Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 KÍ 80 ár: Jubileums- kapping Í samband við at tað í ár eru liðin áttati ár síðani Klaksvíkar Ítróttarfelag, KI, varð sett á stovn, skipar felagið fyri jubile- umskapping har øll 1. deildarliðini í Feroyum luttaka. Innleiðandi = dystirnar vórðu spældir um viku- skiftið. Í Havn hittust havnafelegini bæði, HB og B36, á ovara velli í Gundadali og varð úrslitið av hesum dvsti at HB. ið eisini fer um tey áttati í hesum ári, vann storsigur — 6-1 aftaná at hava verið á odda við fýra málum móti ongum í hálvleiki. Í Klaksvík var dystur millum »jubileumslidid«, Kl og aldursforsetan i før- oyskum ítrótti, TB, og her vístu teir »yngru« seg at stinnari<. Klaksvík- ingar vunnu dystin við fimm málum moti tverm- vera um Sunnudagin vóru tað so tíðindablaðið eysturoyarliðini í royndu seg. Í Lorvík var dystur millum LÍF og NSI og var úrslitið at LÍF vann við einum máli móti ongum. Seinasti dysturin var illum foroyameist- ararnar úr Getu og B68 og vann GI dystin við tveim- um málum móti einum. Sostatt verða tað KI, HB, LIF og GI, ið halda fram í kappingini. Semi- finaludystir verða leygar- dagin, meðan finalan Nr. 44 — 10. apríl 1984 verður sunnudagin. Tað kann nevnast, at tað ber til at nevna greinliga fødingardagin na- KÍ, tí í felagsins stendur at lesa at tað var 24. avgust 1904, hjá gerðabók klokkan 17,30, at menn hittust at seta á stovn Klaksvíkar Ítróttarfelag. Dómarar eru ov seinir at senda FSF dómaraseðlar: Staðan er ov gomul Fótbóltskappingar- ári er langt. Og tað tykist ov langt, sig- ur onkur, ið roynir at fylgja kapping- argongdini. Tey, ið hava áhuga fyri fótbólti, royna gjøgnum ári at fylgja við hvussu setðan, aftaná hvert leik- umfar, broytist í teimum ymsu deildunum. Men hetta er mangan torferari enn ein skuldi trúð — og verður kanska orsaka av órekisskapi, gjørt torførari enn neyð- ugt. Roynt verður at lurta hvat útvarpið ber av úr- slitum, men mangan hava felogini ikki gjert sær ómak at ringja útvarp- inum dystarúrslitini, og restar tí mangan meira enn helvtin. Bíða verður so til ymisku bleðini koma, fyri at vita, hvussu er statt hjá teimum, men har vísir seg at vera sama skil. Fleiri úrslit resta og steðurnar eru bert uppgjerdar fyri tríggjar tær fremstu deild- irnar. Yngru deildirnar verða aloftast tagdar heilt burtur. Sjálvsagt argast tey fót- bóltsáhugaði ikki so lítið av hesum og spyrja kanska, hví blað og útvarp ikki seta seg í samband við kappingarnevnd Fót- bóltssambandsins at vita um ymsu úrslitini og steð- urnar í ymsu deildunum og bólkunum. Trupult at fáa dóm- araseðlarnar Men eisini kappingar- nevnd FSF's hevur trup- ult at gera sær eina rætta mynd av kappingargongd- ini. Dómaraseðlarnir dystunum ikki sendir Fótbóltssam- bandinum beint aftaná loknan dyst og teir eiga at verða, men eru ikki kapp- ingarnevndini í hendi fyrrenn tvær til tríggjar vikur aftaná, at dysturin er leiktur. Sostatt er ógjerligt hjá Fótbóltssam- bandinum at gera stød- urnar í ymsu deildunum fullfiggjadar. Stødurnar verda, orsaka av teim démarum, id ikki senda sedlarnar beinanvegin, nakrar vikur gamlar, og er litil hjålp i teimum tå, tå frå ymsu verda dystir verða leiktir hvort vikuskiftið Men tað er ikki bert í sam- band við úrslit og stødur, at trupulleikar, orsaka av, at einstakir dómarar eru ov seinir at senda FSF dómaraseðlarnar, taka seg upp A dómaraseðlinum skal dómarin eisini viðmerkja, um hann gevur leikara ávarðing ella verður noyddir at reka hann av velli. Leikreglurnar siga, at leikari, ið fær tvey gul kort sama kappingarár, fær leikbann í ein leikdag, meðan leikari, ið ber seg so ósemuliga at á leikvelli, at dómarin má reka hann úr leiki — geva honum reytt kort — fær ikki loyvi at luttaka í kapping ávísa tíð ásetta av FSF. Sjálvt um kappingar- nevndin munnliga frætt- ir,a t leikari hevur fingið gult ella reytt kort og tí hetta er rætt revsing, um stendur til ikki Fotbóltssamband- inum til at áseta honum leikbann uttan at hava fingið dómaraseðilin. Her kann so henda tað, at leikari tríggjar-fýra vik- ur aftaná at hann fekk gula/reyða korti, fær leik- bann, av tí at dómarin hevur verið ov seinur at senda FSF dómaraseðilin, ístaðin fyri at fáa leikbann í fyrstkomandi dysti/dyst- um aftaná at hann fekk ávarðing ella varð rikin av velli. Hendir so tað, at leik- arin fær leikbann í einum týdningarmiklum dysti, kennist hetta uttan iva sárt fyri hann, men so ber Framhald á síðu 11 Froðbiar Sóknar Róðrafelag: Viðka um neystið Kappróðrarfelagið á Tver- oyri, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, er í letuni við at víðka munandi um ól BEI. Adi felagshúsið. Formaður felagsins, Andreas Ejdesgaard, greiður frá, at núverandi Neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrafelag, ið nú verður útbygt húsið als ikki lýkur tey krev dag. — Húsið er gamalt og ítróttarfólk seta í tað er í veruleikanum bert eitt neyst við einum fund- arheli og einum lítlum keki í erva. Vit víðka nú ovaru hædd niðaneftir og ekja á henda hátt mun- andi um plássið. Í nýggja húsinum verða brúsirúm, fundarheli og ein skrivstova og verður gamla húsið eisini broytt munandi. Ætlanin er at bróta alt niður innan og gera nýggjan, sterri køk, sigur Andreas. — Henda útbyggjan er kostnaðarmikil. Vit rokna við, at hon kemur at kosta umleið 300.000 kr. sjálvt um vit ætla at gera so nógv arbeiðið sum meguligt sjálvir. Men torfert er tó við sjálvbodn- um arbeiði. Tað tykist sum um tað bert eru tey somu, ið royna at hanga í — torført er at fáa allar limirnar at hjálpa til. Víðari sigur Andreas, at ein orsøk til at byggingin gerst so kostnaðarmikil er, at neyðugt er at skifta oljufýr, og at alt arbeiðið í samband við útgrevstur, uppstoypan og innilokan var keypt arbeiðið. Byrja venjing Seinnu árini hevur mangan verið torfert hjá tveramonnum at manna bátarnar, men Andreas vónar at hetta verður betri í ár. — Venjingin byrjaði í gjårkvøldid, tá manningin å Tvørabåtinum å fyrsta sinni royndi seg í år. Vón- andi fara bæði gentu- og dreingjamanningin á Fir- valdi at leggja árar í sjógv skjótt eisini. Vit hava so- statt vónir um at kunna luttaka við báðum bát- unum í ár, sigur Andreas Ejdesgaard. Uppá fyrispurning um teir ætla at nýta Suðringin í ár eisini, sigur Andreas, at hann metir tað ikki. Hann heldur at báturin er vorðin ov gamalur og nevnir, at onkur hevur tosað um, at báturin, ið hevur stórt seguligt virði fyri = Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og bygdina sum heild, átti at verið varðveittur og settur til prýðis í forhellini í ítrótt- arhellini í Trongisvági. Aðalfundur Aðalfundur verður í Froð- biar Sóknar Róðrarfelag um tríggjar vikur og er á skránni m.a. nevndarval. Í núverandi nevnd felag- sins sita Andreas Ejdes- gaard, formaður, Bent Albinus, kassameistari, Magnus Jespersen, Torfinn Mortensen og Joan Ejdesgaard.