisini oddagrein- ina sum henda dagin var full av hatri og briksli móti javnaðarmonnum og kollektivismuni — (felags- skapinum). Eg setti meg at hugsa. Sjålvur eri eg ikki serliga kønur i søgu, men fyrsta kollektivid eg veit um i okkara tidarrokning t.v.s. eftir Kristi føding, varð stovnað av Jesusi sjålv- um. I hesum kollektivi vóru 12 og 1. Harrin og Meistarin sjålvur og so 12 lærusveinar. Hesir 13 vóru solidar- iskir við hvenn annan. Teir livdu i felagsskapi — i einum kollektivi. Teir livdu undir somu korum. Gingu í sama slag klæð- um. Svóvu undir somu umsteðum. Ótu tað sama. Vóru felags um alt. Hetta er stutt sagt kollektiv- isma. Og tað merkir felagsskapur. Men so var tað at ego- isman stakk seg upp í ein- um av teimum 12. Hesin var Judas Iskariot. Hann sá ein letuvinning uppá 30 silvurpengar um hann vildi stinga sín Harra og Meistara í ryggin. Men stokkut var gleðin. Judas fór og hongdi seg. Soleiðis er egoisman rót- in til alt tað ónda — byrj- anin til endan og til undir- gangin. Og egoisman er mønan i ti høgrapolitikki, sum Dagblaðið stendur fyri, og sum er mótpolurin til kollektivismuna (felagsskapin). javnaðarmaður Borgarar: Hvat halda tit? Hettar snúði seg um ekið, har Perlan hevur staðið og sum nú endiliga bleiv niðurtikin, sum eisini gott var. Nú stendur so hverjum einstøkum borgara í Havn í boði at koma við síni hugsan um eini hús skulu byggjast uppaftur her á staðnum, ella um ekið skal standa opið. Mín hugsan er tann, at sjálvandi skal ikki byggj- ast nakað hús aftur á staðnum, men hettar domið, sum Eyvindur Mohr er komin við í Sosi- alinum, eigur at verða gjørt. Eg gangi út frá, at her so eisini verða settir upp beinkir, sum td. millum Posthúsið og Sjó- mannsheimið og niðanfyri Skansabrekkuna. Tá verður hesin blettur ein vakur minnisvarði um GOMLU PERLUNA i Havn. Havnarkvinna