týsdagur 1. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 187 - 1. oktober 2002
Nr. 187 - 1. oktober 2002
13
Vitjan tingmanna í Suðuroy hevur sett Suðuroynna
á dagskránna, og greitt er, at nógv mál í Suðuroy
liggja á láni. Av teimum mongu málunum er ein
tunnil millum Hov og Øravík hitt mest átrokandi
málið. Vegurin um Hovsegg er sera vandamikil, og
tað er bert eitt Guds undur, at stórskaði ikki longu
er hendur á hesum vegastrekki. Ferðslan um Hovs-
egg er stór, og nøkur teirra, ið har ferðast dagliga
eru tvungin at fara hetta strekkið. Vit hugsa um
næmingarnar á miðnámskúlanum í Vági. Hvør
hevur moralsku og menniskjaligu ábyrgdina um
ein stórskaði hendir her? Svarið kann bert verða:
her má eingin skaði henda!
Gamalt er, at best er at binda um heilan fingur.
Hetta merkir, at betri er at vera fyrivarin enn
eftirsnarin. Betur er at fyrbyrgja enn at lekja. Tá
vegurin millum Hov og Øravík var gjørdur í síni
tíð, var eingin, sum hugsaði um tunnlar millum
bygdir í Føroyum. Hvørki tøknin ella búskapurin
vóru til slíkar loysnir. Hartil kom, at ferðsaln var
ein heilt øðrvísi, enn hon er í dag. Bilarnir vóru
færri og lættari – privatbilisman var ókend, ei
heldur nakar droymdi um hana. Men alt hetta er
broytt, og Suðuroy er at kalla eitt øki ella ein
skipan. Fleiri skúlar og almennir stovnar dekka alt
økið, og borgararnir eiga at kunna koma trygt til
hesar stovnar á summri sum á vetri. Ein tunnil
millum Hov og Øravík eigur tí at standa ovast á
íløgulistanum í komandi fíggjarlóg, og ger hon tað
ikki, er hetta prógv um stórt ábyrgdarloysi og um
ramastu líkasælu mótvegis medborgarum okkara í
Suðuroy.
Vit kundu nevnt onnur átrokandi mál t.d. spurn-
ingin um trolingina vestan fyri Suðuroynna, sum
tingmaðurin Henrik Old tíbetur nú hevur reist á
tingi, útbyggingina av skúlunum, leiklutin hjá
sjúkrahúsinum, lagnan hjá djúphavnini í Vági,
vanlukkuna innan alingina og mangt, mangt ann-
að. Alt hetta krevur, at tingmenninir í oynni ansa
væl eftir og fylgja væl við, at teir alla tíðina skora
á og ansa eftir at henda forfjónaða oyggin ikki
dettur burtur ímillum.
Men fyrst og fremst mugu suðringar sjálvir taka
ábyrgdina av egnari lagnu og av at menna oynna.
Hetta gerst ikki við mekaniskt at flyta almennar
stovnar til Suðuroyar. Tað gevur onga menning í
sjálvum sær. Menningin, tann ektaða og varandi
økismenningin kemur fyrst og fremst við at nðta
vit og skil og tann dugnaskap, tað áræði og tey
skapandi evni, ið altíð hava eyðkent sjarmerandi
og lívsfríska fólkið fyri sunnan.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hovs-Øravíkartunnil
hægstu raðfesting!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jenis av Rana
Álvarsligasta, ið fram er
borið á skrift á føroyskum
seinastu mongu árini, er
stutta greinin, vit lósu í
bløðunum herfyri undir
yvirskriftini “Yvirlýsing”.
Ikki so nógv vegna tann
partin av innihaldinum,
sum viðvíkur teimum so-
kallaðu samkyndu, men
vegna tað opinlýsu uppgerð
við grundarlagið, ið sam-
felag okkara higartil hevur
hvílt trygt á.
Kristna grundarlagið
Tó ymisk í mongum, so
man felagsnevnarin fyri
flestu
føroyingar
vera
kristna trúgvin. Hjá summ-
um meira opin og sjónlig,
hjá øðrum meira stillfør,
men hjá flestu trygdin í
dagliga degnum og álitið at
leita til, tá annað svíkur.
Jú, meir enn so hoyrast
røddir, ið royna at gera upp
við hetta, men tær hava
verið fáar og spjaddar.
Fordómsfull humanisma
Í andsøgn til kærleika
Kristusar, ið elskar og tekur
ímóti okkum hóast brek og
veikleikar, hava vit human-
ismuna, hvørs grundhug-
sjón er at seta skapningin –
menniskjað – í sentrum
heldur enn Skaparan. Tí
síggja vit m. a. altíð
humanismuna verða fram-
hevjaða av teimum, sum
føra seg fram sum mót-
støðumenn teirra kristnu.
Líkheitin millum orðini
humanur og humanisma
gevur óiva humanismuni
eitt good-will, ið henni als
ikki tilkemur, tí í botn og
grund er hon beinleiðis
vandamikil, júst tí hon, sum
í omanfyrinevndu grein,
verður sett ístaðin fyri
kristindómin. Bíblian boðar
hinvegin, hvussu svikaligt
tað er at seta álit sítt á
menniskjað, og munnu ikki
flestu okkara kenna hetta, í
hvussu so er frá okkum
sjálvum. Heilt frá skapan-
ardøgunum og upp til dagin
í dag, har dagliga millum
50 og 60 kríggj eru í gongd,
boðar veruleikin okkum
júst hetta, at tað sjáldan er
tað góða í menniskjanum,
sum vinnur. Tí framdi Gud
frelsuætlanina, sendi Son
sín í deyðan okkara vegna,
so vit í áliti á Hann, og ikki
okkum sjálvi, kunnu verða
bjargað.
Ein hóttandi yvirlýsing
Úr yvirlýsingini endurgevi
eg:
... “hetta kann als ikki góð-
takast í einum siviliserað-
um og demokratiskum
samfelag, sum byggir á
humanistiska siðvenju”....
.....“tí mótmæla vit harð-
liga, at ávísar átrúnaðar-
ligar skriftir og tulkingar
skulu vera grundarlag
undir landsins lóggávu”...
Ikki eitt orð í yvirlýsingini
um Føroyar sum eitt kristið
samfelag, nei, vit lesa um,
at samfelagið byggir á
humanistiska siðvenju, og
at man ikki ynskir, at ávísar
átrúnaðarligar skriftir og
tulkingar skulu vera grund-
arlag undir landsins lóg-
gávu.
Eg fái meg ikki at trúgva,
at summi teirra, ið sigast
hava skrivað undir, hava
lisið orðini, áðrenn tey
nýttu hond sína, men tað
fáa vit kanska høvi til at
hoyra frá teimum sjálvum,
um so er. Tí hesi brotini
eru, sum eg nevndi í byrj-
anini, álvarsligasta hóttan-
in, sum signaða føðiland
okkara hevur verið fyri í
minniligar tíðir.
Áheitan um at biðja
Tí hendan inniliga áheitan
á allar føroyingar, sum
dagliga seta álit sítt á
Skapara himins og jarðar
og hvíla í ørmum Hansara:
Biðið fyri landi okkara! Lat
Gud og Faðir okkara, sum
gav alt fyri okkum, merkja,
at vit seta álit á Hann, hjálp
og umsorgan Hansara og
einki annað. Og latið okk-
um biðja fyri teimum, sum
verða svikin vegna tað, at
tey seta álitið á menniskju,
at tey mugu leita aftur til
Faðirin fyri har at fáa veru-
ligu hjálpina.
Viðvíkjandi teimum
kynsvillu
Tú hjálpir ikki einum neyð-
støddum, t.d einum, ið
hevur rent seg fastan í
bjørgunum ella einum, ið er
um at drukna, við at rópa á
hann, at hann ikki skal
kenna seg fordømdan. Gert
tú tað, ístaðin fyri at rætta
honum hondina ella línuna,
so svíkur tú hann. Bert við
at bjarga honum úr neyð-
støðuni, veitir tú honum
hjálp. Alt annað er tómt tos,
miskunnar- og skilaloysi.
Teimum kynsvillu tørvar
hjálp, somu hjálpina, ið vit
øll tørva í øllum lívsins
viðurskiftum. Søgan og
dagligdagurin
prógvar,
hvussu veik vit eru, hvussu
okkum aftur og aftur tørvar
umsorgan, hjálp og verju
himmalska Faðirs okkara.
Tað kann vera við so mong-
um, men altíð er Hann har,
tá vit kalla á Hann, Hann
fyrigevur okkum og hjálpir.
Túsundir av kynsvillum
hava upplivað frælsið, sum
Faðirin veitir teimum, ið
leita til Hansara. Mong
teirra eru í dag virkin í at
hjálpa øðrum, sum enn eru
bundin. Øll siga frá tí
tyngjandi trælalívi, tey
livdu, og frá tí frælsi, tey
funnu.
Boðanin í samkomum
okkara
Í øll tey ár eg havi havt
mína gongd í samkomur og
millum trúgvandi, havi eg
ongantíð hoyrt talur ella
boðskapir, ið eru vend
móti øðrum enn syndini og
honum, ið stendur aftanfyri
hesa, t.e. djevulin. Boð-
skapurin er og hevur verið
hin sami, ein kærleikans
boðskapur til allar synd-
arar, øll neyðstødd- herí-
millum eisini tey sokallaðu
samkyndu. Ongantíð minn-
ist eg at hava hoyrt præ-
diku móti menniskjum,
heldur ikki fyrrnevndu.
Áugavert hevði verið at
sæð dømir og ítøkilig prógv
frá teimum, ið føra tað mót-
satta fram. Prógv heldur
enn pástandir, tí grund-
leysir pástandir boða bert
frá fordómum- og slíkir
hoyra ikki heima í einum
upplýstum samfelagi sum tí
føroyska. At so mong
teirra, sum í hesum døgum
tykjast kappast um at føra
fram grundleysar pástandir,
bera lærd heiti ger bert
skommina størri og tænir
ongum, allarminst teimum,
ið so sáran tørva hjálpandi
hond heldur enn mjúk orð,
ið lata teg óhjálpnan og
neyðstaddan eftir.
Kærleiki Kristusar ella fordómsfull
humanisma?
VIÐMERKINGAR
Ragnar S. Olsen
660 Søldarfjørður
Tað er nógv skrivað og sagt
um rættin til at vera sam-
kyndur. Seinast við allari
forsíðuni og tveimum opnum
í einum av okkara dagbløð-
um.
Í seinastuni hevur kjakið
vundið upp á seg, og eg klári
ikki longur at lata vera við at
leggja uppí.
Fordøming?!?
Spurningurin um fordøming
tykist verða tann, ið nívir
mest. Eg vil siga heilt greitt,
at eg upp á ongan máta for-
dømi tey samkyndu, men eg
taki ikki undir við samkynda
liviháttinum, og fari ongan-
tíð at gera tað. Vit eiga at
elska okkara næsta, men tað
er ikki tað sama sum at siga
at vit elska alt tað, ið næsti
okkara ger.
Í 3. Mósebók kap. 18 og
20 verður sagt, at tað er
deyðarevsing fyri samkynd.
Tað var galdandi tá. Í nýggja
testamenti lesa vit t.d. um
kvinnuna, ið var tikin í hori;
hon skuldi steinast til deyða
(tað kravdi lógin jú), men
Jesus sjálvur segði: Heldur
ikki eg dømi teg, far avstað
og synda ikki longur. Legg
merki til boðini, hon fekk
fyrigeving ella henni varð
víst náði, men gloym ikki, at
hon skuldi ikki halda áfram
við tí hon annars skuldi døm-
ast fyri.
Vit síggja her, at nú var
náðin komin í staðin fyri
lógina.
Bíblian sigur eisini bein-
leiðis í Rom. kap. 6, at vit
skulu ikki halda áfram í
syndini, fyri á tann hátt fáa
enn størri náði. Minni enn
so! Tá vit síggja at vit hava
fingið fyrigeving, vilja vit
ikki, við vilja, halda áfram
við somu synd. Tað er at
halda tann, ið fyrigevur, fyri
tað turra spott.
Tá náðitíðin nú er komin,
skuldi ein trú, at eingi boð
eru um at halda nakra lóg
longur. Nei, tvørturímóti
verður stórur dentur lagdur á
at liva eitt reint lýtaleyst lív.
Eisini verður í nýggja testa-
menti sagt nakað um sam-
kynd, og fyri tað eisini um at
dríva hor. Í Rom. kap. 1 og 1.
Kor. kap. 9, verður harðliga
funnist at hesum. Tað verður
kallað fyri nakað viður-
styggiligt. Tað verður enntá
farið so langt, at funnist
verður eisini at teimum, ið
halda við teimum Rom. kap.
1.32.
Samanumtikið vil eg siga,
at eg fordømi ongan, men eg
kann eisini viðganga, at eg
fordømi samkyndan livihátt.
Vernd av minnilutum
Tey samkyndu vilja vera við,
at tey eru ein minniluti, ið
hava ein demokratiskan rætt
til at fáa viðurkenning, men
hava tað ikki.
Tey vildu eisini føra fram,
at tey fingu eina dygga und-
irtøku í bløðunum herfyri, tá
323 fólk í og uttan fyri Før-
oyar høvdu sett navn sítt
undir eina yvirlýsing til
frama fyri skrásettum para-
lag fyri tey samkyndu.
Eg eri fullvísur í, at um
farið var at savna undirskrift-
ir ímóti skrásettum paralag
til samkynd, hevði undir-
tøkan verðið 10-tals ferðir
størri.
Og tá kunnu vit siga, at tað
er ikki ein demokratiskur
rættur longur, tí tað er júst
tað, sum er ein partur av
demokratinum, at meirlutin
vinnur.
So kann spurningurin, um
tað er moralskt rætt at verja
ein minniluta sum hendan.
Til tað vil eg svara, at tað
vildi júst verið ómoralskt, tí
talan
er
um
beinleiðis
ómoral.
Tey siga eisini, at tey
kenna seg at verða forfylgd.
Vit kunnu spyrja hví? Jú
tey hava ein atburð, ið bein-
leiðis verður nevnt sum
lógarbrot/synd í Bíbliuni.
Tey hava helst ringa sam-
vitsku, og ístaðin fyri at taka
annað skinn um bak, royna
tey at fáa henda trend legali-
seraðan. Eisini tí at tað nú er
IN at vera samkyndur.
Tey vísa á, at í øðrum
londum er hetta legaliserað
við tað, at tað er revsivert at
hava at fólkið vegna polit-
iska, átrúnaðarliga ella kyns-
liga áskoðan.
Men hvat er tað sum er
hent í hesum málið.
Tá man hevur fingið tað
kynsliga við í omanfyri-
nevnda bólk, er man á veg
inn á ein álvarsaman glíði-
skala. Mær kemur til hugs
sangin hjá Rasmus Effersøe,
har seyðafylgi- fylgdi eftir
slóðaranum, og fór fyri
bakka.
Hvar er markið fyri kyns-
liga áskoðan? Nær fer man út
av bakkanum?
Verður tað næsta, at tey
pedofilu skulu hava almenna
viðurkenning?
Skulu tey, ið hava kyns-
ligan umgang við djór kunna
fara í skrásett parlag við t.d.
ein hund?
Eg meini so við, hvat
verður tað næsta? Nær og
hvar skal nakað mark setast?
Avleiðingar
Um vit taka málið í álvara,
so kunnu vit hyggja eftir hvat
hendir í grannalondum okk-
ara. Í Svøríki verður bannað
at prenta tilfar, ið revsar
minnilutar, herundir sam-
kynd. Tað hevur eisini við
sær at Bíblian ikki kann
prentast longur.
Vit kunnu nú spyrja, hvat
er meira vert at verja, er tað
ein avsporaður minniluti ella
skrivifrælsið í síni heild.
Vit síggja her, at tað er tað
heilt grundleggjandi í sam-
felagsskipan okkara, sum er
til umrøðu. Vilja vit halda
fast við okkara kristna siða-
arv, ella er tað júst meiningin
at fáa hann burtur!
Tey samkyndu - Ein hóttan?
Hallur G. Thorsteinsson
BA, stud.mag., RUC
I hvønn mun hanga siðalæra
og átrúðnaður saman? Hetta
er ein fundamentalur spur-
ningur, sum tykist serliga við-
komandi í samanhangi við
tað orðaskiftið, sum valið av
fýra limun í Siðseminevndini
hevur ført við sær.
Valið av teimun nýggju
limunum í Siðseminevndina
hevur
skapt
stóran
ans
millum føroyingar flest hesa
síðstu tíðina. Bløðini hava
verið á tremur við viðmerk-
ingum - bæði fyri og ímóti.
Landsstýrismaðurin við heil-
sumálum, Bill Justinussen,
stendur við sítt, og løgmaður
vil helst ikki gera meira við
málið. Við øðrum orðum
kunnu vit ásanna, at enn ein
avgerandi samfelagsspurn-
ingur skal tigast í hel.
Eg vil ikki bera orðaskiftið
inn á persónligu viðurskiftið
teirra útvaldu, men tó seta
spurnartekin við tað tilvildar-
liga faktum, at allir hesir
limir hava samband við meira
ella minni fragmenteraðar
samkomur. Hetta tykist at
verða tann reyði tráðurin,
sum fær limirnar til at hanga
saman sum eina heild, og tí
tykist tað nærmast órímiligt
at pástanda, at hetta ikki hev-
ur spælt ein avgerandi leiklut
í valinum av limunum. Í
hvønn mun hetta kann sigast
at vera ein demokratiskur (les
etiskur) framferðaháttur, tá
talan er um eina nevnd, sum
helst skuldi kunna avspeglað
føroysku fólkasamanseting-
ina, kann mann kjakast um,
men ikki her.
Tað, eg fyrst og fremst vil
seta orð á, er sambandið mill-
um siðalæru og átrúnað. Í
hesum sambandi vil eg royna
at grundgeva fyri, hví eg ikki
haldi, at hesi fyribrigdi eru
tengd av hvørjum ørðum, og
kanska heldur tvørturímóti.
Átrúðnaligir úrmælingar
Tað er vanligur hugsannar-
háttur, at átrúðnaður og siða-
læra hanga saman. Gudfrøð-
ingar verða ofta hildnir at
verða serfrøðingar á høgum
stigi, hvat siðalæru viðkemur.
Hetta er ongin løgin uppfat-
an, og tað eru í øllum førum
tvær orsøkir til tess. Fyri tað
fyrsta eru teir almenn umboð
fyri ta kristnu læruna - og tí
talurør fyri gomlu moralsku
fyriskriftirnar, sum eru at
finna í bæði Gamla- og
Nýggja Testamenti. Haraftur-
at er teirra leiklutur sum
moralskt talurør djúpt rót-
festur í gomlum (sið)søgu-
ligum viðurskiftum
Men sum tíðin er liðin, og
alternativ til fólkakirkjuna
eru vaksin fram, hava præti-
kantar av øðrum slagi eisini
tikið ein bita av moralsku lag-
køkuni, og hava tí sum kunn-
ugt er, eisini beinleiðis sam-
skifti við hægri instansar,
sum kunnu geva boð um, hvat
er rangt og hvat er rætt.
Kristin siðalæra
Innan kristna siðalæru eru tað
serliga tveir hugsannarhættir,
sum hava verið frammi: annar
kallast The Divine Command
Theory (DCT), og hin The
Theory of Natural Law
(TNL)
Tað skal sigast, at tann so-
kallaða DCT ikki hevur
nógvar fortalarar í fakligum
samanhangi, og eg skal í
stuttum greiða frá hví.
Kjarnan í DCT er, at vit
mugu liva eftir teimun reglum
sum Gud hevur ásett okkum.
Tað vil siga, at tað Gud krev-
ur av okkum er moralskt rætt,
og tað hann forbjóðar er
rangt. Ein av fyrimununum
kann tykjast at verða, at vit
sum menniskju ikku nýtast at
keglast um etisk viðurskifti,
og reint visindaliga nýtist
okkum ikki at spekulera um
objektivitet.
Sum eg sipaði til omanfyri,
eru tað tó nakrir trupulleikar
við hesum ástøði. Fyri tað
fyrsta er tað ringt at góðtaka
hugsannarháttin, um tú ikki
er trúgvandi. Fyri tað næsta
kann mann seta spurningin:
er boðið rætt tí Gud krevur
tað, ella krevur Gud at vit
yvirhalda boðið tí tað er rætt í
sær sjálvum? Hesin spurning-
ur hevur megi til at petta
ástøðið sundur.
Um tú velur at svara spurn-
inginum við at siga, at boði er
rætt tí Gud krevur tað, merkir
tað, at Gud eisini kundi kravt
tað mótsatta enn tað, hann
gjørdi - tí boðið er jú bara rætt,
tí Gud krevur tað. Hetta við-
førir meiningsloysi, og tí verð-
ur hetta svarið sjálvdan valt
Vit kunnu eisini velja at
svara, at Gud krevur, at vit
yvirhalda boðið, tí tað er rætt.
Av tí at Gud er algóður, velur
hann við vísdómi, og tí skulu
vit yvirhalda boð hansara.
Men hetta svarið viðførir
eisini trupulleikar: við at siga,
at Gud hevur valt boðið, tí tað
er rætt, so viðganga vit sam-
stundis, at tað finnist nakað,
sum er rangt og rætt - óheft
av Gudi. Hetta merkir, at vit
ikki kunnu fáa endaligt svar
um hví, og eru yvirlatin til
trúnna.
TNL-ástøðið, sum mann
oftast møtir í etiskum kjaki
(td. alment viðurkenda siða-
læran hjá katólsku kirkjuni),
er meiri sannførandi, men
sjálvur haldi eg ikki at tað er
fullkomiliga vatntætt. Orsøk-
ina til hetta skal eg koma inn
á niðanfyri.
Grundleggjandi byggir á-
støðið á ta hugsan, at heim-
urin er skipaður á skynsamil-
igan hátt, og at øll fyribrigdi
tí hava eina orsøk og eitt
endamál (telos). Hetta er ein
gamal hugsannarháttur, sum
stavar frá greskari heims-
speki.
Tær ‘náttúrulógir’ sum eru
tengdar at hesari uppfatan,
fortelja okkum ikki bara
hvussu heimurin er, men
eisini hvussu hann eigur at
verða (hetta kallast innan
heimspekina den naturalist-
iske fejlslutning). Hetta hevur
stóran týdning fyri, hvussu
vit meta um moralskt rætt og
rangt: atburður kann verða
natúrligur (rættur) ella óna-
túrligur (rangur).
Tað síðsta, oftast dikteraða,
elementi í TNL er, at vit, við
at nýta skilsemi, sjálvi kunnu
finna fram til besta mátan at
bera okkum at. Tvs. at Gud
hevur givið okkum skilsemi,
so vit m.a. kunnu skilja mill-
um rangt og rætt. Hetta kann
tykjast sum ein langt meiri
sannlíkur
hugsannarháttur
enn DCT, har tað góða og
ónda ikki kundi skiljast
rationelt. Við TNL hava vit
harafturímóti fatur á einari
tankagongd, har teir moralsku
trupulleikarnir eru hálaðir
niður á jørðina, og menniskja
hevur sjálvt fingið ein av-
gerandi leiklut.
Sum eg við eitt sindur av
speisemi peikaði á omanfyri,
so kann ein av fyrimuninum
við DCT sýnast at vera, at vit
sum menniskju ikku nýtast at
keglast um etisk viðurskifti.
Hetta kann mann ikki siga um
TNL, sjálvt um hetta ástøði í
síðsta enda byggir á mennis-
kjans skynsemi. Skynsemi
vísir seg sjótt ikki at vera ein
konstantur, men heldur eitt
tilvildarligt fyribrigdi, sum
ávirkast av okkara persónligu
meiningum.
Frávíkjan ein synd
Av tí at tankin um tað náttúr-
liga og tað ónáttúrliga er ein
av grundsteinunum í TNL,
hevur henda læran ofta verði
nýtt til at fordøma frávíkjarar
av ymiskum slagi. Tann
katólska
fordømingin
av
samkyntum er eitt dømi uppá
júst hetta. Alt hevur sum sagt
eitt náttúrligt endamál, og tí
er kynsligt virksemi, har
endamálið ikki er produktivt,
rætt og slætt ikki náttúrligt,
og tí skeivt - og harvið er for-
dømingin av samkyntum
fullgjørd.
Hetta er í mínari verð, eitt
gott dømi um, hvussu eitt
ástøði sum í síðsta enda eigur
at byggja á skynsemi, kann
nýtast sum ein irrationellur
maktfaktorur, bæði í átrúnar-
ligum og politiskum saman-
hangi.
Orsøkin er, at vit øll hava
eina rúgvu av meiningum og
hugsanum, sum vit taka við
okkum, tá vit skulu taka
støðu til ymisk viðurskifti.
Hesar meiningar kunnu tykj-
ast at verða fullkomiliga rætt-
ar fyri tann, ið eigur tær, men
fyri ein annan persón kunnu
tær tykjast óskiljandi, av tí at
tær eru sprotnar úr einari heilt
aðrari tankagongd, enn hesin
persónur kann taka undir við.
Siðsemi í 2002
Av tí at heimurin útviklar seg,
við tí ferð hann ger, verða vit
noydd til at laga okkara
hugtøk eftir teimun umstøð-
um, ið eru galdandi. Hetta
merkir, at vit verða noydd til
at vera opin og góðtaka, at tey
orð, sum vóru hóskandi fyrr,
ikki eru tað í dag.
Tað er í hesum saman-
hangi, at átrúðnaður kann, og
eg meini kann, verða ein
forðing á etiska økinum.
Átrúnaður er í stóran mun
konservativur av tí, at hann
hevur uppruna í einari gam-
lari heimsuppfatan, har m.a.
rangt og rætt er høgt inn í
stein. Tað er talan um ein
avbyrdan alheim, har sann-
leiki verður kanaliseraður
gjøgnum Orðið. Tí kann
mann taka patent uppá Sann-
leikan, og hetta ger tað ringt
at flyta mørk, tá mótstøðu-
maðurin stendur við Bíbliu í
hond. Og siðsemi snýr seg
nevniliga eisini um at flyta
mørk, men á ein siðiligan og
skynsaman hátt.
Hetta er høvuðsorsøkin til,
at eg meini, at tað skal vera
pláss fyri fólki, sum ikki
hevur tilknýti til ymiskar
samkomur í einari nevnd sum
Siðseminevndin. Við hesum
er ikki sagt, at tað ikki eisini
skal verða pláss fyri fólki við
átrúnarligari sannføring í
hesari nevnd. Men tað er um-
ráðandi, at vit menna sið-
semisorðaskiftið í tráð við
teir realitetirnar, sum eru
galdandi í einum nýmótans
samfelagi ár 2002, og ikki
eftir persónligari sannføring,
sum botnar í 2000 ára gom-
lum siðaarvi.
Siðalæra og átrúðnaður
C
M
Y
K
13
12