hósdagur 16. februar 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
gns sesíalurin
Poltiskur- og fyritakeblaðstjóri: Krisjón Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
EIN av mest dýrmettu eginleikum
menniskjunnar er uttan iva hetta at
duga at ugga og fjálga seg við minn-
unum frá farnum góðum løtum, um
óvæntaðir bøklar av álvara dragast á
luftina.
ØLL kenna vit til trongstødur av ein-
hverjum slag. Gera vit ikki tað, so
verða vit at lata onnur røda um
mannalívið her á foldum. Øll hava vit
ella eru vís í at missa eitthvert, ið er
okkum so kært, sum neyvan nakað
annað. Men góðu minnini um hetta
sama hava stundum stuðla víðari ferð
yvir sakn og tómleikavað so við, at vit
komin yvirum, tíðum hava nomið
nýggjan hug til livsins strev umframt
ásannað, at ávíst víðsýni aftur varð
neyðugt fyri ikki heilt at renna seg
fastan í einhverjum glopri, hagani ikki
varð vendandi aftur til tað samfelag,
vit vóru sett at liva og virka í.
SUM menniskju á jørdini hava vit
skyldu til í felag at evna tær sam-
starvsreglur, ið galda skulu manna
millum um forna frumvaldarstødan
ikki skal ráða. Ikki tí, henda forna livs-
skipan er ivaleyst hyggin í eitt nú
djóraheiminum, men fyri okkum
menniskju kann hon ikki verða annað
enn áhaldandi hóttandi áminning um,
at vit sambært kærleiksboðunum
hava skyldu til fremjan av samfelags-
viðurskiftum og livskorum hvert fyri
annað soleiðis, at sigast kann, at einki
av mannabørnum okkara av almanna-
ávum varð sett uttanfyri tað samfelag,
sum við rætti skuldi verið allra manna.
Nú loysir Fólkaflokkurin
Undan fólkatingsvalinum
talu sagt frá, at hann bert
oddagrein
FREMSTA amboð okkara til varð-
veitan av vunnum mannavirðum um-
framt til víðari tilevnan av framtíðar
ábótum fólkinum til sóma er hetta so
viðbrekna hugtak, vit nevna politik.
HESIN hevur síðan Syndafallið iva-
leyst í nóg so stóran mun verið
merktur av sjålvssøkni, hesum fyrst
og fremst at sæta sær og sínum.
ONKUR vil kanska halda, at slíkt er
menniskjansligt og tískil einki at gera
við. Harí hava tey, ið hetta siga, vissan
rætt. Men verður henda nidurstøda
mett sum endaliga og sum mest av-
gerandi sannleiki um mannalyndið, so
hava vit harvið latið fara trúnna um
hin góða lut, ið mannabørn øll hóast
alt eru vælsignað við.
Á henda góða lut er tað, at vit skulu
grunda mannasmíðaðu samflags-
fyriskipanir okkara. Medvitið hver við
ødrum umframt ansni fyri evnum eins
væl og áneyðum mannabarnanna
megu gerast tað mannsømiliga íkast,
ið munabesta dygdin verður í til at
evna mannafrælsar samfelagsfyri-
skipanir burturúr.
SAMHUGI menniskjunnar ímillum má
kunna trívast heima hjá okkum eins
væl og aðrastaðni. Men verður hin
góði lutur ikki umsitin samsvarandi tí
anda, við hvgrjum hann er okkum
givin, so er fallið í durunum, og skjótt
eirir eingin sínum næsta í girndar-
framdum sjålvssøkni.
frá ávirkan, sektin á hvat
ávaraði eg Feroya folk um
vandn við at velja fólka-
flokkin ella tjóðveldis-
flokkin. Úrslitið av val-
inum gjerdist, at Fólka-
flokkurin fekk tann mest
harðrenda fólkafloks-
mannin Óla Breckmann
valdan, og beinanvegin
komu míni orð til sannar.
Óli hevur í skriving og
hevur eina uppgávu, og er
tað at halda javnaðar-
flokkin frá ávirkan.
Hesi orð hevur hann
prógvað heima við at
halda lív í eini doyggjandi
borgarligari | samgongu,
einum doyggjandi borgar-
ligum politikki.
Her ræður einans um at
halda javnadarflokkinum
tað kostar. At tað kostar
samfelagnum, tað sakar
ikki fólkaflokkin ella Óla,
og við teirri álitisváttan,
Óli fekk í ryggin, um tað
so er av jólakortum ella
eðrum, skerst ikki burtur,
at sami Óli við valið legði
sín egna floksformann
afturum seg. Avleið-
ingarnar av hesum eru nú
við at koma í ljósmála.
Fólkatingslimurin úr
fólkaflokkinum er sam-
stundis stavnamaður ver-
andi samgongu og sostatt
umboðandi hana á fólka-
tingi.
Í fyrstu reðu síni á
fólkatingi krevur Óli
blokktilskot; eitt blokktil-
skot líknandi tí, donsku
kommunurnar eru so illa
kroystar av.
Eitt blokktilskot, um
tað kemur, verður ringt at
stýra, og eitt blokktilskot
kemur at ganga útyvir
bygdirnar. Hvat siga løg-
tingslimir, umboðandi út-
jaðaran, umboðandi bygd-
irnar. Hvat siga bygda-
umboðini í verandi sam-
gongu um útspælið frá Óla
Breckmann.
Blokktilskotið vil sam-
stundis ganga útyvir tey
veiku í samfelag okkara, tí
danski staturin letur jú
tilskot til einkju-, avlamis-
og fólkapensión, til
sjúkrahúsverkið, til teir
føroysku sjúkrakassarnar
og annað mangt.
Hetta er tað, Óli kallar
sosialisering av Feroyum.
Øll minnast rødu, sum
hesin sami maður helt á
legtingi, har hann segði,
at tað var betur fyri gomul
og sjúk, at tey vóru inn-
løgd á hotellir — tað var
bíligari enn sjúkrahúsverk
Feroya.
„Um tað skuldi hent, at
teir sokallaðu sjálvstýris-
flokkarnir í Feroyum fáa
umboðan á fólkatingi og
har skapa eina so stóra
misnegd við viðurskiftini
Føroya og Danmarkar
Nr. 21 — 16. februar 1984
ímillum kundi hent, at
hesir flokkar, sum ikki í
Feroyum hava meiriluta
fyri LOYSING, á henda
hátt kundu provokerað,
um ikki loysing, so eitt
meiri leyst tilknýti til
Danmerk.
Mín metan er, at vit við
eini negativari umboðan á
danska fólkatingið, kann
vendast tann positiva
steða, sum allar danskar
stjórnir hava havt til
Feroya. Vendast til tað,
sum teir føroysku sjålv-
stýrisflokkarnir ynskja:
Eitt leysari tilknýti og
harvið eitt minni økonom-
iskt tilskot til Feroya.
Og hetta er tað, sum nú
er við at henda, við sam-
bandsfloksins goðkenn-
ing.
Vit erukomnir til eitt
vegamót i føroyskum poli-
tikki. Tann føroyska rødd-
in á fólkatingi fremur
ágang ímóti aldargamla
rætti okkara.Kunnu flokk-
arnir á Feroya legtingi —
og her hugsi eg um gomlu
samgongufelagarnar sam-
bandsflokkin, sjálvstýris-
flokkin og Javnaðarflokk-
in, lata hetta fara afturvið
borðinum.
Um henda avbjóðing
Óla Breckmanns og Fólka-
floksins sum heild fyri
leiðarnar Paula Ellefsen,
Hilmar Kass og Atla Dam
ikki er skriftin á vegg-
inum, so skilji eg einki.
Tann feroyski veljarin
má gera sær greitt, at
henda tala fremur ikki
framburð. Men hvat,
afturstigini ganga bert út
yvir tey veiku, og tað
sakar jú ikki Fólkaflokkin
og leiðarar hansara.
Men hvat gera hinir
politisku flokkarnir á
tingi. Har er tøgn!
Fólkatingsumboðið úr
Fólkaflokkinum vísti,
hvar hann stóð, og hvar
hann altíð hevur staðið.
Hann talar um at gera
steðuna verri hjá teimum
veiku — hjá teimum, sum
Eilif Samuelsen lands-
styrismadur brúkti alla
sína talutíð uppá undir
viðgerðini av fíggjarlógini
við at greiða frá, hvussu
nógv henda samgonga
hevði gjørt fyri at betra
viðurskifti teirra.
Hvussu leingi høvdu
hesir harrar liva av trý
tusund um mánaðin við
frádrátti av skatti.
Í sama andadrátti, sum
Óli loysir sambandið
Feroya-Danmarkar ímill-
um, ger hann danska for-
sætismálaráðharranum
greitt,at heilselumenn i
Føroyum mugu tryggjast
betri ágóða, betri sømdir.
Jú skeggið er nær hekuni!
Og meðan Óli Breck-
mann loysir bandið
hoyrist einki frá hinum
fólkatingsumboðunum hjá
sambandsflokkinum. Hes-
in tigur, og tamalt er, at
hann sum tigur, hann
samtykkir.
Er hesin politikkur sum
Óli boðar frá tann, sum
verandi samgonga
stendur fyri? Um so er, er
vandin so mikið sterri!
Sverre Midjord
„Tað sum ikki kann
standa må falla«
Samgonguflokkarnir
liggja og jabba og júka
innå javnadarflokkin vid ti
fyri eygad at skapa eina
rangvørga mynd av javn-
adarflokkinum.
Hetta er uttan iva ti, at
javnadarflokkurin er
einasti flokkur, ið hevur
nakran veruligan politikk,
meðan tað hvítir ikki av
samgonguflokkunum poli-
tiskt.
Tað er tí ikki av leið at
vísa á, at í okkara bygda-
og oyggjasamfelag er
javnaðarpolitikkur hin
frægast egnaði, meðan
veruligur borgarligur poli-
tikkur ikki letur seg
fremja í gerð.
Vit hava eitt væl útbygt
samfelag við nógvum ar-
beiðsplássum kring
landið. Tey flestu eru
skapað á einum ógvuliga
breiðum grundarlag.
Mong eru arbeiðarafyri-
tekur. Har afturat er tað
so, at bæði kommunur og
landið við eiga rættuliga
munandi av partapeningi í
hesum virkjum.
Tað vóru ikki nógv virk-
ir úti á bygdunum í Fer-
oyum, um so var, at hesin
vinnulívspolitikkur = íkki
hevði haft broytt vinnu-
lívsmynstrið í hesum sam-
felag.
Politikkurin, sum javn-
aðarflokkurin stendur fyri
hevur ávirkað samfelagið.
Við steðugt at halda síni
sjónarmið fram hevur
javnaðarflokkurin åvirka
teir borgarligu flokkarnar,
soleiðis at teir eru hvoknir
uttan rættuliga at
varnast.
Hesum vinnulívspoli-
tikki nýta nú teir borgar-
ligu eisini gott av, sum
vera man.
Tað sum síðan verður
roynt av hesari sam-
gonguni er at geva fer-
oyskum vinnulívi ein legn-
an borgarligan dám. Men
rennistokkurin undan
landskassanum hevur
ongantíð verið so grefligur
sum nú undir borgarliga
stýrinum.
Politikkur javnaðar-
floksins er hann, tá um
vinnulívið er at tala, fyrst
av øllum at skapa fyri-
treytir, soleiðis at vinnu-
lívið skal hava møguleikar
at mennast. Har aftur at
skal loyvast tí almenna at
taka lut í vinnulívinum, og
vit ásanna, at mangan má
hitt almenna ganga undan
fyri at skapa arbeiðspláss
til domis.
Men í dag eru sanniliga
grundir fyri, at tað verður
ávarað ímóti tí politikki,
sum sitandi samgonga
roynir at fera.
Tí ongantíð sjónskari
enn júst nú kemur fram,
at gamla hegravenda
kósin skal haldast av
fólkaflokkinum.
Vert er eisini at draga
fram í hesum sambandi, at
lítið hoyrist til hóvliga
vongin í sambandsflokk-
inum, meðan hin vongurin
fær meir og meiri tak á
hesum flokki.
Tí kann vandi gerast
fyri, at tað kemur at
standa á mangum góður
tiltaki, og á mongum ar-
beiðsplássi við, um hesir
aftur fara at fópa gamla
rópið: >Tað sum ikki kann
standa må falla«. Tá fyrst
byrjar einvísa »centralis-
eringin«, og bygdirnar
verða við sviðið soð.
Jergen Thomsen