týsdagur 1. oktober 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2002
25
24
Nr. 187 - 1. oktober 2002
fór bóltandi avstað, og iva-
leyst hevði Ronnie Samuel-
sen eisini onkra viðmerk-
ing um hetta mótvegis mál-
verjanum, sum fullkomu-
liga misti høvdið hesa løt-
una. Ronnie varð skump-
aður um koll, og so var
dómarin eirindaleysur, tá
hann togaði reyða kortið
fram.
HB heðvi nú bert tíggju
mans á vøllinum seinastu
tíggju minuttirnar, og eina
løtu var eisini líkt til, at
geistnir ætlaðu at gera sær
dælt av hesum. Spælið varð
við eitt flutt nógv longur
niðan á vøllin, men heldur
enn at geva EB/Streymi
nakrar møguleikar, tóktist
hetta geva HB møguleikan
fyri kontra, og sjey minuttir
fyri leiklok varð sigurin so
sligin rimmarfastur.
Hans á Lag, sum í ár hev-
ur ment seg til kanska besta
høgra bakk í landinum,
bandaði seg leysan saman
við Rúna, og tá Gunnar á
Steig kom út, var verju-
leikarin ísakaldur og sendi
flatt í kassan.
Hetta var mønustingurin
hjá EB/Streymi og tað vistu
HB-leikararnir
eisini.
Restina av dystinum var
bert ein spurningur um at
fáa tíðina at ganga, og í
roynd og veru hevði HB
fleiri møguleikar hesar sjey
minuttirnar, enn teir høvdu
teir 83 undanfarnu, men at
úrtøkan ikki varð størri,
kundi vera tað sama. HB
vann dystin. Teir vunnu
meistaraheitið, og tað er
væl saktans tað, sum telur í
seinasta enda.
Dysturin í tølum
HB-EB/Streymur
2-0 (0-0)
1-0: Andrew av Fløtum, 75
2-0: Hans á Lag
Dómari: Dagfinn Olsen.
Hevði fyri tað mesta ein
friðarligan sunnudag, men í
ávísum førum var tó um
reppið, at dysturin glapp
honum av hondum, tí hann
ikki var nóg konsekventur
mótvegis leikarunum.
HB: Bárður Johannesen –
Hans á Lag, Jóhannis Joen-
sen, Jan C. Dam, Janus M.
Joensen – Rúni Nolsøe,
Nico Dogaru, Rógvi Jacob-
sen – Jón Rói Jacobsen,
Nocko Jokovic, Andrew av
Fløtum
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen,
Andrzej Pacek, Knút V.
Vesturtún, Eyðfinn Joen-
sen – Jákup Martin Joen-
sen,
Marni
Djurhuus,
Ronnie Samuelsen – Teitur
Joensen,
Jón
Sigurð
Gleðisheygg, Sorin Anghel
Landsins bestu verju,
ein hart arbeiðandi
miðvøll og eitt lívs-
hættisligt álop. Tað var
uppskriftin til meist-
araheitið hjá HB, sum
kom til høldar hóast
bæði innanhýsis órógv
og venjaraskifti í úrtíð
MEISTARAR
Jákup Mørk
HB eru føroyameistarar
2002. Tað er ein staðfest-
ing, nú næst seinasta umfar
er farið aftur um bak, og í
roynd og veru hevur tað
eisini
verið
væntandi,
síðani teir fyri tveimum
vikum síðani vunnu týdn-
ingarmikla toppdystin í
Runavík, tí eftir hetta vóru
bert dystir eftir móti teim-
um trimum – á pappírinum
–
veikastu
liðunum
í
deildini.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at hóast HB hevði
havt
torførastu
dystar-
skránna fram til tá, so
høvdu teir skapt sær ta best
hugsandi
útgangsstøðið
áðrenn sjálvan endaspurtin,
og so kann tað gera tað
sama, at kappingin kanska
var løgd eitt sindur óheppið
til rættis í so máta. Øll
liðini skulu sum kunnugt
spæla tvær ferðir móti
hvørjum øðrum, og tá hetta
er av, er ovasta liðið meist-
ari. Jú, fótbóltur er í veru-
leikanum eitt einfalt spæl.
Einfalt
Og júst tað einfalda hevur í
einum annars turbolentum
ári verið leyklaorðið hjá HB.
Ikki so ofta hevur spælið
verið av tí meira reyptandi,
men stútt og støðugt eru
sigrarnir togaðir heim.
Við eini verju, sum iva-
leyst er hin besta í landin-
um í ár, hav teir fyri tað
mesta lagt dentin á halda
mótstøðumonnunum frá at
skorað, fyri síðani at avgera
dystin,
tá
møguleikin
beyðst. Eitt nú hevur mið-
verjan verið somikið væl
mannað, at Hans á Lag –
sum annars man vera ein
tann besti miðverjin í land-
inum – í ár er umskúlaður
til ein tann besta høgra
bakkin í landinum. Ein
høgri bakkur, sum helst
endar árið sum triðbesti
málskjúttin hjá liðnum. Og
tað sigur heldur ikki so
lítið, at seinastu ferð, at mál
er farið ígjøgnum hjá HB,
var, tá teir 25. august vunnu
3-0 í Gøtu. Og at breiddin í
so máta var í lagi, var eisini
sjón fyri søgn, tá Janus M.
Joensen undir landsliðs-
venjing meiddi sær knæið,
uttan at hetta tó sást aftur í
úrslitunum hjá HB.
Hart arbeiði
At verjan stóð seg somikið
væl, komst eisini av, at HB
í ár hevur havt ein sera
sterkan miðvøll, sum í
nógvar mátar hevur verið
førur fyri at steðgað spæl-
inum, áðrenn tað gjørdist
alt ov vandamikið.
Serstakliga hava tað her
verið Rúni Nolsøe og
Rógvi Jacobsen, sum hava
gjørt tað tunga arbeiðið,
meðan Hallur Danielsen og
Nicu Dogaru so hava stríðst
um seinasta plássið í van-
ligu 4-3-3 útgangsstøðuni.
Hendan
dystin
vann
rumenin, sum árið leið,
men at hava ein leikara við
evnunum hjá Halli at bróta
mótstøðuverjuna sitandi á
beinkinum, man bara vera
nakað, sum ein venjari
kann frøast um.
Licensi to kill
Eingin dystur verður tó
vunnin við eini tryggari
verju og hørðum arbeiði
einsamøllum. Mál skulu til
fyri at avgera dystirnar, og
hesum hevur HB-álopið
eisini megnað at staðið fyri.
Fyrst og fremst hevur tað
sjálvandi verið toppskjútt-
in, Andrew av Fløtum, sum
hevur staðið fyri hesum, og
hóast ikki færri enn átta av
málunum hava verið brots-
spørk, so telja tey eins nógv
sum alt annað, og skal ikki
nakað verða tikið frá hon-
um av hesi orsøk.
Afturat sær hevur topp-
skjúttin so havt Jón Róa
Jacobsen, sum hóast sín
unga aldur longu er ein av
berandi kreftunum á lið-
num, og spurningurin er
kanska meira enn nakað,
hvussu leingi hann fer at
spæla við HB, áðrenn kósin
gongur av landinum, og so
hava tveir av teimum allar-
bestu forwardunum í før-
oyskum fótbólti verið mið-
depilin í álopinum. Fyrst
var tað Uni Arge, sum tí-
verri mátti leggja frá sær, tá
ryggurin av álvara fór at
biðla, men maður kemur tó
í mans stað, og her hevði
leiðslan í HB eina hepna
hond, tá tað eydnaðist at fáa
Nocko Jokovic til landið.
Tað kann væl vera, at tað
bert hevur verið talan um
trý mál higartil frá honum,
men verður hugt at, hvar
hesi vórðu skotin, er skjótt
at staðfesta, at uttan hann
hevði HB neyvan verið
meistari longu nú. Eitt í
Gøtu í týdningarmikla 4-3
sigrinum og so tey bæði í
Runavík, tá meistarakósin
varð sett við 2-0 sigrinum.
Tað er í hesum sambandi
vert at leggja til merkis, at
stutta kreppan, sum HB
upplivdi miðskeiðis í kapp-
ingarárinum, kom júst í
tíðarbilinum frá tí at Uni
varð noyddur at gevast fram
til Nocko Jokovic kom til
landlið.
Viljin fram um alt
Og at enda, so skal tað eisini
við, at liðið hjá HB í ár
hevur sýnt munandi størri
viljastyrki enn í fjør. Ta
ferðina varð árið mest sum
oyðilagt av skaðum, men at
sjeynda plássið á talvuni
hevur tikið fast, er helst
einki at ivast í. Hvør sum ein
hava leikararnir í ár stríðst
fyri at vaska tann blettin av
sær, og ikki minst kom hetta
til sjóndar, tá venjaraskifti í
úrtíð gjørdi stríðsviljan enn
meira neyðugan. Mest sum
øll hildu, at nú var HB við at
ver úti – og dysturin í Gøtu
var kanska seinasti møgu-
leikin – knýttu teir nevarnar
eina ferð eyka, og síðani
hevur tað bert gingið ein veg
við fimm sigrum á rað. Tað
allar tyngsta í fótbólti er
helst at reisa teg, tá tú annars
liggur niðri, men hetta
megnaði HB, og hendan
viljastyrkin var kanska júst
tað, sum tryggjaði teimum
meistaraheitið í seinasta
enda.
Leingi stóð heilt nógv
á oddaliðnum, men
teir fingu at enda
togað seg til ein 2-0
sigur, og tá so úrslitini
úr hinum dystunum
vóru greið, var
meistaraheitið staðfest
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Rakettirnar
brustu
og
áskoðararnir tyrptust kring
vøllin. Enn vóru sjey
minuttir eftir av dystinum í
Runavík, har NSÍ lá undir
við einum máli, men hjá
HB-áskoðarunum
var
eingin ivi. Skinnið varð selt
dekan ov tíðliga, men
bjørnin varð tó at enda
eisini skotin, og so var tað
staðfest, sum seinastu tvær
vikurnar hevur tókst sum
ein veruleiki. HB er føroya-
meistari 2002.
Gummibein
Hetta var støðan, tá dystur-
in í Gundadali millum HB
og EB/Streym var liðugur,
men undan hesum vórðu
bæði leikarar og viðhalds-
fólk hjá HB hildin á pínu-
beinkinum av einum væl
stríðandi EB/Streymi liði,
sum ongan tíð gav skarvin
yvir, men fram til tað sein-
asta bardist fyri sínum
møguleika at skapa sensa-
tiónina.
Serstakliga í fyrra hálv-
leiki vóru gestirnir væl við,
og yvir høvur hevði tú hesi
trý korterini ilt við at fata,
at talan var um eitt oddalið,
sum á heimavølli skuldi
vinna á einum botnliði. HB
fekk snøgt sagt ikki ta ferð
á spælið, sum annars hevur
eyðkent liðið seinastu dyst-
irnar, og tó at bólturin ferð-
aðist nógv á gestahálvuni,
so var talan um fáar fyri
ikki at siga ongar upplagdar
málmøguleikar.
Tað líktist teimum so væl
kendu
gummibeinunum,
sum leikarar ofta fáa, tá
nógv stendur upp á spæl, og
sama gongdin tóktist eisini
gera seg galdandi eftir
steðgin. Yvirvágin hjá HB
gjørdist kanska størri fyri
hvønn minutt, sum gekk,
men teir høvdu framvegis
ilt við at skapa teir opnu
møguleikarnar.
Nakrar
miseydnaðar
frísparks-
royndir var tað mesta, sum
spurdist burturúr. Og so
mundi enntá gingið heilt
galið í einasta veruliga
møguleikanum, sum EB/
Streymur hevði eftir steðg-
in, men lukkutíð fyri HB
kundi Jan Dam á sjálvari
málstrikuni seta høvdið
fyri,
tá
Jákup
Martin
Joensen annars tóktist hava
sent EB/Streym á sigur-
skós.
Forloysingin
Hóast laku úrtøkuna á
vøllinum, so var fagnaðurin
í HB-skýlinum óførur stór-
an part av dystinum. Iva-
leyst høvdu tey trúnna
uppá, at teirra menn megn-
aðu at gera tað, sum skuldi
til, og tá Útvarpið visti at
siga, at bæði KÍ og NSÍ
vóru aftan fyri í sínum
dystum, tóktist í øllum
førum eingin vandi fyri, at
FM-møguleikin
skuldi
gleppa teimum av hondum.
Í ringasta føri skuldi
talan gerast um at útseta
veitsluna í eina viku, men
burtur úr mest sum ongum
kom so forloysingin eitt
korter fyri leiklok, tá
Andrew av Fløtum fylgdi
upp, eftir at Rúni hevði
roynt seg við skoti. Vinkul-
in var kanska spískur, men
hann lá til vandamikla
vinstra-beini, og við einum
fløtum skoti sendi topp-
skjúttin í 1. deild bóltin í
meskarnar, og so mundi
fagnaðurin neyvan fingið
nakran enda. Við øllum
liðfeløgunum í hølunum
rann Andrew við berum
yvirkroppi yvir móti HB-
húsinum, og bæði skiftist-
bonkur og áskoðarapláss
vóru í leysum lofti.
Drama og avgerðin
Fagnaðurin var øgiligur.
Trummurnar hjá Oskari og
nú hásu røddirnar hjá
fjøldini fyltu Gundadal, og tí
var antiklimaksið stórt fáar
minuttir seinni, tá alt brád-
liga sá út til at rapa fyri HB.
Jón Sigurd Gleðisheyg
fekk um beinini hjá Bárði
Johannesen, tá hesin var
fyrstur eftir einum langum
bólti. Kanska gjørdi Bárður
dekan ov nógv av, tá hann
HB-EB/Streymur 2-0 (0-0):
So var
gullið
heima
Virðiligir meistarar
Nocko Jokovic varð keyptur til Føroya fyri at avgera meistaraheitið, og tó at hann kanska ikki hevur skotið so nógv mál, so var
júst hendan løtan í Runavík avgerandi, tá hann við uttaru síðuni smekkar bóltin í kassan
So er tað heima. Bæði NSÍ og KÍ vóru aftan fyri í sínum dystum, og við málinum til 2-0 hevur Hans á Lag staðfest sigurin og meistaraheitið hjá HB
Mynd: Álvur Haraldsen
HB eru meistarar. Eftir at hava biðað síðani 1998 sluppu viðhaldsfólkini hjá felagnum endiliga aftur at fegnast, og hetta varð
gjørt við manér, tá rakettir vórðu skotnar í loft, samstunds meðan trummurnar og rópini av áskoðaraplássunum royndu at doyva
buldrini, sum hesar bóru við sær
Mynd: Álvur Haraldsen
Regnið var kanska órógvandi fyri myndagóðskuna her hjá okkum, men gleðin hjá HB mundi kortini vera óskalað,
tá meistaraveitslan varð blást í gongd við seinasta bríkslinum í dystinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24