leygardagur 3. mars 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Nr. 28 — 3. mars 1984
Síða 2
Avlopid i Føroya Banka setti met
Bankarnir umhugsa at minka utlånsrent-
una. Verður hon sett niður, verður innlåns-
rentan eisini sett niður, sigur nevndin i
Foroya Banka i frågreiding síni til ársaðal-
fundin, ið varð hildin mikudagin
Á aðalfundi hjá
Feroya Banka 29.
februar 1984 gav
nevndarformaðurin
Poul Johs. Johansen
hesa munnligu frá-
greiðing sum ískoyti
til ársfrágreiðing
bankans fyri 1983:
1983 var eitt gott ár hjá
okkara fiskivinnu. Veiðu-
negdin setti aftur met, og
fyri fyrstu ferð í fleiri år hev-
ði heimaflotin eitt rakstrar-
avlop.
Umsteðurnar, sum okk-
ara fiskifloti virkar undir,
eru nógv broyttar, síðan
fiskimarkini i Norður-
atlantshavi vórðu flutt út í
1977, og fiskiflotin kom
undir regluleringar. Seinastu
7 árini er veiðumynstur okk-
ara broytt soleiðis, at ein
sterri partur av veiðuni kem-
ur undan Feroyum, meðan
fiskiskapurin serliga á mið-
leiðum er minkaður.
GONGDIN Á OKKARA
FISKIVINNU
Hyggja vit at veiðutelunum í
1975 síggja vit, at 14% av
samlaðu veiðuni vórðu fisk-
að undir Feroyum ella á
nærleiðum. 68% av veiðuni
vórðu fiskað á miðleiðum,
t.v.s. undir Íslandi, Eystur-
grenlandi, í Norðsjónum og
Rockall. 18% vórðu
fiskað á fjarleiðum, t.v.s.
við New Foundland, Labra-
dor, á Flemich Cap, í
Vesturgrenlandi og eystan-
fyri.
Samanbera vit við veiðu-
na í 1983, síggja vit, at í fjør
komu 44% av samlaðu veið-
uni undan Føroyum, 38% av
midleidum og 18% av fjar-
leiðum. I 1981 og 1982 var
lutfallið millum tey trý
veiðugkini hetta: Í 1981
komu 47% undan Feroyum,
32% av miðleiðum og 21%
av fjarleiðum. Í 1982 komu
46% undan Feroyum, 36%
av miðleiðum og 18% av
fjarleiðum.
Samlaða veiðan hjá fer-
oyingum i 1983 var 325.000
tons móti 257.000 tonsum í
1982. Hetta er ein vekstur
upp á 26,6 prosent. Bæði
undir Feroyum, á miðleið-
um og á fjarleiðum var
vekstur i veidunøgdini.
vid
TVÍFALDAÐ
TOSKAVEIÐA
Í 1983 fiskadu vit 140.000
tons undir Feroyum móti
115.000 tonsum í 1982.
Veksturin stavar serliga frá
ektari toskaveiðu. Toska-
veiðan varð næstan tví-
eisini
miðleiðum
faldað í
vekstur var upsa-
veiðuni. A var
serstakliga vøkstur i veiðuni
eftir svartkjafti og hvítings-
bróður, og á fjarleiðum
stavar veksturin serstakliga
frá ektari lodnuveiðu við
Svalbard og í norskum eki.
Seinastu árini hava menn
sett sítt álit á svartkjaftin,
men svartkjaftur hevur ikki
verið at fingið í teimum
nøgdum, sum roknað varð
við.
Tann Økta veiðan undir
Feroyum i fjør sæst aftur í
rakstrartølunum hjá heima-
flotanum. Eftir fyribilstøl-
unum hjá Fiskivinnuráð-
num hevði heimaflotin i
1983 eitt rakstraravlop upp á
28 milj. kr. aftan á rentur og
avdrátt, og tá er rakstrar-
studningurin mótroknaður.
Hetta er fyrstu ferð í fleiri
ár, at heimaflotin hevur havt
eitt rakstraravlop. Í 1981
hevði heimaflotin eitt hall
uppá 27 milj. kr., og í 1982
eitt hall uppá 31 milj. kr.
Eftir metingunum hjá Fiski-
vinnuráðnum er útlitið hjá
heimaflotanum í ár sera dap-
urt. Mett verður, at hesin
parturin av flotanum fer at
hava eitt hall uppá 94 milj.
kr.
storur
BRUTTOTONNAGAN
VAKS VID
17.351 TONSUM
Utlitid hjå fjarfiskiflotanum
er frægari. Eftir fyribilstøl-
unum fyri 1983 hevdi fjar-
fiskiflotin eitt avlop upp å 22
milj. kr., og Fiskivinnurådid
metir, at avlopið í år verður
29 milj. kr. Í 1981 hevði fjar-
fiskiflotin eitt avlop upp á 6
milj. kr., meðan raksturin í
1982 gav eitt hall upp á 5
milj. kr.
Eisini i 1983 øktist okkara
skipafloti. 10 skip komu í
flotan í fjør, tá farma- og
ferðamannaskip eru í-
roknað, meðan 5 skip fóru
úr flotanum. Brutto-
tonnagan vaks við 17.351
tonsum.
Grundarlagid undir virk-
seminum hjå einum banka er
innlánið. Utlånsvirksemid
kemur i aðru atløgu, og tå eg
nevni innlånini sum tad
grundleggjandi, kemst tad
av, at onki utlånsvirksemi
kann fara fram, fyrr enn
peningur er komin inn.
INNLÁNS- OG UTLÅNS-
VØKSTUR
1. januar 1984 vóru samlaðu
innlånini i føroysku
peningastovnunum 3.340,4
13
milj. kr. móti 2.783,2 milj.
kr. 1. januar 1983. Innlánið
vaks sostatt við 557,2 milj
kr. ella 20,0% í 1983.
1. januar 1984 vóru saml-
aðu útlánini hjá føroysku
peningastovnunum 3.304,8
milj. kr. móti 2.808,4 milj.
kr. 1. januar 1983. Utlånini
vuksu sostatt vid 494,4 milj.
kr. ella 17,7% i 1983.
Hjá Feroya Banka var
innlånsvøksturin í 1983
22,4%, meðan utlånsvøkst-
urin var 20,5%.
INNFLUTT SKIP — EIN
AV ORSØKUNUM TIL
STORA HALLID
Sidan 1974 hevur handils-
javni Føroya hvørt år vist
eitt hall, sum setti met í 1983
við ikki minni enn 608 milj.
kr. móti 44U milj. kr. í 1982.
Hallið á gjaldsjavnanum
er mett til 358 milj. kr. í 1983
móti einum halli uppá 156
milj. kr. í 1982, aftan á at
flytingarnar frá ríkiskassan-
um eru tiknar við sum inn-
tøka.
Vidmerk jast skal tó, at vit
i 1983 innfluttu skip fyri 370
milj. kr., og hetta er ein av
grundunum til tað stóra hall-
ið á gjaldjavnanum.
ÚTLENDSKU LÅNI-
STOYNARNIR HUGSA
SEG UM
Skal gongdin í okkara sam-
felag broytast til tað betra,
eru bert tveir vegir at ganga,
og teir eru at útflyta meira og
at innflyta minni. Men
spurningurin er, um vit hava
meguleika fyri at útflyta
meira, og um okkara fram-
leiðslutól kunnu framleið
meira, enn tey gera í dag.
Skulu okkara framleiðslutól
endurnýggjast, gerst hetta
ikki uttan lánteku uttan-
lands, og á tí økinum er
støda okkara ikki alt ov góð
í dag. Hagdeildin upplýsir,
at okkara netto uttanlands-
skuld er 2.151 milj. kr., tá
kursbroytingar í 1983 eru
tiknar við.
Hver feroyingur skyldar
sostatt 48.000 krónur uttan-
lands, og hetta er eitt stórt
tal, serstakliga tá mett verð-
ur saman við Danmark.
Hver dani skyldar umleið
31.000 krónur uttanlands.
Spurningurin í dag er, um
hesin lánipolitikkur kann
halda fram, og hvussu út-
londini fara at meta okkara
kreditvirði. Vit mugu rokna
við, at útlendskir láni-
stovnar fara at hugsa seg
gjølla um, áðrenn teir í
framtíðini = veita okkum
munandi lán.
VINNULIY OKKARA
VIÐKVÆMT
Eitt vinnulív sum okkara,
har stórur partur av inn-
tekuni stavar frá tí eini
vinnugreinini, er ógvuliga
viðkvæmt. Miseydnast fiski-
vinnan eitt ár, kann tað á-
virka alt samfelagið. Ti mu-
gu vit miða ímóti at spjaða
virksemið, so vandin er
minni, um vit verða fyri bak-
kasti.
Eg skal viðmerkja her, at
tey tøl, eg havi nevnt oman-
fyri, eru flest øll fingin frá
Hagdeildini hjá landsstýr-
inum og frá Ríkisumboð-
num.
Roknskapurin hjá Føroya
Banka fyri 1983 vísir tað
stersta avlopið í bankans
søgu. Høvudsorsøkin til tað
stóra avlopið er kursvinn-
ingurin á lánsbrevum, sum
var 53 milj. kr. í 1983.
TRYGGJA BANKANS
GJALDFØRI
Nógv undrast helst yvir at
bankin setir pening í láns-
brev. Svarið er at finna i
bankalógini, sum áleggur
bankanum altíð at hava ein
kassapening uppá 10% av
innistandandi peningi og
ábyrgdum. Endamálið við
hesi reglu er at tryggja, at
bankin altíð er gjaldførur,
um eitt viðskiftafólk ynskir
at taka innistandandi pening
út, ella um ein ábyrgd verður
effektiv.
Bankalógin loyvir, at
kassapeningurin umframt
reiður peningur eisini kann
vera lånsbrøv, sum eru no-
terað á fondsbersinum í
Keypmannahavn. Hetta er
grundin til, at bankin setir
pening í lånsbrøv, og stutt-
freistaður = avlopspeningur
kann ofta við fyrimuni setast
í lánsbrev.
Lånsbrøv kunnu bókfer-
ast á tveir hættir. Annar
møguleikin er, at virðið á
lánsbrevum verður gjørt
upp við ársenda og vinning-
urin bókaður sum inntøka í
roknskaparárinum og skatt-
aður beinan vegin. Henda
bókferingarhátt nýtir Fer-
oya Banki eins og teir flestu
donsku peningastovnarnir.
Hin møguleikin er, at kurs-
vinningur ikki verður bók-
aður sum innteka, fyrr enn
lånsbrøvini verða seld ella
afturgoldin. Hjá teimum fáu
peningastovnunum, sum
nýta henda bók feoringarhátt,
fer tann stóri kursvinn-
ingurin í 1983 ikki at visa:seg
í roknskapinum fyri 1983.
RAKSTRARYVIR-
SKOTIÐ HJÁ PENINGA-
STOYNUNUM
Í hesum sambandi kann við-
merkjast, at tann stóri kurs
vinningurin í 1983 upp á 53
milj. kr. ber í sær, at ein
partur av tí kursvinningi,
sum bankin hevði roknað
við fór at vísa seg í komandi
árum, longu er komin, og tí
verður kursvinningurin tey
seinastu árini ikki so stórur,
sum roknað varð við.
Hetta bendir meg inn á av-
lopið hjá bankanum. Summi
hava ilt við at skilja og kun-
nu ikki góðtaka tey stóru
rakstraryvirskotini hjá
peningastovnunum år um
år. Svarið her er aftur at fin-
na í bankalógini, sum åsetir,
at samlaði eginpeningurin
ikki skal vera minni enn 10%
av samlaðu skuld og á-
byrgdarskyldum bankans.
Samlaðu útlánini kunnu tí
bert vera upp til 10 ferðir
eginpeningin, og tá hetta
mark er nátt, má utlårtid
steðga.
Pr. 31. desember 1983
vóru vit farnir út um hetta
mark. Tá var eginpeningurin
9,7% av skuld og ábyrgdar-
skyldum bankans. Okkara
fatan er, at vit bert kunnu
ekja munandi um egin-
peningin, um bankin hevur
ein hampuligan rakstrar-
vinning. Tað stóra avlopið i
1983 hevur ávirkað, at
eginpeningurin í prosentum
aftur er vaksin við 13,5%,
og tí kunnu vit halda fram at
lána til vinnulívið og ein-
staklingar.
RENTUVINNINGURIN
Orðaskifti hevur verið um
rentuna í okkara samfelag.
Tá mett verður um rentuna,
er neyðugt at hugsa lutvíst
um rentusteði og lutvíst um
rentumarginalin, sum er
munurin milium meðal út-
lánsrentu og meðal innláns-
rentu.
Í orðaskiftinum um rent-
una er rentan í Feroyum
samanborin við rentuna í
Danmark, men kanna vit
eftir t.d. í 3. ársfjórðingi í
1983, síggja vit, at meðal
rentuvinningurin hjá don-
sku peningastovnunum var
sterri, enn rentuvinningurin
hjá Feroya Banka.
Danmarks Statistik kunn-
ger meðal rentustigið hjá
donsku peningastovnunum,
og í 3. ársfjórðingi í 1983 var
meðal útlánsrentan fyri allar
danskar peningastovnar og
allar lánibólkar 15,4% p.a. Í
sama tíðarskeiði var meðal
útlánsrentan 9,2% p.a. So-
statt var munurin millum
meðal útlánsrentu- og inn-
lánsrentu í Danmark — ella
rentumarginalurin — 6,2%.
Í sama tíðarskeiði var
meðal útlánsrentan hjá Fer-
oya Banka minni enn 15%
og meðal innlánsrentan um-
leið 9,5%. Feroya Banki
hevur sostatt lægri meðal
útlánsrentu og hægri inn-
lánsrentu enn donsku pen-
ingastovnarnir. Tað áhuga-
verda er, at Feroya Banki
hevði ein munandi minni
rentuvinning enn donsku
peningastovnarnir í meðal.
ÚTLÁNSRENTAN TIL
VINNULÍVIÐ LÆKKAÐ
VIÐ 1%
Í roknskaparfrágreiðingini
sigur bankin, hóast tað eg
her havi nevnt, at rentu-
stødid í Danmark við árslok
1983 var lægri enn tað før-
oyska. Hetta stavar frá, at
rentustødid í Danmark fall
munandi í 4. ársfjórðingi av
1983. Lánsbrævarentan fall
t.d. til umleið 12 1/2% pr.
31. desember 1983, men er
nú hækkað aftur til umleið
13 1/2% p.a.
Í mong ár hevur verið sid-
ur at hava eitt stødugt rentu-
staði i Foroyum mótvegis í
grannalondum okkara. Og
eg haldi, at vit gera samfelag
okkara eina tænastu, um vit