hósdagur 16. august 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosíalurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
tidindabladid
Argjavegur 26
Postsmoga 76.
3800 Torshavn
telefon 11820
Blaðfólk: agni Djarhuus. Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
ÚR ØSKUNI
Í ELDIN
TAÐ HENDIR av og á, at fólk úr
teimum kommunistisku londunum
leita sær vestur um og sekja sær
politiskt friðskjól vestanfyri. Sein-
asta dømi í so máta er varaløg-
málaráðharrin í Eystlandi. Hesin
hevur um dagarnar sekt sær pol-
itiskt friðskjól í Sveríki.
HVØRJA FERÐ onkur er flyddur
år teimum kommunistisku lond-
unum og hevur søkt sær politiskt
friðskjól vestanfyri, so fegnast
borgarliga pressan. Teir taka hetta
sum eitt tekin um, at tann sos-
ialistiski politikkurin í sær sjálv-
um sær er ónýtiligur. Teir loyva
sær eisini at nýta hesi demi ímóti
teimum demokratisku sosialist-
isku flokkunum í vesturheiminum.
VIT HAVA ENN ongantíð hoyrt
nakað demi um, at fólk eru flýdd úr
einum kommunistiskum landi og
hava sekt sær politiskt friðskjól í
einum landi, har hegraflokkar
hava sitið við valdinum ella har
landið var eyðkent av hegrapolit-
ikki í fleiri mannaminnir. Hesi
flóttarfólk leita sær altíð til lond, ið
annaðhvert hava javnaðarstjórn,
ella hava havt javnaðarstjórnir í
fleiri mannaminnir og tess vegna
hava ávirkað samfelagsgongdina
til fyrimuns fyri tað stóru fjøldina
av fólki.
FLEIRI AV HESUM flóttarfólk-
um hava sekt sær politiskt frið-
skjól í Norðurlondum. Serstakliga
í Sveríki. Onnur hava sekt sær pol-
itiskt friðskjól í Vesturtýsklandi
og Eysturríki. Og hetta sigur ikki
so lítið. Hetta sigur okkum, at hesi
fólk meta tann sosialdemokratiska
politikkin vera nógv tann besta.
Tey meta hesi londini at hava tey
frægastu korini at bjóða vanligum
fólki. Vit kenna ongan, sum hevur
sekt sær politiskt friðskjól í Arg-
oddagrein
entina, Chile, El Salvador. ella í
eðrum mið og suðuramerik-
onskum londum uttan nazistiskar
krígsbrotsmenn.
FYRY TAÐ FYRSTA hava sosial-
demokratisku flokkarnir við síni á-
virkan gjøgnum stjórnarvaldið
broytt samfelegini í rættiliga stór-
an mun. Javnaðarplitikkurin hev-
ur broytt samfelegini soleiðis, at
meðan fjøldin áður livdi í neyð og
armóð, samstundis sum ein yvir-
stætt hevði í yvirflóð, so hava oll
hampiliga góð kor í dag. Fyri tað
næsta hava sosialdemokratisku
flokkarnir við síni undirteku mill-
um veljararnar drigið hegraflokk-
arnar nærri miðuni. Hetta er kom-
ið til sjóndar á tann hátt, at tá
hegraflokkar komu til valdið eina
tíð, so tordu teir ikki at reka sann-
an hegrapolitikk.
HESI SEINASTU árini eru tó
merkt av einum hegraráki. Undir-
tekan hjá sosialdemokratisku
flokkunum hevur verið minni og
minni. Heldur hendan gongdin
fram, kunnu vit rokna við, at teir
borgarligu flokkarnir aftur fara at
reka veruligan hegrapolitikk.
Spurningurin er bara nær óttin fyri
at reka veljaran í fevningin á javn-
aðarmonnum er horvin úr teimum
borgarligu heilunum.
MEN EITT ERU vit fullkomiliga
vísir í, og tað er, at tann dag veru-
ligur hegrapolitikkur aftur verður
settur í hásætið í norðurlondum,
vil streymurin av politiskum flótt-
arfólki eystaneftir til norðurlond
minka munandi. Orsøkin er ein-
feld: Ongin leypir úr eskuni í eldin.
TAÐ ER EINANS ferda javnaðar-
politikkinum fyri at takka at polit-
isk flóttarfólk eystaneftir leita sær
friðskjól í norðurlondum.
Nr. 95 -
Nato — ríkisfelags-
skapurin og Feroyar
Tað er hent mangt logið
undir hesum stýri. sum
vit nú hava verið tyngd
við í 4 ár. men vónandi
verður tað sum so mangan
verður tíkið til: >Tað
kemur vatn aftur í tómer
brunnar«.
Tað seinasta. sum hendi
her hjá okkum. var. at
uttanríkisráðharrin Uffe
Ellemanr Jensen. var
kallaður til fundar við
marknaðarnevndina til
umrødu - var stødin í
Mjørkadali.
Tað er nakað síðani. at
legtingsmonnum varð
hoðið vitjan í Mjørkadali á
stoðini har. Hvat log-
tingsmenn fingu burturúr
hesari vitjan teirra. veit
eingin og heldur ikki teir
sjálvir.
Uttanríkisráðharrin
hevur sum sagt verið á
fundi við marknadarnevnd
løgtingsins í samband við
vmisk ríkisrættarlig mál
og so staðina í Mjørka-
dali.
Í samreðu síni við út-
varpið segði uttanríkis-
málaráðharrin. at málið
viðvíkjandi Mjørkadali
var eitt rikismål og at
hann sum uttanrikismåla-
ráðharri. var umboð okk-
ara har. tí ríkismál vóru
vidgjørd av donsku
stjórnini. tå í samráð vid
foroyskar myndugleikar.
Men skuldi tað komið
so langt. at Feroyar vildi
krevja. at stoðin í Mjorka-
dali verður tikin niður og
flutt. so vildi hetta verða
rokna sum eitt álvarsmál.
og tað vildi fáa avleiðingar
fyri ríkisfelagsskapin.
Tað er ollum greitt, at
tann stersti meiriluti er í
Ferovum fyri at varðveita
okkara tilknýti til Dan-
markar og Nato.
Uttanríkisráðharrin
nýtist ikki at gera vart
við. hverjar avleiðingar.
sum kunnu standa av ein-
i stødutakan, sum er
negativ vestanvend. Ti,
sum eg fyrr havi gjørt
sama rådharra vart vid, so
hava førovingar fyri
mongum árum síðani valt
síðu. og tað standa vit
við. Teir valdu síðu í
einari tíð. meðan allur
heimurin var í orrustu og
krigseydnan ikki var pos-
itiv. Førovingar hava ikki
broytt stødu hesum við-
víkjandi. heldur tvørturi-
móti. men sannast má. at
16. august 1984
ongantíð eru vidurskiftini
sett so greitt upp við-
víkjandi ríkisfelagsskap-
inum. sum nú uttanrík-
ismálaráðharrin klárt sig-
ur: »nidurtøka av stødini í
Mjørkadali, krevur broyt-
ingar i rikisfelagsskapin-
um«.
Eitt må slåast fast, at
tad er ikki neydugt at visa
til rikisrættarligar broyt-
ingar. ti føroyingar eru
ikki teir sum bara vilja
njóta, teir hava vist stødu
sina i krigsårunum 1939
— 1940. Og uttan mun til
rikisrættarligu støduna er
greitt. at vit eru vestan-
vend og sum slík muga
gera okkara skyldur.
Hetta átti Føroya
Landsstyri uppå ein meira
skynsaman måta at greitt
rikismyndugleikunum frå,
men er landsstyrid ikki
ført fyri at gera tað. må
tað gerast nú á legtingi og
um neyðugt við einari
fólkaatkveðu.
Har tað klárt og týði-
liga verður sagt frá, at vit
eru knýtt at vestanveld-
unum og sum slíkur vilja
gera skyldur okkara.
Sverre Midjord
Ein heit og góð stevna
Óli og hansara lið fyri skommum
Klaksvíkingum er tað
helst heilt óneyðugt at
siga. at Óli Breckmann og
hansara meir ella minni b-
gávaðu hentu idiotar (cit-
at: Lenin) enn einaferð
hava gjørt sjálvan seg til
gjøldurs og fyri skomm-
um. Væl er birt uppundir.
tá ilt skuldi leggjast í frið-
arstevnuna í Klaksvík
seinasta vikuskifti. Alt,
líka frá russiskari innrás
til sjálvan »Satan«, kundi
nýtast móti hesi stevnu.
av hesum andaligu búr-
kroppum.
Men tað eydnaðist ikki.
Um tað var vegna ta óferu
reklamu. hent býttlingar
Ola Breckmans vóru so
gávumildir við. ella vegna
dirvi fólksins í Klaksvík
til at leggja vertin í, hvat
stendur í Dagblæðuni og
Dimmu. er vist, men eitt
er vist. at henda stevna
gjørdist kanska tað mest
væleydnaða mentanartil-
tak. sum verið hevur í
Feroyum í summar.
Eg skal ikki her um-
mæla tær einstoku fram-
forslur og tiltøk, ið hesi
óferu sjálvboðnu fólk
gjørdu fyri at ríka um
mentanarlivid í Klaksvík
og Feroyum annars, men
bert nýta hevi at takka
bygdarmonnunum fyri
tann Oføra blíðskapin og
vælvildina fyri tiltakin-
um.
Og eg má siga, at eg
siggi størri glotta framm-
an fyri stavn, og havi
fingið meira av minum
dapurskygni viðvíkjandi
hugsanum føroyinga yvir-
hevur tváað eitt sindur
burtur.
Vit kundu havt tað gott
og hugnaligt saman í hesi
lítlu tjóð. Tað er ikki
»marxistarnir« ella nakað
»vinstrahalt« sum er ein
hóttan fyri slíkt. Ikki vil
eg taka orðið »Satan« í
min munn eins og fólka-
floksmenn íðnir gera. men
hóttanin = móti saman
haldi. hugna og føroyskari
gleði á hesum klettum
kemur heilt aðra staðni
SÁMULIGIR PRÍSIR — LAGALIG FÍGGING
Æ& AUTO Service
BRUKTUR BILUR ER EITT ÅLITISMÅL
frå, nevniliga frå svarta
ihaldinum, frå Ola Breck-
mann og hansara »hentu
byttlingum«, sum vón-
andi gerast klókari og fara
at fela andstygd í hjarta
móti hesi svertu spilli-
tungu. sum roynir at
leggja eina kovandi hond
yvir alt tað sum íkki er
peningaliga feitt, men
harafturímóti | menniskj-
ansliga heitt og kærleika-
kent.
Enn einaferð: takk fyri,
klaksvíkingar. og vónandi
endurtaka aðrir slík tiltok
við. Sigið mær foroying-
ar: hver er ímóti friði
uttan Óli Breckmann?
Luttakari á
friðarstevnuni
VIT HAVA GÓÐAR
BRÚKTAR BILAR
Á GOYMSLU