Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Vita ikki nær fyrsta kirkjan er bygd Segnin um Jústinus Nær, ið kirkja er bygd við Sjógv fyrstu ferð, vita vit ikki. Segn er, at fyrr var Skála kirkjubygdin. Í segnini »Justinus løgmad- ur«, verður sagt frá eini einkju í Hattarvík, sum átti ein so frálíkan fugla- hund. Jústinus legmaður vildi fegin keypa hundin frá henni, men hon sýtti. Hann rendi hana so av garði hennara í Hattarvík, og fór hon tá til Hvanna- sunds, har hon átti eitt annað festi. Men heldur ikki har slapp hon at vera. .So flutti hon inn á Strendur í Eysturoy, hvar ið hon átti eina hálvmerk í jerð. Men heldur ikki her varð hon verandi. Tá stóð kirkja á Skála við ta ánna, sum rópast Kirkjuá. Men ein sunnudag í kirkjutíð, kom eitt vatnlop so dátt- liga á, at tað tók kirkjuna út á sjógv, og øll, id inni vóru lótu lív. Tá varð tað lovað, at har, sum tað fyrsta sprekið av kirkjuni kom rekandi, í tí staði skuldi hon verða bygd uppaftur, og tað var beint undir hálvmerkini, sum hin áðurnevnda einkjan átti og búði á. So skifti hon til Nólsoyar. Í viðmerkingum til segnina sigur Dr. Jakobsen m.a.: Da der blandt de færeske lag- mænd ikki omtales nogen ved navn »Justinus«, må sagnets Jústinus være den »Joen Justinussen« fra Fuglø, som var lag- mand 1628-1653. Hyggja vit at yvirlit- inum yvir kongsbøndur frå 1584-1884 (A. Degn), siggja vit, at einki konu- følk stendur fyri festi i Hattarvík og Hvanna- sund, ei heldur hevur nak- ar maður (hennara) festi í hesum báðum bygdum samstundis um hetta mundi. Tað kann tó vera ogn, men tá legmaður kann taka garðarnar frá henni, er tað lítið trúligt. Ein onnur versión av hesi segn er prentað í Kirkjutíðindi nr. 7 í 1934 og í nr. I i 1960. Her verð- ur sagt frá, at prestur hev- ur gudstænastuna við Skála kirkju, tá áin leypur og tekur kirkjuna út á sjógv við ellum kirkjufólk- inum og presti. Einans maður verður bjargaður. Seta vit hesa frásegnina saman við tí fyrru, so er tað heilt greitt, at henda hending ikki kann vera farin fram eftir 1628, tí tað skuldi verið legið, um ikki fleiri kongsbønrur vóru í kirkju, tá prestur var, bæði av Selatrað, Strondum og Skála, men við kunnu ikki finna nak- að, sum bendir á, at so hevur verið (A. Degn aftur). Í tingbókin fyri 1623 stendur m. a.: Ole Joenns- senn i Seblender for han havde overfalden Her Gabriel udi Kirken, der han skriftede folkene. Blev dømt at bøde til K M. og benaadet for hans Armods Skyld paa 10 gl. Hóast hetta ikki er nakað progv fyri, at hend- ingin er farin fram í Sjóvar kirkju, so haldi eg, at tað hevði staðið hver kirkjan var, um ongin kirkja var á Strondum. Tá hverki N. Andersen, Thomas Tarnevius, Peder Claussønn ella Lucas Debes nevna nakað um hesa hending, so meti eg tað sum eitt (fulgott) prógv fyri, at tað íkki kann vera hent í 17. eld Slíkur sorgarleikur hevði verið nevndur. Siðaskiftið og kirkjurnar N. Andersen skrivar um 3 kirkjur í Eysturoy, sum eru niðurlagdar eftir trú- bótina. Hann nevnir ikki eitt orð um, at Skáli hevur havt kirkju. Eg rokni tí við, at kirkja er komin við Sjógv fyri trúbótina, eg loyvi mær eisini at ivast um Skáli nakrarntíð hevur verið kirkjubygdin. Vit lata áðurnevndu menn fáa orðið: N. Andersen: »Ved Reformationen bleve flere Kirker nedlagte, deri- blandt Hove Kirke paa Suderø, Halvkirkerne paa Hestø, Kolterø og Nordre- dal, Saxen og Thorsvigs Kirker paa Strømø, Selle- træ, Lervig og Lamhauge Kirker paa Østerø, en paa Myggenæs og 3 Bønhuse paa Sandø foruden flere af disse sidste andetsteds, saaledes at Kirkernes An- tal ved Begyndelsen af det 17de Aarhundrede var 39 og Præstegjældene 7; sid- en da er Tjørnevig Kirke flyttet til Haldersvig, og Saxen Kirke blevet bygg- et.« (hetta seinasta er tó skeivt. Presturin Gregers Varde sekti um at fáa kirkjuna i Tjernuvík flutta til Víkar, tað hendi bara ikki.) Peder Claussenn sigur í 1632 m.a.: »Østerøen hafde 10 kircker i gammel tid, men hafuer nu 7 kirckesogner og er haden ved 7 mile omkring: der paa Provste Sædet den tid Bisper residerede paa Færøi«. Thomas Tarnovius sigur i bókini frå 1669 »Ferøers Beskrifvelser«, soleiðis: »5. Udi Østerøe er en Præst, hafvendis udi samme Øe 7 Kirker, huis nafne ere disse: Næs, huor Præsten hafver sin bolig 2 Sio, 3 Gøte, 4 Fuglefiord, 5 Aandefiord, 6 Funning, 7 Eide. Nr. 123 — 20. oktober 1984 Myndir: Kalmar Sjovar kirkjusøga I Richard Johansen á Strondum hevur skrivað Sjóvar arbeiðið: kirkjusegu og sigur um hetta — Tá eg gekk á Feroya Læraraskúla skrivaði eg uppgávu um Sjóvar Kirkjusegu. Tá nú- tað upp á prent. greinini. verandi kirkju. verandi kirkja fyllir 150 ár í heyst, hugsaði eg, at tað kundi verið upp á sítt pláss at sett Tilfarið havi eg fingið vid at gjøgnum- ganga roknskaparbekur og fólkateljingar á Skjalasavninum. Hannefía hjálpti mær at lesa, tá eg ikki dugdi sjálvur. Hilmar Kass og Carl Andreasen hava eisini hjálpt mær. Aðrar skrivligar keldur eru nevndar í Hetta er fyrri partur. Seinni partur er um nú- Lucas Debes um kirkjuna við Sjógv Lucas Debes: Faeroae et Faeroa Reserata. 1673. Í kapitlinum: Færes Religion, nevnir LD. eisini kirkjuna við Sjógv : Østerøs Kald. Næs Sogn er Hoved-Kirken, Hos hvilken Præsten bor Annekserne ere seks Kirke liggende fra Præsten mile 1. Siov 1/2 2. Gøte 1 1/2 3. Fugle-fjord 2 4. Andefjord 2 112 5. Funding 3 1/2 6. Eide 4 1/2 Kirkjuroknskaparbókin gongur tíverri ikki longur aftur enn til 1691, men har stendur m. a. Syf Kircke 1691: Kirck- ens Ornamenter og In- ventaria ere: Í Kalck og Disk ny gifen af godt folk, I gammel ubrugelig Kalck og Disk, 1 Messeskjorte, 1 Messehagel, Alterdug, Alterdækken, 2 smaa Messingstaer, Altertafle, 1/7 part í en ny Alterbog, I skab... Onkur hevur fert fram, at kirkjan í gomlum døg- um ikki hevði altartalvu, men ein kross. Vit síggja her, at so hevur ikki verið Vit síggja eisini, at tey fáa nýggjan kalik og altardisk frá góðum fólki. Kanska olmussa ? Í Kommisionsbetænk- ningen 1709-10 fáa vit endiliga nakað at vita um kirkjuna sjálva. Har stendur soleiðis: