týsdagur 1. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 187 - 1. oktober 2002
Nr. 187 - 1. oktober 2002
11
Í fimm ár út í eitt nú,
hava nakrir mans
havt veðrar gangandi
á fitilendi á
Kunoynni. Lendini,
talan er um, eru
Hvannrók og
Skarðstør. Væl hevur
royndst øll árini. Í
meðal hava teir havt
1o veðrar, og meðal-
vektin hevur ligið um
tey 70 pundini
HEYSTPRÁT
Solby A. Eliasen
Fyri stuttum vóru menn
eftir veðrunum, sum hava
gingið
á
fitilendunum
Skarðstør og Hvannrók á
Kunoynni. Talan er um 10
veðrar, sum eru flettir.
Tveir brundir og so nakað
av smáum afturat. Brund-
irnir vigaðu 78 og 80 pund,
meðan vektin á hinum lá
ímillum 53 og 66 pund.
Hans Pauli Purkhús sig-
ur, at árið í ár royndist eitt
sindur verri enn undanfar-
in, men tað helst kemst av,
at fyri uttan báðar brund-
irnar, so var tað fyri tað
mesta sovorðið smátt, sum
teir sleptu upp í mei
mánaða.
– Í meðal hava vit tíggju
veðrar um árið, og vektin
hevur ligið um tey 70 pund-
ini, so vit kunnu ikki annað
enn vera sera vælnøgdir,
sigur hann.
Hans Pauli er ein av fýra
monnum, sum fyri fyrstu
ferð í mong ár, var við til at
koyra fýra heystlomb upp í
1991. Hetta var bert nakað
sum teir funnu uppá, tí
lendini ikki hava verið nýtt
síðan í sjeytiárunum. Tað
vísti seg at roynast avbera
væl, men tað bleiv so ikki
til meira enn tað eina árið
tá, kortini.
Men so gingu nøkur ár,
og eigaraviðurskiftini á
Skarði vórðu broytt, og nú
hava teir verið í Skarðstør
fimta árið á rað.
Hvannrók liggur sera
ovarlaga á Kunoynni, einar
400 til 500 metrar, Kunoyar
meðna Nakkinum, meðan
Skarðstør, sum liggur einar
100 metrar uppi, hoyrir til
hagapartin fyri uttan á
Skarði. Hans Pauli og hinir
leiga lendi frá teimum. Og
teir hava tað fyribils í tvey
ár afturat.
– Tað er áhugin, sum
drívur verkið, sigur Hans
Pauli og leggur afturat, at
tað er áhugavert at síggja,
hvussu nógv seyðurin fer
fram ta tíðina, hann gongur
á fitilendi.
Teir hava onkuntíð roynt
at viga seyðin, áðrenn hann
verður koyrdur upp, men
seinastu árini hava teir
heldur vigað hann beint
áðrenn og aftaná fletting-
ina. Og tað hevur royndst
sera væl. Krovsvektin hev-
ur ligið um 48 %.
Hans Pauli sigur, at seyð-
urin etur lítið, men at føðin
er so mikið góð, og tað er
orsøkin til, at krovini eru so
góð.
– Seyðurin hevur lítla
vomb, men nógv er uppiá.
Hvannrók og
Skarðstør
Teir fýra, sum av fyrstan tíð
byrjaðu at koyra seyð upp á
Hvannrók og Skarðstør, eru
Hans
Pauli
Purkhús,
Jógvan Pauli í Kongsstovu,
Jógvan Mørkøre og Hans
Jacobsen. Hesin seinasti er
búsitandi í Danmark, men
enn hevur hann ikki latið
nakað heystfjall farið fram-
við, uttan at hann er heima.
Teir plaga at koyra um
tíggju seyðir upp á Skarð-
stør, meðan á Hvannrók,
sum er eitt lítið lendi, verða
bert tveir seyðir sleptir.
Hans Pauli sigur, at eina-
ferð koyrdu teir 12 seyðir
upp á Skarðstør, men tá
kom ein ikki afturíaftur.
Tá farið verður til Skarð-
stør verður farið við báti,
meðan til Hvannrók er
gangandi frá haganum av.
So verður seyðurin loraður
bæði upp og niður.
Seyðurin, sum gongur í
Skarðstør verður koyrdur
upp eitt sindur fyrr enn á
Hvannrók. Tað kemur av, at
Hvannrók er so ovarlaga og
gróðurin tí kemur seinni í
har.
Tað var óhøgligt at ganga
har, men teir hava betrað
munandi um umstøðurnar
at ganga árini, teir hava
verið har.
Í fjør royndu teir eitt
triðja fitilendi á Kunoynni,
tað kallast í Seyðbergi, men
Hans Pauli sigur, at tað var
so óhøgligt, at dagurin
strekti ikki til, so avgjørt
var ikki at fara aftur hagar.
Hesi bæði fitilendini
vórðu nýtt sera nógv inntil í
sjeyti árunum. Tá kom
stígur í, og ongin hevði
seyð gangandi har, líka til
Hans Pauli og hinir sleptu
teimum fýra heystlombun-
um upp í 1991.
Nú standa so heystfjøllini
fyri durum, og Hans Pauli
sigur, at nú verður farið at
ganga tey fyrstu fjøllini á
Kunoynni.
Kunoyggin hevur verið
eyðkend fyri, at nógv fjøll
hava verið at ganga, men í
ár rokna menn við, at tað
verður øðrvísi, tí alt bleiv
ummatrikkulerað í fjør. Tað
var alt so spjatt áðrenn,
men nú eigur ein í einum
hagaparti, og tað ger sítt til,
at tað ikki nýtist at vera
sama fólki til hvørja gongu.
Tí fer tað at bera til at
ganga fleiri fjøll sama dag í
Kunoy í ár. Og tað skuldi
gjørt alt munandi lættari.
Hans Pauli sigur, at enn
hava teir ikki gingið nakað
fjall, men at lombini síggja
gott út í haganum.
– So fáa vit at síggja,
hvussu fer at roynast, sigur
hann at enda.
Veðrar á fitilendi á Kunoynni
Fríggjadagin um eitt
tíðina fór ein
lastbilur hjá Elmari
Zachariassen út av
Viðareiðisvegnum
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
Óhappið hendi beint áðr-
enn Leitisbrekkuna á Við-
areiðisvegnum. Bilurin var
júst komin norður aftur fult
lessaður av asfalti.
Bilførarin greiðir frá, at
hann bakkaði inn á eitt
víkipláss, tí hann skuldi
venda bilinum, so hann
kundi bakka til útleggjaran.
– Eg bakkaði inn á víki-
plássi og vendi ov tíðliga,
so lendið skrædnaði undan
bilinum, og so koppaði
hann. Tað er í stuttum tað,
sum hendi, greiðir bilførar-
in frá.
Beinanvegin komu fólk
at hjálpa til, og tað gekk
bæði skjótt og væl at fáa
bilin uppaftur.
Ongin fólkaskaði hendi,
og bilurin kundi koyra aftur
longu hálvan tíma eftir
óhappið.
Lastbilur út av vegnum
Fríggjadagin um eitt tíðina koppaði ein bilur hjá Elmari
Zachariassen á Viðareiðisvegnum. Ongin álvarsligur skaði
hendi
Tá farið verður til Skarðstør, verður farið við báti, tí ikki er
gangandi til lendið úr haganum
Á myndini síggjast Jógvan Mørkøre og Hans Pauli Purkhús. Her seta teir stikir fastar í klettin
Mynd: BAF
Í grein í leygardags-
blaðnum um stóra nar-
komálið við yvirskriftini
»Trý ára fongsulsrevs-
ing« eru misvísandi
upplýsingar komnir fyri.
Tað er í sambandi við
revsingina, at tað stend-
ur, at tann dømdi fær
avsláttur fyri tíðina,
hann sat avbyrgdur. Í
sjálvari greinini stendur
skrivað, at hann fær ein
mánað í avsláttri, men í
myndatekstinum stendur
eitt ár. Rætta talið er ein
mánaður og ikki eitt ár.
Hetta er galdandi í Dan-
mark, men ikki í Føroy-
um, og tann dømdi skal
væntandi til Danmarkar
at sita revsingina, tí tal-
an er um eitt so drúgt
tíðarskeið. Fyri avbyrg-
ingina fær hann vænt-
andi ein mánað avslátt-
ur, t.e. ein dag fyri
hvørjar tríggar, hann sat
avbyrgdur.
-HR
Rætting
Føroya Tele, Kall og
Fjarskiftiseftirlitið
eru vorðin samd um,
at Kall í framtíðini
kann nýta sokallað
svartfibur hjá Føroya
Tele
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
Eftir drúgt stríð tykist nú
semja at vera millum Før-
oya Tele, Fjarskiftiseftirlit-
ið og Kall. Partarnir hava í
allar flestu førum verið
púra ósamdir, og neyðugt
hevur verið við skarpari
semju.
Í seinastu støðisuppgerð-
ini hjá Fjarskiftiseftirlitin-
um, hin 23. august 2002,
stendur at lesa, at semjan
nú er gjørd á kalla øllum
økjum.
Millum annað er gjørd
semja um fipur. Hetta
merkir, at Kall nú kann
leiga fipur kaðal. Hetta
gevur ómetaliga stóran
kapasitet, og tað kann fáa
týdning í fluttningi av data.
Sum heild hevur Kall nú
fingið so gott sum allar
avtalur, ið viðvíkja Føroya
Tele og teirra kervi uppá
pláss.
Vit prenta støðuuppgerð-
ina niðanfyri. Støðuupp-
gerðin vísir avtalur um
atgeingi til kervi hjá Føroya
Tele.
1. Sambinding av inter-
netryggum / atgeingi til al-
tjóða internetið.
Vinnumálaráðið
setti
saman við KT-felagum í
gongd verkætlan nevnd
THOR-IX. THOR-IX er
ætlaður at tryggja at innan-
landa internetferðsla verður
umskift ókeypis í landinum
og ikki tyngir tann avmark-
aða uttanlanda kapasitetin.
Tað dróg út at fáa depilin at
virka, men virkar hann nú
og ferðslan er í støðugum
vøkstri.
2. Koblaður samflutningur.
Prísirnir eru endurskoðaðir
seinast í avgerð hjá Fjar-
skiftiseftirlitinum frá nov-
ember 2001. Møguliga
verða prísirnir endurskoð-
aðir í heyst.
3. Fast forskoyti og for-
skoyti.
4. Innanlanda- og uttan-
landaleigulinjur. Prísirnir
fyri innanlanda leigulinjur
eru til viðgerðar og verða
væntandi endurskoðaðir.
5. Atgeingi til kaðalstøðina
í Tjørnuvík, bæði sum
partur av einum heildartil-
boðið Føroyar - Danmark
og sum backhaul. Prísurin
var endurskoðaður í nov.
2001, men kærdi FT av-
gerðina til kærunevndina í
fjarskiftismálum, og tók
FSE í mai 2002 avgerð
aftur til nýggja viðgerð,
vegna at nýggir upplýs-
ingum í málinum. Málið
verður væntandi avgreitt í
sept. 2002.
6. Samhýsing – mastrar/
hús. Føroya Tele hevur ein
standardsáttmála, ið verður
brúktur m.a av Rás2. FSE
skilir at arbeitt verður við
betri gjøgnumskygni var
viðv. húsum / mastrum í
samogn millum FL / FT.
7. Tænastuavtala fastnet.
Fjarskiftiseftirlitið tók 21.
februar 2001 avgerð um at
Føroya Tele skal taka upp
samráðingar um eina tæn-
astuavtalu um fastnet, so-
leiðis at annar veitari kann
krevja inn fasta haldið
vegna kundan og soleiðis
veita eina heildar fastnets-
tænastu til kundan. Kall lat
fyri jól eitt liðugt uppskot
til avtalu. Kall bað í mars
2002
Fjarskiftiseftirlitið
um at royna seming í mál-
inum. Semingstilfongdin
endaði við at partarnir,
uttan um FSE, gjørdu
semju í mai 2002.
8. Svart fipur. Kall bað á
sumri 2001 um atgeingi til
langtíðarleigu av svørtum
fipri. Kall bað um seming í
des. 2001. FSE royndi sem-
ing í málinum og endaði
málið við semju millum
partarnar og var sáttmáli
undirskrivaður 19. august
2002.
9. Innanlanda reiking innan
fartelefoni GSM. Samráð-
ingar vóru millum FT og
Kall á heysti 2001 um sátt-
mála, men uttan úrslit. Í vár
bað Kall um seming og
endaði málið við semju
millum partarnar og undir-
skrivaðu partarnir 23. aug-
ust 2002 undir sáttmála.
10. Rátt kopar atgeingi
(shared access). Føroya
Tele hevur latið útgreinað
tilfar um tal av koparlinjum
v.m. í 6 býum. Kall hevur í
2001 biðið um atgeingi,
men samráðingarnar eru
ikki byrjaðar. Kall ferð í
næstum at senda FT upp-
skot til sáttmála. Málið er
ikki lagt fyri FSE.
Sjúkrafrávera:
Markið millum at
vera sjúkur og frískur
er broytt í Norra í
einari nýggjari avtalu,
sum skal steðga tí
høgu sjúkrafráveruni
hjá norðmonnum
TÍÐINDASKRIV
Vinnuhúsið
Ein trípartaavtala í Norra
hevur munandi broytt um
hugtøkini at vera sjúkur og
frískur. Síðani 1. juli í ár
hava persónar, sum verða
sjúkir, skyldu til, eftir sam-
talu við egnan lækna, at
upplýsa fyri arbeiðsgevar-
anum, hvørjar uppgávur tey
kunna og ikki kunna útinna
orsakað av sjúkuni. Hetta
skal gera tað møguligt hjá
fleiri, sum annars vildi ver-
ið sjúkrameldað uppá fulla
tíð, at halda fram at ar-
beiða. Málið er at lækka tað
høgu norsku sjúkrafráverun
við 20% innanfyri 4 ár.
Sjúkrafráveran í Norra er
hækkað øgiligt síðan 1994
og er tann hægsta í Norðan-
londum.
Trípartaavtalan
skal venda útviklinginum
við m.a. at læknar vera við
í einari løgboðaðari metan
av,
hvørjar
uppgávur,
starvsfólkini framhaldandi
kunnu útinna hóast sjúku.
Avtalan er gjørd millum
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum og stjórnina – og
hevur ført til, at lóggávan
viðv.
sjúkrafráveru
og
sjúkuboðan er broytt.
Positiv
metan
av
arbeiðsføri
Sambært teimum nýggju
reglunum er sjúkuboðan
fyrst gyldug, tá ið læknin
og tann sjúki hava greitt teir
aktuellu arbeiðsmøguleik-
arnar hjá persóninum – og
upplýst hetta fyri arbeiðs-
gevaranum. Fáa virkini ikki
slíkar upplýsingar og sam-
røðu við arbeiðstakaran,
hava tey í prinsippinum
loyvi til at afturhalda
sjúkralønina ella sjúkra-
dagpengarnar.
Hetta fer m.a. fram um
eina víðkaða læknaváttan,
sum skal gera tað møguligt
hjá arbeiðsgevaranum at
meta um, hvørjar uppgávur
starvsfólkið
kann
gera
hóast sína sjúku. Harvið
verður latið upp fyri eini
meira stig fyri stig aftur-
vendan til arbeiðið, soleiðis
at sjúkugongdin og harvið
vandin fyri útskúgving
verður fyribyrgdur.
Norra er so vítt vit vita
tað fyrsta landið, sum brúk-
ar hesa vídtgangandi broyt-
ing í hugtøkunum sjúka og
frískur í stríðnum ímóti
sjúkrafráveru.
Tann danska lóggávan
gevur ikki arbeiðsgevarum
møguleika fyri at krevja
upplýsingar
um
sjúku-
eyðkennini hjá starvsfólk-
unum, og danskir læknar
neyvlýsa ikki, hvørjar upp-
gávur, persónurin kann og
ikki kann útinna orsakað av
sjúkuni. Danskar lækna-
váttanir vátta aleina, at tal-
an er um sjúku, og upplýsa,
hvussu leingi sjúkan vænt-
andi varar.
Málið fyri
trípartaavtaluni
Tað ítøkiliga málið fyri
avtaluni er at minka um
sjúkrafráveruna við 20%
yvir 4 ár, men umframt
hetta hava teir tríggir part-
arnir bundið hvønnannan
til meginregluna, at øll,
sum vilja og kunna, skulu
hava møguleika fyri at
arbeiða. Ítøkiliga skal meg-
inreglan setast í verk við at
fáa nógv fleiri við niður-
settum arbeiðsevnum út á
arbeiðsmarknaðin aftur.
Ein berandi meginregla í
avtaluni er eisini, at tað skal
gerast enn meira fíggjarliga
lokkandi fyri virkini at gera
nakað virkið fyri at lækka
sjúkrafráveruna. Hetta skal
fara fram við, at tað ein-
staka virkið sjálvboðið ger
ein sáttmála við myndug-
leikarnar um ávís mál,
tiltøk og mannagongdir,
sum kunnu lækka sjúkra-
fráveruna. Øvugt so binda
myndugleikarnar seg til at
stuðla virkunum fíggjarliga
og lætta nakað um tað
fyrisitingarliga arbeiðnum.
Generelt er tað eisini eitt
mál í avtaluni, at tað skjót-
ari
verður
fylgt
uppá
sjúkrafráveruna, soleiðis at
sloppið verður undan lang-
tíðarfráveru og útskúgving.
Slóðbrótandi norsk avtala um sjúkrafráveru
Semja um fibur
Kervi hjá Føroya Tele kann Kall so at siga fult út nýta, eftir at flestu avtalurnar eru komnar uppá pláss.
C
M
Y
K
11
10