hósdagur 10. mai 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
tíðindablaðið
Argjavegur 26
3800 Tórshavn
telefon 11820
- Potitiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Hegni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Landið verður stýrt
av teknikratum,
vinum og kenn-
ingum
TÁ HENDAN samgongan varð
skipað, kom skjótt til sjóndar, at
samgongan ikki var arbeidsfør,
men at ráða-, atgerðar- og dugna-
loysi ráddi. Sum tíðin er liðin er
hetta komið meira og meira fram.
EFTIR ØLLUM at dema verður
landið stýrt av teknikratum og av
vinum og kenningum hjá teimum,
sum hava átikið sær tað politisku
ábyrgdina. Dømini um hetta eru
fleiri. Hesi dømir hava vit bæði í
umsitingarligum og vinnuligum
spurningum.
Á TINGI HAVA umboðini fyri javn-
aðarflokkin og tjóðveldisflokkin í
skattanevndini mælt til, at frítíðar-
løn og fritidargjøld, sum verða út-
goldin í 1984, verða hildin uttan
fyri afturhaldsskipanina. Um-
boðini fyri samgonguflokkarnar
kunnu ikki taka undir við hesum.
Grundgevingin sigst vera, at
skattaserfrødingarnar hava sagt,
at hetta ikki letur seg gera tek-
niskt. Sostatt eru tad teknikkarnir,
ið sleppa at taka stødu fyri teir,
sum hava átiíkið sær politisku
ábyrgdina.
OKKUM KUNNUGT letur alt seg
gera við tí framkumna teknikki vit
í dag hava á edv økinum. Tí má tað
eisini lata seg gera at halda frí-
tíðarign og frítíðargjeld uttan fyri
afturhaldsskipanina. Til demis
kunnu vit nevna at skattgjaldarar
altíð kunnu lata skattaskránni
nýggjar upplýsingar. Verður hetta
gjørt so verður skattaásetingin
beinan vegin broytt sambært
teimum nýggju upplýsingunum.
Sostatt má tað eisini bera til at
halda frítíðarign og frítíðargjeld
uttan fyri afturhaldsskipanina.
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
oddagrein
TAKA VIT NÚ onnur økir er
stødan tann sama. Vinir og kenn-
ingar hjá teimum, sum sita við
politisku ábyrgdini, fáa serstøk
rættindir um teir ynskja tað. Hetta
kemur til sjóndar í fiskivinnumál-
um og í vinnulíusmálum annars.
Vit kunnu nevna fløgupolitikkin.
Spurningurin um innfluttnings-
loyvir til skip. Spurningin um
veiðuloyvir eftir ávísum fiskasløg-
um og á ávísum fiskileiðum. Um
tað so eru tey almennu stervini, so
eru tað ikki kvalificatiónirnar, men
vinirnir og kenningarnir, sum taka
avgerðirnar.
EITT LAND skal stýrast annað-
hvert so ella so. Tá teir, sum hava
átikið sær tað politisku ábyrgdina,
ikki eru førir fyri at stýra, so
verður viðkomandi land stýrt á ein
ella annan tilvildarligan hátt. Í
nógvum londum úti í heimi eru tað
hernaðarligir ráðgevarar og ser-
freðingar sum óbeinleiðis stýra
fyri tað ódugnaliga stýri.
HEIMA HJÁ okkum hava vit eitt
ódugnaligt stýri. Eitt stýri sum ikki
er arbeidsført. Eitt styri sum sýnir
ráða-, atgerðar- og dugnaloysi.
Hetta er orsøkin til at okkara land
eisini verður stýrt á ein ella annan
tilvildarligan hátt.
HER HJÁ OKKUM eru tað eftir
øllum at døma teknikratarnir og
vinir og kenningar hjå teimum,
sum annars hava átikið sær tað
politisku ábyrgdina, ið stýra land-
inum. Her má vend koma í sum
skjótast. Slíka vend kunnu tit fáa í
viðurskiftini við at taka undir við
javnaðarfiokkinum á valinum sum
stendur fyri framman.
Postsmoga 76,
Nú tiga vit ikki longur
Nú hava eg og systir mín,
ið bæði arbeiða í Havn og
hava vanliga innteku, búð
saman á einum kamari
uppá 12,4 m* í 2 år. Vit
hava sekt og sekt (saman
og hver sær) eftir eðrum
og betri bústaði, men so
eiðasert at vit hava fingið
nakað. Tá vit hava skrivað
til bill mrk. hava vit aldri
hoyrt aftur, og tá vit hava
ringt til útleigarar, tá
hava vit antin verið ov
sein, ella hevur húsaleigan
verið so heg, at vit als
ongan meguleika hava
havt fyri at gjalda hana
Við tí stóra skattatrýstið,
ið verður lagt á havna-
borgarar, er avmarkað,
hvussu nógv ein kann lata
til húsaleigu.
Men nú kann sum sagt
vera well. Nú vilja vit ikki
tiga longur. Vit fara at
taka blaðið frá munninum,
Starvssetanir og
politikkur
Nú fekk Sjálvstýrisflokk-
urin tyrlo-ovastan. Einki
ringt orð um tað. Hann
hevur jú kvalifikatión-
irnar — limaskap í »fina-
flokki« og eisini hevur
hann roynt seg við heli-
koptaraflúgving fyri nekr-
um árum síðan við sokall-
aðari royndarflúgving. Og
tað tykist vera megin-
regla, at teir, sum hava
roynt seg, — ja, eisini bert
nakrar krákumánaðir —
hava fyrimunir. Sjálvandi
verður fyrrverandi for-
maðurin í Sjónvarpsfel-
agnum í Havn havdur í
huga.
Aðrir umsekjarar, sum
kanska hava verið uppá
tal, hava bert havt við
Snípuna at gera í tveir
krákumánaðir. Men
sambært 14. september
var ein teirra biðin um at
sekja... Men hann fekk
tað ikki, hóast SL helst
hevur hildið, at hesin
hevur verið kvalifiseraður.
(Hann hoyrir kanska ikki
til tað »fina« selskapi?)
Men hvat fekk Fólka-
flokkin í landsstýrinum at
broyta steðu. Hvenn
rossahandil eru lands-
stýrismenn og teir, sum
toga í aftan fyri politisku
leiktjøldini, nú komin á-
samt um?
Álítandi nes-keldur vilja
vera við, at Fólkaflokk-
urin var hart ímóti at seta
kandidatin hjá »fina-
flokki“. Upprunaliga í
hvussu er! Men tá tað
kom til atkveðugreiðslu,
atkveddi Fólkaflokkurin
fyri!
Nú er ógvuliga náttúr-
Nr. 55 — 10. maí 1984
ligt at spyrja, hver al-
mennur stjórasessur,
deildarleiðarastarv ella
annað starv á almennu
rókini er leyst. Soleiðis at
Fólkaflokkurin, ið annars
er ímóti ellum almennum
— tað er jú vit øll, tú og eg
— kann fáa ein av fylgis-
neytum sínum eitt feitt
starv.
Fyrraárið gekk kabalin
hjá samgongumonnunum
í marionett-leikhúsinum
upp. Studentaskúlastjórin
kundi eftir tógvið stríð
seta rektarasessin, deild-
arleiðarin í Trongisvágs-
skúlanum varð funnin við
rettum kuleri og sjón-
varpsflokkurin fekk ein
stjóra til tað ótakksama
arbeiðið at leiða tann
nýggja fjelmiðlin frá
sunnudegnum av.
Er »fini-flokkur« farin at
leggja upp eina nýggja
kabal saman við falangist-
unum? Vælgagnist.
Eygleiðari
EEN
(og vit vóna, at onnur fara
at gera tað sama).
Hjá okkum er steðan
vorðin so hættislig, at um
broyting, viðv.. bústaðar-
viðurskiftunum ikki
kemur í bræði, tá verður
annað av okkum avgjørt
noytt til, antin at fara av
landinum ella at fara aftur
til heimbygdina.
'Í heimbygdini er tó
eingin meguleiki fyri at
fáa lønandi vinnu, og tå
verður ein so noyddur til
at liggja tí almenna til enn
sterri vinnu, og tá ein skal
hava forsorgarhjálp og
seinni, á ungum aldri,
hava sosiala pensión. Evt.
innleggingar á psyk. deild
eru ikki órealistiskar at
hugsa um í hesum sam-
bandi.
Landsstýrið og Tórs-
havnar kommuna eiga í
felag og í skundi at fáa
loyst spurningin viðvíkj-
andi íbúðartervinum í
Havn soleiðis, at allir
havnaborgarar kunnu fáa
meguleika fyri at fáa eina
góða og bíliga íbúð.
Fólk, ið koma av bygd
og til Havnar at arbeiða,
eiga sjálvsagt at verða
roknað sum havnaborg-
arar. Hugsi um alla al-
menna umsiting, ið verður
løgd til Havnar og oll tey
almennu størv, ið eru í
Havn av somu orsek.
Nattúrligt mugu bygda-
fólk flyta til Havnar, um
tey ynskja at luttaka í al-
mennu umsitingini.
Systir mín og eg (og tús-
und aðrir havnaborgarar)
ganga og vóna av hjarta,
at tað fara at koma broyt-
ingar í íbúðarviðurskiftini
í Havn í skundi. Vit kenna
hópin av ungum fólki, ið
eru vorðin troytt av at
leita, og eru ístaðin farin í
holt við at byggja. Til
hetta ódnartak hava tey
verið noydd til at seta seg
í ovurhonds stóra skuld til
bankarnar.
Úrslitið hevur verið
ógvuliga líkt hjá teimum
flestu. Afturút í skatti —
afturúr viðvíkjandi lán-
unum. Endin hjá nógvum
er antin at selja — ella
missa húsini og sam-
stundis standa eftir við
stórari skuld og enn verri
nervum enn vit onnur nú
hava fingið orsakað av
íbúðarviðurskiftunum.
Húsabygging hava vit
ikki ráð til at fara undir
enn, men vit vilja ikki
halda áfram við at búgva
soleiðis. Privatliv er
vorðin ein býur í Ruslandi.
Dagligdagur okkara er
merktur av innanhýsis
tverleikum og tvídráttum.
Vit hava annars frá
barnsbeini klára sera væl
upp, og ikki væntaðu vit,
at tað, at vit skuldu bú-
leikast í einum lítlum búri
í Havn, skuldi verða bein-
leiðis orsøkin til illstødu
okkara millum.
Tí spyrja vit nú landsins
kosnu menn (menn ið eru
kosnir til at skipa samfel-
ag okkara á ein slíkan
hátt, at okkum ellum er
eitt semuligt og verdugt
lív lagað) at hetta eru kor-
ini, ið teir vilja bjóða teim-
um ættarliðum, ið nú
veksa upp og í nærmastu
framtíð skal taka yvir.
Um tit vilja, at tað kom-
andi ættarliðið skal hava
virðing fyri samfelagnum
og áhuga fyri at skipa tað
til felags gagn, má
Tit ringja
— vit skriva
teimum verða bjóða mun-
andi betri livikor.
Vit mugu tíverri, sum
steðan nú er, ásanna, at
okkara virðing fyri samfel-
agnum minkar dag um
dag. Hvat er í vænti?
Ætla landsins kosnu
menn at loysa hesar
trupulleikar, ella vita tit
bert, hvussu langt tit
kunnu treingja okkum út í
togini?
Eitt vilja vit bert siga
tykkum: okkara tol er
uppi — tí, um hetta verður
lagið framyvir, verða vit
so avgjert sálarliga av-
skeplaði, og tað vilja vit
undir ongum umsteðum
góðtaka. Ti samstundis
sum vit hava skyldur yvir-
fyri samfelagnum, hava
vit eisini skyldur yvirfyri
okkum sjálvum.
Tað sum er mest
óhugnaligt fyri meg og
systir mína og ein hóp av
eðrum, sum vit kenna, er,
at vit ell gerast meira og
meira desperat og at tað
stendur alt meira greitt
fyri okkum, at um nakað
skal gerast við hetta óskil,
so mugu vit gera tað
sjálvi. Tða er tó royndur
lutur, at fólk, ið fremja
eitthvert í desperatión,
ofta fremja gerðir, ið hava
minni góðar avleiðingar
við sær.
Men hetta er meguligvís
einasta gongda leið???
Tvey búrhesn
Ringið telefon
7 Ed IN = 11820