Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 27. mars 1984 tíðindablaðið Lagnan hjá Sjón- varpsfelagnum av- jørd um ein mánað — Gevst at senda leygarkvøldid Á aðalfundi seinnapartin í apríl verður framtíðin hjá Sjónvarpsfelagnum í Havn avgjerd. Felagið hevur eins og hini sjónvarpsfelegini í landinum fingið boð um at gevast at senda 1. apríl, tí Sjónvarp FØroya fer at byrja at senda. Men aðalfundurin skal taka steðu til hetta og, um felagið yvirhevur skal halda fram. Um avgjert verður, at felagið skal halda uppat, skal aðalfundurin avgera, hvagar ognir tess skula fara. Ronald Poulsen upp- Formaður Sjónvarpsfel- lýsir, at felagið eigur agsins, Ronald Poulsen, góðar 200.000 kr. i peningi sigur, at nekur uppskot og útgerð fyri aðrar eru um framtíðina hjá fel- 200.000 kr. agnum. Eitt er, at tað skal — Men tá er at siga, at gera sendingar til Sjón- vit kravdu onki inn varp Føroya. Annað seinnapartin í fjør og uppskot er, at Sjónvarps- heldur ikki í ár hava vit felagið skal vera sjónvarp kravt, sigur Ronald fyri Suðurstreym, t.v.s. Poulsen. lokalt sjónvarp. Framhald av síðu 1 Uttan um SL? hald. Samlaða upphæddin fyri koyringina í Sand- oynni liggur um 700.000 kr. eftir teimum upplýs- ingum, Sosialurin hevur fingið. Skipanin við lastbil- unum er knappliga 10 ár. Hesin flutningurin varð skipaður, tí vegasam- bandið var gott og tí raksturin av skipum var dyrur. Strandferðslan hevði t.d. skip at sigla vestur í Vágar við farmi. Tá hetta var rættuliga kostnaðarmikið, varð av- gjørt at fara yvir til bil- flutning. Hesum tók landsstýrið eisini undir við. Síðan eru fleiri bilar komnir afturat og megin- parturin av bygdunum hevur fingið hesa flut- ningstænastu so við og við. Innbrot Leygarnáttina var inn- brot bæði á Essosteð- ini og Shell-steðini í Klaksvík Á Essosteðini varð roynt at stjala ein bil, men hetta mislukkað- ist. Tað eydnaðist hin- vegin á Shellsteðini. Bilurin bleiv aftur- funnin, óskaddur, niðri á Kósini seinnapartin leygardagin. Leygarnáttina vórðu eisini tveir rútar í brandsteðini knústir. Og ein hundaeigari eftir bili Landsstýrismaðurin rokn- ar við, at Suðuroyggin kemur við í ætlanina sum skjótast, „soleiðis at alt landið fær ein lastbilflutn- ing, sum dekkar eins væl og higartil«, sum hann sigur tað. Líkt er ikki til, at Strandferðslan skal hava nakað við »privatiser- ingina« at gera, uttan tað at pakkhúsið hjá SL fram- vegis skal vera inn- og út- flýggingarstað, tí lands- stýrismaðurin sigur: >Bil- ferarnir mugu saman og einsæris undirskriva sáttmálan við landsstýrið, sum kemur at hava eftirlit við, at alt landið fær fyrimun av nýggju skipa- nini, nú farmaflutningurin eftir landi verður privati- seradur«… jo-mo fær eina bot. Hundurin órógvaði dystin millum KÍ og HB HB vann 31 og hevur hesin ólukku hundur sín part av skyldini, vilja viðhalds- fólk hjá KÍ vera við Tað frættist, at hund- urin hjálpti HB at fáa annað málið. Hundurin fekk sjálv- andi reyða kortið og eigarin fær bót fyri at lata hann ganga leys- an. hd Leygarkveldið verða send brot úr sendingum, Sjón- varpsfelagið hevur gjert hesi fimm árini. Her eru Elin og Óli í barnasending Gevast leygar- kveldið Sjónvarpsfelegini = hava loyvi at senda til og við 1. apríl, sum er sunnudagin. Men Ronald Poulsen sigur, at tey ætla at gevast leygarkveldið, tá tey eisini fara at gera nógv burtur úr. Sent verður til klokkan eitt um náttina í hvussu so er og verða send brot úr sendingum, Sjón- varpsfelagið hevur gjert gjøgnum árini og eisini hevur felagið gjert tilfar serliga til hetta kveldið. Annars hevur Sjón- varpsfelagið víðkað sendi- tíðina síðstu vikuna. Tær sendireðir, sum ikki verða lidnar, fara at halda fram í Sjónvarpi Feroya, til dømis Brotsmenn 1 U SA og Gamla Danmark. hd Fyrilestur kann nu lesast >Tað man ikki vera heilt av leið av halda, at seksti- árini einaferð fara at verða mett sum góð gróðrarár í føroyskari yrking«. Við hesi meting endaði Gunnar Hoydal fyrilestur sín í Utvarpinum í januar 1982 um yrkjarar í fimti- og seksti-árunum. Nu ber til hjá teimum, sum ikki hoyrdu hendan fyrilestur, at lesa hann. Tí hann er komin út, sum sre- blað hjá Skúlablaðnum. Í blaðnum eru eisini nakrar av teimum frálíku ljósmyndunum hjá Kalm- ari og Allan. Hetta er annað serblaðið hjá Skúlablaðnum. Tað fyrsta kom fyri jól og var um Regin Dahl. Yrkjarar í fimti- og seksti-árunum er 18 síður í A5 stedd og kostar 20,00 kr. Tilsamans eitt ár í geglið Feroya rættur hevur fyri stuttum dømt tríggjar ungar mans tilsamans eitt ár: treytaleysa fongsuls- revsing fyri at hava brotið revsilógina. Harðastu revsingini fekk ein 24 ára gamal maður. Hann fekk átta mánaða fongsul. Maðurin skuldi taka út pengar í einum pen- ingastovni fyri ein vin- mann. Men í staðin fyri at gera vinmanninum hesa tænastu, tók hann út 17.000 kr. og bjóðaði trimum eðrum vin- monnum til Danmarkar at ballast. Í Danmark varð mað- urin seinni tikin fyri innbrot og stuldur har og hetta umframt ein treytaður dómur upp á tríggjar mánaðir taldi alt við, tá Feroya rætt- ur avgjerdi, at tann 24 ára gamli maðurin skal inn at sita í átta mán- aðir. Tað er sjáldan, nakar fær so harða fongsuls- revsing í Feroyum. Sló politist Ein 23 ára gamal maður fekk 30 daga fongsul fyri at hava givið einum politisti nevan frammaná. Politiið var boðsent til tað, teir kalla húsa- rumbul (husspetakel). Hetta endaði við, at tann 23 ára gamli bleiv ákærdur fyri at hava sligið ein politist í and- litið, so hesin m.a. breyt eina tonn. Ein 25 ára gamal maður er eisini demdur fyri harðskap. Hann bleiv demdur fyri at hava sligið ein eldri mann, sum hann var inni hjá. Hann skal hava sligið, tí hann bleiv = koyrdur út. Aftaná breyt hann tveir rútar í húsinum. Sami maður bleiv eis- ini demdur fyri innbrot á Posthúsinum í Havn og fyri har at stjala 11 fleskur av víni og brennivíni og fyri at bróta ein handilsrút. Hann fekk tríggjar mánaðir. hd Minni at siga um skúlin er her ella har Avgerandi er, at ein nýggjur skúli verður bygdur Hvar hann verður bygdur, hevur minni at siga Rektarin á Eystur oyar Studentaskúla og HF-skeiði, Sámal í Skorini, hevur nú fing- ið stuðul frá lærarum skúlans til hetta sjón armið sítt Lærararáðið sigur í einari samtykt m.a., at nú er neyðugt at finna eina skjóta loysn, sum kann geva fólkinum í norðaru helvt av land- inum umsteður, sum lúka tey krev, skúla- skapur setir. Víst verður á, at skúlin noyðist at hús- ast í bygningum, sum barnaskúlin í Getu flutti úr fyri nógvum árum síðani. Tað eru skjótt tvey ár síðani, Legtingið samtykti, at nýggjur studentaskúli = skuldi setast á stovn í Eystur- oynni Men enn er ongin skúli bygdur, tí ósemja er um, hvar hann skal byggjast Lærararáð Eystur- oyar Studentaskúla og HF-skeið heitir á poli- tikarar um at lata ser- áhugamálini fara, nú málið kemur á ting- borð. Tí tað er neyvan nakað, sum forðar meira fyri einari góðari loysn enn framhald- andi tvídráttur millum umboð fyri tær ymsu bygdirnar. hd