Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-03-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Ein fjølmentur og samdur landsfund- ur LANDSFUNDUR Føroya Javn- aðarfloks varð hildin í norður- landahúsinum um vikuskiftið. ONGATÍÐ ÁÐUR hava so nógv javnaðarfólk úr øllum landinum leitað sær til ein landsfund sum á hesum sinni. Tað politiska orða- skifti var bæði drúgt og áhuga- vert. Og tað var full semja um tey politisku málini. FUNDARFÓLKIÐ var samt um at fordøma bpolitikkin hjá sitandi landsstyri og sitandi samgongu. Fundurin tók undir við ti politikki javnaðarflokkurin hevur ríkið í andstødu og eisini var fundurin samdur um tann politikk flokkurin eigur at seta ístaðin fyri tann førda politikkin hjá borgarligu samgong- uni tá flokkurin aftur tekur við stjórnarvaldinum. INNANHÝSIS trupulleikarnir í javnaðarflokkinum vóru eisini til umrødu á landsfundinum. Her fann landsfundurin fram til eina loysn sum full semja var um. Um landsfund floksins kann tí sigast at hann var bæði fjøllmentur og samdur. Samdur um at loysa trupulleikarnar í flokkinum og samdur um politikkin flokkurin hevur ført og skal føra framyvir. FLOKKURIN skal nú út í stríðið uppundir komandi løgtingsval við tí málsetningi at vinna valið og aftur at taka við tí politisku ábyrgdini og loysa teir ovurhonds stóru trupulleikar føroyska sam- felagið hevur at dragast við. Javn- aðarflokkurin ætlar ikki at sleppa sær undan hesum rættuliga torføra arbeiði, men vil kenna sína ábyrgd fyri hesum samfelag, og er tí til reiðar at taka hetta arbeiði á seg. TAÐ ER AT vóna at eitt munandi stórt tal av veljarum er av somu áskoðan sum landsfundur javn- aðarfloksins um vikuskifti. Av ti åskodan at javnadarflokkurin er einasta alternativid til tann mis- eyðnaða politikkin hjá sitandi bor- garligu samgonguni. VIT FARA TIL val við ti vón at javnaðarflokkurin eftir valið tekur við leiðsluni bæði á tingi og í landsstýri. Hinir hava nú í fýra ár sýnt okkum hvussu eitt land skal ikki stjórnast. Nú skal javnaðar- flokkurin vísa okkum hvussu eitt land skal stjórnast. Sjúkrakassarnir svartiper? Í Sosialinum leygardagin 7. mars hevði Dag. — um val av umboðsráð í før- tað, at oyskum sjúkrakassa og út tannlæknarnir hevdu fingið høvi til at Dagny Joensen, blað frá hesum fór samrødan sparka eftir sjúkrakess- kvinna — grein, ið hon fram og varð greitt frá unum, uttan at hesir kallar 16 AR — OG hvearjar heimildir um- hevdu meguleika at svara HANDILSTENN. Av tí at nógv í hesi grein kann misskiljast loyva vit okkum at koma við eini rættleiðing. Hósdagin 15. mars varð skrivarin hjá Meginfel- agnum uppringdur av D. Joensen sum spurdi um hon kundi fáa eina sam- reðu tá hon hevði áhuga fyri at vita hvussu sjúkra- kassaskipanin var upp- bygd. Tað lá ikki væl fyri henda dag, men tá hon segði tað ikki tók langa tíð, varð hetta játtað. Hon hevði við sær eitt ljósprent av kunngerðini boðsráðið hevði, hverjar uppgávur nevndin í einum sjúkrakassa hevur og komið í hesum sambandi inn á Meginfelagið og tær uppgávur hesin felags- skapur hevur. Spurt varð, um tilfarið skuldi brúkast til ein fyri- lestur ella blaðið, men varð svarað, at tað var tað ikki men at tað var gott at vera vitandi um slík viður skifti, tí ofta komu spurn- ingar til blaðið — eisini um sjúkrakassaviðurskifti So mikið meira undraði tað okkum at lesa greinina í nevnda blað — serliga aftur. Tí skulu vit koma við nekrum viðmerk- ingum: Talið av C-limum í Fer- oyum er ikki stórt og tað eru ikki barnaríkar fam- iljur, ið eru C-limir. Sjukrakassaskipanin er m.a. ein eyka hjálp til barnaríkar familjur, tí um bert annað av foreldrun- um er limur, so eru øll bernini tryggjað til tey ru 16 ár. At 15 ára gomul hava handilstenn trúgva vit ikki og flest allar staðir eru skúlaskyldug bern tryggjað ókeypis tann- læknahjálp. Abyrgdin liggur sostatt hjá skúla- tannlæknunum og ikki hjá sjúkrakessunum. Gamlir menn Tað er ikki beint at allir stjórnarlimir eru farnir um tey sjeyti árini. Og royndir vísa, at tað oftast eru teir eldru ið hava tær bestu loysnirnar. — Góður er gamal í ráðum. At tann parturin ið sjúkrakassarnir skulu gjalda tannlæknunum nú bert er 15% av samlaðu rokningini, kunnu sjúkra- kassarnir ikki gera við. Sjúkrakassans partur er óbroyttur 50% av sátt- málagjaldinum, men tað verða kravd so nógv onnur gjeld frá limunum, at teirra partur kemur heilt upp móti 85 av rokn- ingini. Í Danmark er tann parturin ið Den offentlige sygesikring letur íkki sterri enn í Feroyum, nevnliga 50% av såttmåla- gjaldinum fyri vanliga tannlæknahjálp. Sjúkrakassarnir = hava einki ímóti fleiri veit- ingum og talan hevur verið um at veita reglulige tannarekt og skuldu so sjúkrakassarnir veita sterri endurgjald. Nú er tað so flest allar staðir á bygd, at tað eru skúla- tannlæknarnir ið eisini rekja vanligu tannarekt- ina. Vit viga nógv tilfelli, har bern skula eitast at vera endaliga viðgjerd undir skúlatannarektini og stutta tíð eftir eru farin til tannlækna og har fingið viðgerðir fyri meira enn trý túsund krónur. Einki er at undrast á, at menn eru varnir ivå nýggjum til- tokum tá tilfelli sum hesi, koma fyri. Ólagaligir menn Tað er helst eingin sjúkra- kassamaður ið roknar tað sum niðursetandi at verða skýrdur ólagaligur í sam- ráðing við t.d. tannlækn- ar. Og eindemi er tað ikki, at tveir slíkir partar eru ósamdir. Annar parturin vil fyri einhvenn pris draga so nógv til sín sjálvs sum gjerligt, meðan hin parturin skal ansa eftir altíð at fáa endarnar at rekka saman og fyri hvert oyra sum verður givið út skulu sjúkrakass- arnir aftur til limirnar at krevja meirgjaldið frá teimum. Góðkendur sáttmáli Tad er skeivt, tå Marnar Gaard sigur, at sáttmálin ikki er góðkendur. Sátt- málin er góðkendur av Sosialmálaráðnum, hava teir tikið fyrivarni við einum protokollatið ið gjert var í samband við eina kanning av kostn- aðarpartinum hjá tann- læknunum. men OOS Såttmålin er uppsagdur og í hesum sambandi sigur Marnar Gaard: >Vit vita ikki, um nýggjar sam- ráðingar verða, ella um vit enn einaferð skulu ver í såttmålaloysi«. Men tað er upp til tannlæknafel- agið. Marnar Gaard, ið er formaður, hevur sjálvur skrivað uppsagnarbrævið har tað millum annað stendur: »Færøernes Tandlægeforening er- klærer sig samtidig villig til forhændlinger om en ny overenskomst og vil senere fremkomme med et oplæg«. Hetta skriv er frá 22. desember 1983 og tá segði Meginfelagið seg til reiðar at samráðast, og nú eru vit komin út í seinnu helvt av mars mánað og einki »oplæg« er komið enn. Hví Jógvan Páll Lassen verður drigin inn í hesi viðurskifti nú er okkum óskiljandi tá hann ikki hevur verið við í samráð- ingum síðani 1979. Sjúkrakassaskip- anin Í samband við greinina er eitt stykki um sjúkrakass- arnar, men eisini hetta er villleiðandi og tí henda frágreiðing: Í Feroyum eru 1l læknademir og innanfyri hvert læknadømi skal vera ein sjúkrakassi. Sambært lóg, samtykt av Feroya legtingi, skulu allir persónar yvir 16 ár sum eru í kommunu innan- fyri sama læknadømi vera í siukrakassa. Eru teir ikki annaðhvert A ella B limir, so skulu teir skrá- setast sum C limir Limirnir í einum sjúkra- kassa velja limir í umboðs- ráðið, ið er hægsti myndugleiki fyri tann sjúkrakassan. Umboðs- Nr. 38 — 27. mars 1984 ráðið velur síðani eina nevnd sum stendur til svars fyri dagliga rakstr- inum av sjúkrakassanum. Teir 11 sjúkrakassarnir sum eru í Feroyum eru samskipaðir í einum Meg- infelag. Meginfelagið velur eina nevnd við 8 limum sum hevur ábyrgd- ina av tí arbeiði Meginfel- agið hevur millum aðal- fundirnar, ið eru annað hvert ár. Nevndin í Megin- felagnum velur eina ar- beiðisnevnd uppá 3 limir sum skipar fyri tí dagliga arbeiðinum. Umframt verða smærri nevndir valdar — sokallaðar sam- arbeiðisnevndir — til fyri- reikandi fundir við lækn- ar, serlæknar og tann- læknar. Sjúkrakassamál eru felagsmál og lógarbroyt- ingar o.t. skulu tí sam- tykkjast bæði á Feroya legtingi og í Fólkating- inum. Staturin letur studning til sjúkrakass- arnar í Feroyum og tí virkar Sikringsstyrelsen sum millumlið millum Innanríkisráðið (fyrr sosialmálaráðið) og Meg- infelagið og er tað Sik ringsstyrelsen ið hevur eftirlit við sjúkrakess- unum. Tað seinasta ein hevði roknað við var, at eitt blað sum Sosialurin, ið sigur seg stríðast fyri sosialum rættvísi, legði eftir stersta sosiala stovni í samfel- agnum, nevnliga sjúkra- kassafelagsskapinum sum telur meira enn 32.000 limir úr ellum stættum samfelagsins, hvers áhugamál verða rekt eftir bestu sannfering og heim- ildum. Meginfelag Sjúkrakassa Feroya Elias Johansen, form. Harry S. Johansen skr. FOROYSKT TÓGV — FØROYSK PLOGG SKIPSTROYGGJUTÓGV HEIMATROYGGJUTÓGV NAPPAÐ TÓGV HÅLVHOSUR - VOTTIR- HÚGVUR UNDIRKLÆÐIR OG MYRKAMORREYÐAR TROYGGJUR NÝTT: TÆR SERA VÆL UMTÓKTU FØROYSKU BLÆUBUKSURNAR Skjót og góð avgreiðsla í løltingarvirkið 3815 Gøta