Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44 — 10. apríl 1984 Danskir DBU-skeiðleiðarar: tíðindablaðið Tit mugu út- búgva føroysk- ar venjarar — teir eru ódýrari enn útlendingar og hava storri innlit í foroyskan fótbólt Um vikuskiftid skipaði venjaradeildin hjá Fót- bóltssambandi Feroya fyri venjaraskeiði í Tórs- havn. Hetta skeið varð fram- hald av tí skeiði, ið deildin skipaði fyri fyri fjúrtan degum síðani. Skeiðini eru partur av einari reð, ið nevnist »grøna útbúgv- ingin«, sum DBU leggur til rættis og skipar fyri. Skeiðini eru býtt í fleiri partar og eru tað so- nevndu »basis-skeidini« — byrjunar-skeidini — ið FSF hevur skipað fyri nú. Hesi »basis-skeid« eru fimm í tali, nevnd A, B, C, D og E og skipaði venjara- deildin í hesum umfar- inum fyri A, B, C og E, meðan skeið D verður í oktober mánaði. Leiðarar á skeiðinum um vikuskiftið vóru Max Rasmussen, fyrrverandi 1. deildarleikari íDanmark og Knud Áge Nielsen. Í stuttum práti við Sosi- alin siga teir, at teir eru bæði bilsnir og glaðir yvir foroysku skeiðlutta- karnar. — Tað kemur skilliga til sjóndar, at luttakararnir vilja læra nakað, teir lurta avbera væl eftir, eru ágrýtnir og nærlagdir og smæðast ikki fyri at spyrja, siga Max Rasmussen og Knud Áge Nielsen. — Tað merkist at luttak- ararnir vita nógv um venj- ing frammanundan — allir tykjast at vera royndir og vit meta at teir hava góðar møguleikar at klára øll skeiðini og á tann hátt út- búgva seg sum venjarar. Feroyskar venjarar Max Rasmussen og Knud Áge Nielsen eru á einum máli, at føroyingar eiga at útbúgva sínar egnu venj- arar. Max Rasmussen og Knud Age Nielsen, ið vóru leiðarar á venjaraskeiðinum — Tað er nógv betri fyri feløgini, at tað eru føroy- ingar, ið eru venjarar. Teir kenna feløgini og vita alt um vidurskiftini i feløgunum og kunnu ti betri leggja venjingina til rættis enn ein útlend- ingur, id bert kemur fyri at vera eitt år. Utlending- urin er kanska betri venj- ari vid størri utbugving, men føroyingurin hevur størri innlit i føroyskum fótbólti og hevur á tann hátt betri meguleikar fyri góðum úrslitum, siga skeiðleiðararnir báðir. — Tit eiga at »satsa« meira uppá at fáa felog- unum feroyskar venjarar, hetta vil í langa lagnum vísa seg at vera tað betra og harafturat nógv ódýr- ari enn at hava útlendskar venjarar. Hugsa bert um hvussu ódýrt tað í veru- leikanum er at útbúgva føroyskar venjarar, hvussu ódýr venjaraskeid kunnu gerast — og hugsi so um hvussu nógv feløg- ini skulu gjalda fyri ein út- lendskan venjara, hvert ár, enda Max Rasmussen og Knud Áge Nielsen. Framhald næsta ár Sum áður greitt frá verður D-skeiðið í oktober í år, men næsta skeiðið í reðini hjá teimum, ið hava luttikið í ellum fimm »basis-skeidåunum« verður fyrst í komandi ári. Møgu- liga verða skeiðini A, B, C, D og E tikin upp aftur komandi ár. Tá > føroysku skeið- luttakararnir i oktober mánaði eru lidnir við skeið D, eru teir teir fyrstu, ið hava lokið hesi DBU- skeið. LL kbh be bygg] Vælnøgdir luttakar- ar, men nøkur øki i Føroyum vóru als ikki umboðaði á skeiðinum Jákup Simonsen, limur í kappingarnevndini hjå FSF, hevur verid vid tå venjaraskeidini hava verið, og sigur hann, at allir skeidluttakararnir hava verid væl nøgdir vid skeidini og meta teir seg Jåkup Simonsen at hava fingið nógv burtur úr. Hann greiður frá at tað luttóku 25 á skeiðinum um vikuskiftið. Av hesum hevdu 23 luttikið á fyrra skeiðinum eisini. Á fyrra skeiðinum luttóku annars 26. Jákup sigur annars, at tir í FSF eru illa við at tað eru nekur oki i Feroyum, ið als ikki tykjast at lata við seg koma tá skeið verða hildin. Sum demi nevnir hann at bert tveir av luttakarunum komu úr Eysturoy, har helvtin av 1. deildarfeløgunum í Før- oyum koma frá. (Á fyrra skeiðinum luttók bert ein frá Eysturoy). Úr Vágum hevur als eingin luttakari verið meðan eitt so stórt felag sum TB bert hevur havt ein luttakara. Feløg sum HB og B36 og VB hava verið væl um- boðað á skeiðunum og nevnir Jákup at ein luttakari var úr Vest- manna har einki fótbólts- felag er. Víðari sigur Jákup, at tað kennist hugstoytt at felog á aðalfundi gera vart við ymiskt, ið tey kundu hugsað sær, gera vart við bæði dómara- og venjara- trupulleikar, men tá skeið verða fyriskipað er áhugin tíverri alt ov lítil. Petur Simonsen, ið hevur luttikið á báðum skeiðunum, ið venjaradeildin hevur skipað fyri, sigur, at hetta hava verið avbera góð skeið við framúr góðum skeiðleiðarum Mær hevur dáma væl at skeiði hevur verið býtt sundur í smærri eindir, hóast alt hevur meira ella minni við tað sama evni at gera. Eg meti at hetta vil geva okkum luttak- arum meira, gera at minni verður gloymt av tí ein hevur lært. Skeiðini hava væl uppbygd og væl logd til rættis, sigur Petur Simonsen — Um venjararnir fara at nýta tað, ið teir hava lært á hesum skeiðum, vil hetta uttan iva hava við sær, at stødi í foroyskum fót- bólti fer at hækka. Eisini meti eg, at teir, ið hava luttikið á skeiðunum møguliga kunnu geva hinum venjarunum, ið ikki hava luttikið, nakað — »inspirera« teir á onkran hátt. verið