hósdagur 16. august 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 16. august 1984 tíðindablaðið Síða 3
NEYNU DDV.
FISKAALING
finghússeyur 7 . Postb
1800 "órsnarn . Føroyar
f 33 elex 81353 a r
J. mr. JG/TA
lérshavn, 10. februar 1984
Servágs byggarráð,
18!2 Ser.águr.
AT
pos
AA
ve er nnað at mæla .andsstírinum t 3 vi ser?
A Sø «ågs Fisksaling v'4era iacobser 3 eArur á
fiskes' ing á Servégsfirði í ekinum 10 Bre:84, =.,m „íst á mjá
| legðu tek ing nr. 6566 frá landsverkfraðing:n,m
|
Í msek 'arar:ir ætla, at stød eftir hond |
|
mséknin send bygdarráðnum t mæ |
Ceelee es 2 Har
Bræv frå Nevndini vidvikjandi Fiskaaling til Sørvågs
Bygdarråd, sent i februar 1984
varð síðani send Biggjar
kommunu, sum jåttar øk-
ið uttanfyri Breidå til
Servágs Fiskaaling.
Bert pláss fyri
eini alistoð
Og Djóni heldur fram:
— Vit meta stóra væl-
vild frá Nevndini viðv.
Fiskaaling (NVF), sum
biður okkum svara yms-
um spurningum. Og tað
gera vit. NVF viðger um-
sókn okkara og tekur ein-
mælt undir við, at vit
skulu fáa loyvi at leggja
alistødina vid Breiðá og
undirstrikar samstundis,
at tað bert er pláss fyri
einari stoð har, sum kann
útbyggjast til 20—25
hyljar. Hetta samsvarar
eisini við vanligu reglur-
nar, sum NVF heldur seg
til um: at tað skulu vera í
minsta lagi 300 metrar
millum tvær alisteðir.
Tvær reisir sendir NVF
sítt tilmæli til landsstýrið,
men báðar ferðir fær hon
tey aftur. Her hevur m.a.
Ivan Johannesen, figgjar-
nevndarformaður, gjert
sína ávirkan galdandi. fyri
at forða okkum í at fáa
umredda loyvið.
Samstundis viðger
NVF so eisini eina um-
sókn frá Erland Heinesen
o.ø. um at fáa loyvi at
leggja tveir alihyljar heilt
inni á fjørdinum.
NVF fund við
bygdarráðið
NVF kann tó ikki við-
mæla at geva loyvi her, tí
ætlanin er. at ein kloakk
skal renna út nærhendis.
Nú tykist so naggatódn at
koma í málið. Nevndin
viðv. Fiskaaling sær nú.
at tað ber ikki til bert at
geva Servágs Fiskaaling
v/ Hera Jacobsen loyvi.
orsakað av trýsti frá åvis-
um framstandandi polit-
ikarum. Men fyri at hetta
mál ikki skal detta niður-
fyri, vendi NVF sær til
bygdarráðið og bað tað
vísa á eitt eki til Erland
Heinesen o.a. Hon hevur
nú fund við bygdarráðið í
Servági. Ein av bygdar-
ráðslimunum er sam-
stundis millum umsekj-
ararnar hjá >Erland Hein-
esen<. Semja verður tá um
at lata ekið við Breidå til
Servágs Fiskaaling
v/ Hera Jacobsen o.ø. og
ekið við Klivarnar á sunn-
aru síðu á fjørdinum til
v/ Hera Jacobsen o.a.
NVF sendir síðani skriv
til Sørvågs Bygdarráð.
har ætlaðu loyvini verða
løgd við til ummælis. I
brævinum viðvíkjandi øk-
inum við Breiðá stendur
m.a.
»Nevndin er sinnað at
mæla landsstýrinum til at
loyvi verður givið Servágs
Fiskaaling v/ Hera Jac-
obsen o.0. at byrja fiska-
aling á Sørvågsfirdi á øk-
inum við Breiðá.
Umsekjararnir ætla. at
stoðin eftirhondini skal
vaksa til 20 flotbúr ella
fleiri og tá verður tørvur á
eisini at nýta ekið innan-
fyri Breiðá.<
Djóni Nolsøe sigur við-
ari, at júst sum alt tóktist
at koma í rætt lag. hendi
okkurt margháttligt.
Servágs bygdarráð
sendir nú NVF bræv, har
tað sigur frá. at tað hevur
samtykt at viðmæla tvey
nýggj aliloyvi á Sørvågs-
firði. Bæði eru við Breiðá.
Annað innanfyri Breidå til
Erland Heinesen o.a. og
okið uttanfyri Breidå til
Sørvågs Fiskaaling
v/ Hera Jacobsen o.a.
Økid við Klivarnar,
sigur bygdarráðið nu, skal
ikki brúkast til fiskaaling
Økid við Breiðá miðskeiðis millum Sørvåg og Bø, sum Nevndin viðvíkjandi Fiskaaling segði bert kundi nýtast til
eina alisteð, men sum nú landsstýrið valdi at lata teimum m. a. sínum egnu partamonnum
T ð næsta. sum síðani
hendir í málinum. er. at
landsstýrið við løgmans-
ins undirskrift skrivar út
lovvi til tær báðar ali-
stødirnar = við Breiðá.
t.v.s. júst sum bygdar-
ráðið hevur skotið upp.
Noyddir at sleppa
ætlanini
Hetta var so endabrest-
urin. sigur Djóni og held-
ur fram: — Við hesi kú-
vending í málinum kunnu
vit als ikki byrja fiska-
aling á Servágsfirði. Alt
arbeiði okkara hevur so-
statt verið til fánýtis. Í-
staðin fyri sleppa aðrir. ið
hava røttu forbindilsini í
bygdarráðnum og rætta
politiska litin í lands-
stýrinum at leggjast á tað
okið. sum serstakliga tann
uttanveltaða Nevndin við-
geva okkum.
Eg eri vónsvikin av
hesari viðferð, sum vit
hava fingið, tí her er bæði
sakkunnleikin. t.V.s.
NVF og umsøkjararnir. ið
høvdu gjørt allar forkann-
ingar og luku treytirnar at
byrja aling og einsamallir
høvdu sekt um ekið. settir
til viks.
Eg haldi so eisini, at tað
er óhoyrt. at aðrir soleiðis
sleppa at brúka okkara
kanningar til at finna sær
tað best egnaða ekið til
fiskaaling. Men alt tykist
bera til í einum valári.
endar Djóni Nolsee.
Boygdi seg fyri
bygdarráðnum
Sosialurin hevur eisini
spurt formannin í Nevnd-
ini viðv. Fiskaaling.
Mikkjal Helmsdal.
hvussu hetta málið varð
avgreitt frá teirra síðu.
Hann sigur. at Nevndin
tók vnskini hjá bygdar-
ráðnum til eftirtektar og
mælti landsstýrinum til at
geva tvey loyvi við Breið-
á.
Uppá fyrispurning um
pláss er fyri tveimum ali-
stoðum har. sigur hann.
at tað veldst um. hvussu
stórar steðirnar skulu
vera. — Tær nýtast ikki
at vera so stórar. so har
man fara at vera pláss fyri
báðum.
Og hverja viðmerking
hevur Djóni Nolsee til hesi
úttalilsi!
Hann sigur: — Vit hava
alla tíðina havt gott sam-
starv við Nevndina viðv.
Fiskaaling. so eg skilji
ikki hatta svarið. Nevndin
hevur jú beint tverturi-
móti ti, sum Mikkjal
Helmsdal her sigur. mælt
til. at bert eitt loyvi verð-
ur givið við Breiðá. Hon
hevur hildið seg til reglur.
sum teir eru vanir at búka
í Noregi. har tað ikki
skulu vera minni enn
umleið 300 metrar millum
tvær stoðir. hetta íkki
minst orsakað av smittu-
vanda. Men við tveimum
loyvum á hesum eki,
verður teinurin millum
stødirnar sera lítil. T.v.s.
at NVF her hevur boygt
seg fyri trýsti frá einum
bygdarráði og landsstýr-
inum. Tað harmar meg. tí
mær vitandi hevur hon
ikki gjørt slík undantøk
áður. og so kunnu vit
spyrja, hvussu neutral og
saklig ein slík nevnd er
Eg veit annars frá limum í
Nevndini, at Nevndin alla
tiðina hevur verið ímóti at
lata meira enn eitt loyvi til
økid við Breidå og at tað
loyvi skuldi fella til Ser-
vágs Fiskaaling. endar
Djóni Nolsee.
jan
víkjandi Fiskaaling ein-
mælt hevði viðmælt at
Verkafeløg!
Eingin skråseting
av arbeidsfolki
soleingi eingin
teknologiavtala er
Seks verkafeløg hava
sent løgtinginum
skriv, har tey ummæla
lógaruppskotið um
privatar skráir.
Felegini siga, at tað
generelt og principielt
er steða teirra, at eing-
in skráseting av ar-
beiðsviðurskiftum eig-
ur at vera loyvd ar-
beiðsgevarum og virkj-
um, so leingi eingin
teknologiavtak finst
millum partarnar á ar-
beiðsmarknaðinum.
Um sjálvt lógarupp-
skotið siga felegini, at
tað sum heild er ov lin-
liga orðað. Tað gevur
ikki nóg góða vernd
móti misnýtslu fyri
tann einstaka arbeiðar-
an.
„Tað tryggasta meta
vit ti vera, at eitt
strangari uppskot
verdur tilevnad«. Og
vidari siga tey: »Um so
er at legtingið vil
fremja lógaruppskotið,
vilja vit, at tað verður
broytt samsvarandi
fylgjandi vidmerking-
um« sum síðani verður
víst til í skrivinum.
M.a. verður sagt í
hesum viðmerkingum,
at tað er ikki loyvt at
skráseta arbeiðsavrik,
sjúkradagar ella onnur
starvsfólkaviðurskifti,
uttan so at avtala er
gjørd millum fakfeløg
og > vinnufeløg um
hetta. Tað skal heldur
ikki verða neyðugt at
skráseta upplýsingar
um átrúnað, ættarslag
og politisk viðurskifti.
Feløgini, sum hava
sent skrivið til løg-
tingið eru:
Feroya Arbeiðarafel-
ag, Havnar Arbeiðs-
mannafelag, Klaksvík-
ar Arbeiðsmannafelag.
Klaksvíkar = Arbeiðs-
kvinnufelag, Havnar
Arbeidskvinnufelag og
Føroya Handverkara-
felag.
Telvingarfelag
Aðalfundur verður friggjakvøldid
24. august 1984 kl. 20.00.