leygardagur 31. mars 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 31. mars 1984
Bødestova i Dali
Gunnar å Toft skrivar
Teir gomlu plagdu siga, at navnið
Bedestova, kom av Bedestue.
Omanfyri húsini í Bedestovu,
áðrenn tey vórðu niðurrivin, var
eitt pláss, tey kallaðu Bedelagið.
Tað sá út, sum tað kundi verið
eftir niðurfallnum húsi.
Tað kann hugsast, at har hevur
verið eitt bønhus. — Hagani sæst
endin á Hóvabrekku. Tað kann
koma av hovi.
Um so er, hevur tað hoyrt til
Túnahúsið, sum sigst at hava
verið Legmansgarður. Legmað-
urin skuldi eita Róaldur.
Klæmint í Búð í Skálavík, sum
var sjáldan vitandi maður, segði
mær, nokk úr kirkjubókini, at
1731 »døbtes Johannes Olesens
barn Johannes«
1742
Prædiket
(Hesin er fyrsti maður vit vita ul
ver Johannes Olesen
i Bødestovu
1755
Døbtes Johannes Johannesens
barn Joen
1758
Døbtes sammes barn Sunnevad
(Giftist vid Olavus Jåkupi i Stor
husi i Dali)
1765
Døbtes Anna Magnusdatters av
Vaages uægtebarn Ragnhild, fad
ir var Johannes Johannesen,
Reidarin, giftur madur
Hann var nevndur Reiðarin, ti
hann var so sterkur. Ymsir
plagdu at bidja hann bera tød lika
undir garðarnar i Dali um
árarnar, og tað var tunggongt.
Dalbingar vórðu vanir at sláa
kóp á Flesini, og hann var altíð
tann, ið sláa skuldi, tí hann var so
maktamikil. Hann brúkti
ongantíð meir enn eitt slag til
hvenn kópin. Men so ein veitur,
hevði hann verið sjúkur av land-
farsótt, men var komin seg aftur.
Hann var við aftur at sláa kóp, tá
teir fóru næstu ferð. Hann brúkti
sama máta, legði bara eitt slag
til. Tá vaknaðu allir kóparnir við
aftur, so teir flestu sluppu til
sjós. Síðani hevur eingin kópur
verið sligin á Flesini, teir komu
ikki aftur. Somikið var Reiðarin
viknaður av sjúkuni.
Av tí ólagi, hann kom í, at hann
kom fyri barn við Vágagentuni,
flutti hann til Seyrvágs, og hann
varð verðandi har. Einaferð hann
var á fjalli við servingum, datt
hann oman og doyði.
Tá var einki mannkyn eftir í
húsinum í Bedestovu, uttan ein
ógiftur bróður, sum æt Óli.
Men so kom ein maður í húsið,
sum æt Hanus. Hann var undan
Garðsenda í Hósvík, hann giftist,
og fekk tað í húsinum var. -
1
Tey fingu bern: Mikkjal, sum
varð verðandi í Bedestovu og
Magnus, sum varð giftur við
Onnu Sofíu hjá Serina Ola. Tey
bygdu Skotið. Triði sonurin fór
til Sandavágs.
Tvær vóru deturnar, Sigga,
giftist við Sámali á Uttara Fjalli
á Skarvanesi, hin systurin Maria,
ógift, doyði heima á Sandi, hjá
bróðurdóttrini, Marionnu á
Sondum.
Mikkjal, sum varð verðandi
eftir í húsinum, giftist við Juli-
onnu av Túalað í Mykinesi.
Tey fáa børn: Ola, Hanus, Hans
Paula og Marionnu. Oli gjør-
dist lamin yviri á Skorð; hann
steig á ein stein, og fekk skaða í
hælin, og hetta gjerdi, at hann
var lamin allar sinar dagar
Hann var klókur. og prest
ráddi honum til at fara at les
lærara. Ráðini vóru eingi. Juli-
inna fór til Havnar at halda hús
við honur neðan hann lærdi
Hann skuldi vera villur sum ung
lingi; tað hevur kanska verið tí,
at móðurin fór til Havnar, at
halda hús við honum í lærutíðini
Tað verður sagt, at um ta
tíðina, tá hann var liðugur við
læruna, var fólkatingsval. Teir, ið
veljast skuldu, vóru Schreter og
O.P. Effersøe. Tá var opið valg,
so menn segdu, hvat teir valdu.
Her í Sandoynni varð valt heima
á Sandi. So kom gamli Jógvan á
Oyri í Skálavík fram og segði:
»Nei, samaðurin, eg kjósi Olivar!
— teir siga mær, at hann hevur
fingið Bedd-Olan til føik«.
Hesin Olivar, ið Jógvan á Oyri
vildi kjósa, var Oliver P. Effer-
see, hann var lærari á læraraskúl-
anum, og hevði haft Ola i Bøde-
stovu undir hondum.
Og rætt var sum Jégvan å Oyri
segði, hann bleiv til fólk. Hann
sat sum lærari í Funningi alla
sína tíð. Eina tíð var hann eisini
legtingsmaður. Bernini lat hann
doypa Dahl til eftirnavn.
Hanus giftist við Maluni i
Nýggjubúðini í Skálavík, og bú-
settist har. Marianna giftist við
Pól á Sondum á Sandi. Hans
Pauli átti eina dóttir uttan fyri
hjúnarlag, við Elsubu Hansen í
Dali. Tær báðar meðgurnar
vórðu verðandi hjá Júlionnu í
Bedestovu. Hans Pauli fór út í
verðina at sigla, og kom ikki
aftur til Feroyar.
Mikkjal fór til Funnings til
sonin. — Tá Júlianna av Túalað
doyði, gjerdist fyrndarhúsið Í
Bedestovu oyðið, og varð selt,
Groth, Klæmintsstovubóndin
keypti tað.
Gunnar á Toft
Haldið Sosialin
og fáið serblød!
Tað eru helst mong, ið við stórum áhuga
hava lisið greinarnar hjá Viggo Dalsgaard,
Gunnar á Toft og Petur Andreassen her í
Sosialinum.
Heldur tú ikki Sosialin, so tekna teg sum
haldara nú og tú fær blødini við grein-
unum, sum hesir tríggir menn hava
skrivað sendandi.
Og tú kann fylgja við, hvat teir fáa frá
hondini í næstum eisini.
Skrivið til Sosialin og gerið vart við
tykkara ynski.