leygardagur 22. september 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 111 — 22. september 1984
Privati-
seringin
fallit
Flestøll munnu nú kenna
stødu fólkafloksins til al-
mennar fyritøkur og alt,
sum smakkar av sosial-
isering. Slíkt er alt av ti
ónda og alt alment er
fólkaflokkinum and-
styggiligt, uttan tær
slangur, sum hansara
millióningar hava liggj-
andi í landskassanum.
Av somu orsøkum kom
siglingarmálið, ið upp-
runaliga var eitt tað besta
mål, vit føroyingar nakr-
anti hava greitt, so
skeivt fyri. Tá fólkaflokk-
urin so hevði fingið makt,
sum hann hevði akt,
trumfaði hann igjøgnum,
at siglingarmålid skuldi
privatiserast. Tad var
vordid ov gott, ov dåmligt
og vandi var av ålvara
fyri, at henda alment
rikna fyritoka fór at enda
sum ein mynsturfyritøka
fyri teir privatu amater-
reiðarar, sum annars fjasa
við sigling.
Tað eydnaðist fólka-
flokkinum at trýsta Nor-
rønu igjøgnum sum eitt
felag á næstan reint priv-
atum grundarlagi. Sam-
stundis kunngjørdi fólka-
flokkurin, at nú var ikki
longur brúk fyri javnaðar-
sosialistum: privatiser-
ingin var vorðin veruleiki
teir privatu kundu nú
seta set til tað borð, sum
hitt almenna við stórum
tokum hevði borðreitt.
Men stokkuta stund
vardi hetta privatiserings-
ævintýr. Privata felagið,
sum eigur Norrønu, mátti
bjargast av ti so nógv út-
spilta almenna, annars fór
tað á húsagang og við tí
fóru 34 milliónir at sparla
út úr landskassanum eftir
einari nátt.
Í ti stoðu valdi javnad-
arflokkurin at standa sum
tíðindablaðið
ein ábyrgdarflokkur, sum
altíð. Javnaðarflokkurin
atkvøddi fyri, at Norrøna
skuldi verða verandi í
landinum í hvussu so er til
1. mai næsta ár, og skal
her verða greitt nærri frá
grundum floksins til at at-
kveða, sum hann gjørdi.
Hetta tí vit í tingbólki
floksins bæði meta eina
slíka frágreiðing sum av-
dúkandi fyri fólkaflokkin,
og tí limir javnaðarfloks-
ins hava rætt til at kenna
okkara grundir, tá støda
verður tikin til eitt so
álvarssamt mál uttan, at
flokkurin hevur høvi til at
fara út og rådføra seg við
síni álitisfólk úti um land-
ið.
Vit kunnu siga, at okk-
ara grundir vóru lutvíst
reint politiskar, lutvíst
sosialar og lutvíst figgjar-
ligar.
Latið okkum byrja við
teimum fíggjarligu: Tað
er ein sannur, men beiskur
veruleiki, at landskassin
fór at hava eitt ovurstórt
tap, um skipið fór til
tvang og landskassin ikki
keypti. At hann ikki fór at
keypa var ollum greitt og
ti var eingin annar møgu-
leiki enn at halda skip-
inum gangandi
Av sosialum grundum
kunnu vit nevna, at stórt
tal av sokalladum vanlig-
um fólki hevur sett pening
í Norrønu og mátti skipið
ti hava ein tjans afturat.
Onnur grundin var tann,
at 120 arbeiðspláss vildu
verðið nidurløgd, um skip-
ið fór av knóranum.
Men tær Þpolitisku
grundirnar = vóru ikki
minni týðandi. Hvat var
tað, sum hendi í tinginum,
meðan Norrøna var til við-
gerðar? Tað hendi fyri tað
fyrsta tað, at tað varð av-
dúkað fyri øllum Føroya
fólki, at tann privatiser
ing av siglingarmålinum,
sum fólkaflokkurin so
snildisliga hevði bygt upp
við almennari orku og
peningi, rapaði sum eitt
korthús. Víðari hendi tað,
at fólkaflokkurin blankt
viðgekk og viðurkendi, at
hetta hús var rapað, at tað
var eitt mistak, at priv-
atisera siglingarmálið.
Av stórum politiskum
týdningi hevdi tað fyri
okkum. at Norrøna nú fær
loyvi at flyta farm 1
vetrarsigling, um tað
skuldi gjørst aktuelt. Vid
hesum varð ein av teimum
fótonglum, sum fólka-
flokkurin og sambands-
flokkurin hava lagt út fyri
Norrønu, burtur.
Samantikið prógvaði oll
viðgerðin, at fólkaflokkur-
in hevur ábyrgdina av
trupulleikunum í sigling-
armålinum, at fólkaflokk-
urin blankt vidgekk hesa
åbyrgd, at hann blankt
vidurkendi, at privatiser-
ingspolitikkurin hevur
spælt fallit, at folkaflokk-
urin blankt og treytaleyst
viðurkendi, at tað al-
menna skal valda har tað
má gjalda. og síðst men
ikki minst, at fólkaflokk-
urin blankt viðurkendi, at
millumlandasiglingin var
fyrimyndarliga og á
byrgdarfult stjórnað og
fyriskipað, meðan hon var
undir Strandferðsluni og
ti almenna, alt meðan tað
mótsetta tykist galda fyri
Smyril-Line!
Skuldu vit undir hesum
imstødum farid og hevnt
Tad er folkaflokk
irin sættis ikki verdur og
kkum?
il tess er siglingarmålid
vv alvarssamt
Jóannes Dalsgaard
Longu spått um kreppu
å flakavirkjum i vår
men landsstýrið hevur snorksovið, skrivar Birgir Mohr
og vísir á, hvussu hann heldur kreppan eigur at loysast
Tað verður sagt, at
legmaður ikki vil ásanna
nakra kreppu! Og báðir
Birgir Mohr, valevni javn-
aðarfloksins í Sandoynni:
— Borgarliga alternativ-
ið royndist føroyingum
eitt kostnaðarmikið og
vónleyst alternativ.
teir størstu samgongu-
flokkarnir royna at geva
hverjum eðrum skuldina
fyri trupulleikarnar hjá
flakavinnuni. Tað er at
villleiða fólk at siga, at
eingin kreppa eingir
trupulleikar eru. Teir eru,
og teir eru sera stórir.
Longu týðliga í vár
spáddi stjórin á flaka-
virkinum í Vági í onkrum
blaði, at virkir fóru at lata
aftur, um myndugleikar-
nir einki gjørdu við skeivu
gongdina innan flakavinn-
una. Hann spáddi, at tey
veikastu virkini fóru at
gevast fyrst, men sum frá-
leið komu øll virkini i
trongstødu. Hesin spá-
dómur er nú við at ganga
út, meðan landsstýrið hev-
ur snorksovið.
Varð nakað munagott
gjørt í vár, so sá ødrvisi út
nú. Eftir mínum tykki, so
má kreppan loysast í trim-
um:
A. Tann verandi likvid-
itetstervurin upp á 40-50
mill. kr. má fáast til vega,
so ikki fleiri virkir lata aft-
ur nú.
B. Góðska, vraking,
prísaseting, studningur,
sølutiltøk og arbeiðs-
hættir vera at broyta, so
flakavirkini aftur fåa eitt
rimiligt skiftisavlop við
rationellum rakstri.
C. Skeivi iløgupolitikk-
urin hjá samgonguni og
landsstyrinum, sum
fordar flakavirkjunum at
gera iløgur fyri at ration-
alisera, mekanisera og
specialisera framleiðsluna,
má steðgast beinanvegin,
og neyðug veðhald eiga at
vera givin til nevndu
endamál.
Vónandi fara aðrir politik-
arar og politiskir flokkar
at vísa løgmanni og lands-
stýri, hvat kann gerast og
eigur at vera gjert við
hetta álvarsmál, sum
longu hevur kostað 70-80
arbeiðspláss í Klaksvík.
Tann frægasta loysnin
kemur í november, tá Fer-
oya fólk vónandi sleppur
okkum av við hetta lands-
stýrið.
Borgarliga alternativið
royndist feroyingum eitt
kostnaðarmikið og vón-
leyst alternativ.
Birgir Mohr