Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 1984síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Nr. 27 * hósdagur 1. mars 1984 57. årg. % kr. 5,- Teir eru raskir at grava og nógv verður lagt fyri, so Gjåarbørn, sum ganga i Felags- skúlanum, hava bert mist fýra dagar í ár, sigur bygdaráðsformaðurin | Vilja hava berghol mill- ? um Nú er eitt ynski um berg- hol afturat at taka stødu til. Gjáar kommuna hevur skrivað Landsstýrinum og biðið um, at berghol verð- ur gjørt gjøgnum Mid- dagsfjall, millum Gjogv og Funning. Bygdaráðsformaðurin Hans Kristiansen upplýs- ir, at skrivið er dagfest 28. desember 1983. Biðið verður um, at berghol verður gjørt miðskeiðis úr Gjáardali suður á norðaru síðu á Funningsfirði og veg haðani til Funnings. Ynskið er sett fram fyri at fyribyrgja, at Gjógv verður avtoftað, sigur Hans Kristiansen. 90 fólk búgva við Gjogv, meginparturin eldri og gomul Átta skúlabern eru og tvey bern undir skúlaaldri. Hans Kristiansen sigur, at hóast dúgliga verður grivið, tá kavi er, og nógv verður lagt fyri, so m.a. tey fýra bernini, sum ganga í Felagsskúlanum á Nýggi vegurin úr Funn- ingsfirði til Funnings ligg- ur við sjóvarmálan, so har verður kavin ongin stór- vegis trupulleiki Oyrabakka, sleppa í skúla, kundu Gjåarfolk ynskt sær betri samband. Og tað kann fáast við einum bergholi til Funn- ings, hagar vegur kemur úr Funningsfirði. Gjáarvegurin er oftast tann fyrsti, sum ikki er koyrandi eftir, tá kavar. Men har er eisini vind- hart. Fyri fáum árum síð- ani mundi skúlabussurin við bernum úr Funningi og frá Gjógv fokið út av vegnum hinumegin Eiðis- skarð, sigur Hans Kristi- ansen. Bussurin steðgaði á vegjaðaranum. Liðugur í 1986 Hans Kristiansen sigur, at eftir hvat teir har norð- uri duga at meta, verður eitt berghol gjøgnum Mid- dagsfjall 1400 metrar (til samanberingar kunnu vit nevna, at Hvalbiarberg- holið er 1450 m.). Gjáar kommuna hevur einki hoyrt frá Landsstýri- num. Vit Páll hava spurt v og Funning Vang, landsstýrismann í vegamálum, um málið. Men hann hevði í gjár, tveir mánaðir eftir, at skrivið er sent, ikki fingið tað. Hann hevur heldur ikki hoyrt um málið, so hann kendi onki til tað. Páll Vang sigur, atveg- urin úr Funningsfirði til Funnings væntandi verð- ur komin igjøgnum, so koyrandi verður, í eðrum fíggjarári. Tað vil siga í 1986. hd Tórshavnar Skipasmiðja: Samanlagt størstu såttmålar nakrantið Tórshavnar Skipasmidja hevur fingið ein nýggjan sáttmála um nýbygning. Tað er felagið >Grenanes< í Vestmanna, sum hevur ætlanir um at byggja ein trolara. Í letuni verður ar- beitt við at skaffa neyð- ugu fíggingina. Skipið fer at kosta 27,7 mill. kr. Hetta er triði nýbygn- ingurin, sum er umbiðin á Tórshavnar Skipasmiðju innan stutta tíð. Felagið Festuvarði í Miðvági skal hava ein trolara og felagið Meðalsbrekka í Vest- manna skal hava ein. Hesi bæði skipini eru í gerð. Ætlanin er, at fyrsta skipið skal verða liðugt í juni—juli í ár, tað næsta á sumri í 1985, og fæst figg- ing til triðja trolaran, skal hann verða liðugur á vári 1986. Samanlagt eru hesir sáttmálarnir uppá umleið 75 mill. kr., og upplýsir Poul Mohr, stjóri, at hetta eru sterstu sáttmálar, sum skipasmiðjan nakran- tíð hevur fingið eftir so stuttari tíð. Sáttmálarnir = tryggja eisini arbeiðsfólkinum stødugt arbeiði í longri tíð framyvir. Tað arbeiða í Soleiðis síggja teir tríggir trolararnir út P # letuni umleið 145 mans á skipasmiðjuni. Poul Mohr sigur, at teir nú hava eina tryggari framtíð fyri sær — í hvussu so er í 2 ár. Í 1982 tá eingin nýbygning- ur var í gerð, var stødan rættiliga álvarslig. Av tí at lítið var av umvæling- um ein part av árinum, vóru nógvir mans burtur frá arbeiði í upp til ein mánaða. Hetta slepst nú helst undan. — Vit hava nú eisini meguleika at. arbeiða upp eitt starvsfólkalið tilat gera nýbygningar. Til tess tervar okkum tó fram- Wh SKB vegis skipasmidir og vóni eg, at vit finna eina loysn her, sigur Poul Mohr. Teir triggir feskfiska- trolararnir, ið skipasmiðj- an í Havn hevur fingið sáttmála um, eru allir av sama slag. Teir verða allir útgjerd- ir við teirri mest nútímans útgerðini og fara at hava rættiliga stóra tógmegi. Skrúvan er rættiliga stór og er hetta hent hjá trol- arunum, ið skulu royna á djúpum vatni og annars hava meguleikan fyri at partrola. Tveir av trolarunum skulu vestmenningar hava. Teir fara at koma væl við hjá flakavirkinum har, sum tervar ráveru. Endurnýggja Vit spurdu at enda Poul Mohr, um hann heldur vit eiga at endurnýggja okk- ara fiskiskipaflota í størri mun. — Eg haldi, at vit mugu endurnýggja flotan, soleiðis at vit ikki hava ov nógv ótíðarhóskandi skip í vinnu. Hetta kunnu vit best gera við at byggja ar nýggj fiskiskip — og helst i seriu — i Feroyum. Tað gevur arbeidi i landinum. Eg veit væl, at fiskifrøb- ingar og aðrir hava mælt frá, at fleiri skip koma inn í flotan. Tá haldi eg so, at politikararnir mugu gera av, hverji av teimum gomlu skipunum skulu víkja fyri teimum nýggju. Tey nýggju skipini skulu so eisini hava góðar um- steður fyri, at feskfiskur kann arbeiðast, sum hann eigur. jan