Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Nr. 123 — 20. oktober 1984 Ernst Hansen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy, skrivar: Ikki inn i eygað Einasta lyfti, teir borgarligu hildu, var hetta: at taka sum mest frá lontakarunum. Fyri øll fakfelog hevur til sáttmálasamráðingarn- ar við arbeiðsgevararnar verið eitt mál, sum hevur verið felags fyri øll. Hetta er: Hvussu kunnu vit tryggja og varðveita keypiorkuna hjá limun- um? Vit eru aell blivin kunnug við, at keypiorkan er blivin minni og minni hesi seinastu árini. Tað er alsamt strevnari at fáa endarnar at rokka til. Mest týðandi táttur í sam- felagsbúskapinum hjá okkum er fiskivinnan, og tí hevur tað so avgerandi týdning, hvussu hetta málseki verður rekt. Tá ið sjómarkið í 1977 varð flutt út á 200 fjórð- ingar, viðtók Feroya leg- ting eina heimildarlóg, Vit eru eisini blivin kunnug við, at tær ábetir, sum sáttmálarnir hava givið, eru tiknir aftur, við tað at skattur og eyka- gjøld eru hækkað sam- svarandi, ja, eru hækkað enn meiri. Sjálvt um fakfeløgini hava vist ábyrgd fyri samfelagnum og ikki sett fram nøkur stór krøv, so kann ikki sigast, at sami vilji hevur verið hjá arb- eiðsgevaranum. Hetta er eins fyri tann privata sum almenna arbeiðsmarknað- in. Vit minnast reðuna hjá løgmanni hin 1. mei, tá hann segði: Tit kunnu líka so gott verða teir seinastu til at skriva undir nýggjan sátt- mála. Tit fáa hverki meir ella minni av tí. Skuldi tó tað eydnast nekrum at fáa meira, skulu vit nokk fáa hetta hálað aftur. JA, HATTA HEVUR VERIÐ LONARPOLI TIKKURIN HESI SEIN- ASTU ARINI. Tað eru nú nógv år síð- an fakfeløgini eftir nógv stríð at enda fingu reglu í sáttmálarnar um prístals- viðgerð av lønum. Hetta at fáa eina slíka reglu, er eftir míni metan eitt tað stersta bragdið fakfelogini hava útint. Henda regla, sum segði, et lenirnar skuld 1 hækka saman við prisvøkstrin- um, antin við einum oyra- talið um tíman ella við % um mánaðin, hevur síðan verið einasta trygdin fyri, at lentakararnir í ein viss- an mun kundu halda keypiorkun: Tá eg sigi í ein vissan mun, er tað ti, at tey, sum ikki høvdu eina % hækk- an, ongantið hava fingið endurgjald fyri prisvokst- urin. Henda regla kom so- statt at virka órættvíst ' við tað, at ikki allir løn- takarar fingu sama endur- gjald, og prisvøkstur rakar nú allar løntakarar. Út frá hesum sjónar- miði, at lata allar lenmót- takarar fáa sama endur- gjald, bleiv prístalsskip- anin broytt á tann hátt, at timalønt fáa 60 oyru og mánaþarlent 105 kr. meir fyri hverji 3 stig, prístalið hækkar. Eisini bleiv gjert nýtt grundarlag til útroknan av prístalinum. Men so er ikki gjert meir. Tað vóru fleiri fakfeløg, sum gjørdu vart við, at bleiv fast krónu- og oyra- tal sett, so fór hetta at hava tað við sær, at prís- talsskipanin bleiv gjørd til einkis eftir fáum árum. Vit fingu rætt. Prístalsskipanin virkar nú órættvís fyri allar len- takarar. Stundin má nú vera komin til at broyta prís- talsskipanina aftur til tað, sum hon upprunaliga hevði sum endamál, at løntakararnir skulu hava endurgjald fyri prístals- veksturin, so vit varð- veita keypiorkuna Veður hetta ikki gjørt nú, so ganga ikki nógv ár afturat, til einki verður eftir av prístalsskipanini. Hetta kunnu fakfelogini ella løntakararnir ikki lata um seg ganga. Fellur pristalsskipanin burtur — og við hesum eisini stersta bragd fak- felaganna — er tað bert ein stórur tapari. — Og tað er lentakarin sjálvur. Ernst Hansen Tórólvur Mohr Olsen, valevni javnaðarfloksins í Sandoyar valdømi, skrivar: sum heimilaði landsstýr- inum saman við legtings- ins fiskivinnunevnd at umsita alt ekið innan fyri fiskimarkið. Síðani tá hava allar broytingar í fiskiveiði- mynstrinum verið gjerdar sambært kunngerð frá landsstýrinum. Dugnaloysi landsstyrisins i fiskivinnumálum Ein partur av hesi heim- ild hevur verið latin Fiski- rannsóknarstovuni at um- sita, soleiðis at hesin stovnur við stuttari ávar- ing hevur havt loyvi at friða ávís eki, um ov nógv- ir smáfiskur var uppi í veiðuni. Henda heimild er bert galdandi fyri 7 dagar í senn. Við tað at hesin myndugleiki er fluttur til landsstýrið og fiskivinnu- nevndina, so krevur hetta, at eitt sitandi landsstýri hevur ein fiskivinnupoli- tikk. Ein má tí verri ásanna, at núverandi samgonga ongan politikk hevur havt á hesum eki, tað hevur verið sum best hevur borið til. Avleiðingarnar av hesum tervandi politikki kenna vit í dag. Fyri fyrst at fiskastovnarnar. Frá fiskifreðingum hava vit fingið at vita, hvat ið teir meta er meguligt at veiða uttan at skaða stovnarnar. Vit vita eisini, at vit veiða langt út um hetta mark — bæði toska-, hýsu- og upsastovrin. Fyri at nevna upsa- stovnin, so hevur verið mælt til ikki at veiða meira enn 20—25.000 tús- und í hesum árinum, vit koma, tá ið árið er úti, at nærkast teimum 50.000 nevna tonsum. Henda meirveiða vísir nú, at upsin, ið virkini f; >, er meira småttfallandi, sum úrslit av ovurveiðu. Men sitandi landsstýrið letur eyguni aftur fyri hesum. Samansetingin av veiði- flotanum hevur onki verið gjørt við, ongin stýring hevur verið; hvussu skal veiðiflotin síggja út fram- yvir, hvussu nógv skulu vit veiða við troli-línu ella við gørnum. Stuðulsskipanin til fiskivinnuna er so ein sega fyri seg. Eitt av teimum málum, ið henda samgongan setti sær fyri at loysa, var at endurskoða ráfiskagrunn- in og gera stuðulsskipan- ina einfaldari. Stuðulsskipanin er í dag vorðin so fløkt, at menn hava ringt við at skilja hana, og besta prógvið um hetta er, at ein dag og dag- liga hoyrir at kærunevnd- in hjá ráfiskagrunninum skal hava fund til at dama um hvussu lógin skal skiljast. Samanumtikið kann sig- ast, at hetta málseki hev- ur verið illa røkt og kemur at krevja stórarbeiði av eini komandi samgongu, til tess at fáa skil aftur á hesi viðurskifti. Tórólvur Olsen.