hósdagur 22. mars 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tíðindablaðið
Liberalisman,
ið hvarv
Hugleiðingar um klient samfelagið
Fyrilestur hildin 16. mars 1984 á fundi hjá Eysturoyar Fólka-
floksfelag
Fyri gott 100 árum síðani
doyði ein maður í London,
einsamallur og fátækur,
soleiðis sum tað bert
semir seg einum profeti,
sum í staðin fyri at hugsa
um dagin og vegin fæst
við at hugsa um hvussu
tað fer at ganga í fram-
tíðini. Hesin profetur er í
dag umstríddur og út-
spiltur. Eins og læran hjá
eðrum profetum er
hansara læra farin í ymsar
ættir og lærusveinarnir
kalla hvenn annan van-
trúgvandi, ið betur vóru
deyðir. Kanska veit onkur
longu nú at eg tali um
Karl Marx.
At tala um Marx millum
fólkafloksmenn kann tykj-
ast heldur næsadjarvt, tí
vanliga verður Marx mest
brúktur til útspillan. Mót-
steðumenn hjá liberalum
kalla seg vanliga marxist-
ar, kanska við onkrum
ískoyti, alt eftir hverja
sekt teir hoyra til.
Hóast Marx als ikki var
liberalistur, so segði hann
nakað ógvuliga týðandi
um liberalismuna. Libera-
listar ganga út frá, at
fræls kapping vil vera før
fyri at stýa bæði fram-
leiðsluni og prísinum, so-
leiðis at samfelagið fær
júst tær verur, sum tervur
er á.
Hesum lærusetningi
royndi Marx ein stóran
part av ævi síni at vísa
aftur. Teoretiskt meti eg
ikki, at tað eydnaðist
serliga væl, men gongdin í
teimum liberalu sam-
feløgunum hevur í stóran
mun prógva, at hann
hevði rætt.
Tey framkomnu íd-
naðarlondini góðtaka ikki
at útboð og eftir
spurningur skal áseta
prísirnar. So leingi ídnað-
arlondini ikki høvdu nakra
kapping gingu tey kanska
inn fyri hugskotinum,
men kappingin frá t.d.
Japan skapar straks hugs-
anir um verjutoll og onnur
tiltøk, sum kunnu minka
um kappingina.
Felagsmarknaðurin,
hvers endamál var at
skapa meira kapping, so
er verurnar verða fram-
leiddar best og bíligast,
men mongum brestir
ætlan. Brissels hevur
vaksið seg til eitt plan-
ekonomiskt byrokrati, har
kommiserarnir minna
meira og meira um teir í
Kreml. Teir geva studn-
ing, meta um tervin, áseta
kvotur, men framleiðslan
verður alt meira hepisleys.
Úrslitið er at hvert land
roynir at verja síni áhuga-
mál, hjálpa sínum sum
best, og brúkarin verður
svartiper.
Men politikararnir verja
sjálvandi tað, ið teir
sjálvir halda seg hava
bygt upp. Helst tí tað er
ófera stuttligt at hittast í
Strassbourg ella Brússel.
Politikarar í dag hava
eina hugmynd, har teir
hugsa sær at teir eru ferir
fyri at loysa sjálvt tey
minstu viðurskiftini mill-
um fólk við lógum, ið altíð
eru neyðsemjur. Men tað
vísir seg, at tað ein laby-
rintur, sum hverki teir ella
vanligi borgarin finna út
úr. Tá labyrinturin er
vorðin ómeguligur fara
teir at snakka um at nú
mugu vit fáa eina prak-
tiska loysn Tann
praktiska loysnin er sum
ofast at ein embætis-
maður, sum við eini
rammulóg nærmast fær
diktatoriskt vald, verður
settur.
Ráfiskagrunnurin er eitt
demi um ein tílíkan laby-
rint, har markedsmekanis-
man rættuliga er sett úr
gildi. Urslitini eru mong:
1) Fólk fáa eina fatan av,
at um pengar fyrst verða
koyrdir í landskassan, so
hendir ein gandakend
broyting, ið ger at peng-
arnir verða meira verdir.
Eins og altarvínið, ið
verður til Kristi blóð hjá
katolikunum. Hetta ferir
sjálvandi við sær, at tað
eru fleiri sum vilja hava
fatur í hesum halgu peng-
unum úr landskassanum.
Aðrir pengar eru jú van-
ligir svartir pengar.
2) Tey, sum gjegnum
studningsskipanir og lán,
hava fingið meguleikar at
fiska, fáa vaksandi studn-
ing til at avoyða grunn-
arnar, tí tað kemur bert
ann uppá mongdina. Tað
loysir seg ikki at góðskan
er í lagi, tá tað ongar fíggj-
arligar avleiðingar hevur.
3) Talan er ikki um rá-
fiskakeyparar ella ráfiska-
seljarar, men keypari og
seljari er eitt mótvegis
landskassanum.
Hendan skeiva gongdin,
hevur fingið fiskimanna-
felagsformannin, at
krevja ein yvirkommiser,
ið kundi taka avgerð í
ellum málum millum selj-
arar og keyparar. Egin-
leikarnir ein tílíkur
kommmiserur skal hava
finnast bert hjá vårharra,
ið ikki hevur tikið sær av
slíkum smáputli síðan
Ábraham og Nóa.
Vandamålini hjá fiski-
mannafelagsformanninum
eru verulig, og tad må vera
ein guddómiligur persón-
ur, ið skal meta um tervin,
tá marknaðarmekanisman
er sett úr gildi. »Tørvur«
er eitt gandakent orð, ið
kann verða fert aftur til
Marx og aðrar sosialist-
iskar profetar, sum høvdu
eina hugmyrd um eitt
samfelag, har tú skuldi
arbeiða eftir evni og njóta
eftir tørvi.
Marx og aðrir hava valla
gjørt sær nakra hugsan
um hvussu illa manna-
bernini = kundu skilja
millum tørv og girnd.
Tervurin fyri at kunna
klára seg er jú ógvuliga
lítil, men sjálvt teir gomlu
jødarnir vistu at vit
girnast ognir, fæ og konu
næstans. Bæði fram-
leiðslan og konufólkini eru
avmarkað, og so mugu
kvotur ásetast. Við konu-
fólkunum er tervurin
vorðin til ein rættuliga
internationalan standard.
Ein kona pr. mann á gang-
in, og hóast tað viðhvert
verður trola innanfyri, so
eru avleiðingarnar av-
markaðar.
Kvotering av fram-
leiðsluni er farin fram í
langa tíð, men enn er
eingin kvotering gjerd,
sum ell eru negd við. Tað
hava óiva verið tíðarskeið,
har fólk vóru meira negd
við lutin í tilveruni enn í
dag. Tíðarskeið har fólk
hava sett tervin eftir tí
tey høvdu. Innsatsurin í
produktivari vinnu hevur
annars verið brúktur til at
býta framleiðsluna eftir.
Býtið var gjert á tann
hátt, at meira tú arbeiddi
minni var lenin og um-
vent.
Hetta er eisini eitt log-
iskt býti, tá tey, ið arbeiða
alla tíðina, ikki hava tíð at
brúka pening og vísa seg.
Stytri arbeiðstíðin er,
sterri er tervurin, tá tú
hevur nógv betur tíð at
vísa teg. Sum arbeiðstíðin
er stytt, er tervurin
vaksin ófert, so nógv at
vit beinleiðis hava fingið
eina lóg, ið ásetir hvussu
frítíðartervurin skal verða
nektaður. Sjálvandi eru
vit ikki so barbarisk, at
fólk skulu gjalda fyri ein
tilikan tørv, tí seta vit ein
tervmetara, ið ásetir
frítíðartervin hjá hverjum
einstekum.
Sum framleiðslan
veksur, hendir eisini ein
individualisering av
menniskjunum. Hvert ein-
stakt menniskja skal vera
ein óheftur persónur, ið
principielt skal kunna
klára seg sjálvan. Bernini
skulu ikki vera heft av for-
eldrunum og umvent.
Hetta ferir sjálvandi við
sær, at ásetan av terv-
inum verður ein landsupp-
gáva, ið helst skal gerast
mótvegis hverjum ein-
støkum persóni.
Tað er í hesum sam-
bandið ein er vorðin var-
ugur við almannagkið, har
ein heilur herur av
hálvprofessionellum terv-
ásetarum, vísa á at júst
teirra klientar ikki kunnu
klára seg. Men hóast ait,
so er tervurin hjá terv-
ásetarunum altíð sterri
enn tervurin hjá teimum,
ið hava terv.
Tað er kortini ikki bara
á almannagkinum, ið
hendan gongdin er gald-
andi.
Politikararnir, ið hava
gjert labyrintin, vita sær
ikki annan útveg enn at
gera fleiri og fleiri rammu-
lógir, ið geva saksbehandl-
arum fríari og fríari
hendur at viðfara klient-
arnar sum teimum finst
best
Politikararnir, ið hava
nóg mikið at gera við at
klára seg sjálvar og siga
tí, at teir kunnu íkki
broyta lógirnar um steðan
broytist. Sjálvandi hava
teir tað, um teir eru
hugaðir fyri tí, men hug-
urin er ikki, tí teir hava
meira at gera við egning.
Feroyskur politikkur
er i dag eins og ein knøtt-
ur, ið er uttan vinstra ella
hegra. Tú kann ikki tala
um landspolitikarar, men
hver hevur sítt heima-
beiti. Einasta landspoli-
tiska mál allir hava skil
fyri er ferðaætlanin hjá
strandferðsluni.
Sum oftast er grundgev-
ingin fyri at gera fleiri
stovnar, at tað skal vera
lættari fyri fólk at finna
runt í systeminum. Tí tað
er jú ræðuligt at hugsa
sær, at fólk skulu hava
trupulleikar at dragast
við. Trupulleikarnir
hverva ikki, men fólk
kunnu bara ikki gera
nakað við teir, tí teir eru
farnir inn í stovnin, men
omaná fáa tey bingo ella
video trupulleikar.
Saksbehandlararnir ver-
ða fleiri og fleir, sam-
stundis verður útbúgv-
ingin tilvildarlig. Hetta
ber í sær at teir gera sær
reglar, sum eru ókendir
fyri onnur, og helst kunnu
toyggjast so at teir kunnu
gera sum teir vilja.
Klientarnir, ið bæði
kunnu vera einstaklingar,
kommunur ella feløg, læra
hvussu teir skulu vera
mótvegis > saksbehandl-
aranum, sum i veruleik-
anum hevur alt valdið.
Eitt tað fyrsta, ið krevst
av klientinum er, at hann
er hjálparleysur, so at be-
handlarin kann prógva, at
hann er nyttigur
Sjálvt um saksbehandi-
arin úteftir gjarna vil gera
galdandi, at fólk hava
rætt til hjálp, so skal kli-
enturin ikki royna at ávísa
yvirfyri behandlaranum,
at hann hevur rættindi.
Slíkir klientar eru ein hótt-
an fyri systemið.
Samstundis sum klient-
arnir næstan eingi rætt-
indi hava, so verða teir
brúktir til at ávísa ein terv
á fleiri saksbehandlarum.
Systemið skal helst veksa.
Privatu vinnulívs-
mennirnir eru eisini klient-
ar. Hjá teimum ræður um
at koma við einum pro-
jekti, sum onkur saksbe-
handlari kann siga gott
fyri. Um saksbehandlarin
av einihverjari orsek ikki
vil siga gott fyri projekt-
inum, so hevur borgarin
ongar meguleikar at kæra.
Hinvegin kann ein saksbe-
handlari siga gott fyri
einum projekti, sum kort-
ini vísir seg ikki at ganga.
Í slíkum feri tapir tað
almenna, men einki hendir
við saksbehandlaranum.
Men sum ofast eru teir
beinleiðis klientar hjá poli-
tikarum. Fíggjarnevndin
hevur ein týðandi leiklut,
tá vinnulívsprojekt skulu
verða figgjad. Har eru
ongar reglur at ganga
eftir, men beinleiðis poli-
tisk viðgerð av borg-
arunum
Fyri rætsuppfatanina
og rættstrygdina er ein
slík skipan oyðileggjandi.
Tað eru tvey sløg av
týdningarmiklum avgerð-
um, sum eingin kann gera
nakað við.
1) Beinleiðis politiskar
avgerðir, har fíggjar-
nevndin t.d. er ógvuliga
avgerandi fyri um ein per-
sónur ella felag kann fáa
miljónupphæddir yvir-
førdar.
2) Byrokratiskar av-
gerðir, har ein ella annar
stovnur gjøgnum eina
rammulóg hevur fingið
heimild at gera metingar,
og teir gera sanniliga sínar
metingar. At kæra til
dómsvaldið nyttar einki.
Politikararnir hava givið
teimum heimild at meta,
og dómarin vil bara stað-
festa, at teir hava mett.
Ein stovnur sum lands-
verkfreðingurin = veksur
við fleiri og fleiri verkfreð-
ingum, hóast landsvega-
netið er um at vera út-
bygt. Men tervurin fyri
stovninum er avgjert
vaksandi, tí skjótt kann
ikki ein hjallur verða
bygdur, uttan at málið er
viðgjert hjá landsverk-
frødinginum, har hver
deildarleiðari stemplar
málið, ið annars verður
viðgjert heilt tilvildarliga.
Stovnurin skal jú veksa,
og tí ræður um at finna
nýggj arbeiðsekir. Til
demis býarplanlegging,
har hver bygd skal býtast
upp í miðstaðarekið, íð-
nadarøkid, havnagkið, set-
Nr. 36 — 22. mars 1984
húsagkið, radhusaøkid
o.s.v. Sjálvandi er ætlanin
at teir skulu umsita plan-
irnar, ið helst skulu vera
so tverligir at vanlig fólk
ikki skilja teir.
Er tað nakar stovnur,
sum svarar til Parkinsins
óg, so er tað hesin.
Einki kann verða gjert
úti í kommununum uttan
at landsverktreðingurin
sigur gott fyri teimum
75%. Tá kann tað ikki
undra nakran at tervurin
á einum tílíkum stovni er
ødiligur. Kommunal-
politikarar standa i
longum halum fyri at
sleppa til trogið.
Samstundis kæra løg-
tingsmennirnir sína neyð
um, at landsverkfreð-
ingurin hevur so stórt
vald, at hann kann seta
teir uppá pláss. Um
steðan er so, átti lands-
verkfreðingurin sjálvandi
at fingið sæti á legtingi,
eins og amtmaðurin hevði
fyrr. Tað eydnast sjáldan
at broyta gongdina í
einum samfelag, og vit
hava einaferð verið amt,
og tervurin á einum amt-
manni er framvegis.
Útboðið av vøggustovu
og barnagarðsplássum er
avmarkað, men tá tað al-
menna rindar 2/3 av út-
reiðslunum, so er tað
góður handil at hava bern-
ini á einum tílíkum stovni.
Eftirspurningurin er
sterri enn útboðið, og so
verður tervurin mettur og
úrslitið er at tey, sum eru
priviligerað verða meira
priviligerað. Reglarnar eru
ókendir men sjálvandi
koma ávísir normar at
gera seg galdandi, so at
teir klientarnir, sum best
passa til fordómarnar hjá
teimum, sum íinnstilla
koma inn.
Men ger ein vart við
hesi viðurskifti, so fær ein
uppá kjaftin frá teimum
priviligeraðu, ið siga at tú
er kvinnuhatari og
endamálið er at fáa kvinn-
urnar heim aftur til kjet-
grýturnar.
Ein slík skipan fær
merkiligar avleiðingar.
Her hugsi eg um eitt verk-
fall millum danskar peda-
gogar, har foreldrini og
pedagogarnir stóðu saman
mótvegis kommununum.
Í veruleikanum eru for-
eldrini arbeiðsgevarar hjá
pedagogunum, men tey
foreldrini, sum eru
priviligerað, solidarisera
seg við pedagogunum
mótvegis kommununum,
sum ikki er arbeidsgevari,
men inntekuyvirferari.
Studningurin ur lands-
kassanum hevur havt
somu avleiðingar. Reiða-
rafelagið og fiskimanna-
felagið hava eisini gjert
eitt føroyskt »solidaritet«
mótvegis landskassanum,
ið verður uppfataður
sum mótpartur hjá báðum
pertum. Hetta bæði sást
við samráðingarnar her-
fyri, tá báðir partar vóru
samdir at bíða eftir lands-
kassanum. Og tá trolara-
|
|