hósdagur 16. februar 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1 — 16. februar 1984
Stjórin á Traderline:
tíðindablaðið
Svarið frá Landsstýrinum kom
ov seint
Nú er stórt ivamál, um
hetta skipið nakrantíð
verður at síggja í
feroyskari havn.
Skipið er stórt eftir fer-
oyskum viðurskiftum. Til
samanberingar kann
nevnast, at tað er góðar 15
metrar longri enn Lómur,
eftir at hesin er longdur
Traderline hevur eftir
ollum at døma mist tað
bíliga spanska farmaskipið
Drúgva tíðin, tað tók
Landsstýrinum at av-
greiða umsóknina um veð-
hald og stuðulslán til
farmaskipið, Traderline
ætlaði at keypa í Spaniu,
er nú helst vorðin atvoldin
til, at keypið verður av
ongum.
— Tað er spell, heldur
stjórin á Traderline, Rós-
ing Rasmussen, tí hetta
var eitt gott og stak bíligt
skip.
Rósing Rasmussen upp-
lýsir, at ein annar banki
hevur tikið við roynd-
unum at selja tað stóra
, . *
Lán til gist-
k ,
ingarhus
Landsstýrið samtykti
mánadagin at játta
Gistingarhúsinum i
Øravik 100.000 kr. i
láni ur hoteligrunn-
inum.
Gistingarhúsið skal
brúka lánið til eina út-
bygging.
. ,
Ein umsókn
Bara ein umsøkn kom
til eitt starv sum full-
trúi á Landsskrivstov-
uni.
Hetta er eitt fyribils-
starv, avmarkað til
tvey ár.
Fulltrúin skal serliga
taka sær av innkrevj-
ing av eftirstødum og
veðhaldsútleggum
landskassans.
farmaskipið, sum liggur,
næstan liðugt, í norður-
spanska býnum Gijon, har
tað er bygt. Men hesin
bankin vil ikki vita av
avtaluni, Traderline i fjør
gjørdi við bankan, sum tå
hevði skipið um hond.
Á tvingsilsuppboð
Bankin ætlaði í staðin at
selja skipið á tvingsils-
uppboði. Tað skuldi vera í
Madrid hálvan januar.
Traderline = sendi fólk
hagar at vera til staðar og
meguliga bjóða upp á
skipið.
Men tað bleiv av
ongum, tí dómarin tók og
avlýsti uppboðið.
— Hví, vita vit ikki,
sigur Rósing Rasmussen,
sum ikki er rættiliga
greiður yvir, hvussu
steðan er nú.
Tað er sum um alt liggur
í einum támi har niðri í
Spaniu.
Einum támi, sum ringt
er at sleppa ígjegnum,
heldur stjórin á Trader-
line.
Sum tó ikki enn heilt
hevur uppgivið spanska
skipið.
Bíðaði eftir svari
Rósing Rasmussen dylur
ikki, at hann er vónsvikin.
— Vit hava brúkt eitt ár
upp á hetta og tað hevur
kostað okkum nógv í ferð-
ing og serkønari hjálp.
Hann sigur, at Trader-
line um ólavseskumundið í
fjør sekti Landsstýrið um
stuðulslán og veðhald.
Ikki fyrr enn nýggjárs-
aftan kom svarið, 25%
veðhald og onki stuðuls-
lán.
Men hetta var ov seint.
Tí sáttmálin við spanska
bankan, sum tá stóð fyri
seluni, segði, at málið
skuldi avgreiðast innan 1.
november, upplýsir Rós-
ing Rasmussen.
Og nú stendur so ein
annar banki fyri seluni.
Og hann vil onki vita av
sáttmálanum millum Tra-
derline og hin bank-
an,
Hevði Landsstýrið svar-
Framvegis ongin av-
gerð um leiðara og
29 skip
Tað krevur viðhvert at
hava gott tol, tá sekt
verður um starv, Lands-
stýrið skal seta.
Í dag, tveir mánaðir
eftir, at umsóknarfreistin
var úti, er starvið sum
leiðari fyri tyrlutænastuni
hjá landinum ikki sett.
Landsstýrið skal seta
starvið og tað var á
skránni til landsstýris-
fundin fríggjadagin.
Men Landsstýrið tók
onga steðu í málinum tá.
Uttan ta einu. At útseta
tað.
16 umsekjarar eru og
Strandferðslan hevur inn-
stillað ein.
Hvussu leingi enn,
Landsstýrið ætlar at lata
teir 16 umsekjararnar
bíða í óvissu, er vist.
Starvið verður sett sum
nýtt deildarleiðarastarv
hjá Strandferðsluni og
umfatar eisini annað
arbeiði enn at umsita
tyrluflúgvingina.
Innflutningsloy vi
Men tað eru fleiri, sum
bíða eftir avgerðum úr
Tinganesi. Landsstýrið
skuldi týsdagin viðgera
umsóknir um innflut-
ningsloyvi til 28 fiskiskip
og eitt kemikaliutanga-
skip.
Men hetta bleiv av
ongum, ti legmaður lå við
influensu.
Møguliga verdur lands-
styrisfundur i morgin.
Elsta umsóknin um inn-
flutningsloyvi er eitt ár.
hd
að fyri 1. november, hevði
Traderline nú skipið, ivast
Rósing Rasmussen ikki í.
Traderline = hevði so
góðar vónir, at longu
síðsta summar, í juni, varð
sáttmáli = gjerdur við
Flensburger Schiffbau um
at gera skipið liðugt.
Hetta arbeiðið skuldi taka
tríggjar-fýra mánaðir og
kosta einar 40 mill. kr.
Traderline skuldi fáa
skipið fyri undir 30 mill.
kr., sum er sera bíligt.
Rósing Rasmussen
sigur, at nú, seljarin er
vorðin ein annar, hevur
hann hoyrt nevndan prís
yvir 100 mill. kr.
Traderline lýsti eisini øll
fýra skipini hjá sær til
selu í heyst.
Onki er selt enn.
Orsekin til, tað tók
Landsstýrinum so drúgva
tíð at orða eitt svar til
Traderline við umsóknini
um stuðulslán og veðhald,
var ósemja millum
samgonguflokkarnar.
Fólkaflokkurin kravdi
greiðar linjur um, hvussu
skal berast at, tá slíkar
umsóknir koma.
Flokkurin vísti á, at ein
umsókn frá eðrum skipa-
felag varð útsett, meðan
tann hjá Traderline bleiv
viðgjerd.
Sjálvsstýrisflokkurin
segði, at ongir pengar
vóru í grunninum, sum
letur stuðulslán.
Og flokkurin vildi ikki
lata tílíkt lán til gamalt
skip.
Spanska skipið er sjó-
sett í mars 1975
hd
Fimm ráðharrar
koma í summar
Fimm danskir ráðharr-
ar koma til Feroya í
summar.
Tom Heyem, gren-
landsmálaráðharri, ke-
mur higar á fýra-fimm
daga vitjan síðst í mai.
Hann kemur av
sínum eintingum.
? al
RR
Britta Schall-Holberg
er millum mest um-
røddu rådharrarnar i
stjórnini hjá Schliiter.
Hon vitjar Feroyar í
summar.
Hinum ráðharrunum
hevur Landsstýrið
boðið til Feroya.
Síðst í juni koma
Britta Schall-Holberg,
innanríkisráðharri og
Bertel Haarder, kenslu-
málaráðharri og síðst í
august Niels Anker
Kofoed, landbúnaðar-
ráðharri og Henning
Grove, fiskimálaráð-
harri.
Ætlanin var eisini, at
almannamálaráðharrin,
Palle Simonsen, skuldi
koma hendanvegin.
Men hann hevur sent
avboð.
Feroyar fáa eisini al-
menna vitjan úr Gren-
landi í summar.
Fyrst í juni kemur
Stephen Heilmann,
landsstýrismaður.
Hann hevur mentan
og undirvísing undir
hond í grenlendska
heimastýrinum.
hd