hósdagur 10. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 10. oktober 2002
15
Í gjár kundi Eli
Mellemgaard í Havn
halda sín sjeytiára
føðingardag. Eli er
kendur handilsmað-
ur, og flestu munnu
kenna handilin “Hjá
Eli” við Landavegin.
Sum handilsmaður
hevur hann verið
langt frammanfyri
sína tíð. Undir leiðslu
av Eli, varð handilin
hjá P.A. Restorff fyrsti
sjálvtøkuhandil í
Føroyum
FØðINGARDAGUR
Rúna Sivertsen
Eli er eitt arbeiðsgrev.
Hetta skoðsmál geva tey,
ið kenna henda fryntliga og
lítillátna mann, honum.
Jógvan Eli Mellemgaard
er føddur og uppvaksin í
Klaksvík, sonur Petru, fødd
Hansen av Norðoyri og
Hans Mellemgaard úr Svín-
oy.
Eli er giftur Sylviu
Hammer úr Hvalba og eiga
tey synirnar, Bjarta, Heðin
og Róðin.
Longu sum 14 ára gamal,
lærdi Eli handilslívið at
kenna. Pápi hansara, sum
eisini var fiskimaður, hevði
handil í kjallaranum í heimi
teirra á Heygum. Her fekk
Eli sínar fyrstu royndir sum
krambakallur.
Sum 16 ára gamal fór
hann til Havnar í handilin
hjá Gunnari Stockholm.
Eli sigur, at í fyrstuni
longdist honum illa norð-
uraftur, men tað gekk ikki
long tíð, so treivst hann væl
í Havnini.
Eftir at hava verið í starvi
hjá Gunnari Stockholm og
Thomasi Dam í nøkur ár,
byrjaði hann í 1957 sum
krambakallur
hjá
Poul
Andriasi Restorff. Hann var
tá 24 ára gamal.
Breyt burtur úr
nýggjum
Handilin hjá P.A. Restorff
var av tí gamla slagnum,
har øll vøra varð seld um
diskin. Fleiri vørur, so sum
mjøl, sukur, kaffi og te
máttu vigast.
Roykurin av kaffi og
petrolium var eitt eyðkenni
fyri hesar gomlu og hugna-
ligu krambúðir, sum nú eru
vorðnar søga.
Ikki gekk long tíð, so
gjørdist Eli leiðari av
krambúðini
hjá
P.A.
Restorff. Og við sínum
góðu evnum og ágrýtni,
stóð
Eli
fyri
stórum
broytingum í handlinum øll
tey 25 árini, hann arbeiddi
har.
Fyrsta stóra broytingin
var, tá handilin í 1965 var
umlagdur til sjálvtøku-
handil. Seinni varð handilin
útbygdur
við
nýggjari
sláturdeild. Tá starvaðust
12 fólk í handlinum hjá
P.A. Restorff.
Í 1978 keypti Eli húsini
hjá
Jógvani
Heinesen,
keypmanni við Heygsvegin
í vesturbýnum. Matvøru-
handilin, sum fylgdi við í
keypinum,
leigaði
Eli
fyrstu árini út til P.A.
Restorff.
Satsaði í ringastu
tíðum
Í 1982 byrjaði Eli sum
sjálvstøðugur
vinnurek-
andi. Skjótt vórðu útbygg-
ingar gjørdar og handilin
“Hjá Eli” bleiv ein væl-
virkandi handil fyri við-
skiftafólkið í vesturbýnum.
Tá fíggjarligu viðurskift-
ini fyrst í 90’unum gjørdust
verri, fór Eli at hugsa um at
byggja ein stóran handil.
Ein størri handil fór at gera
tað møguligt at keypa inn í
størri nøgdum, og á tann
hátt kundu prísirnir haldast
á einum lægri støði.
Og í 1993, tá alt fyri
mongum
føroyingi
sá
daprast út, læt Eli sín
nýggja handil við Landa-
vegin upp.
Tað eydnaðist honum í
hesi niðurgangstíð at gera
ein handil, sum kundi bera
seg, og sum samtundis gav
kundanum
meira
fyri
peningin.
Eftir hesi mongu ár sum
handilsmaður, má Eli sigast
at vera ein av veteranunum
innan handilslívið í Havn.
Tað, sum sermerkir Eli,
er reinføri. Alt, hann fæst
við, er so gullreint, og tað
sæst eisini aftur í handlin-
um.
Hann gongur høgt uppí at
geva
viðskiftafólkunum
bestu tænastu og er altíð
fúsur at fáa ta vøru til vega,
sum kundin ynskir.
Eli er ein sonn býarmynd,
sum altíð hevur nógv um at
vera, og tað er ferð yvir
manninum.
Nú Eli hevur rundað tey
sjeyti, er hann enn líka
virkin í handlinum.
Hóast hansara stóri áhugi
er handil, hevur hann altíð
givið sær stundir til orð
Guds, og hansara trúgv
myndar gerandisdag hans-
ara
Við sínum arbeiðsemi og
trúfesti,
eydnaðist
tað
hesum lítilátna manni at
føra sínar dreymar út í
lívið.
Ein veteranur í handilslívinum
í Havn fyllir sjeyti
Eli misti ikki mótið. Tá alt sá svartast út fyrst í nítiárunum, fór hann undir at byggja stóran handil við Landavegin. Hann sá tað
neyðuga í at kunna keypa inn í stórum nøgdum, fyri at halda prísirnar á so lágum støði sum gjørligt. Myndin er tikin, tá
handilin læt upp í 1993
Gamli handilin hjá P.A. Restorff, har Eli byrjaði sum krambakallur, 24 ára gamal. Henda
myndin er frá tí tíðini, tá tú kundi standa og slappa av, meðan ein vøra fyri og onnur eftir varð
latin tær yvir diskin. Kemur tú framvið kaffimylluni í størsta matvøruhandlinum í Føroyum í
dag, Mikalgarði, man roykurin av nýmælnum kaffi, skjótt flyta teg aftur í tíðina til
petroliumsroykin og ljóðið av knirkandi mjølskuffum
Nýggjar tíðir seta nýggj krøv; tað var Eli frá ungum av tilvitaður um. Sum leiðari av
krambúðini hjá P:A: Restorff, sygdi hann fyri, at handlin gjørdist fyrsti sjálvtøkuhandil í
Føroyum. Frá vinstru: Solveig Olsen, Ásla Paturson, Ellen Petersen, Marjun Leo, Eli
Mellemgaard, Petur Jensen og systrarnar Maria og Osla Gullbro
15
14
Nr. 194 - 10. oktober 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Í
Zimbabwe
hevur
Robert Mugabe, forseti
avsannað tíðindini um,
at fólk í landi hansara
líða hungur, og hann
hevur givið løgregluni
boð um at taka tey, sum
bera tíðindini um hung-
ursneyð.
Samstundis hevur ein
nevnd
hjá
stjórnini
váttað, at álvarssamar
sjúkur eru farnar at gera
um seg har suðuri í
landinum, og tingmenn í
landspørtunum siga, at
nógv eru deyð í hungri
har. Men tað vil Mugabe
ikki viðurkenna. Hann
sigur tvørturímóti, at
tíðindini um hungurs-
neyð hava bert til enda-
máls at koma honum og
stjórnini í ringt orð. Tí
hevur hann nú givið
løgregluni boð um at
taka tey, sum bera
tíðindini.
Frakland játtaði í gjár
góðar
sjey
milliónir
krónur í matvøruhjálp til
Zimbabwe, Zambia og
Lesotho.
Avsannar tíðindi um
hungursneyð
Russiskir vísindamenn
hava biðið myndugleik-
arnar í Moskva um pen-
ing, so teir kunnu fara til
Irkutsk-landspartin har
eysturi í Sibir at kanna
eina lægd, tí ymiskt
bendir á, at lægdin
stavar frá einum steini
uttan úr rúmdini, sum
datt niður har seinasta
hósdag.
Russisku myndugleik-
arnir siga, at nógv fólk
hava boðað frá, at tey
sóu okkurt koma niður
úr luftini tann dagin, og
seinni hava menn funnið
eina lægd. Sagt verður,
at summi trø við lægd-
ina eru brend, og at onn-
ur eru kvett tvørturav.
Enn hevur stjórnin í
Moskva
ikki
svarað
umsóknini frá russisku
vísindamonnunum, men
nú hava bretskir vísinda-
menn mælt til, at onnur
lond eiga at játta tann
neyðuga peningin til
kanningina.
Bretski
vísindamaðurin Benny
Peiser sigur, at talan er
um smápengar, tá hugs-
að verður um, hvussu
týðandi
upplýsingar
møguliga kunnu fáast
burtur úr kanningini.
Kanna lægd í Sibir
Avstraliumaðurin Trevor
Bacon setti fyrradagin
nýtt heimsmet í seyða-
royting. Metið varð sett í
einari kapping í Frances
har suðuri í Avstralia.
Trevor Bacon roytti
ella rættari sagt klipti
ullina av 471 lombum
eftir átta tímum, og tað
er nýtt heimsmet. Gamla
metið átti ein nýsælend-
ingur, sum fekk ullina av
427 lombum eftir átta
tímum.
Trevor Bacon var sum
vera man fegin um
metið og um at fáa
navnið í heimsmetabók-
ina hjá Guinness, men
aftan
á
kappingina
gjørdi hann øllum greitt,
at hann vildi ikki síggja
ein ullasaks aftur. Og tað
er kanska ikki so løgið.
Heimsmet
í at royta seyð
Tað er næstan einki mark
fyri, hvat fólk, sum skipa
fyri kappingum, kunnu
finna upp á, tá tað ræður
um at finna vinningar.
Nú hevur russiska sjón-
varpsstøðin ORT boðað
frá, at hon fer at skipa fyri
einari
kapping,
har
hyggjararnir
skulu
kappast um at vinna eina
ferð til himmals, sum sagt
verður. Tann, sum vinnur,
sleppur eina ferð upp til
rúmdarstøðina ISS, sum
er í ringrás um Jørðina.
Russisku rúmdarmynd-
ugleikarnir hava góðkent
kappingina
og
hava
skrivað undir sáttmála við
ORT. Í síðsta mánað
strikaðu
russar
ein
sáttmála
við
popp-
tónleikaran Lance Bass úr
bólkinum N'Sync, tí hann
hevði ikki rindað ta
kravdu upphæddina. Fyrr
hava russar sent tvey
ferðafólk upp til ISS.
Vinningurin er ein
ferð til himmals
Bretsku myndugleik-
arnir fyrireika seg til
at koppseta fólk ímóti
koppum. Endamálið
er at verja fólkið
ímóti einum møgu-
ligum biologiskum
yvirgangsálopi
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Myndugleikarnir í London
royndu í gjár at sissa fólk
við at siga, at fyrireiking-
arnar eru ikki settar í verk,
tí vandin fyri einum bio-
logiskum álopi er størri nú,
enn hann hevur verið í
seinastuni.
- Vit noyðast at fyrireika
okkum til øll hugsandi
álop, segði ein talskvinna
hjá heilsumálaráðnum og
legði afturat, at í fyrsta
umfari er ætlanin at kopp-
seta starvsfólk í heilsu-
verkinum, so tey kunnu
viðgera onnur, skuldi eitt
tílíkt álop komið.
Sir Liam Donaldson,
sum er stjóri í bretska
heilsuverkinum, segði við
BBC í gjár, at myndug-
leikarnir hava lagt um-
fatandi ætlanir fyri at verja
fólkið ímóti einum møgu-
ligum biologiskum álopi.
Hann váttaði, at myndug-
leikarnir eisini hava um-
hugsað at koppseta allar
bretar.
Alment vórðu kopparnir
útruddaðir í 1980, men
nakað av koppavirus, sum
er lívshættisligt og smittar
sera illa, varð goymt á
amerikanskum og russ-
iskum rannsóknarstovum.
Serfrøðingar bera ótta fyri,
at onnur lond kunnu hava
fingið fatur á hesum virusi
og hava gjørt biologisk
vápn burtur úr tí.
- Amerikanski uttan-
ríkisráðharrin sveik
tað svarta fólkið í
USA, tá hann fór upp
í stjórnina hjá George
W. Bush, sigur sang-
arin og tónleikarin
Harry Belafonte, sum
sjálvur er svartur
USA
Árni Joensen
Í einari samrøðu við eina
útvarpsstøð í Kalifornia
samanbar Harry Belafonte
uttanríkisráðharran Colin
Powell við ein træl á einum
av teimum gomlu bumm-
ulsgørðunum
í
ameri-
kansku
suðurstatunum.
Trælahaldari
og
harri
Powells er forsetin, George
W. Bush, segði Harry Bela-
fonte.
- Eitt gamalt orðatak
sigur, at tað eru tvey sløg av
trælum. Annað slagið eru
teir, sum búgva úti á
bummulsmarkini, meðan
hitt slagið eru teir, sum
halda til í harragarðinum.
Tess meiri lýðin ein er, tess
størri er møguleikin fyri at
sleppa at búgva undir sama
taki sum harrafólkið, segði
Harry Belafonte og sipaði
týðiliga til Colin Powell.
Tann kendi sangarin og
tónleikarin vil eisini vera
við, at tráðanin hjá Bush-
stjórnini at leita eftir yvir-
gangsmonnum líkist meiri
og
meiri
teirri
anti-
kommunistisku herferðini í
McCarthy-tíðini í USA.
-Vit eru á veg inn í eina
myrka tíð, segði Belafonte í
útvarpssamrøðuni.
Forfedrarnir hjá Harry
Belafonte komu eins og
forfedrarnir
hjá
Colin
Powell av oynni Jamaica.
Norðurírski fyrsti-
ráðharrin, David
Trimble, hevur givið
Tony Blair greið
kravboð: Hann skal
tveita Sinn Finn út úr
norðurírsku stjórnini
innan eina viku
NORÐURÍRLAND
Árni Joensen
- Tveit Sinn Fein úr stjórn-
ini í Belfast, ella fari eg.
Tað vóru tey greiðu krav-
boðini, sum bretski for-
sætisráðharrin, Tony Blair,
fekk frá norðurírska fyrsta-
ráðharranum,
David
Trimble, tá teir báðir hittust
til kreppufundar í Downing
Street seinnapartin týs-
dagin.
Trimble gav Blair freist
til mánadagin ella týsdagin
at leggja fram eitt endaligt
uppskot um at útihýsa Sinn
Fein. Verður tað ikki gjørt,
fer norðurírska stjórnin í
upploysn.
- Vit hava verið so laga-
ligir at geva forsætisráð-
harranum eina viku til at
gera eftir boðunum, segði
Trimble aftan á fundin við
Blair.
Enn er ógreitt, hvat Tony
Blair heldur um kreppuna,
sum er íkomin, eftir at tað
er komið fram, IRA hevur
njósnast
ímóti
bretsku
umsitingini
og
bretsku
stjórnini, og at Sinn Fein
helst hevur átt ein lut í
njósningini. Blair hevði í
gjár fund við írska for-
sætisráðharran
Bertie
Ahern, og í dag skal hann
hitta leiðaran í Sinn Fein,
Gerry Adams, sum hevur
avsannað, at Sinn Fein visti
um njósningina hjá IRA.
Sjálvur segði Tony Blair
aftan á fundin við David
Trimble, at hann ætlar sær
framvegis at halda fast um
ta sonevndu Langafríggja-
dagsavtaluna, tí hon er tann
besta trygdin fyri, at frið-
artilgongdin í Norður-ír-
landi kann halda fram,
segði hann.
Eygleiðarar í London
vænta, at Tony Blair fer at
nýta heimildina, sum hann
hevur til at upploysa stjórn-
ina í Belfast. Ger hann tað,
er tað triðju ferð í trý ár, at
tað verður gjørt.
Colin Powell hevur svikið
tey svørtu í USA
Bretar fyrireika koppseting
ímóti biologiskum álopi
Blair fingið kravboð
úr Norðurírlandi
C
M
Y
K
14