týsdagur 3. apríl 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Vit skulu bert ana
vidari
FREMSTA eydkenni fyri ta sam-
gongu, sum varð skipað eftir sein-
asta løgtingsval og valdi sitandi
landsstýri 5. januar 1981, hevur
verið klandur og stríð.
SAMGONGAN hevur ongatíð
verið arbeidsfør. Hvort ár, hver
tingseta — ja, nærum hver einasti
tingfundur hevur verið merktur av
ósemjum millum samgongu-
flokkar og samgongumenn. Og
tað versta av øllum er, at sam-
gongumenn ikki hava ásanna, at
samgongan var óarbeiðsfór og
hava lagt frá sær fyri langari tíð
síðani.
SEINASTA fríggjadag hevði
Oyggjatíðindi samrødu við for-
mannin í fólkaflokkinum. Blaðið
spyr um fólkaflokkurin nú ætlar at
gera álvara av og slíta sam-
gonguna. Svarið er at fólkaflokk-
urin ætlar at lata samgonguna ana
víðari. Tá talan bert er um at ana
víðari og lítið av miðvísum
politiskum arbeiði í vænti. Og
hvønn tydning hevur tað so fyri
samfelagið alt, at Íandsins
politiska leiðsla, bert ætlar sær at
ana víðari?
HETTA VIL sjálvandi siga at alt
samfelagið bert skal ana víðari.
Mål, sum tørva skjóta avgerð,
skulu pakkast inn úti í Tinganesi
fyri at liggja í pakka í mánaðar og
ár. Og vit skulu øll bíða eftir at
boða verður til nýggja pakkafest.
Á slíkum festum, sum hava verið
fleiri ferð fyrr í hesum valskeiði,
verða hesi mál so tvinna saman og
løgd undir grein 13 pressuna til tey
eru vorðin heilt avskeplaði. Málini
fáa eina ósemuliga og óverduga
viðgerð.
ALT HETTA valskeiðið hevur ar-
oddagrein
beiðið í løgtinginum verið sera til-
vildarligt. Fundir hava bert verið
hildnir ein og tveir dagar í hvørju
viku. Tingið situr saman lang tút á
summari. Í fjør endaði tingsetan
ikki fyrr enn 2. juni. Hetta kemst
av at løgtingid ikki sleppur at
arbeiða orsakað av at málini liggja
í einum pakka úti í Tinganesi. Og
vit bíða. Løgtingid bíðar. Fólk, sum
hava sent umsóknir til landsstýrið,
skulu bíða. Heilar bygdir og
kommunur skulu bíða. Alt samfel-
agið bíðar. Tað vil siga, at eins og
samgongan, skal alt samfelagið
bert ana víðari.
LANDSINS politiska leiðsla er full-
komuliga ábyrgdarleys. Tá ein
samgonga hevur gjørt ta sann-
roynd, at hon ikki kann arbeiða
saman, so eigur hon at gera end
á samarbeiðnum, soleiðis at aðrir
møguleikar kunnu verða royndir,
og harvið sleppa samfelagnum
undan tí torturi, sum ein óarbeiðs-
før politisk leiðsla hevur við sær
fyri alt samfelagið.
LONGU Í tí fyrstu tingsetuni í
hesum valskeiðnum var tað greitt,
at samgongan hevði stórar trupul-
leikar við samarbeiðnum, men
ongin vildi taka avleiðingarnar av
hesum. Teir valdu at lata sam-
gonguna ana víðari. Í næstu ting-
setuni var sama skili og teir valdu
aftur at lata samgonguna ana víð-
ari. Og nú tann trida tingsetan er
komin móti enda hava teir aftur
valt at lata samgonguna ana víð-
art.
LAT OKKUM undirstrika, at tá for-
maðurin í fólkaflokkinum hevur
gjørt av, at samgongan skal ana
víðari, so hevur hann harvið eisini
gjørt av, at alt samfelagið bert
skal ana víðari.
Markleyst sjålvsrættvisi
Sjålvsrættvisi, markelyst
sjålvsrættvisi er niður-
steðan eftir at hava lisið
eina Lydiu Arge hesa sein-
astu tíðina. Men fult í tráð
við góðan fólkafloksmoral.
Eitt skal henda sama
Lydia vita, at so leingi hon
ikki sópar fyri egnum
durðum, verður hon als
ikki tikin í álvara.
Er tann illgiting, falsan,
útspilling og jagstran eftir
eðrvísi hugsandi, sum vit
veruliga verða fóðraði við
úr Dagblaðnum, í tráð við
hennara evangelisku
trúgv, og sær hennara
gudur við vælvild til slíkar
beistagerðir, so er hann
snegt sagt ikki mín Gud.
At Lydia ikki sær hesar
ómenniskjansligu egin-
leikar, er tað ikki segan
um flýsina og bjálkan um
aftur?
Óansæð hvussu nógv
skriftstø Lydia Arge
lirar av sær, so vaskar hon
ikki Dagblaðið reint. At
verja Dagblaðsins linju
við brotum úr bíbliuni
meti eg at vera blasfemi.
Ein kann ikki geva sína
meining til kennar uttan
vanda fyri útheinging.
Frælsi er eitt ynda orð í
Dagblaðnum. Men er tað
frælsi at vera úthongdur
við myndum og ókvæmis-
orðum, bert tí ein hevur
gingið friðargongu? Er tað
í tráð við evangeliska
trúgv?
Skemdargreinin um
Petur Mohr Dam sála,
»Tey telgja sær gudar«,
var hon í tráð við evan-
geliska trúgv? Slíkt eitur
annars at sparka deyðan
mann.
Í besta nasistíl viðger
Dagblaðið fólk, tí íkki
dámar, ikki við tumma-
stokki á skallabein og
nasarygg, men við met-
ingum um útsjónd, fiti og
kropsbygning. Er hetta í
tráð við evangelisku trúgv
Lydiu?
Lydia skrivar: >... ístað-
in fyri háfloygdar skuld-
setingar, at Dagblaðið
stemplar sonevndar »sosi-
alistar«, O.J. iroknadur,
sum heidningar. Hetta er
bert tann vanliga reingj-
anin av sannleikanum«.
Sum vant sama sjålv-
srættvisi. Hygg bara,
hvat lummafilosoffurin i
Hvalba skrivar: „Kristin
sosialistur? Hevur tú
hoyrt um kókandi ís?“
Hetta er greið tala, og er
hetta ikki stempling, so
veit eg einki. Gott nokk so
helt ein partamaður í Dag-
blaðnum, hann vera nakað
primitivan, sum um tað
skuldi verið nekur umber-
ing fyri at domt sín næsta.
Eina aðrastaðni skrivar
»yrkjarin«: „Skulu vit liva
í friði, megu vit geva
sosialistunum upp á kjaft-
ina. Man hetta vera í tråd
við evangeliska trúgv
Lydiu?
Hesin av einum parta-
manni skírdi primitivi,
kallaði Dagblaðsins óvinir
fyri bløkur, og hann tók
tað upp aftur í eini seinni
grein, so hann meinar,
hvat hann sigur. Eg kann
ikki hugsa mær, at onnur
enn fólkafloksfólk taka
undir við útspilling blaðs-
ins, tað vil siga hægst
25% av fólkinum.
Bløkur, tað er, hvat
hesin fyrstilærari hevur til
avlops fyri 75% av sínum
medmenniskjum. Óhugna-
ligt, óhugnaligt. Men óiva
góður fólkafloksmoralur.
Alt verður brúkt av
Dagblaðnum. Hvussu ofta
hava vit ikki hoyrt um
politiska lív Óla Jacob-
sens? Tað kenni eg nú
einki til, men her haldi eg,
Nr. 41 — 3. apríl 1984
at sama blað gevur sær
sjálvum frammaná.
Mær er komið fyri oyra,
at sjálvur hákun Djur-
huus var ein av stovn-
arum Norðoya Javnaðar-
felags. Ikki so lítið bragd
av einum stokkonserva-
tivum sjefidiologi, ha?
Lydia skrivar: Um fólk
við tíðini hevdu byrja at
trú teimum sannroyndum,
sum eru settar á prent í
Dagblaðnum, heldur enn
teimum nógvu forvirraðu
upplýsingunum í Sosi-
alinum, hevði tað verið at
frøtt seg um«. Man hon
her sipa til Brix-sakina?
Hon fegnast eisini um
rósið frå Williami Heine-
sen. Ok ja, eg tók tað sum
bítandi ironi, tí sóma og
hóvligheit í grein hennara
kundi eg ikki við besta
vilja fáa eyga á.
Halda hesi sjálvsrætt-
vísu áfram við at verja
Dagblaðið, so megu vit
fara at leita óhumskuna
fram og seta hana petti
fyri petti í Sosialin.
Ó. B. og Ó. J. R. hava
verið á Dagblaðnum eitt
langt áramál, so listin
verður ræðuliga langur og
ræðuliga ljótur.
D.
Bara ein verkamanna-
flokkur
Hvussu oftani hava vit
ikki hoyrt og lisið um tjóð-
veldisflokkin sum verka-
mannaflokk burturav, hin
einasta eina.
Men ikki veit eg, her siti
eg við einum Sosiali frá
1969 nr. 29. Á síðu 1 er ein
frágreiðing frá Feroya
Prentarafelag. Yvirskrift-
in er »skemtiligir blað-
menn« og fari eg at biða
Sosialin prenta greinina
einaferð enn, so ell tey, ið
ikki vita betur, kunnu
síggja hvussu nakin tjóð-
veldisflokkurin í veruleik-
anum er.
Hvar var tjóðveldis-
flokkurin í feroyskum
politikki, tá tey føroysku
verkamannafelegini fingu
tilboð um fíggjarstuðul
frá sínum donsku verka-
felogum fyrst í hálvtrýss-
unum. Jú hesin góði
flokkur hekk um hálsin á
fólkaflokkinum, sam-
bandsflokkinum og sjálv-
stýrisflokkinum og mín
sann um ikki Føroya
Fiskimannafelag, sum
Erlendur Patursson
stjórnaði, fór somu leið
sum teir borgarligu flokk-
arnir so sum hann var
vanur.
Men sum so mangan
stóð javnaðarflokkurin
einsamallur saman við
verkafólkinum.
Hesin veruleiki er
óreingiligur.
Allir vit frælslyntu
føroyingar eiga at hava
hetta í huga, tá aftur skal
farast til valborðið. Flest-
øll vilja vit hava javnaðar-
flokkin at stjórna tjóð
okkara, men hetta kunnu
vit ikki vissa okkum, um
vit ikki greiða beinleiðis
atkveðu fyri javnaðar-
flokkinum.
X.
PS. Góði brævskrivari.
Vit hava ikki funnið
hattablaðið, men vóna at
tygum kortini hava fingið
greitt lesarunum frá tí,
tygum ætlaðu.