týsdagur 1. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2002
15
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Navn:
Bústaður:
Postnr.:
Bygd/býur:
Telefon nr:
Undirskrift:
Arbeiðsleysur:
Jákup er liðugur
í Herfølge
Ítróttur, s. 13–28
Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00
Dansurin
gekk so
lystiliga
í Havn
síða 4
Fyrstur við tí seinasta
5 ferðir um vikuna
Ja!
Sjálvandi vil eg
halda Sosialin, fyri
einans 400,- kr.
ársfjóðringin og
sparið 380,- í mun
til leysasøluprísin.
Ókeypis
Verður sent
ópostað
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Postsmoga 76
110 Tórshavn
15
14
Nr. 187 - 1. oktober 2002
Ferjan "Le Joola" hevði
loyvi at sigla við 550
ferðafólkum afturat mann-
ingini, sum taldi 55. Men
myndugleikarnir í Senegal
siga, at 1034 fólk vóru við
ferjuni, tá hon sakk úti fyri
gambisku strondini. Tey
fyrstu tíðindini søgdu, at
797 fólk vóru umborð á
ferjuni, men seinni máttu
myndugleikarnir viðganga,
at teir høvdu gloymt, at 185
ferðafólk vóru komin um-
borð í einari havn, sum
ferjan hevði verið í á
vegnum norðureftir, og at
teir eisini høvdu gloymt at
talt manningina við.
Bara 64 fólk sluppu frá
vanlukkuni á lívi. Millum
teirra, sum druknaðu, var
ein 25 ára gomul norsk
kvinna.
UTTAN ÚR HEIMI
Týskir hernaðarser-
frøðingar vænta, at
eitt møguligt kríggj
millum USA og Irak
verður stutt
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Týskland fer ikki at senda
hermenn til Irak at berjast
saman við amerikanarun-
um,
hevur
Gerhard
Schrøder, kanslari sagt,
men tað forðar ikki týskum
hernaðarserfrøðingum í at
gera sínar metingar av ein-
um møguligum kríggi.
Á einari ráðstevnu í
Berlin
um
vikuskiftið
søgdu týsku serfrøðingar-
nir, at Saddam Hussein
hevur
munandi
færri
kemisk og biologisk vápn
nú, enn hann hevði fyri
nøkrum árum síðani, men
teir ivaðust hinvegin ikki í,
at irakski forsetin fer at
geva herinum boð um at
nýta hesi vápn, verður
landið álopið. Amerikan-
ararnir hava sagt seg vóna,
at
nógvir
yvirmenn
í
irakska herinum fara at
taka til rýmingar, og tað
vænta teir týsku hernaðar-
serfrøðingarnir eisini.
Men einki bendir á, at
metingarnar hjá serfrøðing-
unum hava nakra ávirkan á
týsku stjórnina. Joschka
Fischer, uttanríkisráðharri
hevur sagt NATO-aðal-
skrivaranum, Robertson
lordi, at Týskland stendur
við avgerðina um, at týskir
hermenn verða ikki sendir
til Irak.
Kortini er ymiskt, sum
bendir á, at viðurskiftini
millum Týskland og USA
eru batnað nakað síðani
týska valið. Tá Týskland í
síðstu viku fekk sæti í
trygdarráðnum hjá ST, var
USA millum tey fyrstu
londini at ynskja Berlin
tillukku við valinum, og í
hesum
mánaðinum
fer
Joschka Fischer til Wash-
ington at vitja. Tað ljóðar
eisini, at týskir diplomatar
royna at útvega Gerhardi
Schrøder, kanslara eina
innbjóðing úr Hvítu Hús-
unum, og at uttanríkis-
politiski samskiparin hjá
ES, Javier Solana, hevur
boðið sær til at virka sum
semingsmaður.
Ísraelski uttanríkis-
ráðharrin, Shimon
Peres, hóttir við at
fara úr stjórnini
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Sunnudagin varð avdúkað,
at tað prutlar undir lokinum
í ísraelsku stjórnini.
Hetta kom fram, tá Shim-
on Peres, uttanríkisráðharri
alment fanst at stjórnini,
samstundis
sum
hann
fýltist á, at hann verður
hildin uttan fyri uttan-
ríkispolitiskar avgerðir.
- Stjórnini hjá Sharon
vantar bæði mið og mál.
Sleppi eg ikki at taka lut í
teimum avgerðum, sum
skulu takast, kann eg ikki
halda fram sum uttanríkis-
ráðharri, segði ein týðiliga
misnøgdur Peres.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Shimon Peres hóttir við
at leggja frá sær, og hetta er
minni enn so fyrstu ferð, at
hann hevur funnist at Ariel
Sharon, forsætisráðharra.
Men tey, sum standa uttan-
ríkisráðharranum nær, siga,
at hesaferð er álvari í orð-
um hansara.
Beinleiðis orsøkin til
misnøgdina sigst vera, at
Sharon í síðstu viku sendi
ein av sínum næstu ráðgev-
um til Washington at tosa
við amerikansku leiðarar-
nar um støðuna í Ramallah,
har ísraelski herurin hevði
kringsett støðina hjá Yasser
Arafat. Hetta var eitt bein-
leiðis uttanríkismál, men
Shimon Peres visti einki
um fundin. Ikki fyrr enn
tríggjar dagar seinni frætti
hann tað.
Hetta vil Shimon Peres
ikki lata sær lynda, siga tey,
sum standa honum nær.
Hóttir við at fara frá
Kríggið verður stutt
Her druknaðu 970 fólk
Fakfeløgini ímóti
Blair
Bretsku
fakfeløgini
høvdu trongar tíðir, tá
Margareth Thatcher var
forsætisráðharri í sjeyti-
árunum, og í veruleik-
anum tók tað teimum
tjúgu ár at koma fyri seg
aftur.
Tað
fær
núverandi
bretska stjórnini eisini at
kenna. Í síðstu viku vóru
vóru nógv arbeiðsfólk í
flutningskervinum
í
verkfalli, postmenninir
hava boðað frá, at teir
fara í verkfall, og tað
sama hava sløkkiliðs-
menninir gjørt.
Flestu fakfeløgini eru
misnøgd við lønina, men
tað er ikki tað einasta.
Tey eru eisini misnøgd
við, at tann sosialdemo-
kratiska stjórnin ætlar at
einskilja fleiri almennar
fyritøkur,
samstundis
sum hon ætlar at fremja
ymsar nýskipanir innan
tað almenna.
Í einari blaðgrein í
síðstu viku royndi Tony
Blair, forsætisráðharri at
verja
politikkin
hjá
stjórnini. Hann skrivaði
m. a., at stjórnin ger
stórar íløgur í tí almenna
virkseminum og legði
afturat, at tílíkar íløgur
vanliga hava nýskipanir
við sær.
Margareth
Thatcher
fekk
rættiliga
stóra
undirtøku millum bretar,
tá hon skerdi verkfals-
rættin og valdið hjá fak-
feløgunum. Men síðani
er eitt nýtt og meiri víð-
gongt ættarlið av fakfe-
lagsleiðarunum komið
framat, og teir teir krevja,
at ein sosialdemokratisk
stjórn skal reka ein meiri
vinarliga sinnaðan fak-
felagspolitikk.
Jødar mótmæltu
Umleið 400 fólk, tey
flestu danskir jødar, mót-
mæltu sunnudagin ís-
raelsku framferðini ímóti
palestinska
fólkinum.
Mótmælið var uttan fyri
ísraelsku sendistovuna í
Keypmannahavn.
Frammanundan høvdu
fyrireikararnir sett eina
fráboðan í danska blaðið
Politiken og ísraelska
blaðið Haaretz, har teir
staðfestu, at einasti vegur
fram ímóti friði í Mið-
eystri er eitt sjálvstøðugt
palestinskt ríki.
Tað vóru ikki allir
jødar í Danmark, sum
vóru líka fegnir um frá-
boðanina og mótmælis-
tiltakið
sunnudagin.
Fyrrverandi fólkatings-
maðurin, Arne Melchior,
sum er jødi, fanst at
fyrireikarunum, og fleiri
týðandi jødar í Danmark
vóru ikki at síggja mill-
um
mótmælisfólkini,
skriva donsk bløð.
Eingin samgonga
Samráðingarnar
um
stjórnarskipan í Svøríki
ganga illa.
Sunnudagin havnaðu
bæði Umhvørvisflokk-
urin og Vinstriflokkurin
einum uppskoti frá Gør-
an Persson, forsætisráð-
harra, men flokkarnir
søgdu seg tó vera til
reiðar at fara aftur til
samráðingarborðið. Um-
hvørvisflokkurin heldur
fast um, at flokkurin skal
hava
sess
í
sjálvari
stjórnini, men tað vil
Gøran Persson ikki góð-
taka.
Tað kann hugsast, at
Gøran Persson fer at
skipa eina sosialdemo-
kratiska minnilutastjórn
uttan stuðul frá hinum
báðum flokkunum, men
hetta stig kann gerast
vandamikið,
tí
bæði
Umhvørvisflokkurin og
Vinstriflokkurin
hava
sagt, at teir eru til reiðar
at atkvøða fyri einum
uppskoti um misálit,
verður tað lagt fram. Tí
fer Persson helst at royna
eina ferð afturat.
C
M
Y
K
14