týsdagur 1. oktober 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2002
23
Toppskjúttin hjá HB í
ár er Andrew av Fløt-
um, og tí mundi tað
eisini vera hóskandi,
at tað vað hann, sum
fekk hol á, tá HB
sunnudagin tryggjaði
sær 16. meistaraheitið
í søgu felagsins
MEISTARI
Jákup Mørk
- Hevur John skorað í
Gøtu?
Orðini koma við einum
skeivum smíli frá higartil
besta málskjúttanum í besta
málskjúttanum í føroysku
fyrstu deild, Andrew av
Fløtum. Og tað er einki at
siga til, at maðurin hevði
sálarligt yvirskot til eisini
at síggja tað stuttliga. Við
fyrsta málinum í dystinum
eydnaðist tað honum at
lirka annars fastlæstu verj-
una hjá EB/Streymi upp,
soleiðis at HB endiliga
kundi seta kósina móti
meistaraheitinum.
Visti at gullið var har
Jú, sanniliga var lagið gott
á HB-leikarunum, nú teir
loksins
høvdu
staðfest
gullið, sum viðhaldsfólkini
so spent hava bíðað eftir, og
sum tey flestu eisini hildu
vera staðfest, longu tá HB
vann á NSÍ.
Tað skuldi tó ganga fimm
korter, áðrenn HB fann
vegin til meskarnar móti
EB/Streymi, men tó at tað
kanska var eitt hitt týdn-
ingarmesta
málið
hjá
honum í ár, so dugdi
Andrew ikki rættiliga at
siga, hvat tað var, sum
hendi, tá hol loksins kom á.
- Eg veit ikki ordiliga.
Hatta var ein returur. Eg
haldi tað var antin Rúni ella
Rógvi sum skeyt, og tá
málverjin ikki fekk hildið,
so fylgdi eg upp. Vinkulin
var kanska nokk so spískur,
og skotið var kanska ikki so
hart, men bólturin fór inn,
og tað var tað týdningar-
mesta.
Tá málið varð skotið, var
tað eisini so, at argastu
kappingarneytarnir hjá HB,
NSÍ og KÍ, bæði vóru aftan
fyri í sínum dystum, og
Andrew ásannaði eisini, at
hann var greiður um hetta,
tá hann skoraði.
- Jú. Vit fingu í steðgin-
um at vita, hvussu støðan
var í hinum dystunum, og tí
vistu vit, at um vit bara
vunnu, so skuldi tað nokk
vera har, og nú er tað so
eisini her, segði fegni topp-
skjúttin at enda.
Og John skoraði sum
kunnugt ikki í Gøtu, so
umframt
meistaraheitið
kann Andrew helst eisini
fegnast um, at tað í ár
verður hann, sum fær gylta
skógvin sum toppskjútti í
deildini.
Hóast einki var fyri-
reikað, so ivaðist HB-
formaðurin ikki í, at
talan skuldi gerast
um eitt gott sunnu-
kvøld fyri felagið
MEISTARI
Jákup Mørk
Tað var sjálvandi ein ovur-
fegin HB-formaður, sum
vit fingu orðið á, tá tað
loksins varð staðfest, at HB
er meistari í ár.
Eitt er, at felagskassin
fær eina góða millión frá
UEFA afturfyri, men for-
maðurin helt eisini, at
meistaraheitið var so nåogv
meira enn tað.
- Fyrst og fremst eru tað
nú fýra ár síðani, at vit
vunnu nakað, og fyri eitt
felag sum HB er er hetta
long tíð. So tað lyftir
sjálvandi okkum øll, at vit
nú endiliga hava fingið
gullið.
- At tað hevur gingið
longri tíð millum heitini
seinnu árini er helst eisini
ein avleiðing av, at fótbólt-
urin í Føroyum er broyttur
seinnu árini. Tað er ikki
longur nóg mikið við eini
sterkasti ungdómsdeild. Tú
mást eisini styrkja um besta
liðið, og tað hava vit so
roynt at gjørt, og tað hevur
so eisini hepnast.
Ikki skeivt
Tá meistaraheitið er komið
til høldar, er skjótt
at staðfesta, at vinnarin
hevur altíð rætt, og formað-
urin í felagnum ásannaði
eisini sunnudagin, at tað
hava verið fleiri stórar
avgerðir hjá nevndini í ár.
- Í nógvar mátar hevur
árið verið eitt sindur turbo-
lent hjá okkum, og tað
hevur so avgjørt ikki altíð
verið líka lætt, tá avgerðir
skuldu takast. Nú skal eg
ikki standa her og siga, at
alt sum vit gjørdu var rætt,
tí tað fáa vit nokk ongan tíð
at vita. Men tað hevur tað
so í øllum ikki verið heilt
skeivt, og tað hevur í øllum
førum týdning.
At enda spurdu vit eisini
Birgir Enghamar, hvussu
restina av kvøldinum skuldi
haldast, nú gullið aftur var
komið til HB, men tað visti
formaðurin ikki reiðuliga.
- Nú hava vit so als ikki
fyrireikað nakað sum helst,
so tað dugi eg ikki at svara.
Fyrst og fremst fara vit at
spyrja leikararnar, hvat teir
vilja, og so mugu vit bara
tæna teimum, segði Birgir
Enghamar.
Fyri tey forvitnu kann
leggjast afturat, at tað var
so hampuliga skjótt, at
okkurt varð fingið í rættlag,
og klokkan níggju sunnu-
kvøldið lótu dyrnar í HB-
húsinum upp til gullveitslu.
Nær tær vórðu afturlatnar,
er ilt at siga, men tað er lítið
at ivast í, at nakrir tímar
skulda ganga, áðrenn øll
komu til hús, og ivaleyst
hevur mánadagurin eisini
verið strævin hjá mongum.
- Nú skal eg ikki standa her
og siga, at alt sum vit gjørdu
var rætt, tí tað fáa vit nokk
ongan tíð at vita. Men tað
hevur tað so í øllum ikki
verið heilt skeivt, sigur
formaðurin í HB, nú
meistaraheitið er komið til
høldar
Rúni Nolsøe var sjálv-
andi ovurfegin, nú
meistaraheitið var
heima, men hann var
eisini væl vitandi um,
at tað fyrst og fremst
var hart arbeiði, sum
lá aftan fyri hetta
MEISTARI
Jákup Mørk
Sum liðskipari verður tað
sjálvandi Rúni Nolsøe, sum
á Sevmýru skal taka ímóti
FM-steypinum, og sum
liðskipari er helst eisini
náttúrligt at fáa spurningin,
hvat var tað, sum tryggjaði
HB FM.
- Tað týdningarmesta
haldi eg hevur verið, at
heildin á liðnum hevur
verið ótrúliga sterk. Vit
hava havt bæði upp- og
niðurtúrar, men vit hava
megnað at rætta kósina, tá
tað hevur verið neyðugt, og
tað vitnar um eitt sera sterkt
samanhald og høgan moral,
helt liðskaparin, tá vit settu
honum spurningin í skifti-
rúminum.
Dekan ov tíðliga
Áðrenn hevur tað annars
verið heilt nær við fleiri
ferðir, og millum annað var
talan bert um seundir, sum
skiltu HB frá einum meist-
arheiti í fyrraárið. Hetta
kundi kanska nervað fleiri
leikarar, men liðskiparin
helt tó, at júst hetta kanska
hevði gjørt HB enn sterkari
í ár.
- Hans á Lag plagar at
siga, at mundi fær onga
haru, og tað er yvir høvur
hugburðurin, sum vit hava
havt í ár. Ikki minst tí tað
gekk so illa í fjør, hava allir
leikararnir givið eitt lítið
petti eyka, tí tað skuldi vera
hesaferð. Tað vóru vit ikki í
iva um.
Sum fleiri av viðleikar-
unum, so viðgekk Rúni
eisini, at trýstið var stórt í
dag, og hann viðgekk eis-
ini, at hann fylgdi við í,
hvussu gekst í hinum dyst-
unum kring landið.
- Vit høvdu jú sera ilt við
at fáa glið á spælið, og tað
komst heilt víst av trýst-
inum. Vanliga hoyrir tú
heldur ikki, hvat verður
sagt í anlegginum, men í
dag vóru oyruni nakað væl
størri, enn tey plaga at vera,
so eg visti alla tíðina,
hvussu støðan var í hinum
dystunum, viðgekk hann
eftir dystin.
Og hann viðgekk eisini,
at hann bíðaði til tað allar
seinasta, áðrenn hann vildi
taka meistaraheitið upp á
tunguna.
-
Rakettirnar
vórðu
sendar upp og øll sungu um
meistaraheitið, men har
vóru altso sjey minuttir
eftir í Runavík, so eg vildi
ikki siga nakað. Tað vildi
eisini verið øgiligt, um alt
krútið var uppi, og NSÍ so
kortini hevði fingið vent
dystinum, men tað gjørdu
teir so tíbetur ikki, so nú er
alt avklárað, segði fegni
liðskiparin at enda.
Gylti skógvurin
Fóru at tæna leikarunum
Heildin er styrkin
- Vinkulin var kanska nokk so spískur, og skotið var kanska ikki so hart, men bólturin fór inn,
og tað var tað týdningarmesta, segði Andrew av Fløtum um gylta málið
Mynd: Álvur Haraldsen
- Vanliga hoyrir tú heldur
ikki, hvat verður sagt í
anlegginum, men í dag vóru
oyruni nakað væl størri, enn
tey plaga at vera, segði HB-
liðskiparin
Mynd: Álvur Haraldsebn
23
22
Nr. 187 - 1. oktober 2002
Sum leikari hevur
hann vunnið tað
mesta av tí, sum kann
vinnast, men fram til
sunnudagin átti
Jóannes Jakobsen
framvegis fyrsta FM-
gullið sum venjari til
góðar
MEISTARI
Jákup Mørk
Hóast hann nú hevur nøkur
ár á baki sum venjari í
bestu føroysku deildini, so
er tað nú fyrstu ferð, at
Jóannes Jakobsen hevur
roynt at staðið sum venjari
hjá føroyameistarum, og tí
var løtan kanska eitt sindur
serlig hjá honum sunnu-
dagin.
- Tað er tó ikki heilt ókent
hjá mær at vinna. Eg havi
verið við til at vinna
steypakappingina, og fleiri
ferðir hava liðini hjá mær
verið heilt nær við at gerast
meistarar, men sjálvandi.
Tað er nú stuttligari, tá tú
stendur sum meistari, helt
hann eftir dystin sunnu-
dagin, tá vit fingu orðið á
hann í sonevnda boot-room
hjá HB.
- Men eg skal tó leggja
afturat, at tað kanska
kennist eitt sindur hálvt hjá
mær, tí eg havi jú bara verið
við hesar seinastu vikurnar.
Skal eg vera eitt sindur
egoistiskur, so haldi eg tó,
at eg havi verið ein týdn-
ingarmikil partur í hesum,
sigur hann við einum frek-
um smíli.
Gummibein
Um dystin sjálvan helt
Jóannes annars, at hesin var
merktur av gullinum, sum
meira ella minni stóð upp á
spæl.
- Tað var heilt klárt, at
leikararnir høvdu gummi-
bein. Serliga í fyrra hálv-
leiki, har vit als ikki fingu
ferð á spælið. Tað var
annars júst ferðina, sum
høvdu tosað um undan
dystinum, men tað kom
bara ikki, og tað er kanska
nokk so náttúrligt.
- Annars haldi eg, at vit
høvdu tak á alla tíðina, men
eg má viðganga, at hjartað
onkun tíð hoppaði nakrar
ferðir eyka, og var óeydnan
eftir okkum, so kundi tð
enntá gingið heilt galið, tá
Jan bjargaði á strikuni, men
tíbetur gjørdist tað ikki so.
Broytir einki
Tað er sjálvandi munur á, at
HB nú fer til Tvøroyr sum
meistarar, heldur enn at
skula spæla fyri meistara-
heitinum,
men
tað
er
kortini nakað, sum tú ikki
fært venjarin at viðganga.
- Nei. Tað kann gera tað
sama fyri okkum. Eg havi
alla tíðina sagt, at Kári og
eg gjørdu eina avtalu við
leikararnar um, at vit
skuldu royna at vinna seks
teir seinastu dystirnar, og
tað er fyrst og fremst hesa,
sum vit halda fast um.
- Sjálvanedi vildi tað
verið stuttligt, um vit
kundu tryggjað okkum
meistaraheitið
í
einum
seinasta og avgerandi dysti,
men hetta er nú heldur ikki
so galið, tekur hann hug-
leiðandi til.
Tað kundi annars verið
stuttligt hjá Jóannes, um
hann saman við liðnum
ognaði sær gulið á seinasta
leikdegi júst á Tvøroyri. Í
1995 spældi HB seinasta
dystin á Tvøroyri, og fram
til seinasta minuttin vóru
teir á odda, tá Henning
Jarnskor við einum stútari í
Klaksvík kortini syrgdi
fyri, at gullið fór til Gøtu.
- Sjálvandi vildi tað verið
nakað serligt, men hinvegin
taptu vit ikki gullið á Tvør-
oyri ta ferðina. Tað vóru GÍ,
sum vunnu tað í Klaksvík,
men at tað verður munur á
heimferðini ta ferðina og so
nú komandi sunnudag, tað
ivist eg ikki í, segði altso
Jóannes Jakobsen at enda.
Fyrsta gullmerkið
- Sjálvanedi vildi tað verið stuttligt, um vit kundu
tryggjað okkum meistaraheitið í einum seinasta og
avgerandi dysti, men hetta er nú heldur ikki so galið,
helt HB-venjarin, tá vit eftir dystin hittu hann í
sonevnda boot-rúminum í HB-húsinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22