Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2002 27 Seinasta ár um somu tíð, vóru sandingar í tí støðu, at teir skuldu spæla móti næstovast í 2. deild um seinasta plássið í bestu deildini. Nú eru teir í somu støðu sum Skála var fjør, og hetta ætla teir at gera líka gott sum skálamenn gjørdu síðsta ár 2. DEILD Jákup Mørk Kravið hjá B71 áðrenn dystin móti VB á Sandi leygardagin var einfalt. Dysturin skuldi vinnast, um annað pláss skuldi røkkast, og harvið uppflytingardyst móti næstniðasta liðnum í 1. deild. Liðið sum B71 kappaðist við um hetta plássið var ÍF, og um ÍF megnaði at vinna á upp- flytarunum úr Vágum, so kundu fuglfirðingar fara fram um B71 um teir ikki vunnu á VB. Og tað sást beinanvegin, at B71 hevði meira at spæla fyri enn vágbingar, sum uppá eina góða seinnu hálvu høvdu bjargað sær pláss í deildini komandi kappingarár. Sandingar løgdu út við kvikum og álopsinnaðum spæli, og longu fyrstu løtuna, komu teir fram til onkrar møguleikar sum kundu givið mál. Vágbingar vóru tó ikki fyri ongum, og nakrar ferðir noyddist Valdemar í B71-málinum at vísa síni kynstur. B71 betri Men tað var B71 sum var omaná í fyrra hálvleiki og tá umleið 20 minuttir vóru farnir, komu teir á odda. Jónsvein Thomsen fekk ein bólt beint uttanfyri brots- teigin hjá VB, trekti framvið einum verjuspæl- ara og so hann gjørdist leysur og setti bóltin fram- við málmanninum hjá VB. Stór frøi var á sandingum sum nú vóru nærri einum plássi í 1. deild. Restina av fyrra hálvleiki gekk toluliga javnt á og málmøguleikar vóru til báðar síðir. Beint fyri hálvleik kom so seinna málið hjá B71, sum tóktist geva teimum avgerandi leiðsluna. Aftur var tað Jónsvein Thomsen sum síðstur fekk fótin á bóltin, tá vágbingar ikki fingu sparkað bóltin vekk eftir trunkaspæl í brotsteiginum. Hetta var eisini hálvleik- støðan og var tað fult uppiborið at sandingar vóru á odda í hálvleikinum. Spenningur síðstu løtuna Í seinna hálvleiki sást greitt at B71 vildi verja leiðsluna. Sandingar trektu seg longur aftur á vøllin, og gjørdu sum VB hevði í fyrra hálvleiki - nevniliga lúrdu uppá mótálop. Tí gekk meginparturin av spælinum fyri seg á helvtini hjá B71. Sandingar komu við sínum mótálopum fram til góðar møguleikar, sum kundu gjørt at dysturin bleiv av- gjørdur fyrr. Men í staðin blivu vágbingar naskari sum seinni hálvleikur leið, og tá eitt korter var eftir, fingu teir málið sum gjørdi, at rættiligur spenningur kom í dystin aftur. Topp- skjúttin í 2. deild Birgir Jørgensen setti høvdið á, eftir at eitt gott innlegg kom innfyri úr vinstru síðu. Samstundis frættist kring vøllin, at ÍF nú var komið á odda móti FS Vágum, og seinastu minuttirnar vóru næstan ikki til at bera hjá sandingum. Vágbingar royndu tað teir kundu, men tað bleiv ongantíð serliga vanda- mikið. Onkrar skotroyndir sum fóru við síðuna av bleiv tað til, og tað sum kom innanfyri rammuna tók Valdemar sær av. Tískil megnaðu sanding- ar at halda fast seinasta korterið, og leikarar og áskoðarar kundu anda lættliga upp, tá dómarin eftir fýra minuttir yvirtíð blásti dystin av. Ein uppiborin sigur til B71 sum nú skal spæla móti antin Skála ella EB/Streymi um seinasta plássið í 1. deild. Nú hava teir so møguleikan at gera tað sum liðið í teirra støðu í fjør gjørdi, tá Skála saman- lagt vann á netup B71 og harvið sendi sandingar niður í 2 deild. Dysturin í tølum: B71-VB 2-1(2-0) 1-0: Jónsvein Thomsen 2-0: Jónsvein Thomsen 2-1: Birgir Jørgensen Tað var tætt og undirhaldandi, og tað endaði við nógvum turbolensi, tí tveir landsliðsspælarar og ein fyrrverandi liðformaður á landsliðnum sóu reyða kortið GÍ–B36 Jóannes Hansen Fyri føroyskan fótbólt sum heild var tað lítið sømuligt í Gøtu. Dómarin fór tríggjar ferðir í lumman eftir reypa kortinum. Tveir B36 spæl- arar vórðu vístir av vøllin- um. Í báðum førum var talan um spælarar, sum annan mikudag skulu við landsliðnum til Litavia og Týskalands. Fyrst var talan um John Petersen, og síðani var tað Julian Johnsson, sum sá reytt. Í sama andadrátti sum B36 liðformaðurin, John Petersen, varð rikin av vøllinum, sá Magni Jarn- skor, sum hesa ferð var liðformaður hjá GÍ, reyða kortið. Hann hevur áður verið liðformaður á lands- liðnum! Europa upp á spæl Í fyrstu atløgu var tað plássið í Intertoto Cup, sum stóð upp á spæl í Gøtu. Men soleiðis sum dystirnir myndaðust í Runavík og í Vági, so gjørdist tað greitt, at tað var møguleikin kanska at sleppa upp í part í UEFA Cup, sum GÍ og B36 stríddust fyri. Báðir partar høvdu møguleikan, men tað mundu vera teir á heima- liðnum, sum iðraðu seg mest. Síðsta hálva tíman vóru teir á odda. 2–1 málið skoraði Krzystof Pop- czynski. Hann fekk langa sending fram eftir mið- ásinum, og við Jens Kristiani Hansen í hølunum rann hann ímóti brots- teigarmarkinum, áðrenn hann smekkaði til, og so var GÍ á odda. Einki var at undrast í, at gøtumenn vóru fegnir um leiðslumálið. Teir hava ikki ov nógv fólk, og tí kom tað serliga illa við, at tríggir av lyklaspælarunum ikki vóru førir fyri at spæla. Poul Ennigarð hevur verið skaddur í fleiri vikur, og hesa ferð vóru hvørki Bartal Eliasen ella Sámal Joensen á vøllinum. Tí var neyðugt við næst- an nýggjari miðverju. Leivur Hansen fekk hjálp frá veteraninum Jóan Peturi Olsen, sum næstan hevur spælt meiri, enn hann hevur vant í ár, og av Jónreidi Dalheim, sum ikki hevur spælt nakað serligt á besta liðnum. B36 leiðslu beinanvegin Fyri GÍ var byrjanin so óheppin, sum tað ber til at ímynda sær. Longu í 2. minutti legði Julian Flo- rescu innfyri úr vinstru, verjan drálaði, og so smekkaði Kenneth Jacob- sen til, og B36 var á odda. GÍ javnaði, tá ein hálvur tími var farin. Hans Pauli Petersen, sum var nær- lagdur í høgru, sneiddi framvið fleiri. B36 menn- inir vildu vera við, at vongspælarin hevði tikið bóltin við sær við hondini, men tað helt dómarin, sum annars ikki helt seg aftur at bríksla, ikki, og tá Hans Pauli kom í brotsteigin, megnaði hann úr eitt sindur spískum at lyfta upp um málverjan. Eftir leiðslumálið hjá Popczynski var GÍ á odda í ein hálvan tíma. Vanliga leiktíðin var farin og væl meiri enn tað, tá B36 javnaði, og tað harvið varð greitt, at hvørki GÍ ella B36 skuldu hava møguleika at sleppa upp í part í UEFA Cup. Kenneth Jacobsen sendi innfyri úr høgru, í fyrsta lagið varð skotroyndin blo- kerað, men so støkk bólt- urin til Heina í Skorini, sum hevði fingið møgu- leikan, tí Jákup á Borg var skaddur, og Heini javnaði til 2–2. Buldraligur endi At so nógv tíð var lagt afturat komst av ruðuleik- anum, sum áskoðararnir vóru vitni til síðstu løtuna. Nógvu og tættu nær- dystirnir vóru ikki altíð so reinir. Dómarin bríkslaði ofta, og kortini vóru ofta á lofti. Men tá hann sendi John Petersen og Magna Jarnskor av vøllinum, vóru tað linjuverjarnir, sum veg- leiddu. Eftir nærdyst ímillum John Petersen og Magna Jarnskor vegleiddi linju- verjin í borðinum, har tað gekk fyri seg, soleiðis, at John Petersen sá reytt. Tað tók sína tíð, áðrenn lands- liðsmaðurin var farin av vøllinum. Og áðrenn spæl- ið varð tikið uppaftur, hevði linjuverjin í hinum borðinum flaggið uppi. Hann segði seg hava sæð ónollurnar hjá Magna Jarnskor, og so stóð tíggju og tíggju – í manning. Í síðstu løtu sá ein annar landsliðsmaður hjá B36 reytt. Dómarin metti, at taklingin aftanífrá, sum Julian Johnsson var meist- ari fyri, var so ógvuslig, at reyða kortið skuldi upp í loft. Blóðið kókaði rættuliga. Ein áskoðari heilsaði uppá linjuverjan. Tað var sera óheppið, og ivaleyst fer hetta at fáa avleiðingar. Hvørjar verður ivaleyst meiri at frætta um seinni. Dysturin í tølum GÍ-B36 2-2 (1-1) 0-1: Kenneth Jacobsen 2 1-1: Hans Pauli Petersen 31 2-1: Krzystof Pop- czynski 63 2-2: Heini í Skorini 90 GÍ: Hallur Hansen – Jón- reid Dalheim, Jóan Petur Olsen, Leivur Hansen – Hans Pauli Petersen, Magni Jarnskor, Súni Olsen, Gidek, Bárður á Lakjuni – Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski B36: Rene Tórgarð – Arn- bjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen – Kenneth Jacob- sen, Klæmint Matras, Julian Johnsson, Julian Florescu – Heini í Skorini, John Petersen, Magni á Lakjuni B71-VB 2-1(2-0): B71 ætlar sær í 1. deild GÍ-B36 2-2 (1-1): GÍ misti á stokkinum Talan var um rættiliga rokdyst, og trý reyð kort vóru á skránni, tá GÍ og B36 dystaðust um seinasta europeiska atgongumerkið Mynd: Jonhard Hammer 27 26 Nr. 187 - 1. oktober 2002 Bárður Johannesen kom rættiliga í fokus við sínum reyða korti, men hóast spentu støðuna, so bar hann ikki ótta fyri, at hetta skuldi kosta meistaraheitið MEISTARI Jákup Mørk Dramatikkurin var í hásæt- inum, tá Bárður Johanne- sen fekk reytt kort fyri hevndaratgerð tíggju minuttir fyri leiklok. Iva- leyst bóru mong ótta fyri, at tað kundi verða ein dýr løta, og sjálvur viðgekk Bárður eftir dystin, at hann misti høvdið hesa løtuna. - Ja, tað gjørdi eg, men eg haldi eisini, at hann (Ronn- ie Samuelsen, blðm.) spældi eitt sindur upp á tað. Hann rópti nakað, sum eg ikki fari at endurgeva, eftir mær, eftir at eg var feldur, og so eg hevði eg bara fingið nokk. Sjálvandi var tað skeivt at gera so, men tað var so tað, sum hendi, segði málverjin bersøgin, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. Men hugsaði tú ikki hesa løtuna, at tú kanska hevði kostað liðnum meistara- heitið? - Nei, tað gjørdi eg faktist ikki. Tíbetur hevði eg fingið fríspark, áðrenn hendingina, so talan var í øllum førum ikki um brots- spark, og eg hevði eisini fult álit á, at Pól nokk skuldi taka sær av restini. Reyða kortið merkir sjálvsagt, at Bárður ikki kann vera millum leikarar- nar í seinasta dystinum móti TB, men at hann verð- ur á staðnum, tykist lítil ivi vera um. - Tað verður nokk eitt sindur øðrvísi, enn eg hevði ætlað, men at eg fari við til Tvøroyri, er eingin ivi um. Vit eru jú føroyameistarar, og tað skal so undir øllum umstøðum feirast, segði ein hóast alt fegin málverji at enda. Líka mundi dótturin, Beinta, leggja í, at babba hevði fingið reyða kortið, og eftir andlitsbránum á Bárði at meta, so var hetta heldur ikki nakað, sum skalaði gleðina um gullið eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen Veteranurin á HB liðnum, Jan Dam fegnaðist sjálvsagt um gulið, men mitt í øllum rokanum sendi hann eisini nakrar til Rumenia, har Ion Geolgau í løtuni er staddur MEISTARI Jákup Mørk HB hevur vanliga sett sín dám á oddin í føroysku landskappingini, og við 16. meistaraheitinum, sum nú er veruleiki, eru teir nú bert eitt gullmerki frá klaks- víkingum, sum enn eru ovastir, tá FM-heitini skulu leggjast saman. Tí er tað kanska eitt sind- ur løgið, at mest vinnandi leikarin á liðnum »bert« hevur fýra meistaraheitið, men tað var í øllum førum talið, sum Jan Dam kom til, tá vit eftir dystin bóðu hann leggja gullmerkini saman. Og sambært roynda mið- verjanum, so verður hetta helst eisini tað seinasta í røðini. - Tað rokni eg við, at tað er. Í øllum førum um støðan verður sum nú, men tað kann kanska verða, at eg broyti meining seinni. Trýstið darvaði Júst væntandi royndirnar tóktust eisini at darva spæl- inum í dystinum móti EB/ Streymi. Trýstið um at ogna sær meistaraheitið lá tungt á leikarunum, og Jan ásannaði eisini, at tað var ein sera tungur dystur fyri teirra viðkomandi. - Sjálvandi vóru leikar- arnir ógvuliga spentir. Vit høvdu møguleikan at vinna gullið, og kanska var hetta ov nógv fyri summar leik- arar. Í øllum førum høvdu vit sera ilt við at fáa gongd á spælið, men hinvegin roknaði eg alla tíðina við, at tað skuldi koma. Tað var í øllum førum ein sera lættur dagur hjá okkum í verjuni, og við einum somikið stór- um trýsti, so vilja málini aloftast koma fyrr ella seinni, sigur hann, og av- speglar í so máta drúgvu royndirnar. Hugsaði um Ion Hóast alt endaði lukkuligt við meistaraheitinum, so skerst ikki burtur, at talan hevur verið um eitt sera umskiftiligt ár fyri HB. Ein kreppa miðskeiðis í árinum sendi teir av oddasessinum og hótti við at senda teir enn longur niður. Hetta fekk millum annað Jóhann- is Joensen til at senda eina áheitan til viðspælararnar um, at tingini ikki koma av sær sjálvum, uttan at hart arbeiði liggur aftanfyri, og fimm sigrar seinni ásann- aði Jan eisini, at nógv var broytt í so máta. - Síðani tá er liðið full- komuliga broytt. Hans segði so beinrakið eftir sigurin í Gøtu, at nú vóru fimm finalur eftir, og júst soleiðis hava vit tikið tað síðani. Ein dyst í senn, har leikararnir hava givið alt fyri at vinna. Mitt í gleðisrúsinum var tað tó ein persónur, sum HB-veteranurin hugsaði mest um, og tað var fyrr- verandi venjarin, Ion Geol- gau, sum í seinasta viku fór av landinum í vetrarfrí. - Eg má leggja afturat, at eg hugsi nógv um Ion akkurát nú. Hann eigur kanska størsta partin av æruni fyri, at tað gekk so væl. Hann hevur júi verið venjari seinastu fimm árini, og hóast hann noyddist frá í ár, so er hetta úrslit av hansara arbeiði, og tað er spell, at hann ikki fær verið her nú, segði Jan Dam at enda. 34 ára gamli veteran- urin, sum kanska vann sítt seinasta gullermki í fyrstu deild. Pól Næs Joensen kendi seg eitt sindur hálvan eftir eitt viku- skifti, har hann bæði hevði roynt leiklutin sum niðurflytari og meistari MEISTARI Jákup Mørk At tað er stutt ímillum sorg og gleði, kann Pól Næs Joensen helst skriva undir uppá. Leygardagin var hann málverji, tá næst besta HB-liðið noyddist tungu gongdina úr aðru niður í triðju deild, men dagin eftir vardi hann málið seinastu 10 minuttirnar av gulldyst- inum, tá HB ognaði sær meistaraheitið. Og sjálvur tóktist ungi málverjin eisini hava ilt við at fata, at tað hevði gingið so skjótt. - Tað er eitt sindur løgið. Sjálvandi eri eg ovurfegin um at vera meistari, men eg eri enn ikki komin meg eftir vónbrotið í gjár, so enn haldi eg ikki, at eg reiðiliga havi fatað, hvat tað er, sum gongur fyri seg nú, segði hann í løtunum eftir dystin. Mitt í ruðulleikanum, sum íkom eftir útvísingina av Bárði Johannesen, fekk Pól ein lyklaleiklut, tá hann seinastu 10 minuttirnar varð settur inn at verja málið. Men hóast trýstið átti at verið stórt, so tóktist hetta tó á ongan hátt at nerva málverjan. - Tað er jú bara ein dystur sum so nógvir aðrir. Eg hugsaði ikki um, at meist- araheitið stóð upp á spæl, og tað gjørdi tað sum so heldur ikki, tí vit hava framvegis ein dyst eftir, so eg kendi meg ikki tyngdan av nervum. Og eg fekk kanska heldur ikki stundir til at fáa nervar, tí alt gekk jú so skjótt fyri seg. Tað var bara at fara inn og gera sítt besta, helt nýklækti meist- arin at enda. Misti høvdið Hugsaði um Ion Tvístøða - Hans segði so beinrakið eftir sigurin í Gøtu, at nú vóru fimm finalur eftir, og júst soleiðis hava vit tikið tað síðani. Ein dyst í senn, har leikararnir hava givið alt fyri at vinna Mynd: Álvur Haraldsen - Tað er eitt sindur løgið. Sjálvandi eri eg ovurfegin um at vera meistari, men eg eri enn ikki komin meg eftir vónbrotið í gjár, so enn haldi eg ikki, at eg reiðiliga havi fatað, hvat tað er, sum gongur fyri seg, segði Pól Næs Joensen eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 26