Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2002 21 Enn eina ferð eydn- aðist tað KÍ kvinnun- um at fáa góða úrtøku og harvið løn fyri stóra stríðið, sum tær hava havt fyri at luttaka í Europa Cup EUROPA CUP Jóannes Hansen Strøget í Keypmannahavn er altíð fult av fólki. Tey flestu eru smílandi og í góðum hýri, og ofta hoyrist føroyskt prát. Í dag eru kvinnuligu fótbóltsspæl- ararnir hjá KÍ í miðbýnum í Keypmannahavn. Tær fóru úr Umeå fyrrapartin í gjár, og seinnaparturin í gjár og dagurin í dag skuldu brúk- ast í Magasin, Illum og alla aðra staðni, har tað verður lyft og lætt og keypt. KÍ kvinnurnar kunnu bera høvdið høgt í Keyp- mannahavn. Tá tær fóru úr Føroyum, var tað í vónini um, at tað skuldi eydnast at vinna ein dyst í Europa Cup undankappingini í Umeå í Svøríki. Tær hava góðan hugburð, og seinnapartin sunnudagin vóru stríðs- viljin og evnini at spæla umsett til 2–0 sigur á Tallinn úr Estlandi. – Eftir at vit høvdu sæð Umeå fríggjadagin vinna 4–0 á Tallinn, høvdu vit vónir um, at tað kanska fór at eydnast. Vit vóru betri enn estiska liðið. Spælið var kanska ikki so nógv at rópa hurrá fyri, men vit vóru omaná, og serliga í 1. hálvleiki, tá einki mál kom, var munurin eyðsýndur. Hetta sigur Jón Harald Poulsen, KÍ venjarin, sum heldur, at hansara spælarar enn eina ferð vístu einastandandi hugburð. Sammett við undanfarnu dystirnar spældu tær hesa ferð við tveimum á topp- inum – Rannvá Andreasen heilt frammi og Malena Josephsen eitt lítið sindur aftanfyri. – Umframt tá vit fingu tey bæði málini, so høvdu vit fleiri aðrar royndir ímóti málinum. Heilt sjáldsamt var tað, at vit í 2. hálvleiki sendu fýra ferðir! í tvør- træið. Malena Josephsen legði í 74. minutti KÍ á odda. Dygst uttanvert brotsteigin sendi hon omanfyri mál- verjan. Fimm minuttir undan leikloki staðfesti Vivian Bjartalíð KÍ sigurin. Við handara stólpan setti hon bóltin í netið, eftir at innlegg var komið úr høgru. Umeå vann kappingini. Í síðsta dystinum vunnu tær 6–1 á Prag. KÍ sigurin var tann næsti hjá teimum í Europa Cup. Í fjør vunnu tær 2–1 ímóti eysturríkska meistaralið- num Landhaus. Korsluttaði í eitt korter Fríggjadagin spældi KÍ ímóti Sparta Prag. Tað gekk lutfalsliga væl stóran part av tíðini. Men síðstu tíggju minuttirnar av 1. hálvleiki og fyrstu fimm minuttirnar av 2. hálvleiki kiksaði tað. Sparta Prag skoraði trý mál løtuna undan steðginum og eitt fyrstu løtuna av 2.hálvleiki, og harvið vunnu tær 4–0. – Hesa løtuna vóru vit ikki nóg ansin í verjupartinum, og so vórðu vit sektaði. Mótstøðuliðið var eirindarleyst, tá tað ráddi um at sekta mistøkini hjá okkum. Men vit vóru í hesum dystinum ikki so nógv undir, sum vit vóru í fyrsta dystinum ímóti Umeå, sigur Jón Harald Poulsen. Ímóti Sparta Prag fríggjakvøldið var KÍ liðið í somu uppstilling, sum tað var mikukvøldið ímóti Umeå: Vivi Andreasen – Jensa Sirdal, Ragna Andreasen, liðformaður, Paula Mikkelsen, Annelisa Justesen – Bára Skaale, Malena Josephsen, Una Olsen, Rannvá Andreasen, Vivian Bjartalíð – Elsa Maria Simonsen. Ongar útskiftingar vóru framdar í hesum dystinum. Sunnudagin sá KÍ liðið soleiðis út: Vivi Andreasen – Jensa Sirdal, Ragna Andreasen, liðformaður, Paula Mikkelsen, Annelisa Justesen (Pavla Sjóstein, 75.) – Bára Skaale, Petra Sjóstein (Elsa Maria Sim- onsen, 75.), Una Olsen, Vivian Bjartalíð – Malena Josephsen, Rannvá Andre- asen Hugburðurin hjá NSÍ var langt frá honum, sum fyrr í summar hevur borið stig, sigrar og oddastøðu við sær FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað nyttar lítið at dúva uppá tað, sum farið er, tá fótbóltsdystir skulu av- gerast. Hjá NSÍ hevur tað gingið væl størsta partin av kappingarárinum. Hjá B68 royndist tað syndarliga illa nógvu tey fyrstu umførini eftir summarsteðgin. Sunnudagin sást einki til, at tað hevur verið NSÍ, sum hevur havt undanvind, og at B68 hevur staðið seg so ógvuliga illa. Fyri aðru ferð upp í slag fekk B68 alt, eftir at teir í meiri enn helvtina av tíðini høvdu verið undirmannaðir. Tað er ein ónolla av teimum stóru at missa fólk, og tað er bæði egin styrki og veikleiki hjá mótstøðuliðnum, tá tað í sovornum støðum eydnast at koma undan við øllum. Longu frá fyrsta bríksli var tað eyðsýnt, at tofta- menn høvdu rætta hug- burðin, og at heimaliðið hevði ilt við at finna rútmuna, sum teir hava notið so gott av fyrr í ár. B68 kom á odda í fyrsta rættuliga álopinum, og teir vóru í 1. hálvleiki væl grammari frammanfyri málinum hjá Jens Martini Knudsen, enn teir í NSÍ vóru frammanfyri toftamálið. Leiðslumálið var av tí slagnum, sum Arsenal skoraði so nógv ár síðsta kappingarár, og tað líktist fleiri av málunum, sum B68 skoraði undan summ- arsteðginum, tá tað fram- vegis gekk væl hjá teimum. Øssur Hansen, sum í 4–4–2 útgangsstøðuni var í álop- inum saman við Anders Nygaard, legði flatt innfyri úr vinstru, og Arnold Joensen, sum hesa ferð var betri upplagdur, enn hann hevur verið í nøkrum dysti fyrr í summar, var fyrstur á, og stýrdi við nærra stólpan bóltinum í kassan, meðan deydliga miðverjan hjá NSÍ hugdi at. NSÍ kom ikki á rætta lagið. Arbeiðssemið var ikki, sum tað hevur verið. Miðvøllurin vann ikki nóg nógvar nærdystir, eftirans- ingarnar vóru ikki nóg neyvar, og í nógv størsta partinum av tíðini høvdu sera væl uppløgdu Messias Perreira og Hans Fróði Hansen tak á Sonna L. Petersen og Óla Hansen. Sum fyrra umfarið leið, javnaði spælið seg nakað, men tað var ikki fyrrenn Messias varð rikin av vøllinum, at vánirnar tóktust batna hjá NSÍ. B68 spæl- ararnir vóru sera illa nøgdir við dómaraavgerðina. Sonni L. Petersen skuldi renna eftir bóltinum, sum varð sendur eftir miðásinum, men Messias helt fast í troyggjuni Dómarin metti støðuna 25 metrar úr málinum sum upplagdan málmøguleika, meðan B68 ikki metti, at talan var um upplagdan møguleika, m. a. tí bólturin var farin ov langt frá NSÍ manninum. Men dómaraavgerðin taldi, og so var í 2. hálvleiki lagt upp til, at B68 skuldi royna at verja, og at NSÍ skuldi trýsta fyri at fáa mál og vinna. Lítið veiggj í Toftamenn komu ikki á vøllin eftir steðgin bara fyri at verja. Fróiði Benja- minsen varð fluttur í mið- verjuna, og Øssur Hansen varð fluttur aftur á mið- vøllin. Í fremstu røð strídd- ist einsamalli Anders Ny- gaard meiri, enn hann hevur gjørt, síðani hann varð skaddur ímóti KÍ. Fyritreytirnar hjá B68 at hóðra undan batnaðu nógv beinanvegin. Eftir álop í vinstru lyfti Anders Ny- gaard bóltin í brotsteigin. NSÍ verjan tóktist hava tak á, men teir misskiltu hvønn annan, og Øssur Hansen takkaði fyri tilboðið. Úr tólv metrum og við høgra beini smekkaði hann í málið til 2–0. Sum annað umfarið leið, gekk alt meiri fyri seg á B68 helvtini. Ian Højgaard og seinni Djóni N. Joensen vórðu settir á vøllin, men hóast mest sum allir teir reyðu vóru í og kring egnan brotsteig, og NSÍ hevði hissini hornaspørk og okkurt frísparkið, so var tað sjáldan vandamikið. Helgi L. Petersen er ikki so væl fyri, sum hann var í fyrr í summar, Óli Hansen fær ikki upplagdar møguleikar, og hvørki í høgra borði hjá Brynjolvi Nielsen og Gert Langgaard ella í vinstru hjá Jónsteini Petersen og Sjúrði Jacobsen var tað flogið yvir tí, sum tað aðrar ferðir hevur verið. Stutt undan leikloki gjørd- ist tað rættuliga spennandi, tá Sonni L. Petersen legði bóltin í tóma B68 málið, eftir at Helgi L. Petersen fyrst hevði stútað í tvørtræið. Men kortini gjørdist tað ongantíð rættuliga vanda- mikið fyri B68, og so fóru fróðu og leingi sigurstystu uttanfólkini fult lastaði úr um rulliportrið í Rókini, meðan áskoðararnir hjá heimaliðnum eitt sindur nipnir noyddust at staðfesta, at teirra lið sjálvt hevði verið við til at syrgja fyri, at møguleikarnir at vinna gull- krónurnar vóru heilt burtur. Í B68 viðførinum var steypið, sum toftafólkini Olle, Andreas, Martin, Jógvan Hans Jákup, Óluva og Susan í vikuni høvdu sett út til vinnaran av lokaluppgerðini. Dysturin í tølum NSÍ-B68 1-2 (0-1) 0-1: Arnold Joensen 2 0-2: Øssur Hansen 55 1-2: Sonni L. Petersen 86 Dómari: Suni Johansen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Pól Thorsteinsson, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Kári Hansen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen, Óli Hansen B68: Michael Kolkozkov – Marlon Jorge, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, Oleif Joensen – Arnold Joensen, Fróði Benjamin- sen, Jann Ingi Petersen, John Heri Dam – Anders Nygaard, Øssur Hansen KÍ kvinnurnar rukku málinum NSÍ-B68 1-2 (0-1): Trimmaðir toftamenn tóku alt við úteftir B68 er næstan ikki at kenna aftur, og millum annað var Arnold Joensen flúgvandi, tá tað fyri fyrstu ferð síðani 1995 eydnaðist B68 at fara yvir um skarðið við fullum stigaposa Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 187 - 1. oktober 2002 KÍ og NSÍ hava tapt væl fleiri stig á heimavølli, enn ný- klæktu meistararnir úr HB hava gjørt, og TB var úti fyri totalum kolapsi á Skála SAMANUM 17. UMFARIÐ Jóannes Hansen Síðsti sunnudagurin í hesum árinum er brúktur til umfar í landskappingini. Eitt umfar er eftir. Tað verður spælt leygardagin í hesi vikuni. Tá eru dystirnir hesir: E/Streymur–GÍ, TB– HB, B68–Skála, KÍ–NSÍ og B36–VB. Sunnudagurin bar boð um, at HB er meistari, og at TB enn eina ferð skal tungu leiðina niður í 2. deild. TB hevur bara verið eitt ár í bestu deildini. Í fjør vunnu teir 2. deild frammanfyri Skála. Hesa ferð var tað Skála, sum setti síðsta seymin í hjá tvørámonnum. Um Skála sleppur upp í part í bestu deildini kom- andi ár fæst at síggja, tá teir hava spælt tveir dystir ímóti B71. Í fjør spældi B71, sum tá var 1. deildarfelag, tveir dystir ímóti Skála um eitt pláss í bestu deildini. Ta ferðina vann Skála. Meistararnir At kappingin um FM verður avgjørd undan síðsta umfarinum, kemur meiri enn so fyri, og tey seinnu árini er tað næstan ikki komið fyri, at talan hevur verið um rættuliga finalu um FM heitið. Í fjør var B36 fimm stig frammanfyri GÍ, tá tað restaðu tvey umfør, og í 17. umfarinum vunnu teir 1–0 á HB og FM heitið. Í fyrraárið var VB meist- ari. Tá hevði HB møgu- leikan inntil í síðsta um- farinum. Í 1999 vann KÍ FM. Teir vóru væl á veg, áðrenn illveðursdystin á heimavølli ímóti ÍF í síðsta umfarinim. HB hevur vunnið fyrsta FM heitið síðani 1998. Tað árið kom FM heitið upp á pláss, ta teir í seytjanda umfarinum á heimavølli vunnu 4–1 á Sumba. Tað var ikki nógv, sum sunnudagin bendi á, at HB longu nú skuldi vinna FM. Men meðan nýggju meist- ararnir gjørdu tað, sum teir skuldu gera, á heimavølli, so kiksaðu bæði KÍ og NSÍ. Klaksvíkingar á útivølli í Vági og NSÍ á heima- vøllinum í Runavík. Tað er greitt, at NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur vunnið heiðursmerkir. Um tey vera úr silvuri ella úr bronsu fæst at vita leygar- dagin, tá KÍ fær vitjan av NSÍ. Um annað liðið vinn- ur, so verður tað liðið silvurvinnari. Um tað endar við javnleiki, so verður KÍ silvurvinnari. So verða teir betri í innanhýsis telving- ini, tí dysturin í Runavík endaði við 1–0 sigri til KÍ. Kiksararnir Fyrr í summar varð fleiri ferðir nevnt, at HB átti ein orduligan skansa á heima- vøllinum í Gundadali. Hag- tølini vísa, at ein av or- søkunum til, at HB hevur vunnið FM, er, at teir hava verið so stinnir í Gunda- dali. HB hevur vunnið allar heimadystirnar uttan tann ímóti B36. Tann dystin vann árstalsfelagið 2–1, men HB vann "útidystin" ímóti B36 við somu tølum. KÍ hevur mist fimm stig á heimavølli undan NSÍ vitjanini. Teir hildu seg vera óhepnar, tá teir í fyrsta umfarinum taptu 3–2 ímóti B36, og tað var regulert kloss, tá teir ikki megnaðu meiri enn 0–0 í Klaksvík ímóti VB. NSÍ hevur verið nógv meiri skinklut enn so á heimavølli. Lykladystirnir ímóti KÍ og HB eru taptir – ávikavíst 1–0 og 2–0, og harafturat hevur NSÍ í Runavík tapt ímóti B68 og spælt 1–1 ímóti B36 á heimavølli. Við øðrum orðum hevur HB tapt trý stig í Gunda- dali, meðan KÍ hevur tapt fimm í Klaksvík, og NSÍ hevur tapt tíggju stig í Runavík. Tað eigur í hvussu so er hjá NSÍ at vera nakað at hugsa um, at teir bara hava tapt sjey stig á útivølli ella bara helmingin av tí, sum teir hava tapt á heima- vølli. Botnurin avgreiddur Tvørámenn fóru longu leygarmorgunin norður um. Teir hildu til á Svanga- skarði leygarkvøldið, men tað segði tað sama. 8–0 tap ímóti teimum næstniðastu var totaleyðmýking. Aldursforsetin er aftur í 2. deild. Spurningurin er so, hvussu tað fer at laga seg komandi árini. Tað eru fimm lið um uppflytingar- boðið, og tað er ikki so ógvuliga torført at sleppa upp aftur í bestu deildina. Men tað er torført at halda tørn um nývunnið pláss í 1. deild. Undantøkini frá hesum hava hesi seinastu árini verið EB/Streymur, sum sunnudagin leingi megnaði at vera við til at varðveita spenningin í næstsíðsta umfarinum, og so Skála, sum nú hevur vunnið tvær ferðir í bestu deildini. Leygardagin var FS Vágar í Fuglafirði. Teir høvdu longu framman und- an tryggjað sær uppflyt- ingina, og kanska vóru teir ikki tunaðir til síðsta um- farið. Men avrikið ímóti ÍF boðaði ikki frá, at FSV ikki fer at stríðast fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflyt- ingini. HB verður ynskt hjarta- liga tillukku við FM heit- inum, og FS Vágum verður ynskt alt tað besta í 1. deild. Sosialurin ynskir HB hjartaliga tillukku við meistaraheitinum Kiksararnir á heimavølli hava kostað nógv HB eru meistarar. Tað varð staðfest, tá hvørki NSÍ ella KÍ megnaðu at fylgja við sigursrøðini hjá havnarliðnum, sum nú hevur vunnið fimm dystir á rað og hildið málið reint í fýra av hesum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20