Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-04-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. apríl 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Flest virki innan fiski- vinnu og havbúnað Tey flestu virkini í nýggja ídnaðardepilinum á Sundi skulu hava tilknýti til fiskivinnuna og hav- búnaðin. Her verður tó einki van- ligt flakavirki, sum vit kenna tey og sum vit hava ov nógv av í Feroyum. Men her verða virki til há- foredling av kendum og ókendum fiskasløgum bædi rundum og flatum fiski. Hetta upplysti Hans Mortensen, stjóri, hós- kveldið, tá hann avdúkaði nýggju og stóru verk- ætlanina »Idnadardepilin á Sundi«. Hans Mortensen helt, at tað eru ótekiligir megu- leikar í Feroyum fyri for- edlingsidnad Innan aling verða virki til háforedling av laksi, kræklingi, ostru, hummara, rekju og hópin silum, av skeljadjórum. Har- afturat = eru ógvuliga spennandi framtíðar- meguleikar innan aling av toski, eðrum fiski. Hans Mortensen helt,a t duga vit at skipa rætt fyri, so hava vit í Feroyum meguleikar at gerast fer- andi innan hetta framtíð- arøki, við m.a. alistødum kalva og úti á opnum streyma- sjógvi. Hann legði tó stóran dent á, at alt eigur at verða gjørt fyri at forða dálking og vísti her á, at teir á Sundi fara at føra alt frárenslið út á streyma- sjógv, soleiðis at tað ikki fer at hava dálking við sær. Dálking frá skipum! Í hesum sambandi gjerdi fyrrverandi formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, Knút Nolsee, vart við, at dálking frá skipum, sum koma og fara, er oftani ein álvarslig hóttan, og bað hann menn hugsa um henda spurning eisini. Til tað segði Hans Morten- sen, at sjálvandi fór tann spurningurin eisini at verða tikin við í tilrætta- leggingini av projekt- inum. Hans Mortensen visti síðani á, at pláss verður eisini fyri virkjum, sum framleiða reiðskap tól og útgerð til fiskivinnu og havbúnað. Og hann helt fram: — Á Sundi verður pláss fyri bátaídnað, og um áhugi er fyri tí, verður pláss fyri skipaidnad kanska við ser- ligum háspecialiseraðum fiskiforum. Pláss verður fyri mask- inidnad av ymiskum slagi, fyri bygningsídnað, grót- ídnað og ull- og klædna- ídnað. Og kann ein halda fram at reksa upp ell tey ídnaðarumráði, sum kunnu gerast aktuell. Men felags fyri øll virki å Sundi må vera, at tey mugu byggja á góð hug- skot og á haldgóðum grundarlagi — og virkini mugu vera nýskapandi og viðkomandi, segði Hans Mortensen. Sjálvur hevur hann annars 8-10 klár projekt at leggja fyri við. Hann upp- lýsti, at fleiri vóru innan fiskivinnu og havbúnað. soleiðis jan Hans Mortensen her saman við verandi og meguliga komandi idnadarmonnum Ídnaðardepilin á Sundi i fokus. Hóskveldið á Hotel Føroyum, tå modellið varð avdúkað ku,“ Nr. 47 — 17. apríl 1984 Guttormur Djurhuus, idnadarmadur! Idnadardepilin å Sundi tann reini ørskapur! — Eg haldi, at hetta projektið er tann reini er- skapur. Eg síggi heldur ikki nakað nýtt í tí burtur- sæð frá tí, at her er talan um miðsavnan við lít. Tað er tað einasta nýggja eg síggi í projektinum. Tað er Guttormur Djur- huus, ídnaðarmaður sum sigur hetta í samreðu við Ein sera ivasamur Guttormur Djurhuus. Við lið hansara ein hugsunarsamur John Smith Tíðindablaðið Sosialin. Hann vísir á, at flestu mál- ini í projektinum so sum selumiðsteð fyri allan út- flutning og eitt minni teknologisentur eru vidgjørd i tí ídnaðaráliti, sum varð kunngjert fyri skjótt nógvum árum síð- ani. — So her er ikki nógv nýtt. Annars haldi eg, at plaseringin av hesum pro- jektinum er heilt burtur- við. Tí tað er nú einaferð so, at Kaldbaksfjørdur er lagdur av til fiskaaling. Og antin eitt ídnaðar- umráð dálkar ella ikki, so fer tað at hava ringt árin á ta vinnu — alingini — sum fjørdurin er lagdur av til. Somuleiðis heldur Gutt- ormur Djurhuus, at tá tað verður tikið til í so stóran mun, so eiga at verða meguleikar fyri at víðka seinni, men her er ekspansiónsmeguleikarnir sera lítlir. Hvat viðvíkur tí at minka um arbeiðsloysi so sigur Guttormur, at ein slík útbygging tvertur- ímóti fer bert at ekja um strukturarbeiðsloysið. = Annars fer Føroya Idnadarfelag at viðgera hetta projektið á fundi í næstum. Guttormur Djurhuus: — Samanumtikið haldi eg, at hetta projektið er so burturvið, at ein hevur ilt við at finna orð fyri tí. jan