Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller 6 Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Torshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Í samgongu og andstøðu Í NÆRUM FÝRA ár hevur ein flokkur á tingi megnað at verið í samgongu og í andstøðu sam- stundis. Tað er óneyðugt at siga okkara gløggu lesarum at tað er fólkaflokkurin vit sipa til. TRÚLIGA HEVUR fólkaflokkurin stuðlað politikkin hjá sam- gonguni. Hesin stuðul kom m.a. til sjóndar tá tað galt um at drála við bergholsarbeiðnum norður á Trøllanes. Hann kom eisini til sjóndar tá forðast skuldi fyri at bergholsarbeiðið til Sumbiar fór í gongd. Hann kom somuleiðis til sjóndar tá stóða skuldi takast til ymiskar játtanir á fíggjarlógini til ungdómsendamál. UTTAN STUÐUL frá fólkaflokk- inum var tað ikki meguligt hjá landsstýrinum og samgonguni at reka nakran politikk yvirhøvur. Og fólkaflokkurin hevur stuðlað trú- liga. Men líka so trúliga hevur flokkurin lastað hendan politikk niður í sand og øsku út eftir. Hann hevur lagt alla ábyrgdina frá sær og yvir á hinar samgonguflokk- arnar. Fólkaflokkurin sleppur tó ikki undan ábyrgdini. SEINASTA DØMI um at fólka- flokkurin roynir at sleppa sær undan åbyrgdini, er spurningurin um skattapeningin hjá teimum, ið orsakað av samtíðarskattaskipa- nini, koma at gjalda skatt eitt ár fyrr enn annars. Fólkaflokkurin var skjótur at geva ungdóminum gylt lyfti. Men hann var líka skjótur at svíkja hesi lyfti til frama fyri trúskapin móti samgonguni. OG NÚ SKAL plástur á sárið. For- maðurin í fólkaflokkinum trýnur fram í Dagblaðnum seinasta fríggjadag við nýggjum gyltum lyftum. Nú lovar fólkaflokkurin at oddagrein tá árið er úti og vit síggja hvussu stór veruliga meirinntøkan av skattakrónunum hjá teimum ungu er vil fólkaflokkurin seta munandi stórri upphæddir av á fíggjarlógini til ungdómsendamál. HETTA ER AT blaka torvmold í eyguni á ungdóminum. Fyri minni enn tveimum vikum síðani hevði fólkaflokkurin møguleika fyri at lata umleið 30 mió. kr. meira til ungdómsendamál. Men so eiga- sért at nakar fólkafloksmaður at- kvøddi fyri. At tað nú skal verða neyðugt at lata árið ganga fyri at síggja veruligu meirinntøkuna er tað tóma møsn. Skattavaldið hevur álítandi tel sum siga hvat ein nýggjur árgangur av skatt- gjaldarum rindar. TÁ ÁRIÐ ER úti hevur løgtingsval verið. Fólkaflokkurin trýr helst, at hann við hesum kann tryggja sær atkvødur frá ungdóminum, men vit eru fullvísir í, at ungdómurin er meira vakin enn so. Annars halda vit at fólkaflokkurin fyri langari tíð síðani átti at valt ímillum tveir møguleikar. Tað er annadhvør at taka ábyrgdina av samgongupoli- tikkinum ella at fara í andstøðu. TAÐ DUGUR ikki at ein flokkur alla tíðina skal hava eitt bein hvørju megin. At ein flokkur er positivur í andstøðu er í lagi og tað hava vit fleiri dømir um í nógvum londum. Men at ein flokkur er negativur í samgongu dugur rætt og slætt ikki. SEINASTU árini hava fólkafloks- menn í åvisum førum ugga okkum onnur við at siga „ja, men hatta er bara Oli«. Nú tykist okkum at fólkaflokkurin er so óálítandi at vit heldur mugu siga: jú, men hatta er bara fólkaflokkurin. Nr. 44 — 10. apríl 1984 Hvat er meiningin Eg eri gift kona við fýra børnum milum 5 og 14 ár. Húsarbeiðið og barna- ansingin tekur mesta partin av míni tíð, men við tað, at maður mín bert hevur eina vanliga meðal- inntøku uppá umleið 130.000 kr. árliga, havi eg roynt at arbeiða nakrar kveldtímar úti — meðan maðurin ansaði børnunum — fyri at vit kundu klára rentir og avdrátt av húsa- lánunum. Hetta hevur givið nekur fá túsund um árið, hóast arbeiðið er hart fysiskt arbeiði, sum eg fái arbeiðs- kvinnulen fyri, í letuni umleið 55 kr. um tíman. Í fjør knógvaði eg soleiðis 21.500 kr. í brutto, sum gav eina skattainn- tøku uppá 17.100 kr., harav eg rindaið 3550 kr. í skatti. Hetta svarar til 16,5% av brutto. Tær 18.000 krónurnar, sum eg slapp at behalda, vóru góðar at taka til í juni og desember til spari- kassan og annars til Húsa- lánsgrunnin, tí vit seks fólk kunnu ikki leggja nakað til síðis av lenini hjá manninum, alt er jú so dýrt. Vit hevdu roknað við at hava hendan sama pening aftur íár, men 5. apríl fekk eg avrokningina fyri mars íár. Hon sigur mær, at hendan pening hava vit slett ikki, tí landið skal læna hann í nakrar mánað- ir fyrst. Tá eg fekk hesa avrokn- ing gjørdist eg ógvuliga deprimerað og fór so at rokna. Úrslitið var ótrúligt, men ein skattakenur maður hevur sagt mær, at eg havi roknað rætt. Hvat vit nú skulu siga við Sparikassan veit eg ikki, men eg vóni, at hann vil góðtaka ein transport uppá Skattadeildina fyri tann pening, sum kemur at resta í, tí teir hava lænt — ella lógliga stolið — hann frá mær í 6-8 mánað- ir. Eisini vóni eg, at Spari- kassin letur landskassan gjalda renturnar av hesi ov seinu inngjalding, tí eg skilji at hann fær ikki pen- ingin fyrr enn einaferð í 1985, tá landið hevur roknað út, hvat teir skulu gjalda mær — (Sparikass- anum) — aftur. Í mars 1984 tjenti eg 2.415 kr., men 35% ella 840 kr. vóru fråtrektar. Fyrst i mai fåi eg feriu- pening kr. 1.900 — saman vid lønini fyri april, sum bert er 1800 kr. ti påska vikan einki gevur. Av hesum 3700 kr. skal eg rinda 33-34% i skatti ella 1220 kr. Sidan forvinni eg i mai 2300 kr. og i juni 2000 kr., men so einki i juli og hålvan august, ti arbeids- plássið er afturlatið 1. juli- 15. august. 1. juli havi eg so goldið 3180 kr. í skatti av 10.400 kr. í bruttolen. Men hóast eg í 1984 ikki komi at tjena meira enn 23.000 kr. og av hesum skal gjalda minni enn 3000 kr. í skatti fyri árið, halda teir fram í september og oktober at trekkja meg fyri skatt, sjálvt um eg longu 1. juli havi goldið meira enn eg skal alt árið. Kann eg so lastast fyri, at Sparikassin ikki fær allar sínar rentir og av- dráttir í juni og desember? Nei! Skuldina hevur hetta skattavald, sum nú er blivið steinbýtt, tí Elek- tronmaskinan avloysti. Jógvan Jensen og panti- fútarnar. Teir vóru annars nóg bims frammanundan. Skulu teir ikki gjalda Sparikassanum gjøld, rentir og straffirentur? Ella hvat er meiningin? Vaskikona P. S. Vit eru sjey å minum arbeidsplåssi og vit fara at buldra og lamentera fyri at fåa peningin, teir einki eiga i, beinanvegin. Vit ringja - 14660, 14511, 11080 og til Paula, Tør- bjørn, Hilmar og Jógvan Sundstein, men hjálpir hetta ikki, so beita vit Sparikassan eftir teimum. Soleiðis sum vit umsita rúsdrekkalógina fremja vit dupultmoral við lít Undir orðaskiftinum á løg- tingi um uppskotið um avteku av skattaváttanini komu onnur viðurskifti um rúsdrekkalógarregl- urnar eisini til umreðu. Men eftir útvarpsfrá- segnini var einki av áhuga í hesum orðaskifti uttan tað at landsstýrismaðurin Torbjørn hevði tonkt snegt tað sama sum løg- tingsmaðurin Finnbogi, men hin fyrri slapp bara ikki at gera nakað við hesa váttan, helst av paragraff 13 orsekum. Finnbogi kann hava grein í tí hann sigur um hesa váttan, men bert hjá einum parti av skatta- borgarunum, men tá hann í sama andadrátti mælir til at geva fráhaldsrersl- uni tilsvarandi í studn- ingi, sum spart verður við at avtaka váttanina, ja so sær tað út sumum tað er ein smartur handil. Hví so ikki heldur avtaka regluna um eykaloyvir. Tað hevði spart nógv fólk og minkað munandi um bureukratiið í Tinganesi. Eingin grund er fyri at hurla hetta mål igjøgnum, tey mongu óregluligu viðurskifti í samband við rúsdrekkareglurnar tæna ongum eðrum enn at máa steðið undan allari lóggev- ing. Dupultmoralurin er stórur í hesum máli. Tingmenn tosaðu um beureukrati í samband við skattaváttanina, men er hetta tosið annað enn kávalótir fyri at rudda enn ein »meinboga« av vegn- um til uppaftur leysari umfar. Og tad i einum samfelag har vit vilja tvihalda um eina lóg, so tað skal eitast at tað ikki er loyvt at keypa og selja rúsdrekka. Hóast øll vita at hetta als ikki er so í dag. Dómsvaidið er eisini farið at undirminera lóg- gávuna, sum hon er og halda við teimum sum lýsa fyri brennivinssølu og politivaldiå heldur hondina yvir elklubb- unum sum allir selja rús- log. Hetta er tílíkt sum lóg- gávan setur klárt bann fyri. Men soleiðis er okkara samfelag bara. Tað er skeivt ártíggjur út og ártíggjur inn at lata slíka dupultmoralsteðu valda. Og so leingi vit uppi- Framhald á síðu 15