Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 7 Nr. 82 — 17. juli 1984 4 tíðindablaðið Olympisku leikirnir 1984: .— sjónvarp Sjónvarpið sendir triggjar tímar dagliga Henda sending fevnir um týdningarmestu kappingarnar, sum í Danmark verða sendar hvønn dag frå kl. níggju á morgni til á middegi. Olympisku leikirnir kosta danska sjónvarpinum 13. mill. krónur Olvmpisku leikirnir í Los Angeles byrja ólavseku- dag 29. juli til 12 Fyri ítróttaráhugaði verður eisini meguleiki at síggja kappingarnar í Sjónvarp Førova Jógvan Asbjørn Skaale. sjónvarpsstjóri. sigur við august Sosialin. at teir hava um- biðið sær eina sending hvønn dag. sum varar triggjar tímar. Danska sjónvarpið og útvarpið kalla alt døgrid úr Los Angeles til Danmarkar. Ein partur av tíðini verður sent beinleið senda at sam- IS. L.Y.S at hvegjararnir fáa ókutaðar har biditid o.a ið við Umframt hetta ein úrdráttur av leikunum sendur frá kl fyrrapart til á sendingar verður tik verður niggju middegi har mest umráðandi kapp ingarnar verða redigerað ar og sendar við frásogu fólki. Hetta er sendingin sum vit faa at síggja í Forovum Tilsamans sendir danska tímar frá Olympisku leiku- umframt 40 timar sjónvarpið 170 num. endursendingar. T.v.s. at tímatalið kemur upp um 200 timar. Hetta er met hjá donum. sum ongantíð hava fingið so stóra sendi- tið áður Fyri hvggjarunum hoyribrekað ella tann partin av sum eru deyv. verður teksttól nytt. so tekst verður sett til sendingarnar. serligt sam stundis sum sent verður Tilsamans 125 tímar av sendingunum verða tekst- aðar Egna studio Fyri at spara pening. hev ur Danmarks Radio gjert av at byggja egna studio í Los Angeles. Hetta fær til húsa í einum gomlum film studio. Danir hava sent umleið tvey tons av út gerð til USA og á hátt verður spart umleið henda hálv millión Olvmpisku leikirnir kosta danska siónvarpi num 13 milliónir krónur at senda í ár Týsdagin 17. juli kl. 21,45: Fyrsta sýningin Martyn er ung sjónleikar- kvinna. sum júst er komin til London. Hon fær star sum ílatari hjá høvuds- leikaranum í einum nýggj- um sjónleiki. Sjónleikar- húsið ber kortini dám av ti, sum er farið fram har einaferð í fortíðini Ngaio Marsh krimi rit- hevundi, hevur skrivað skaldsøguna, sum er grundarlag undir enska sjónvarpsfilminum, sum verður sendur í kveld. Eins og í flestu krimi- skaldsøgum hennara, hev- ur Alleyn, kriminal- kommiserur høvudsleik- lutin. Hann skal fåa greidi å, hvør hevur myrt ein persón í Westend-sjonleik- arhúsinum, undir frum- sýningini. Málið gerst torforari at greiða. ti tann unga gent- an sum virkar sum ílatari fyri høvudsleikaran, er sjónleikari. Nógv torfør mál skulu greiðast. áðrenn funnið verður fram til tann seka. Hetta er krimileikur eft- ir vanligum enskum fyri- skriftum. Høvudsdenturin er lagdur á sálarliga spæl- ið í royndini at greiða mál- ið út. George Baker hevur hevuðsleiklutin sum Roderick Al- leyn Týsdagin 17. juli 19,30 20,00 20,45 21,45 23,15 Sjónvarp fyri teg SV-aktuelt Carole King Fyrsta syningin — en. SV-leikur Lidugt Altjóða peningasvíkjarar Tað verður mangan sagt, at nýggj tíðindi eru best, um tey snúgva seg um neyð og vanlukkur. Tí eru blød og sjónvarp ofta full av slíkum tíðind- um, sum veruliga geva eina skeiva mynd af ger- andisdegnum. Almenningurin hevur kortini ikki meguleika at velja tey tíðindi sum einstaklingur- in heldur hevur stórst virði, tí journalistar — sum eisini bert eru vanlig menniskju, hava valt tað út, sum vit skulu fáa upplýsing um. I sendingini »Soleidis sæd«, vóru journalistar i danska sjónvarpinum og á bleðum annars spurd, hvat tey hildu vera týdningarmestu tíðindi. Svar- ið var nakað soleiðis: nakða óvæntað sum hendir, nakað sum viðkomandi er fyrstur á getuna við, avgerandi hendingar og undirhaldandi hendingar Ein helt, at tíðindi vóru í innihaldi um veruleikan í gerandisdegnum sum ein rávera, ið skuldi við- gerast. Ahugavert var at hoyra ein journalist siga, at tíðindi vóru slík, sum tú eitt nú í útvarpi bert hoyrdi eina ferð. Hoyrdi tú somu tíðindi t.d. ein tíma seinni, so vóru tey gomul. Við hesum var vansin, at tann sum lurtaði eftir donsku tíðindun um í útvarpinum klokkan níggju, ongantíð fekk tey tíðindini, sum vóru send ein tíma framman undan. Hetta kann av sonnum ikki sigast um Útvarp Feroya, sum í meðal sendir somu tíðindi fýra, fimm ferðir. Meir enn so kemur fyri, at tíðindini verða endurtikin frá kveldinum fyri og send aftur næsta dag. Viðvíkjandi tíðindasendingum í sjónvarpi, sóu vit hvussu hesi vóru gjerd. Eitt nú, er tað lættari at hava samreðu við ein persón, sum hevur góðar talugávur, enn við ein, sum kanska hevur sterri innlit í tí hann greiðir frá, men sum ikki dugir so væl at tosa. Her verður sjálvsagt tann við góðum taligávum tikin fram um hinn munnlavna, og her- við er nakað av áhuga tikið frá okkum, sum lurta og síggja. Onnur áhugaverd sending í vikuskiftinum hevði heitið >Soleiðis missir tú pundini«, og hóast ætlanin var at danir skuldu missa pundini á kondimiðsteðum í Viborg og Slagelse, har bygg- ing er farin fram, so kom sendingin at snúgva seg um, hvussu danskar fyritøkur mistu í millióna krónum í enskum pundum. Danska sjónvarpið royndi at fáa innlit í, hvat var farið fram, tá tveir bretskir byggiharrar skuldu stovna kondi-miðsteðir í Danmark. Við stuðli í danska og bretska kredittstovninum, hildu allir partar, at alt var í lagi. Tá byggingin var liðug, vísti tað seg, at bretarnir bert hevdu havt eitt í huga — nevnliga at tilrættisleggja pen- ingasvik. Avlopið endaði í peningastovnum í Sweitz. I Viborg stendur kondi-miðsteðin gapandi tóm, meðan tann í Slagelse varð seld fyri 3,5 mill. krónur. Heilar 80 mill. krónur vóru avsettar til projekt- ið, men danir fingu bert tilsamans 22 mill. krónur Við hesum er prógvað, at bretarnir hava fingið umleið 50 — 60 mill. krónur í egna lumma. Teir ið eru við undirlutan eru danskir handverk- arar, entreprennerar og aðrar smábyggifyritekur, sum tilsamans hava mist í milliónatal av peningi. Dagny Joensen