týsdagur 1. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 187 - 1. oktober 2002
Nr. 187 - 1. oktober 2002
17
Eitt væleydnað eftirgjørt grindadráp í Klaksvík
bussinum hjá Andreasi
Poulsen í Syðrugøtu, fingu
vit boð um at ganga aftaná
Biskupstøbátinum, ið er ein
av teimum gomlu grinda-
bátunum í Klaksvík. Hesin
stóð mannaður á einum
vogni, sum bilur sleipaði
eftir sær. Uppi í mastrini
hekk kíkur, sum boðaði frá,
at teir høvdu funnið grind-
ina. Við árarnar sótu fýra
mans
í
morreyðari
troyggju, og maður stóð
frammi í toftirúminum og
kastaði grót fyri at ræða
grindina, so hon gjørdi
landgongd. Hetta var ikki
leysakast, tí maðurin hevði
enda á steininum, sum hann
kastaði og dróg til sín aftur.
Onkuntíð bankaði hann
steinin niður í stokkin á
bátinum, so gangur stóðst
av. Teir, sum sótu við árar-
nar, bankaðu eisini ára-
skeytan niður í borðskeytan
av og á - allir í senn, og tað
var rættiliga hugtakandi og
festligt at síggja, hvussu
væl hesir menn livdu við í
tí, teir gjørdu.
Í grindabátinum sótu eis-
ini tveir smádreingir og
eygleiddu teir "gomlu" og
grindina. Hesir skuldu lær-
ast upp til rættar grinda-
menn, so teir kundu føra
"traditiónina" víðari, tá ið
teir
gomlu
ikki
orka
meira…
Soleiðis gekk raksturin,
til teir tríggir hvalirnir, sum
skerast skuldu upp hendan
dagin, høvdu lagt beinini
longur úti á bryggjuni!
Leikurin var so livandi og
náttúrligur, at tað hevði
ongan týdning, at hvalirnir
høvdu ligið frystir í langa
tíð.
Nógv fólk var komið
saman rundan um hvalirnar
á bryggjuni, men væl var
lagt til rættis, og gott pláss
var hjá øllum, sum vildu
fylgja gongdini. Tað hevði
eydnast Grindamannafel-
agnum at fáa góð hjálpar-
fólk úr Klaksvík, sum við
lív og sál vildu vísa út-
lendsku gestunum í øllum
smálutum, hvat gongur fyri
seg, tá ið grind leggur bein-
ini.
Landsdjóralæknin, Just-
inus Olsen og Dorethe
Bloch, sum man vita alt, ið
er vert at vita um grinda-
hval, vóru ófør at siga frá.
Justinus greiddi fyrst frá
sóknaronglinum - tí gamla,
sum høgdur verður í hvalin
og tí nýggja, sum krøktur
verður í blástrið. Hann vísti
gestunum, hvussu hesir
báðir verða nýttir og segði,
at hvalurin pínist ikki, tá ið
ongulin við tí runda enda-
num verður krøktur í blástr-
ið. Stingur onkur hvalur av
eftir, at hann er krøktur,
hevur hann ikki fingið
mein av nýggja sóknar-
onglinum.
Landsdjóralæknin vísti
nágreiniliga, hvussu hvalur
verður skorin á háls við
vanliga grindaknívinum.
Síðan tók hann "harpunina"
ella mønuknívin fram, sum
gjørdur er til avlíving av
hvali og vísti, hvussu hesin
verður nýttur. Í staðin fyri
at skera niður ígjøgnum
spikið
og
tvøstið
við
grindaknívinum og síðan
geva hvalinum mønusting,
verður
hesin
knívurin
stungin niður ígjøgnum
spikið og tvøstið og bein-
leiðis niður mønina. Hetta
tekur onga tíð, meðan van-
ligi avlívingarhátturin kann
taka tað mesta av einum
minutti.
Útlendingarnir vóru hug-
tiknir av hesum nýggja
drápsháttinum, og onkur
vildi royna, hvussu mønu-
knívurin var at trýsta niður
í mønina.
Tá ið hvalirnir vóru av-
lívaðir, og Jústines var lið-
ugur at greiða frá sjálvum
drápsháttinum, lupu nakrir
mans fram og settu hol á
búkin, so hitin kundi fara úr
innvølinum. Er hiti leingi í
gørnunum, tí hol ikki er sett
á, kann ringur smakkur seta
seg í tvøstið, og tað er ikki
matligt. Hvalur hevur jú
heitt blóð, og tí er umráð-
andi, at hann sleppur at
kólna, tá ið hann er deyður.
Dorethe Bloch greiddi
eisini ítøkiliga frá teirri vit-
an, sum føroyingar hava um
hvalin. Tá ið hon var liðug
at tosa, heitti hon á fólk um
at spyrja, um tey høvdu
eitthvørt at spyrja um.
- Spyrjið bara, tí vit vita
næstan alt um hval, segði
hon læandi og sannførandi.
Á bryggjuni vórðu hval-
irnir drignir eitt vet longur
niðan, so gestirnir sóu,
hvussu tað gongur fyri seg
við fleiri monnum á enda-
num, sum við sóknarongli
er festur í hvalin.
Hvalirnir vórðu nú máld-
ir og merktir, og løgreglan
var á staðnum og tók sær av
býtinum.
Tá ið teir tríggir hvalirnir
vóru býttir, var klárt at
skera upp, og eisini her fóru
menn ágrýtnir til verka.
Fyrst varð spikið skorið
omanav og lagt oman á
plastik, sum teir høvdu lagt
við síðuna av hvalunum,
síðan tvøstið.
Japanesarar sluppu eisini
at vísa føroyingum, hvussu
teir gera, tá ið teir skera
upp.
Samanumtikið var hetta
ein ógvuliga áhugaverd løta
í Klaksvík, og eingin ivi er
um, at útlendsku WCW-
fólkini fingu ein hóp burtur
úr.
Tiltakið var so mikið væl
eydnað, at spurningurin er,
um føroyskir skúlaflokkar
ikki áttu at sloppið at upp-
livað eitt slíkt eftirgjørt
grindadráp og eina slíka
kunning um grindarakstur,
dráp, grindabýti og upp-
skering.
Til stuttleikar kann nevn-
ast, at hóast abbi mín, Oluf
Jacobsen, var grindafor-
maður í Suðurstreymoy í
nógv ár, havi eg ongantíð
verið nærri og liva meira
við í einum grindadrápi enn
hesaferð.
So, okkurt hevði eitt slíkt
tiltak sagt teimum, kanska
serliga teimum ungu, sum
bara hava sæð grind og spik
á køksborðinum!
Umborð á Dúgvuni á veg til
Klaksvíkar. Útlendsku
gestirnir gleða seg til at síggja
eitt eftirgjørt grindadráp.
Dúgvan hevur lagt at í Klaksvík. Veðrið er frálíkt; luftin er
spegilsklár, og sólin skínur. Vøkur er Kunoyggin í baksýni.
Biskupstøbáturin er gamal grindabátur. Fýra mans í
morrreyðari troyggju við árarnar, og maður frammi í
toftirúminum, sum kastar grót. Teir hava uppá mastur.
Tað er gott lag á monnum, tá ið teir stíga niður úr
grindabátinum. Teir dugdu óføra væl at eftirgera ein
grindarakstur.
Her liggja so hvalirnir, sum løgdu beinini. Nógv fólk er
komið at fylgja gongdini.
Jústines Olsen,
landsdjóra-
læknin, vísir
fram
sóknarongulin.
Her stendur landsdjóralæknin við grindaknívinum. Ólavur
Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, stendur beint
frammanfyri hvalin.
Her roynir ein av
útlendsku gestunum
mønukvívin, sum
hann var ógvuliga
hugtikin av.
Dorethe Bloch segði, at føroyingar vita næstan alt um hval.
Her verða hvalirnir máldir og merktir.
Kanadiu-
maðurin, Tom
Happynook, er
formaður í
Heimsráði
Veiðimanna.
Tað ræður um at føra "traditiónina" víðari til eftirkomararnar.
Her vilja tveir smádreingir hava fatur á grindatonnunum.
Løgreglan, sum hevur tikið sær av grindabýtinum, er nú
komin við seðlunum. Síðan er klárt at skera upp.
Leygardagin sluppu
útlendsku gestirnir
hjá Grindamannafel-
agnum, sum hava
havt ráðstevnu og
ársfund í Føroyum, at
síggja eitt eftirgjørt
grindadráp í Klaksvík
GRINDATILTAK
Orð og myndir:
Vilmund Jacobsen
Tað var ein vakur leygar-
morgun, tá ið umboðini fyri
Heimsráði
Veiðimanna
(WCW), sum hildu ráð-
stevnu í Havn hósdagin og
fríggjadagin og sjálvan árs-
fundin sunnudagin, fóru
um
Leirvíksfjørð
við
Dúgvuni. Høvdu teir fyrru
dagarnir í Havn verið held-
ur illfýsnir og vátir, so var
hesin morgunin tann besti,
ið hugsast kundi; spegils-
klárt og sól. Klaksvíkin er
vøkur, og landslagið uttan-
um við Kunoynni í baksýni
er hugtakandi - eisini fyri
okkum, sum ikki á hvørjum
degi eru um hesar leiðir.
Síðan WCW-ráðstevnan
byrjaði í Havn síðsta hós-
dag, høvdu fremmandu
gestirnir glett seg til júst
hendan dagin, tí nú sluppu
tey at síggja eftirgjørdan
grindarakstur við gomlum
grindabáti, dráp, merking
og uppskering av hvali.
Somuleiðis
skuldu
tey
sleppa at síggja tey amboð,
ið nýtt hava verið, umframt
teir batar, sum eru farnir
fram á hesum øki.
Vit fóru av Leirvík
klokkan 11 og komin norð-
ur, vóru klaksvíkingar,
bæði eldri og yngri, longu
til reiðar at taka ímóti okk-
um á vestaru bryggju.
Komin vestur um vánna í
C
M
Y
K
17
16