Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Símun Danielsen, ið helst hevur skrivað eitt nýtt blað í feroyskari fótbóltssegu. NSÍ ari ger bragd Skjeyt sjey av átta mál- um Landskappingin í fjórðu deild er eins spennandi og í teimum trimum ovastu deildunum. Finalu- umfarið er komið væl í ferð og hevur KÍ nú lagt seg á odda. Hetta hendi ta KÍ sunnudagin vann við sjey málum móti tveimum á VB eftir at vágbingar hevdu verið á odda 2 — O í hálvleiki. Sigurin hevði, sum nevnt omanfyri, við sær, at KÍ sum hevur ligið sum nr. trý aftan fyri Streym og Skála, nú liggur á odda. KÍ hevur 13 stig, meðan Streymur og Skála hava 12 stig hvert. Ósigurin hjá VB móti KÍ var tó ikki tann einasti fjórða deild hjá vágbingum mátti hava við sær til Vágs aftur hetta vikuskiftið. Tá liðið leygardagin royndi seg móti NSÍ á vellinum í Runavík, gekk enn verri. NSÍ vann stórsigur. Átta mál móti ongum eftir at hava verið á odda við trimum í hálvleiki. Hetta er úrslit, ið ein leggur merki til, men enn merkisverdari er tó, at ein maður skeyt 7 — sjey — av málunum hjá NSÍ. Øll tey sjey fyrstu málini skeyt ungi NSÍ'arin Símun Danielsen — dupult »hat-trick« og so eitt eyka mál. Sjáldan, um nakrantíð áður, er tílíkt komið fyri í dysti í vaksnamannadeildunum. Bátur til sølu Frambygt 8-mannafar við 10 HK Saab-motori, ekkoloddi, sendara og radio selist um hóskandi boð fæst. Tlf. 47 851 TB — LÍF, 1. deild: 1 — 1 (1—0): Síða 12 tíðindablaðið EN luri | Nr. 102 — 1. september 1984 Javnleikur å Sevmyru Aðrenn dystin á Sevmyru vóru tað óivað nógv — ikki minst veddararnir í blødunum — ið mettu TB at verða tryggan sigurs- harra móti LÍF. Soleiðis mettu nógv eis- ini í vár áðrenn dystin í Leirvík og tá gekk ikki hjá tverámonnum. Aftur hesa ferð forðaði LÍF TB at fáa tvey stig. TB var annars betra leikandi liðið, leikararnir eru betur tekniskt fyri enn LÍF, og vóru tað eisini tverámenn, ið hevdu sterra lutin í leiki í fyrra hálvleiki, uttan at tað tó eydnaðist at fáa nógvu á- lopini at geva mál. Ikki fyrr enn í 43. min- utti bar til — og so endaði bólturin hóast alt ikki i netinum. Í málinum, men ikki í netinum. Aftana hornaspark endar bólturin hjá Trond Nolsøe, ið beinir hann móti bálinum. Í mál- inum bjargar LIF'ari. Hann vil vera við at hann hevur staðið á mállinjuni og bólturin tí ikki verið í netinum, men linjuverjin ivast ikki og dømir bein- anvegin mál. 1—0 til TB, GI vann i Gundadali GI vann dystin moti HB i 1. deild sunnudagin. Hetta var ein javnur dystur i fyrra hålvleiki, men tó eydnadist tað HB at leggja seg á odda við máli, sum Tummas Óli Mortensen setti í netið bert tveir minuttir áðrenn farið varð til hálvleik. Men í seinna hálvleiki kom GI rættiliga fyri seg. og teir hevdu væl størra partin av spælinum. Og tað gav úrslit longu Om |————"—————[— Framhald av síðu 7 framhaldsdeildini kunna vera millum timarnar og vid svimjihøllini er gjørd umklæðingar- og baðirúm. Stranda skúli kann nú hava alla undirvísingina á einum stað. Skúlin hevur leigað í bygdahúsinum og brúkt gamla barnaskúlan. Edmund í Garði sigur, at skúlin nú kann hava 260 næmingar. Næminga- talið er minkað nógv sein- astu árini. Tað hevur verið uppi á næstan 250. Demi um, hvussu fá bern eru fedd í kommununi í sjeyti- árunum, er, at í eðrum flokki, sum byrjar nú, eru bert átta børn ! Útbyggingin hevur gjørt, at næmingarnir í Stranda skúla hava mist góðan mánað av skúla- gongdini, tvær vikur í jan- uar og so tvær vikur nú. hd Kiropraktorstovan Békbindaragøta 6 Tórshavn og Miðvági Anna Maria S. Jergensen Kiropraktor Tlf. 1 7510 tå 8 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá tað eydnaðist Símun Petur Justinussen hjá GI at seta bóltin í netið. Tá eitt korter var eftir av dystinum kom GÍ fram um 2—1, tá Pauli Jarn- skor setti bóltin í netið við hevdinum Få ( Bert tríggir minuttir vóru eftir, tá GI fekk sítt triðja mál. og harvið sló sigurin fastan. Tað var í einum GI ålopi, at ein av verjuleikarunum hjå HB nam við bóltin við hond- ini, og dómarin ivaðist ikki og domdi brotsspark. Símun Petur Justinussen varð settur at skjóta, og hann setti bóltin trygt í netið. ; Og 3—1 til GI gjørdist endaliga ursliti av dyst- inum, og vísir hetta úr- slitið. at GI lættliga kann gerast vandamikið fyri oddaliðið B68, sum skal til Getu at leika komandi vikuskifti. ið eisini varð hålvleiks- steðan. Eitt lot lá fram eftir vellinum á Sevmýru og hetta ávirkaði eisini spþlið í stóran mun. Í fyrra hálvleiki var tað TB, ið spþldi undan vindinum og skuldu leirvíkingar so- statt royna seg í seinna hálvleiki. Og hetta gav eis- ini meira spæl til LÍF. LÍF royndi seg við longum av- leveringum — frá verju til álop, tvertur yvir miðj- una, og eydnaðist ikki altíð TB-verjuni, ið av og á er heldur veik, at steðga hesum LÍF-royndum. Tíggju minuttir undan leikloki gav LÍF-spælið eisini úrslit tá Leo Poulsen javnaði til 1—1, ið eisini var endaliga úrslitið. Ikki tann vakrasti fót- bóltsdysturin, men javnleikur og eitt stig til hvert liðið. Tey hava bæði brúk fyri teimum — TB fyri at tryggja sær meist- araheitið og LÍF fyri at sleppa burtur frá niðara endanum. NSÍ — KÍ, 1. deild: 1 — 1 (0—0): Eingi mal — fyrr enn stutt undan leikloki. Tå komu tvey. Eitt til hvort liðið. Javnleikur. Rætt- víst úrslit. Veðrið var av tí besta, tá NSÍ og KÍ hittust í Runa- vík leygardagin. Lýtt, sól í letum og b ert eitt lítið lot, ið ikki órógvaði spælið. Og veðrið var kanska eisini tað, ið festi seg í hugan í hesum dysti, tí málmeguleikarnir = vóru satt at siga ikki nógvir. Ikki tí, tað var ikki farið meira enn góður minuttur av dystinum, tá KÍ var um at koma á odda aftaná NSÍ-verjuvillu, men Petur Mohr. NSÍ-málverji, fekk bjargað við beinparadu. Fyrsta korterið var tað KÍ ið spældi meira ágangandi og hevði hetta við sær, at klaksvíkingar hesa letu fingu fimm hornasperk — uttan at eitt av hesum tó elvdi til vandamikla atsókn í NSÍ-málið. At kalla allan fyrra hálv- leik lá bólturin á miðjuni uttan at nakað av liðun- um, ið bæði tóktust at vera negd við javnleik, megnaði at fáa álop í lag. Um ein tekur bæði liðini mann fyri mann, er neyv- an nakar, ið ivast at handa samanlíknan gevur fyri- mun til KÍ, men leikarar- nir hjá KÍ tykjast alt ov ineffektivir. Spæla í letum vakurt samanspæl, men megna ov sjáldan at fáa nakran veruligan brodd í álopið — hóast leikarar sum Bigga og Bein Poul- sen. NSÍ tykist at vera lið, ið kanska ikki spælir sama slag av fótbólti og KÍ, men NSI'ararnir hava tó mangan prógvað, at teir eisini eru væl leikandi og stríðshugaðir. Men leygardagin bar ikki til — í hvussu er ikki í fyrra hálvleiki. Ikki fyrr enn stutt áðrenn hálv- leikslok fekk NSÍ fyrsta veruliga álop sítt í lag, men hverki teimum ella KÍ eydnaðist at fáa mál í hesum hálvleiki. KÍ byrjaði betur í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var tað NSÍ, ið hevði betra leikin í byrj- anini. Meira ferð var yvir leikinum hjá báðum pert- um í hesum hálvleiki, men tá báðir partar royndu at trýsta spælið fram eftir miðjuni og ikki nýttu breiddina av vellinum, var lætt hjá verjunum at steðga álopsroyndunum. Men í 34. minutti bar tó til hjá NSI — tá teir nýttu vongspæl. Álop endaði við at Jan Nielsen fekk bóltin úti í vinstru síðu. Hann lyfti bóltin hegt inn fyri málið og har kom Eyðun Gaardbo, avbera góður NSÍ ari, og hevdaði í netið til 1—0. Fýra minuttir seinni bar eisini til hjá KÍ. Horna- spark verður skotið úr hegru síðu. Bólturin endar í brotsteiginum framman fyri miðjum NSÍ-máli og eydnast Finn Stampa, í trunkaspæli, at skjóta bóltin á netið til 1—1, ið eisini gjørdist endaliga úr- slitið. Rættvíst úrslit, um ein hugsar um leikgongd og leikbýti.