Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 • týsdagur • 31. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Øssur er aftur á landsliðnum Løtan verður ikki hildin at vera tann rætta at gevast hjá veteraninum, sum sunnudagin vísti landsliðsvenjaranum, at hann er so væl fyri, sum hann kanska ongantíð hevur verið áður LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Henrik Larsen, landsliðs- venjari, var í Runavík sunnudagin. Tveir av hans- ara monnum vóru á B68 liðnum, og fleiri av lands- liðsmonnunum vóru á NSÍ liðnum. Men tann, sum hevði størsta áhugan eftir dystin, var Øssur Hansen. B68 veteranurin, sum hevur spælt 49 landsdystir, var framúr, og Henrik Larsen vildi ógvuliga fegin hava B68 mannin við á uttan- landsferðina í komandi viku. – Øssur Hansen er ein fínur spælari. Hann hevur royndirnar, hann torir at taka ábyrgd, og hann vísti aftur hesa ferð, at hann eis- ini er málsøkin, heldur landsliðsvenjarin. Og Øssur Hansen hevur nú játtað at koma við á landsliðsferðini til Litavia og Týskalands: – Eg havi í morgun tosað við Jógvan Martin Olsen, og eg havi boðað honum frá, at eg eri tøkur til hesar báðar dystirnar í heyst, segði Øssur Hansen fyrra- partin í gjár. Iðrar tú teg um, at tú fyrr í summar gav avboð til landsliðið? – Nei, tað geri eg ikki. Eg havi havt og havi framvegis ta fatan, at tað ikki fara at verða stundir til landsliðs- fótbólt so leingi afturat. Tað vil siga, at eg rokni ikki við, at tað verða stundir til meiri landsliðsfótbólt enn tað, sum er á skránni í heyst. Roknar tú við at sleppa at spæla í Litavia og Týska- landi? – Tað er venjarin, sum setur liðið. Men tá teir hava heitt á meg um at koma við, so rokni eg faktiskt við, at tað er fyri at spæla. Kennir tú teg noyddan at fara avstað? – Yvirhøvur ikki. Teir hava spurt meg, um eg eri áhugaður at vera við, og eg havi játtað, tí eg eri áhugað- ur. Eg gleði meg at spæla. Um alt gongur væl, so verður dysturin ímóti Týskalandi tann síðsti. Tað verður eitt stórt upplivilsi. Betri fyri enn nakrantíð Jógvan Martin Olsen, venj- arin hjá NSÍ ásannar, at Øssur Hansen var ein boys- in mótstøðumaður hjá NSÍ sunnudagin. Og Jógvan Martin Olsen, hjálparvenj- ari á landsliðnum, heldur, at tað hevði verið burturvið hjá føroyska landsliðnum at farið av landinum, meðan ein spælari á tí støðinum, sum Øssur Hansen er á í løtuni, hevði verið eftir í Føroyum: – Øssur er í fullgóðari venjing. Hann hevur síðstu vikurnar skorað fleiri mál – trý ímóti VB og eitt ímóti NSÍ – og hann spælir við stórari spæligleði og størri sjálvsáliti enn nakrantíð. At hann ætlar sær at gevast á landsliðnum av øðrum or- søkum, tað skilja vit væl, og vit virða avgerðina, men vit hava hildið, at tað er rættari hjá honum at gevast, tá tað verur farið undir nýtt kappingarár, heldur enn at gevast upp undir endan á árinum, tá hann er í so góð- ari venjing, sum hann er í nú. Landsliðsvenjarin fór fyrrapartin í gjár av landi- num aftur. Í morgin fara vit ivaleyst at frætta, hvørjir teir seytjan spælararnir verða, sum saman við Øss- uri Hansen skulu til Litavia og Týskalands. Landsliðið fer avstað mikudagin í komandi viku, og dystirnir vera spældir í Litavia annan leygardag og í Týskalandi mikudagin í aðru viku. Hann var ikki við í dystinum móti Skotlandi, tí hann segði seg ikki hava stundir til landsliðið, men nú verður Øssur Hansen kortini at síggja á liðnum, sum um góða viku fer til Litava og Týskland 19 18 Nr. 187 - 1. oktober 2002 VIÐMERKINGAR Mótmæli ímóti einum mótmæli: Eru menningartarnað ikki eisini menniskju? Roar Heini Olsen harvnarborgari, sum skammast! Í farnu viku stóð grein í Dimmalætting um húseig- arar í Smærugøtu í Havn, sum mótmæltu yvir fyri Býráðnum, at eini hús, sum hýsa menningartarnaðum, blivu útbygd, tí hesir hús- eigarar vildu hava tey menningartarnaðu heilt burtur úr grannalagnum. Tey frykta fyri, at tey menningartarnaðu gera seg inn á teirra børn og at húsa- prísirnir í gøtuni skulu fella. Slíkur hugsunarháttur ger meg ikki bert sintan, men eisini keddan og hug- stoyttan vegna Føroya fólk og mannaættini sum heild. Um tað mundið, eg var tannáringur, byrjaðu tey menningartarnaðu at gerast meira sjónlig í gøtumynd- ini. Hóast tú sum barn og tannáringur sjáldan ella ongantíð hevði beinleiðis samband við tey, ja kanska smæddist ella beinleiðis ræddist, so var hetta, at tey ferðaðust í býarmyndini so líðandi við til at gera tey menniskjanslig - til partur av okkum - til medmenn- iskju. So hvørt sum vit vuksu til og at enda vórðu tvungin at samskifta við tey, gjørdist tað ásjónligt, at tað vóru vit sjálvi, sum høvdu borið brek alla hesa undanfarnu tíðina, har vit við nærum paniskari ræðslu høvdu vónað, at hesin dagurin ongantíð kom, at vit noyddust at tosa við tey. Okkara brek var óttanin fyri tí fremmanda og ókenda og fyri, at vit ikki skiltu ella dugdu teirra mál, óttanin fyri ikki at vita, hvat vit skuldu gera og hvussu vit skuldu bera okk- um at. Sum unglingi og vaksin hevði eg framvegis lítið ella einki havt við menningartarnað at gera, tá døtur mínar komu at ganga á frítíðarheim í Danmark, har nøkur menningartarnað børn vóru uppiímillum. Har lærdu døtrarnar og eg sjálvur, at tað var í lagi at viðfara tey sum øll onnur. Tað var eisini í lagi (og við hvørt neyðugt) at vera illur og skelda tey menningar- tarnaðu, tá tey argaðu illa ella vóru órein á annan hátt. Eg hevði ongantíð hugsað stórvegis um tað, so fyri meg var hetta sjálvsagda nærum sum ein opinbering, at sjálvandi skulu tey menningartarnaðu viðfar- ast sum tú og eg, hóast ser- lig atlit í summum førum skuldu takast, sum við øðr- um børnum. Tað var sum seinasta leivdin av barn- dómsins ótryggleika við menningartarnað hvarv sum døgg fyri sól. Høvdu vit bara vitað øll hesi árini, at tað ið umráddi, var bara at vera okkum sjálvi og møta teimum sum tey eru - ymisk eins og tú og eg, skiftandi góð og minni góð. Í veruleikanum var hetta sera virðismikið fyri okkara børn, at sleppa at líta at menningartarnaðum sum líka náttúrligur partur av lívinum sum onnur børn, í staðin fyri, sum vit onnur, nærmast at fáa krampa, hvørja ferða vit møttu tey á gøtuni. Eg haldi eisini, at tað seinni hevur hjálpt okk- ara børnum til intuitivt at hava samkenslu við og at royna at verja brekað fólk, tá tey hava upplivað ágang á teimum. Hóast teir fysisku karm- arnir ikki enn eru komnir upp á pláss fyri at brekað, t.d. fólk í rullistóli, uttan stórt hóvasták kunnu sleppa inn í allar almennar bygn- ingar og líknandi, tíans- heldur í privathúsum, so má eg viðganga, at eg havi ver- ið so naivur, at eg havi trúð, at tað ikki var av illvilja, men at føroyska fólkið sum heild hevði lagt alla hesa ógrundaðu óttan til viks og latið síni hjørtu upp fyri menningartarnaðum og øðrum brekaðum fólki og sóu tey sum menniskju rætt og slætt. Eg helt veruliga, at vit høvdu flutt okkum - ikki bert eina fjórðingsøld fram úr niðurarvaða angist holumansins fyri tí ókenda og ótrygga, men at vit vóru farin inn í eina nýggja øld, ja eitt nýtt áratúsund, har frykt fyri tí øðrvísi og fremmanda og harav fylgj- andi forakt, forfylging og diskriminatión hoyrdi for- tíðini til. Men nei, minni enn so. Eg má hava sovið ein sannan Tornurósu- svøvn. Í seinastuni havi eg sjálvur verið vitni til grovan ágang á brekað og sjálv- søgd mannarættindi hjá brekaðum og eftir hetta havi eg skilt, at slíkt er alt annað enn eindømi. Tá nú fólk í hesum grannalagnum í Havn er so nógv ímóti ætl- anini við at byggja nøkur kømur uppí eitt heim fyri brekað, man tað so ikki einamest vera henda ógrundaða ræðslan fyri tí fremmanda og ókenda, sum órógvar tey? At vinningurin, um grannarnir í Smærugøtu selja húsini, sum í dag hev- ur nógv hægri virði enn tá flestu teirra keyptu, skal minka við nøkrum prosent- um, tað er ov lágt til at før- oyingar skulu koma sær at taka slíkt fram sum grund- geving fyri at útihýsa menningartarnaðum. Hetta minnir meg ikki sørt um, tá negarar í fimti- og seksti- árunum byrjaðu at keypa hús í hvítu gøtunum í Chi- cago og øll tey hvítu fluttu burtur, so húsaprísirnir raplaðu í botn og hesi fyrr- verandi villaøki gjørdust sannar Ghettoir. Í 1979 tóku eini hvít hjún (tey tordu ikki at taka børnini við) meg við á rullandi út- ferð ígjøgnum hesar Ghettoir, har tey fingu kuldaskjálvta við óhugna- ligu hugsanina um, hvat ið hevði hent, um bilurin,sum tey koyrdu í, punkteraði mitt inni í Ghettoini. Hjá familjuni, sum eg farna árið hevði búð hjá, var stóra nøtranin hugsanin um at punktera mitt í indianara- reservatinum stutt fyri sunnan, har deyðin eftir teirra sannføring tá hevði verið vísur. Vit kundu eisini farið eitt stig víðari og eins og undir Apartheid-stýri- num í Suðurafrika innført endaligt og fullkomið bann ímóti, at tey menningar- tarnaðu sleppa at búgva og uppihalda sær ímillum okk- um onnur í almenna rúmi- num, á strondini osfr. Ella vit kunnu vera eitt sindur linari og t.d. kravt, at tey góðvegursdagar á sandi- num í Sandagerði skulu halda sær Argjamegin. Tað var jú eisini har, tey spe- daslku hildu til nakrar øldir herfyri. Hvat er nú so ræðuligt við teimum brekaðu? Eg havi ikki hoyrt um, at menningartarnað eru til serligan ampa fyri grannar- nar, har teir búleikast. Tað ljóðar nærmast sum um tey menningartarnaðu skuldu ligið og lúrt eftir hinum børnunum fyri at loypa á tey, tá tey koma framvið. Tvørturímóti er størri vandi fyri, at tey “normalu” børn- ini gera seg inn á tey menn- ingartarnaðu, arga tey og steina eftir teimum, um tey so sjálvi finna uppá tað ella læra tað heimanífrá, so kanska er tað hóast alt ikki so snilt at leggja henda bú- stovnin í Smærugøtu í Havn. Eg síggi hvønn dag menningartarnað ferðast siðiliga og sáttliga ígjøgn- um býin uttan at eg nakran- tíð havi sæð tey gera seg inn á onnur. Hóast flestøll foreldur eru hjartkipt við hugsanina um, at tey kunnu fáa eitt brekað barn, so eru menningartarnað børn ofta minst líka ella meira hjarta- lig enn tey “normalu” børn- ini. Sum øllum kunnugt kann tað vera ein stór byrða, at fáa eitt brekað barn, men nógv foreldur at brekaðum børnum lýsa tað eisini sum eina gleði, tí tey brekaðu geva teimum so nógva lívsgleði við teirra góða hjartalagi. Stórsti trupulleiki er ofta tann óendaligi bardagin við myndugleikar og almanna- verkið fyri at fáa goðkent ta hjálp og stuðul, sum øll við eygu í heysinum duga at síggja, at barnið hevur tørv á, uttan at tey fyrst skulu bejast fyri tað og síðan ár eftir ár skulu søkja av nýggjum og ígjøgnum alla góðkenningarmylnuna, hóast hetta er spill av al- mennum lønum, tá tað er eyðsýnt, at barnið ikki verður “frískt”. Og hvussu so, tá foreldirini eldast ella doyggja, hvør skal so berj- ast henda bardagan við myndugleikarnar vegna tí brekaða? Sjálvandi finnast brekað fólk, sum eisini eru ófriðar- lig, fáa herðindir og/ella eru sálarliga sjúk, - kanska lutvíst av viðferðini tey fáa frá umheiminum - og tí stundum kunnu vera harð- lig. Men øll hesi eru um- gyrd av professionellum fólki, sum duga at meta um teirra sálarstøðu og hvørt tey skulu vera undir upp- sýni alt samdøgrið. Eisini kann eg ímynda mær eina rúgvu av nógv verri grann- um, sum gera seg inn á vaksin og børn, t.d. fólk sum skjóta við skørpum, harðskapsmenn, barna- lokkarar osfr. Sagt hevur verið frá nógvum óflýggja- skapi í fjølmiðlunum seinnu árini. Ikki havi eg hoyrt, at tað eru menning- artarnað, sum standa aftan- fyri. Hugsa vit okkum gjøl- liga um, mugu vit síggja í eyguni, at tað eru tey menn- ingartarnaðu, sum hava tørv á verju ímóti fordóm- um og øðrum ágangi frá okkum sonevndu normalu. Hvat er tað, sum hóttir hesar góðu havnarborgar- ar? Ella er trupulleikin, at tey menningartarnaðu ikki eru nóg dekorativ til teirra ímynd av einum fullkomn- um grannalag? Minnir tað tey um egnu veikleikar og møguleikanum fyri, at tey sjálvi kunnu gerast foreldur at einum brekaðum barni? Nú hevur verið arbeitt í so nógv ár fyri at lata stovn- arnar upp, fyri at brekað skulu kunna liva í samfel- agnum saman við okkum, ikki goymd burtur sum spe- dalsk. Um tey ikki skulu inn aftur á afturlatnar stovnar - og hví skuldu tey tað? - so mugu tey verða onkrastaðni, øll kunnu ikki siga: Vit vilja ikki hava tey til grannar. Og tit, sum hava sent hasa adressuna, hugsið tykkum, um tað vóru tit, sum áttu brekað børn, sum eingin vildi hava til granna. Hvussu sárt hevði tað ikki verið? Tíbetur eru ikki øll so “lítil” og uttan at hava tikið mínar grannar í eið eri eg stoltur av at siga, at eg dugi ikki at ímynda mær, at ein einasti av teimum hevði havt tað minsta ímóti at vera granni til ein bústovn fyri menningartarnað, tvørturímóti skulu tey verða vælkomin, um tey menningartarnaðu skoyta um okkum. Vit skulu gera okkara besta fyri at prógva, at vit eru “verdug” at ferð- ast ímillum tey og at verða kallað medmenniskju. Mótmælið hjá grannun- um í Havn er ein stór skomm fyri Havnina og fyri Føroyingar, men Býraðið í Havn kann frítt velja at lurta eftir grannaklagum ella at ignorera tær, tað er upp til býraðið og tað per- sónliga og politiska mótið, sum býraðspolitikararnir hava. Býráðið hevur í fleiri førum givið undantak frá byggisamtyktum, eisini í hesum valskeiði, og hevur loyvt bygging, har grannar hava kært ætlanir um bygg- ing, hóast fakligi kunnleiki og tekniska umsiting bý- raðsins hevur mælt frá, tí ætlaða byggingin á fleiri økjum var brot á byggisam- tyktir býráðsins. Býraðs- limir eiga tí at rannsaka sína innastu samvitsku og býraðið eigur ikki undir nøkrum umstøðum at geva eftir fyri tílíkum ótespulig- um trýsti, sum í hesum føri- num, men eigur at gera øll- um borgarum í kommununi greitt, at brekað fólk eru menniskju og borgarar sum øll onnur, og at tey - hóast síni brek - hava sama tørv, somu krøv og rættindi sum aðrir borgarar - eisini til at fáa tænastur, sum so vítt gjørligt gevur teimum møguleika at liva eitt virði- ligt og so vanligt lív, sum til ber. Eg velji at trúgva, at tað bert er ein minniluti í Smærugøtu, sum hevur tik- ið undir við umrødda mót- mæli, og tí eiga vit onnur ikki at leggja eftir øllum, sum búgva har, men til hini vil eg siga: vælsignaði leggið ikki stein oman á byrðu hjá teimum menn- ingartarnaðu og teirra for- eldrum, men umráði tykk- um av nýggjum, vendið tykkum til Býraðið, takið kæruna aftur og bjóðið teimum menningartarnaðu at vera hjartalig vælkomin, tí betri grannar fáa tit neyv- an. C M Y K 18