týsdagur 3. apríl 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 3. apríl 1984
- -
SS sosialurin
Javnadarflokkurin
mælir ikki til at
hækka toll og skatt
— men øll árini undir hesi samgonguni hevur javnaðar-
flokkurin dugað betur at mett um inntøkumøguleikarnar
hjá landskassanum enn umboðini hjá samgonguflokk-
unum hava gjørt
t
Í minnilutaáliti sínum til
fíggjarlógina, hevur um
boð javnaðarfloksins
fíggjarnevndini mett
landskassans inntekur
128 mió. kr. sterir enn um
boðini fyri
flokkarnir hava mett
Í leygardagsblaðnum
hevdu vit eitt brot úr
mianilutaálitinum hjá
Atla Dam og har vísti um-
boð javnaðarfloksins á,
hvussu skeivt landsstýrið
og umboðini fyri sam-
gonguflokkarnar hava
mett landskassans inntek-
samgongu-
ur undanfarin ár. Vit
endurtaka demini har:
Samgonga
1981/82 748
1982/83 944
1983/84 1.107
Atli Dam
81/82 784
82/83 957
83/84 1.158
Verunlig tel
81/82 844
82/83 1.001
83/84 1.210-1.240
Í álitinum til fíggjarlógina
hevur umboð javnaðar-
floksins mett skattin til
799 mió. kr. Umboðini fyri
samgonguflokkarnar hava
mett skattin til 721 mió.
kr. Javnaðarflokkurin
hevur mett tollgjeldini til
620 mió. kr. Samgongu-
flokkarnir hava mett toll-
gjeldini til 580 mió. kr.
Javnaðarflokkurin hevur
mett samlaðu inntekur
landskassans til 1436 mió.
kr. Samgonguflokkarnir
hava mett samlaðu
inntekuna til 1308 mió. kr.
Hevur gjert neyvar
metingar
Eins og tey trý árini
framman undan hevur
javnaðarflokkurin bygt
sína meting av almennu
inntekunum á galdandi
inntekulógir. Hesar met-
ingar byggja á toll- og
skattalógir, sum sam-
gonguflokkarnir ávikavist
hava broytt og gjert.
Javnaðarflokkurin hev-
ur ikki mælt til nakrar
broytingar í hesum lógum
sum hava álagt fólki meira
skatt og meira toll, men
flokkurin hevur bert duga
munandi betur at mett um
mikið galdandi
toll- og skattalógir geva
landskassanum
Hini árini var metingin
hjá javnaðarflokkinum
munandi nærri tí endaliga
úrslitinum, enn metingin
hvussu
hjá smagonguflokkunum
var. Og soleiðis verður
eisini í hesum fíggjar-
árinum. Ongin ivi um tað.
Javnaðarflokkurin
mælir til skatta-
lætta
Javnaðarflokkurin hevur
mett samlaðu inntekurnar
hægri enn samgongu-
flokkarnir og hevur saklig-
ar grundgevingar fyri hesi
meting.
Í áliti sínum mælir javn-
aðarflokkurin so eisini til
hvussu hesar inntekur
eiga at verða nýttar. T.d.
mælir umboð javnaðar-
floksins í figgjarnevndini
til at geva ein skattalætta
uppá 25 mió. kr.
Hetta samsvarar við
uppskot javnaðarfloksins
á tingi um at hækka allar
persónsfrádráttirnar við
1.000 kr. Hetta verður
mett at kosta landskass-
anum 25 mió. kr.
Um uppskot javnaðar-
floksins um broyting í
skattalógini verður sam-
tykt, sleppa t.d. fólka-
pensionistar heilt undan
skatti.
Samgongan smoyk-
ir sær ígjegnum
Annars sigur Atli Dam í
áliti sínum, at ongastaðni
er avsett til sáttmála-
bundnu lenarhækkingina,
sum fyri ymsu stovnarnar
(undantikið postverk, tele-
fonverk og apotek) er út-
við 20 mió. kr. Samgongan
mælir til sparingar á
ymsum stovnum, men
hver skilatingmaður veit,
at so nógv kann ikki spar-
ast innan raksturin.
T.d. skal landsskriv-
stovan eftir hesum spara
24,1 pst. av rakstrarút-
—
|
reiðslunum — húsaleiga,
el, hiti, telefon, telex o.s.fr.
— tá verður ongin telefon,
onki telex og afturlatið
fyri hitanum. Gjaldstovu-
deildin í Klaksvík skal
spara allar rakstrarút-
reiðslurnar fyri at vinna til
lenarhækkingina. T.v.s. at
hon noyðist at lata aftur,
tá lenirnar eru goldnar.
Hetta sýnir hvussu vildar-
liga samgongan roynir at
smoykja sær ígjegnum.
Orsekin gil, at minni-
lutin hevur tikið lønar-
hækkingina við sum
minuspost á innteku-
síðuni er, at hóast minni-
lutin í tveir mánaðar
hevur biðið um at fáa
lønartølini javnførd undir
ymsu greinunum, ikki
hevur fingið hesa umben
eftirlíkaða.
Ivast í ferða-
útreiðslunum
Umboð javnaðarfloksins
mælir til at seta 800.000
kr. av til uttanríkistæn-
astuna í Aberdeen. Her
mæla umboðini fyri
samgonguflokkarnar til at
seta 462.000 kr. av.
Í eini viðmerking til
greinina sigur umboð
javnaðarfloksins, at av
teimum 800.000 kr. eiga
300.000 kr. at nýtast til
umvæling og umbygging
av landsins ognum í Aber-
deen.
Viðvíkjandi ferða- og
dagpeningi hjá landsstýr-
inum, ivast minnilutin í,
um 2,5 mió. kr. rekka til,
tá upphæddin til uttan-
landaferðir er vaksin so
munandi undanfarin ár.
Umboð javnaðarfloks-
ins mælir til, at landsstýr-
inum verður álagt, at yvir-
tøkan, sum liggur í tryg-
dareftirlitinum á flogvøll-
inum, ikki verður varandi.
Sleppi klandurs-
milliónunum
Um gr. 13 samferðslumál
sigur Atli Dam at meiri-
lutin hevur roknað við 23
mió. kr. av yvirskotinum
frá 1982/83 í berghols-
grunninum, men orsekin
til, at bert er talað um
hetta »avlop« er at
hendan eykafíggjarlógin,
sum skuldi verið samtykt
seinasta summar, enn ikki
er samtykt.
I 1983/84 verður helst
hóast risayvirtrekkið á gr.
16, eitt avlop uppá 40 mió.
kr. Umframt hetta koma
tær 37 mió. kr. av avlopi
tjóðbankans, so í berg-
holsgrunnin koma enn
13,3 mió. kr., og er hetta
so nóg mikið til at hava
trinni berghol og uppfyll-
ingararbeiði í Haraldsundi
gangandi í senn.
Tað er ongin grund til at
hava tær 5 klandursmilli-
frá 1982 stand-
andi í serligum grunni. Øll
ónirnar
berghol skuldu uppruna-
rå
unga ggjast
Meirjåttan til ISF
og utbugvingar-
grunn
Umbodini fyri
flokkarnar mæla til at
Landsmiðsteðin fyri
indirvisingarambod verð-
ar strokin. Hesum tekur
javnaðarflokkurin ikki
undir við, men mælir til at
samtykkja uppskot lands-
stýrisins, har skotið varð
upp at seta 1,2 mió. kr. av
til hetta endamál.
Annars mælir umboð
javnadarfloksins til at
hækka studningin til ISF
uppí 1,5 mió. kr. Umboðini
fyri samgonguflokkarnar
settu studningin til ÍSF til
1.375.000 kr. Meðan um-
boðini fyri samgongu-
flokkarnar mæla til at seta
3 mió. kr. í grunn til út-
búgving mælir umboð
javnaðarfloksins til at
seta 6 mió. kr. í slíkan
grunn. Umframt hetta
mælir javnadarflokkurin
til at 2,5 mió. kr. verða
settar í grunn til útvegan
av undirvísingartilfari og
bókum til næmingar við
hægri læristovnar í Fer-
oyum. Umboðini fyri sam-
gonguflokkarnar hava
onki uppskot um at seta
pening í slíkan grunn.
Annars tekur umboð
javnaðarfloksins undir við
at reglugerð verður gjørd
fyri grunnin til útbúgving
og mælir til at samráð-
ingar verða við LFÚ og
undirfeløg tess. Minni-
lutin heldur at serlig
fyrisiting eigur at sita fyri
grunninum. Og víðari
sigur umboð javnaðar-
floksins, at bekur og
undirvísingartilfar = eigur
at vera ókeypis hjá næm-
ingum við hægri undirvís-
ingarstovnar í Feroyum,
so sum HF- og studenta-
skúlar, sjómans- og mask-
inskúlar, tekniskar skúlar,
fróðskaparsetur, lærara-
skúlar og handilsskúlar í
tann mun hetta ikki er
galdandi.
samgongu-
(Framhald)
Snipan
til
Sudriar |
javnadarting- |
Hilmar |
landsstyris
Í seinastu
setti
maðurin,
Bech,
manninum Ånfinni
Kallsberg
andi fyrispurning
viðvíkjandi ferða-
ætlanini hjá Snip-
uni:
soljóð-
„Ber ikki til at leggja
ferðaætlanina hja
helikoptaranum Sn
uni soleiðis, at hann
eisini kann rokja
flúgving upp á Suður
oynna ?«
Vidmerkingar:
Nu helikoptarin Snip-
an er farin i regluliga
flúgving kring oyggj-
arnar, er ferðaætlanin
løgd soleiðis, at hann
ikki hevur samband
til Suðuroyar.
Ferðasambandið
sjóvegis úr og til
Suðuroynna til og um
Havnina er skipað so-
leiðis, at fólk í Suður-
oy mugu í flestu
ferum heimanífrá tíð-
liga á morgni og
kunnu ikki vera aftur
við hús fyrr enn seint
á kveldið, alt eftir
hvar tey búgva í
oynni, og um fólk eitt
nú úr Havn skulu til
Suðuroyar í erindum,
so sleppa tey í flestu
ferum bert suður um
kveldið og sleppa tí
ikki norður aftur
fyrrenn annan dagin
eftir.
Tað hevði tí verið
ein fyrimunur, um
Suðuroyggin eisini
varð tikin við inn í
ferðaætlanina hjá
helikoptaranum, fyri
á tann hátt at beta
um ferðingarviður-
skiftini frá og til
Suðuroyar, og at
Suðuroyggin harvið
fekk gagn av hesum
nýggja flutningshátti
aftrat teimum ferð-
ingarmeguleikum,
sum eru sjóvegis, tað
veri seg við ferða-
fólki. posti 0.0.