Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sandoyingar í ødini! tíðindablaðið Kelduskattaskipanin virkar ikki nóg væl Sands kommuna fær ikki pening hon eigur — Hetta kunnu vit ikki góðtaka, sigur Jákup Birgir Mohr, bygdaráðsformaður a Sandi. Sosialurin hevur tosað við hann Hann sigur: — Nú hevur landsstýrið reypað so dúgliga av, at kelduskatturin vikar so ómetaliga væl. Tað er meguligt, at hann ger tað í hevuðsstaðnum. Men úti i eðrum kommunum ger hann tað ikki. Kommunurnar plaga at fáa sínar skattapengar nøkunlunda til tíðina frå Gjaldstovuni. Tað er hild- ið uppat nú. Vit hava onga krónu fingið síðani í mars mánað. Tá fingu vit teir pengarnar, sum vit skuldu hava í desember. Pengar í juni Bákup Birgir Mohr vísir á, at Gjaldstovan nú hevur latið teir vita, at tey, sum hava ábyrgdina av hesum, eru sjúk, og tey, sum eru í arbeiði, royna sítt besta. Men at vit kunnu ikki vænta pengar fyrr enn í juni mánaða. Tað haldi eg er 6- metaliga vánaligt. Tí kommunurnar kunnu ikki liva við ongar pengar at fáa Torbjern Poulsen, figgjarmálaráðharri kann saktans reypa av, at hann hevur nógvar pengar, tá hann liggur inni við pengunum, sum hini skulu brúka at gjalda fyri. Svara hverjum sítt Og Jákup Birgir Mohr sigur víðari: — Eg veit ikki, um hatta er figgjar- politikkurin hjá gamla sjálvstýrinum: at krevja pengar inn hjá eðrum og ikki senda teir víðari! Men vit onnur hava roynt at livað eftir einum figgjar- politikki, har ein svarar hverjum sítt og roynir so vitt gjørligt at gjalda til tíðina. Tað er so kanska ikki ætlanin hjá teimum, sum ráða fyri figgjarpolitikk- inum í letuni. Einasti meguleiki kommunurnar síðani hava er at fara til bankan og biðja um meguleika at yvirtrykkja. Tað kostar so eini 16—17%. Og hver skal so gjalda tað? Landsstýrið rindar tað helst ikki. — Bver hevur ábyrgdina av hesum óskilinum? — Tað er fyrst og fremst Torbjørn Poulsen, figgjarmålarådharri. — Hvussu stendur so til peningaliga hjå Sands Kommunu? — Vit hava lagt eitt budget. Tað hevur sam- svarað væl við gongdina. Vit hava ongantíð verið afturút við at gjalda rokn- ingar. So vítt eg dugi at siggja nú, so skyldar Gjaldstovan Sands kommunu 1,5 mill. kr. Hesin peningur skal brúk ast til at gjalda tær festu útreiðslurnar, rentur og avdráttir og annars tey arbeiði, sum eru í gongd. Tá vit settu arbeiðini í gongd, so roknaðu vit við, at tað sum Gjaldstovan hevur at avgreiða, verður avgreitt til tíðina. Tí Gjaldstovan er hjartað í foroyskum fíggjarpolit- ikki. Virkar hon ikki, so virkar einki. — Og hon virkar ikki? — Nei, tað ger hon ikki. Og tey stakkals folkini, sum arbeiða har, standa heilt hjålparsleys, ti kelduskattaskipanin er ikki nog væl tilrættaløgd. Programmini, sum peng- arnir skulu koyrast ut aftur uppå, eru ikki gjørd, og uppgerå yvir inngoldna skattin, hvussu nógv hver eigur 0.s.fr. er als ikki klárt. Jan Skeið fyri ferðaleiðarar hotelfólk 0.0. Í degunum 15.-17 mai 1984 hevur skeið fyri ferðaleiðarar, hotelfólk, busseigarar og -ferarar verið hildið á Feroya Handilsskúla Luttakararnir, einir 50 í tali, eru fólk, sum starvast innan ferðafólkaídnaðin í Feroyum, eitt nú á Hotel Feroyum, Hotel Hafnia, Ferðamanna- stovuni, Smyril Line, DFDS, Flogfelag Feroya, Toru Tourist Traffic, Frímerkjadeild Postverks Feroya, busseigarar, bussferarar hjá Bussleiðini í Havn, hjá Toru Tourist og eðrum, ferðaleiðarar og onnur. A skeiðnum, sum hevur verið skipað við fyri- lestrum, tjaki og bólkaarbeiði, hevur dentur verið lagdur á bæði almenn viðurskifti í sambandi við ferðafólkaviðskifti, eitt nú útsjónd og framferð, og tey serligu viðurskifti, sum ferðaleiðarar, hotelfólk og bussferarar arbeiða við. (sí hjálegdu skrá). Sámal Blåhamar, stjóri á Tora Tourist, hevur tikið stig til skeiðið, sum Feroya landsstýri hevur játtað at stuðla. Føroya Handilsskúli hevur latið helir, og Tórshavnar býráð hevur stuðla soleiðis, at bussferararnir hjá Bussleiðini hava kunnað tikið lut. Skeiðleiðari hevur verið Jergin Gunnarsson, og skeiðleiðarar hava verið Ingigerð á Treðni, Hanna Jekladal, Susan Skaaning, Mogens Rasmussen og onnur. Framhald av síðu 3 slíkum skemdargerðum. Eg kenni ikki Ola Jakup Rólantson nógv, men havi mett honum á nekrum tíð- indafundum. Hann fyri- kemur mær at vera sera vinarligur og fryntligur Nú liggur tað kanska mær fyri at vera í so góðtrúgv- in, tá talan er um at meta um onnur menniskju. Ti eg trúgvi vissuliga uppá tað góða í okkum. At tað finst. Tað ræður bert um at vekja tað og finna tað. Tí spyrji eg meg sjálv- an, hvussu tað ber til, at ein persónur sum Ola Jákup Rólantson kann fáa seg til at leita til Kirkju- bear og penta saman nakr- ar óreingjandi og útspill- andi myndir. Man lyndi hansara vera so! Eg loyvi mær at ivast í tí Tað má vera okkurt, sum er komið inn á hann uttanifrå. Onkur, sum hevur ávirkað hann. Okk- urt, sum hevur sett seg i undirbevistheitina, at tad kemur fram av og å, sum einfannar Dr. Jeckyll og Mr. Hyde. Tå eg nu hugsi eitt sindur vidari, uppdagi eg, at Ola Jákup Rólantson hevur arbeitt sera nógv saman við Óla Breck- mann, ið nú umboðar alt Feroya land á danatingi. Oli Breckmann, sum ber orð fyri ikki at spara nakr- an, sum ikki samsvarar við hansara egnu hugsan, hevur sum so >lært< tann unga Óla J. Rólantson kynstur síni. Haraftrat er O. J. R. helst vorðin so mikið ávirkaður av Óla Breckmann, at hann hugsar og ger, sum Óli Breckmann vildi gjert. Óli Breckmann letur so Ola J. Rolantson gera skitna ar- beiðið — sum at fara til Kirkjubøar. Saman hava teir bådir rokkið fleiri mál, eitt nú hevur skriving teirra í Dagblaðnum, sambært Hákun Djurhuus, fyrr- verandi formann í Fólka- flokkinum, gjert, at fólka- flokkurin er vorðin so stórur, sum hann er. Skrivingin hevur síðani fingið Óla í fólkatingið. Ég fari at seta spurningin: „Skal slíka myndafråsøgn sum henda og tær sum fara at koma aftrat, vera grundarlagið undir ti sig- ursferð, sum Óli Breck- mann nú er á, og har meguliga legmanssessur- in í Tinganesi er veruliga aðalmálið. Er tað slík skriving, sum Hákun Djurhuus m.a. sipaði til, sum hevur vunnið fólkaflokkinum teir stóru sigrar. Um so er, ja, tá fari eg at biðja lesaran meta um sjálvur, hvat tað eru fyri fólk, sum stuðla fyri tað fyrsta Dagblaðið, harnæst Óla Breckmann og fyri tað triðja Folkaflokkin! Henda grein er ikki ætlað sum eitt politiskt álop. Hon er ein lýsing av teimum ómenniskjansligu eginleikunum, sum koma til sjóndar í teksti og í myndum í Dagblaðnum. Hver vil og hver kann visa aftur, at tað er okkurt heilt galið, tá ein blað- stjórnarfulltrúi fer til Kirkjubear fyri at av- mynda óhumsku og so sjálvur tveita sína egnu óbumsku í bygdini! Hugs- ið tykkum, um teir mongu turistarnir, sum hvert ár koma til Kirkjubear, bóru seg soleiðis at. Og tað mugu tit heldur ikki gloyma, at Kirkju- beur er rekapláss. Har endar alt tað burturkast sum verður tveitt á sjógv aðrastaðni. So ein stóran part av tíðini eru fólk í Kirkjube noydd til at rudda alt hetta burtur- kastið m.a. fyri at tað kann síggja vakurt út hjá teimum mongu ferðafólk- unum, sum koma til landið. Ja, dagin eftir grindina í Havn, rak ein hálvur grindahvalur upp á land í Kirkjubø. Tað mugu fólk har á staðnum beina fyri. Til tín Óla Jákup Rólandson vil eg bert siga! Tað er gott, at vit hava pressufrælsi í Fer- oyum. Men misbrúka vit tað, er tað einki vert. Tann, sum skrivar bleð hevur óbeinleiðis stórt Nr. 59 — 19. maí 1984 vald. Oli Breckmann hev- ur vist, at ein beinleiðis kann fáa stórt vald við tí Men tað fylgir ábyrgd við at skriva eitt blað. Ein ábyrgd, sum byggir á virðing fyri eðrum. Eg loyvi mær at ivast i, um Óla Jákup Rolantson kennir hesa ábyrgd. nú aftaná hesa frásegnina úr Kirkubø. Hon avdúkar hann. Hon avdúkar eisini Ola Breckmann, tí hetta eru metodurnar hann brúkar til at vinna sær vald. Nevniliga at sáa split millum manna. Heldur áttu vit at havt virðing fyri hverjum eðrum so- leiðis, at eitt av grundar- løgunum undir menning á hesi jørd — álit — var við til at gera land okkara til eitt enn betri land at búgva í. Vón min er, at øll tey ungu, sum so dyggiliga tykjast hava valt Óla Breckmann, leggja sær „Myndirnar í Kirkjubø« í „geyma og spyrja seg sjálvi: >Er hetta leiðin at verja fólkaræðið, er hetta tann Óli og tað Dagblað, sum vit hevdu hugsað okkum at verja?< Helst er tað onkur, sum heldur, at ein slík mynda- frásegn er eindemi. Hatta var tilvildin, sum gjerdi tað. Her vil eg bert vísa til greinir og myndir av líkn- andi slag í Dagblaðnum. Einaferð vóru tað fólk í Tjernuvík, sum stóðu fyri skotum. Hesaferð vóru tað fólk i Kirkjubø. Hvørji verða tey næstu? Og hver vil avsanna, at her ikki er ein linja, sum miåvist verður arbeitt eftir. Og alt er fostrað av Ola Breck- mann og alt til at fremja hansara einoygdu og rús- kendu valdsgyrnd. Ti antin er tå samdur við Ola B. ella ikki, so vikast ikki tann sannroynd, at skriving hansara hevur sådad split, mistreysti og skapt vanvirding millum manna. Soleiðis byggja vit ikki land. Jan Miller, blaðmaður