týsdagur 10. apríl 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
»WIND-SURFING«
»Wind-surfing« er ítróttargrein, ið hevur fingið
viðurkenning í løndunum kring okkum. Enn eru
tó fá tilik »brett« at síggja i Foroyum, men tá Sosi-
alurin leygardagin vitjaði inni í Kaldbaksbotni,
vóru tveir, ið royndu seg í hesi ítróttargrein.
Teir greiddu frå at teir høvdu keypt »brett« og
búnar uttanlands har teir eisini høvdu roynt seg
sum »wind-surfarar« á fyrsta sinni
Teir mettu seg ikki at duga serliga væl, men fyri
okkum, ið stóðu og hugdu at kynstrum teirra, sá
út sum um teir vóru fult útbúnir »surfarir«
Stuttliguritrøttur mettu teirbáðir.
tidindabladid
HM i bordtennis:
Nr. 44 — 10. april 1984
Føroyingar fara at
luttaka i HM-kapp-
leikarar fara
»veteranar« ella »old-boys«,
,
verða í
ið
Helsinki í
Finlandi í juni mánaða
Feroyingar fara nú eisini
at royna seg í HM í borð-
tennis. Hetta hendir tá
finska borðtennissam-
bandið í døgunum 6. til 12.
juni í ár skipar fyri HM-
kappingum fyri »vete-
ranar« — »Old-boys«.
Borðtennissamband Før-
oya hevur avgjørt at
luttaka vid tveimum leik-
arum. Tað verða teir báðir
tveramenninir Sverri
Midjord og Sigurbjern
Niclassen, ið koma at um-
boða Feroyar.
Bæði Sverri, ofta nevnd-
ur »the grand old man«
innan føroyskt bordtennis,
og Sigurbjørn eru aktivir i
borðtenniskappingum. Bå-
dir hava teir luttikid i
landskappingini fyri TBF
i år og gjørdi bådir seg
galdandi í stóru kapp-
ingini, sum TBF skipaði
fyri fyri stuttum. M.a.
kann nevnast at Sverri
var við til at vinna tví-
mansleikin, meðan Sigur-
bjørn varð nummar tvey.
Sverri, sum er farin um
tey hálvthundrað, var ein
av teimum, ið fekk í lag
borðtennisítróttina í Fer-
oyum, og er tað honum at
takka fyri, at henda ítrótt
framvegis livir — og tað í
besta blóma. Hann hevur
verið aktivir ell árini og
roynist framvegis góður
við battinum, sjálvt um
hann er vorðin tyngri hesi
seinnu árini.
Sigurbjern byrjaði sum
heilt ungur at spæla borð-
>
tennis og var hann m.a.
fyrsti føroyameistari í
meistaradeildini, men
hann nam sær útbúgving
sum stýrimaður og hevur í
mong ár siglt úti, til hann í
fjør legdist uppi tå hann
gjørdist umsjónamaður
við ítróttarhellina í Trong-
isvági. Tá byrjaði hann
aftur at spæla borðtennis
og roynist hann so frægur
leikari, at hann, hóast
hann er farin um tey fýra
ti, at hann luttekur á
meðaldeildarliðinum hjá
TBF, sum í ár gjerdist
nummar tvey í lands-
kappingini.
So feroyingar fara
kanska ikki at gerast
heimsmeistarar, men
neyvan heldur at gera seg
fyri skommum, tí hesir
báðir »gomlu« garparnir
duga so avgjert at spæla
borðtennis báðir tveir —
og tað duga teir framvegis
um teir so enda á niðasta
plássi í kappingini.
»Old-boys« kappingin,
HM-kappingin fyri veter-
anar verður skipað 1 fleiri
aldursbólkum, soleiðis at
leikarar, ið eru í trýati
árunum ikki koma at
spæla í sama bólki sum
teir, ið eru farnir um tey
ingum í borðtennis
Sverri Midjord og Sigur-
bjørn Niclassen, báðir TBF-
at luttaka í
kappingunum um HM fyri
seksti. Í Helsinki kemur
Sverri at luttaka í bólk-
inum fyri leikarar í eru
millum 50 og 55 ár, meðan
Sigurbjørn skal royna seg
í bólkinum fyri teir 40-45
ára gomlu.
Vert er kanska at nevna,
at leikarar í Feroyum, tá
teir eru omanfyri 35 verða
roknaðir sum »old-boys«.
TBF uttanlanda:
Selja lutasedlar og
skipa fyri bingo fyri
at figgja venjingar-
legu
I hesum døgum fer Tvør-
oyrar Borðtennisfelag,
TBF, at selja lutaseðlar
kring landið. Sølan er
fingin í lag fyri at menna
ungdómsarbeiðið hjá fel-
agnum og verður hetta
m.a. gjørt á tann hátt at
stórur leikarahópur fer á
venjingarlegu í Sveríki í
summar.
TBF hevur
8.000 seðlar og
prentað
verður
sølan fyrst og fremst
skipað gjøgnum ymsu
borðtennisfelegini í land-
inum. Á seðlunum eru
fimm vinningar Ein
uttanlandsferð fyri tvey,
ein málningur, ið hevur
eitt virði uppá kr. 5.000,
spísistovuborð og stólar,
lamb til heystar og 500
litrar av olju.
Komandi mánadag fer
TBF eisini at skipa fyri
stórum »påskabingo«
ítróttarhellini í Trongis
vági og fer innkomni
peningurin eisini til
figgjan av
leguni i Sveríki.
Etlanin er, at TBF skal
å venjingarlegu vid umleid
50 leikarum og um høvi
verðu til tess, so ætlar fel-
agið eisini at bjóða leik-
arum úr eðrum feløgum
við.
venjingar-
Bæði í fjør og fyrra árið
hevur TBF annars luttikið
í venjingarlegum uttan-
landa og hevði felagið í
fjør heyst tveir svenskar
borðtennisvenjarar á vitj-
an. Hesir vandu so felagið
í góða viku, men eisini
føroysku landslidsleik-
ararnir høvdu høvi at
venja saman við sviunum.