leygardagur 22. september 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8 tíðindablaðið Nr. 111 — 22. september 1984
avnaðar-
flokkurin ætlar
sær í Tinganes
eftir valið
— tí tá eru møguleikarnir at fremja tey
mongu uppskotini, sum flokkurin hevur
lagt fram og fer at leggja fram, bestir.
Hetta sigur Vilhelm Johannesen í seinna
partinum av rødu síni undir viðgerðini av
løgmansrøduni
I fyrru rødu mini segdi eg, at
løgmadur av og å spyr javnadar-
flokkinum eftir alternativum. Tað er
helst ikki so legið, tí sjálvur hevur
hann avdúkað, at hann ongi alterna-
tiv átti. Hetta haldi eg meg hava
víat á í fyrru reðuni.
Eisini tykist løgmadur at vera
sera stuttmyntur tá hann ikki kann
minnast øll tey málini javnaðar-
flokkurin hevur lagt fram í hesum
valskeiðnum. Eg kann t.d. minna
legmann á uppskot javnaðarfloksins
um sáttmálastovn. Endamálið við tí
uppskotinum var at tryggja før-
oysku skipasmiðjunum regluligt ar-
beiði við nýbygging av skipum og at
útvega skipasmiðjunum ódýrari rá-
veru til bæði skipasmíð og skipaum-
vælingar. Eg kann eisini minna
legmann á uppskot javnaðarflok-
sins um skipaumvælingar. Enda-
málið við ti uppskotinum var, í tann
mun tað letur seg gera, at tryggja
føroysku skipasmiðjunum tað um-
Tinganes — her hava teir borgarligu st
skil á, heldur Vilhelm Johannesen
vælingararbeiði, ið stendst av fiski-
og farmaskipaflota.
Síðani kann eg minna á fleiri
uppskot frá javnaðarflokkinum um
at tað almenna skuldi seta 50% í
partapeningi í felag við tí endamáli
at keypa skip til millumlandasigling.
Hetta kundi tryggja arbeiði til 150
føroyingar alt árið, og ikki sum nú,
har 130 av teimum 150 verða rikin út
í arbeiðsloysi tann stersta partin av
árinum.
Eisini kann eg minna á javnaðar-
floksins uppskot um ymiskar kon-
ventiónir um altjóða sigling. Enda-
málið við tí uppskotinum var at
tryggja okkara fólk okkara skip í
altjóða sigling, soleiðis at hesi
kunnu virka, uttan at verða tarnað
av, at fleiri altjóða konventiónir ikki
eru lýstar at galda i Føroyum. Men
samgongan tók ikki undir við hesum
uooskoti og síðan hava okkara menn
í altjodasigling eisini havt trupul-
leikar av hesum. Logmaður og sam-
Á
Vilhelm Johannesen, tingmaður
gongan skuldu heldur lurtað eftir
javnaðarflokkinum.
Somuleiðis kann eg minna á
javnaðarfloksins uppskot um skila-
bótalán til fiskivinnuna. Tað upp-
skotið hevði til endamáls at um-
leggja tey dýru og ólagaligu lánini,
sum okkara høvudsvinna hevur at
dragast við í dag, til ódýrari og laga-
ligari lán. Víðari kann eg nevna upp-
skot javnaðarfloksins um at taka
skipaílegupolitikk landsstýrisins til
umrødu, við tí fyri eyga at steðga ør-
skapinum, sum valdar á tí økinum.
Men hetta var eisini til fánýtis.
Eg kann nevna uppskot javnaðar-
floksins um minstuløn til útróðrar-
menn. Hetta uppskoti fekk tíbetur
undirtøku og varð samtykt. Enda-
málið við tí var at tryggja útróðrar-
monnum eina minstulen í vetrar-
hálvárinum og harvið sleppa heima-
útróðrinum burtur úr eini álvarsam-
ari kreppu og geva hesum partinum
av okkara vinnu nýggja lívsvón.
ýrt landinum út í óferi nú í fýra ár. Nú má javnaðarfiokkurin taka við aftur fyri at fáa
Men betur hevði verið, um samgong-
an eisini hevði tikið undir við einum
p ødrum uppskoti frå javnadarflokk-
inum eisini, og her hugsi eg um
uppskot okkara um at stovna parta-
felagið Føroya Agn-goymslu við i
endamáli at tryggja fiskivinnuni og
serliga heimaútróðrinum gott og bíl-
igt agn. Her kann eg eisini skoyta
uppí at javnaðarflokkurin hevur
skotið upp fyri tinginum at endur-
skoða lógina um ráfiskagrunnin við
tí fyri eyga at leggja sjálvan grunnin
í seluliðið.
Til endans kann eg á vinnulivs-
økinum nevna uppskot javnaðar-
floksins um rentustudning til farma-
skipabygging. Her hevði landsstýrið
skotið upp at veita stuðulslán úr
grunninum til endurbygging av
fiskiflotanum. Javnadarflokkurin
hevdi uppskot um at veita rentu-
studning til rentuna oman fyri 8%.
Við hesum vildi skipini verið eins
væl fyri rakstrarliga og landskassin
hevði spart 4/5 av tí peningi, sum í
dag verður veittur úr grunninum til
endurnýggjan av fiskiflotanum til
farmaskipabygging.
Taka vit onnur eki kann eg minna
á oll uppskotini, sum javnadarflokk-
urin hevur lagt fram um at broyta
skattalógini, soleiðis at barnafrá-
drátturin verður hækkaður, og at
persónsfrádrátturin verður hækkad-
ur og pristalsvidgjørdur við ti enda-
máli at sleppa pensionistum og lægri
inntøkum undan skatti. Her kann eg
eisini nevna floksins uppskot um
revsing fyri skeiva uppgávu til
skattavaldið.
Javnaðarflokkurin hevur í hesum
valskeiði skotið upp, at legtingið
áleggur landsstýrinum at fáa lógina
um Landsbanka Feroya at virka,
soleiðis at landsbankin kann fara
undir virki sítt. Men hetta hevur
eisini verið til fánýtis. Javnaðar-
flokkurin heldur, at landsbankin er
eitt neyðugt amboð, um vit skulu
hava eina skilagóða stýring á okkara
figgjar- og búðstaðarviðurskiftum.
«Hann er eisini tað amboðið, ið kann
samskipa okkara lántekur uttan-
lands, og sum kann hava ávirkan á
rentumarginalin, soleiðis at vit ikki
áhaldandi verða í tí steðu, at
munurin millum inn- og útlánsrentu
verður so stórur, sum talan er um í
dag.
Taka vit íbúðarokið, kann eg
nevna uppskot javnaðarfloksins um
at broyta lógina um rentustudning
til samansparing til sethúsabygg-
ing. Hetta skal eg ikki koma nærri
inn á nú tí hesum greiddi eg frá í
míni fyrru reðu. Her kann eg eisini
nevna at javnaðarflokkurin reisti
spurningin um at fáa íbúðargrunnin
at virka. Eg kann somuleiðis nevna
uppskot okkara um at stovna byggi-
búgvingargrunn landsins við tí
endamáli at veita kommunum lán og
studning til keyp og byggibúgving
av jørå til sethúsa- og íbúðarbygg-
ing. Hetta umreddi eg eisini í tí
fyrru reðini.
Eitt annað mál, sum hevur
tydning á íbúðarskinum, er javnað-
arfloksins uppskot um at áleggja
landsstýrinum at taka samráðingar
upp við peningastovnarnar um
lækking av útlánsrentuni. Tá rentan
,
i vesturheiminum fór upp, fór
okkara renta eisini upp. Ta seinastu