Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Hilmar Bech, legtingsmaður Latið partapolitikkin liggja tíðindablaðið gerið bergholið til Sumbiar! Stutt aftan á fólkatings- valið 10. jan. í ár hevði løg- maður eina frágreiðing í Dimmalætting um, hverjar avtalur henda samgongan hevði gjørt um bergholsgerðir, og har gjørdi hon týðiliga greitt, at ongin avtala var um bergholsgerð til Sumbiar í hesum valskeiði. Eg má siga, at hetta ør- kimlaði meg og mong onnur, tí fólkaflokkurin hevur givið okkum heilt onnur tíðindi og lyfti, og tað er hann, sum umsitir hetta mál í landsstýrinum. Undir 2. viðgerð av eykafíggjarlógini 1982/83 í dag tók spurningurin um at fara undir at gera berghol til Sumbiar nú í summar seg upp, og her endurtók legmaður aftur, at tað ongantíð hevði verið upp á tal undir hesi samgonguni at fara í holt við at gera nevnda berghol, og um hetta lyftið varð brotið, so vildi hann seta uppskot fram í tinginum um nýval. Fólkafl. segði seg nbú vilja taka undir við at fremja hetta mál, men for- maður fólkafloksins tordi ikki at lata málið koma til atkveðugreiðslu, helst fyri at sleppa undan at taka stødu, og málið varð tí beint aftur í figgjarnevnd- ina. Men eg havi tað álit á andsteðulimunum í fíggj- arnevndini, Atla Dam, Ove Mikkelsen og Adolf Hansen, at teir krevja málið vidgjørd og avgreitt Frítíðaravloysarar Sekt verður eftir fritidaravloys- arum til summar. Løn samb. 7. ella 9. lønarflokk í sáttmálanum skrivstovur millum z okkara i Starvs- mannafelagið og Føroya Lands- styri. Skrivlig umsókn verður at senda til:å Tryggingarsambandið Føroyar ella Føroya Livstrygging aftur til tingið við tað sama, so greiða kann fást á um fólkalf. og hin sam- gonguflokkurin verunliga hava vilja til at loysa hetta týdningarmikla málið fyri Sumbiar sókn og Suðuroynna alla. Í hesum sambandi vil eg minna legmann um, at hann í andsteðutíð síni ofta hevði fyri munni, at løgtingsløgir, ið vóru samtyktar og lýstar, áttu at vera førdar út í lívið, og júst um henda spurning hevur løgtingid við undir- tøku frá ellum flokkum samtykt lóg í 1978, sum heimilar landsstýrinum at fremja bergholsgerð til Sumbiar. Í tinginum í dag heitti eg saman við eðrum á allar V løgtingslimir og lands- stýrið um at taka eina positiva stødu, og vil her endurtaka eina inniliga áheitan á samgonguna og allar góðar kreftir um at leggja partapolitikkin til síðis, og verunliga vísa vilja til at loysa hetta álvarsmál í breiðari semju. Sjálvt um samgongan ikki hevur ætlað at fremja hetta mál, so kann tað bert takast sum heiður fyri landsstýrið um tað broytir steðu aftan á tær álvarsomu hendingar, sum fram eru farnar í sein- astuni. Á legtingi 12/3-84 Hilmar Bech DANICA — køkurin P/f HELLA Tórfinsgeta 41 Tlf. 164 77 - Box 351 3800 Tórshavn Nr. 33 — 15. mars 1984 Bygging og umvæling av skipum må fara fram i Føroyum Eysturoyartingmadur jav- nadarfloksins, Thomsen legði á Jørgen tingi 6. , mars fram til samtyktar uppskot um setan av ser- kønari nevnd til at vidgera spurningin um framtidar skipasmid i Føroyum Skotid verdur upp, at landsstyrinum verdur ålagt at seta nevnd vid ser- kønum fólki til at koma vid tilmæli til løgtingid um framtidar skipasmid útfrá ti, sum ført er fram i viðmerk- ingunum til hesa samtykt. Í viðmerkingunum til upp- skotið vísir Jorgen Thom- sen á, at mangan verður fort fram, at vit feroy- ingar liva av tí fiskiflota, vit hava í hesum sam- felag. Tey umleið 225 fiskiskipini, sum eru í rakstri skapa harvið fíggj- arligt steði undir ellum samfelagnum. Samtíðis verður stórsti partur av fíggjarorku landsins bundin av hesari vinnu. Tað er tí sera umráð- andi, at sum mest fæst burturúr hesum okkara veiðitólum, bæði á ein og annan hátt og at sum mest kemur fólkinum ollum at gagni. Eftir upplýsingum ið fyriliggja er nógv, ið b bendir á eina skeiva gongd í samband við umvæl- ingar, umbyggingar og tænastuveitingar til fiski- flotan og onnur skip okkara. Í 1983 brúktu feroy- ingar fyri umleið kr. 140 miljónir uttanlands til um- byggingar og umvæl- ingar, meðan feroyskar skipasmiðjur einans hava umvælt fyri kr. 10,5 miljónur fyri útlendingar. Av hesum 10,5 milliónum krónum eru tær 7,5 milliónir krónir umvælingar av russara- skipum. Serstakliga seinru árini hevur verið roynt at finna aðrar meguleikar fyri fiskivinnuna, av tí at, tað tykist alsamt trongligari um trogið, sum eitur fiski- vinna. Vit missa fiskileiðis bæði nær og fjar, sam- stundis sum menn gerast ræddir, tí at grunnar okkara verða neyðfiskaðir okkum til óbótaligan skaða. Tað gerst tí alneyðugt, at sum mest av ellum arbeiði verður gjørt heima hjá okkum sjálvum. Væl av peningi verður nýttur til at finna fram til góðsking av fiskaverum og aðrari farmleiðslu í samband við fiskivinnuna. Eisini verður roynt at út- byggja hetta samfelag við skipum til royndarfiski- skap, eins og mangt annað verður roynt. Alsamt fyri at vit skulu fáa sum mest burturúr fiskiflotanum til gagns fyri samfelagið alt. Tað má eisini haldast landsbúskaparliga skila- gott, at so nógv av okkar egna verður smíðað og framleitt heima hjá okkum sjálvum. Her hevur ætlandi ein skeivleiki tikið seg upp, við tað, at vit lata aðrar fara við peningi, sum kundi verið í landinum, tí at skip okkara í so stóran mun verða viðgjerd uttan- lands. Feroyingar eru sjálvir ferir fyri at smíða og gera alt við skip okkara, um rætt varð atborið. Seint á sumri 1977 varð ein starvsnevnd sett av AT —————