týsdagur 10. apríl 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 44 — 10. apríl 1984
Atli Dam, formaður javnaðarfloksins!
Vit mugu
framleiða
okkum
burtur úr
trupulleikunum
— Javnaðarflokkurin hevur ongantíð verið
millum teirra, sum halda, at ein bert kann
spara seg burtur úr trupulleikunum.
Vit mugu tverturímóti framleiða okkum
burtur úr trupulleikunum, sigur Atli Dam,
formaður javnaðarfloksins í 2. parti av
samrøduni um ymsar
spurningar
2. partur Vit hava jú havt
Eitt, sum er vert at hefta
seg við í hesum fíggjarlóg-
arprátinum, er tosið hjá
fólkaflokkinum um, at
uppskot javnaðarfloksins
vildi havt ekt skattaút-
skrivingina upp aftur
meir.
Tað er Pauli Ellefsen,
sum hevur havt hetta á
máli av og á, og serliga Óli
Breckmann og ein annar
Ellefsen hava tosað um
hetta.
Óli Breckmann tosaði
nú um dagarnar um javn-
aðar-tjóðveldissosialistar,
sum vóru plimm, tí, vórðu
teirra uppskot samtykt,
so vaks tollurin og skatt-
urin uppaftur meir.
Hetta er beinleiðis
ósannindi. Tað er ikki upp-
skot um, hvussu ein nýtir
peningin, sum avger, hvat
verður tikið frá borg-
arunum. Tað eru tær
skatta- og tolllógir, sum
teirra samgonga hevur
gjørt, sum avgera, hvussu
nógvur peningur kemur
inn — hvat borgarin skal
gjalda.
Skattalætti
Javnaðarflokkurin hevur
bert víst á, at tað kemur
meira inn, og javnaðar-
flokkurin hevur víst á,
hvussu ein kann brúka
hesa meirinnteku skila-
gott, um ein ikki vil rinda
hana aftur til borgararnar.
Og tað hava teir sagt nei
til.
uppskot um skattalætta
eisini. Tí hava vit lagt
dent á at vísa á slík eki,
har til ber at binda yvir-
skotið. Eitt nú hava vit
mælt til at binda yvirskot-
ið frá tjóðbankanum, sum
verður uppá umleið 42
mill. kr. Og haraftrat
binda aðrar 37 mill. kr. í
Ráfiskagrunnin — aftur
fyri tann pening, sum er
tikin úr tiltaksgrunninum.
Mælt er eisini til at
binda pening í ein kommu-
nalan lánigrunn, mælt er
til at økja upphæddirnar
til aðrar grunnar, har tað
beinanvegin ikki er
neyðugt at brúka pen-
ingin, men har ein kann
konsolidera soleiðis, at ein
tervar eina minni lánteku
í útlondum.
So tað er júst tað
evugta av tí teir siga, at
ein mælir til at hækka toll
og skatt. Vit hava mælt
tilat konsolidera uppá ein
slíkan máta, soleiðis at ein
ikki noydist at økja lån-
tøkurnar so nógv, sum er
gjert.
Avdúkar Sam-
bandsflokkin
Eitt, sum er forvitnisligt
aftrat í hesi fíggjarlógini,
er, at hon avdúkar, hvussu
ósannur sambandsflokk-
urin hevur verið í síni
agitation um yvirtekur,
loysing o.a.t.
Vit siggja ju å figgjar-
lógini, at tað eru fleiri
samfelagsligar
postar, har sambands-
flokkurin beinleiðis frem-
ur yvirtekur av stats-
uppgávum, eitt nú við-
víkjandi trygdareftirlit-
inum á flogvellinum,
innan fyri forsorgarlógar-
ekið, skúlabarnaflutn-
ingin osfr.
So alt í alt eru hesi fýra
árini, tá vit hava havna-
studningin við framdar
slíkar yvirtekur, at tær
eru nógv fleiri í tai og
nógv meir í mill. kr. enn
alt tað, sum varð yvirtikið
í tíðarskeiðnum frá 1975-
80 tá ið tjóðveldisflokk-
urin var við í stýrinum.
So til at fremja yvir-
tekur nýtist tað ikki at
vera sokallað sjálvstýris
ella tjóðveldislandsstýrið.
Javnaðarflokkurin hev-
ur eisini í sínum fíggjar-
lógaruppskoti lagt dent át
at gera stuðulin til skipa-
bygging serliga farma-
skipabygging meira skila-
góðan. Vit hava skotið
upp at broyta stuðulin frá
stuðulsláni til rentustudni
ing, tað vil siga, at ein fyri
ein tíggjundapart av
teimum upphæddum ein
nýtir í dag, kundi gjert
somu nyttu. Hetta upp-
skotið hevur meirluta í
tinginum men vegna grein
13, so sleppur hetta upp-
skotið ikki igjøgnum.
Lítið samsvar mill-
um orð og veruleika
Eitt annað, sum eisini av-
dúkar landsstýrið fyri sítt
-
Atli Dam, tingmaður
dugnaloysi, er, at tað
mangla 25 mill. kr. á lenar-
síðuni. Samgongan letur
vera við at seta tær uppá,
men sigur, at tað skal
koma inn uppá onkran
máta.
Sáttmáli er gjørdur við
yrkisfeløgini, starvs-
mannafelagið, tænastu-
mannafelagið og onnur,
har ein hevur skrivað
undir uppá eina lenar-
hækking uppá 7,5%. So
ein veit nágreiniliga, at
hesar 25 mill. kr. skulu út-
gjaldast. Men ein kamu-
flerar, at ein als ikki tekur
hesar útreiðslur, sum ein
hevur bundið seg til, við.
So alt í alt er hetta ein
fíggjarlóg, sum betri enn
fyrr, vísir, hvussu lítið
samsvar er millum orð og
veruleika hjá samgonguni.
So hetta ber á sama borð
sum prátið um uttan-
landsskuldina sum skuldi
minkast, um gjaldsjavna-
hallið sum skuldi fáast
burtur. Tað er tvertur-
ímóti bara margfaldað
hesi árini. So tað er ongan-
tíð ov skjótt, at vit fáa eitt
stýri aftur, sum kann
leggja eina fíggjarætlan,
sum er í samsvar við
veruligu viðurskiftini og
sum ikki setir falskar
myndir upp.
Javnaðarflokkurin
hevði!
— Men heldur tú samfel-
agið hevði sæð eðrvísi út,
um javnaðarflokkurin
hevði sitið við róðrið hesi
seinastu árini?
— Tað er heilt givið, at
samfelagið hevur verið
nógv eðrvísi. Javnaðar-
flokkurin hevði ikki funnið
uppá at steðga inn-
flutningin av skipum.
Javnaðarflokkurin hevði
regulerað innflutningin av
skipum. Javnaðarflokk-
urin hevði giviðborgarum,
sum hava hugskot um
vinnulig tiltek svar — ja
ella nei.
Javnaðarflokkurin hevði
viðgjert ynski og mál hjá
borgarunum.
Hann hevði viðgjert
allar borgarar líka og ikki
sum nú, har teir verða við-
gjerdir alt eftir, hvussu
væl teir standa við „teir á
fjallinum«, so javnaðar-
flokkurin hevði syrgt fyri
eini sunnari gongd alla
tíðina.
Tað høvdu verið gjørdar
iløgur til tað djúpa vatnið.
Tað hevði verið
regulerað á teimum innaru
leiðunum.
Javnaðarflokkurin hevði
ikki boygt seg fyri, at út-
lendingar skulu avgera,
hvussu nógvan laks vit
skulu veiða og hvar.
Javnaðarflokkurin hevði
ikki boygt seg í rækju-
spurninginum, har tað er
eins tórur ekspansións-
meguleiki.
Javnaðarflokkurin hevði
rs Si urin Sida 7
i heila takið hildið áfram
eftir teirri linju, sum hann
stóð fyri tey árini frá 1959
til 1963 og frá 1967 til
1980. Tað vóru jú fram-
gangsár hesi árini. Tað er
eingin grund til at halda,
at hesi árini ikki vóru líka
so framgongsrík uttan, at
vit skuldu havt skuld-
bundið okkum so nógv,
sum vit hava gjert hesi
árini.
Tað verður ikki lætt nú
at byrja av nýggjum út
frá tí steði vit standa á nú,
har hvert mansbarn
skyldar 60.000 kr. Men
tað skal gerast, og teir ein-
astu sum kunna gera tað
og hava gjert tað fyrr er
javnaðarflokkurin.
Nýtslan
Taka vit nýtsluna, so er
hon sera stór, og tað
erjúst tað javnaðarflokk-
urin hevur víst á. Samtíðis
sum ein hevur pínt tann
vanliga lentakaran niður
við at økja skatta- og toll-
trýstið — við at versna um
dýrtíðarendurtjaldið, so-
leiðis, at vanligi lentak-
arin er fyri reallenarfalli
uppá 25-30%. Tað er ikki
tann borgarin, sum hevur
havt tað rúmsátt.
Tað, sum vit hava víst á,
er tað skeiva samfelags-
býtið.
Tey tiltek, sum lands-
stýrið segði, hevdu til
endamál at tálma nýtsl-
Framhald á síðu 14