Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Su Nr. 116 — 4. oktober 1984 Andstødan bjargaði Norrønu Tað er gamalt sagt: „Hann einki vágar hann einki vinnur«. Hetta orðatak kann væl setast í samband við ta avgerð, sum javnaðar- flokkurin tók undir við seina<ta tingdag í hesum valskeiði. Hendan dag vóru trý kreppuuppskot til viðgerðar, ið eins høvdu til endamáls at skúgva vandamálini og sjálva samfelagskreppuna út um valið hin 8. november í heyst. Síðan var eitt uppskot frá legtingsformanninum um kreppuhjálp til Norrønu, og tað er tað málið, sum kann setast í samband við ådurnevnda orðafellið. Spurningurin um tað var rættari at lata Nor- rønu fara av landinum ella ikki man hava verið rætti- liga nógv frammi millum fólk. Tað er uttan iva mong, ið halda, at rættast var, um vit gjørdu okkum leys av hesum tiltaki og lótu Norrønu fara sín veg. Meðan so uppaftur onnur halda tað vera stórt spell, um so varð, at hetta skip glapp feroyingum av hondum. Tí tá var segan skrivað í siglingarmálinum, og vit komu ikki at gera nakra roynd við ferjusigling aft- ur enn á sinni, men út- lendingar hevdu farið við hesari sigling burtur av. Nakað soleiðis man hugsanin vera. Tá ið Norrøna varð keypt til landið, tóku sam- gonguflokkarnir undir við tiltakinum og settu væl av almennum peningi í skip- ið. Nógv varð skrivað og talað um, at nú var sigl- ingarmálið loyst á privat- um grundarlag og so fram- vegis. Urslitid kenna vit í dag. Tað legna, ella tað sjáld- sama er, at samgongu- flokkarnir settu seg ikki ferar fyri at viðgera hetta stóra mál, men góvu skarvin yvir eftir at hava belt omaná málinum úti í Tinganesi. Um ætlan landsstýris- ins var at lata sum einki, og bert lata skipið fara av knóranum, ella at hatta er politiskt máttloysi, er ilt at meta um. Men tað má haldast legið, at lands- stýrið ikki vildi viðgera eitt so stórt mál, sum hetta má sigast at vera. Tað, sum gjerdi, at vit vildu taka undir við upp- skoti Tjóðveldisfloksins, var, at okkum varð gjert greitt, at um Norrøna fór av knóranum, so kom landskassin at missa millum 40 og 50 milliónir krónur, sum hetta lands- stýrið hevur bundið í Nor- rønu. Ella tað sama sum ein rokning uppá 1000 krónur til hvert fólk í hes- um samfelag. Javnaðarflokkurin vildi ikki, at feroyski skatt- gjaldarin skuldi fáa eina skattarokning, men heldur at ein roynd varå gjørd at vinna nakrar milliónir inn aftur við Norrønu. Spurningurin fyri okkum mátti tí blíva, um man skuldi skriva eina rokning til føroyska skatt- gjaldaran, uttan at gera eina roynd at sleppa hon- um undan, ella møguliga sleppa við eini minni rokn- ing. Um Neorrøna fór av knóranum, so sigldi hon avstað við ímillum 40 og 50 milliónum krónum í lastini, feroyska flaggið strikad og arbeiðsplássið burtur með alla. Jergen Thomsen Síða 11 Sosial- demokratar stersti flokkur Útvarpið månamorg- unin hevði tíindi um eitt landspartaval í Týsklandi. Har fekst tú mestsum fatan av, at allir partar høvdu tapt, »men teir Grenu stóðu seg væl«. So væntaði tú at frætta nærri, kanska seinri sama dag hvussu hetta val endaði. Nei, einki. > Tú hevði nú væntað, at okkurt meira fór at koma. Tí hetta lands- partaval var ikki so heilt tilvildarligt. Tí her hendi nevniliga ein umbroyting av polit- isku støduni í Týsk- landi, sum veruliga hevur ti »ævigt kåta« kanslaranum i Bonn, Helmuth Kohl okkurt at hugsa um. Teir kristiligu, sum vóru størstu flokkur i Nortreihn Westfalen, gjørdust tann /stóri taparin; teir sum frammanundan vóru stersti flokkur, máttu lúta fyri SPD, javnað- arflokkinum, teir fríu demokratarnir fingu uppaftur eitt katastr- ofuval og vórðu bart sagt sópaðir út úr teim flestu bygdarráðum og býráðum í landspart- inum. Meðan teir Grenu vóru vinnarar- nir. Stødan er nú henda: CDU 42,1% (+ 4,1%) SPD (+ 0,2%) FPD (+ 1,7%) Grønu )+ 6,0%). Hetta valið hevur verið mett sum eitt royndarval, ið sýnir steðuna í Týsklandi eftir tveimum árum undir borgarligum stýri. Kenir eygleiðarar meta, at tann veljara- skiftan, sum hetta val- ið sýnir, hetta er stersti landsparturin í Týsklandi við einum triðingi av teim val- baru týskarunum, greidliga vísir, at eitt umskifti nú fer fram og at veljararnir hjá týska javnaðarflokkinum nú koma frá teimum krist- iligu og teimum friu demokratunum, meðan tað annars kundi frykt- ast, at javnaðarflokk- urin misti so nógv til teir Grenu, at tap stóð í hendi. Men so var ikki. 42,5 % J.L. Framhald av síðu 7 at bert hetta at fáa byggi- grund til vega er vorðið eitt ógvuliga tungt tak hjá tí, sum ætlar sær at byggja. Mong noyðast so- statt at spara upp i åravis fyri at kunna keypa stykk- ið. Onnur noyðast at taka stór lán til at gjalda grundstykkið við og eru sostatt longu bundin av stórari skuld, áðrenn spakin verður settur í jørdina. Uppaftur onnur hava als ongan meguleika at ogna sær grundstykki, antin tí, at tey ikki fáa lán til grundstykkjakeyp ella tí, at tey yvirhevur ikki kunnu fáa hendur á einum stykki. Sostatt hongur húsaneyðin óloysiliga saman við spurninginum um útstykkingar og útboð av grundstykkjum. Tað er trotið á grundstykkjum til ein yvirkomiligan prís, sum nú tykist at vera fløskuhålsurin í allari set- húsa- og íbúðabygging í Feroyum. Hetta álvarssama trot á bíligum og byggiklárum grundstykkjum metir javnaðarflokkurin sum eitt samfelagsmál, ið bert kann verða loyst sum ein samfelagsuppgáva. Tískil mælir javnaðarflokkurin við fyriliggjandi uppskoti til, at tað almenna, t. v. s. land og kommunur í nógv sterri mun enn higartil átaka sær uppgávuna at fáa til vega nóg mikið av bíligum, byggiklárum grundstykkjum um alt landið. Tað er javnaðarfloksins meting, at kommunali lånsgrunnurin, stovnsett- ur við lóg nr. 38 frá 26. apríl 1974, ikki rekkur til at greiða tervin á grund- stykkjum, og tí mælir flokkurin til at seta á stovn ein nýggjan grunn við meira víttfevnandi virkiseki og munandi størri figgjarorku. Í hesum sambandi veråur i $ 8 skotid upp at avtaka tann pening, sum er i hes- um lånsgrunni yvir i ny- stovnaða byggibúgvingar- grunn landsins. Eisini verður skotið upp, at landskassin letur byggi- búgvingargrunninum eitt stovnsfæ uppá 30 mió. kr., og somuleiðis at inntekan av rentuskattinum upp á ca. 10 mió. kr. um árið í framtíðini verður til- skrivað hesum grunni. Á henda hátt fáa kommun- urnar sín part av einum skatti, ið annars allur er farin í landskassan. Sum tað framgongur av lógaruppskotinum, so er ætlanin at byggibúgv- ingargrunnurin skal hava stýri leyst av húsaláns- grunninum, meðan umsit- ingin verður felags. Hetta er fyri at sleppa undan dupultari umsiting, meðan ein varðveitir eina decentrala ávirkan á grun- sins stýri í gjøgnum um- boð kommununnar. Mælt verður í lógar- uppskotinum til, at lánini verða afturgoldin so hvert grundstykkini verða seld. Tó verður skotið upp, at 1/3 av lántekuni verður at gjalda aftur í seinasta lagi 3 ár eftir, at lánið er veitt avvarðandi kommunu, meðan alt lánið eigur at verða goldið aftur í sein- asta lagi 15 ár eftir lán- teku. Samanumtikið kann sig- ast, at hevuðsendamálið við lógaruppskoti javnað- arfloksins um ein byggi- búgvingargrunn er at eggja kommunum til at fara undir munandi fleiri útstykkingar, enn talan er um í letuni. Við hesum uppskoti kunnu grund- stykkini, um rætt verður atborið, bæði gerast nógv fleiri og upp á seg væl bil- igari enn nú. Hetta skuldi sostatt gjørt tað munandi lættari at fingið byggi- grundir til sethús hjá tí einstaka, men tað skuldi eisini lætt um og styrkt hugin hjá kommunum, sosialum felagsskapum og stýrinum fyri íbúða- grunnin at sett í verk bygging av íbúðum, soleiðis at eisini hesin ser- ligi tørvur á bústaði verð- ur nektaður. Tað er veru- leiki, at ikki ell ynskja at eiga síni egnu sethús eins og heldur ikki øll kunnu eiga síni egnu sethús. Hesi hava eisini sín rætt — ein rætt, sum tað í dag tykist ógvuliga tungt at fáa framdan. Uppskotsstillarin, Fer- oya Javnaðarflokkur, er greiður yvir, at ein ávísur vandi fyri spekulatión er í ellumh esum, og er $ 6 í lógaruppskotinum ætlað at skula forða fyri slíkari spekulatión og eðrum meguligum misbrúki. Meguliga kundu heilt aðrir útvegir verið funnir til tess at byrgja fyri spek- ulatión og í heila tikið fyri mongum av teimum ódámligu fyribrigdum, sum ofta hanga uppi í ellum jarðarspurningum, og sum ofta fylgja við tí stóra trotinum á byggi- lendi. Uppskot- id frå javnadar- flokkinum vann ikki frama. Tad fekk ov litla undir- tøku. Men å val- degnum hava tit møguleika fyri at taka undir vid upp- skotinum. Hetta gera tit vid at greiða atkveðu fyri javnaðarflokkin- um.