Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2002 29 Fyri fyrstu ferð í tíggju ár misti HB umboðanina í aðru deild. Staðfestingin var í Klaksvík, har HB skuldi vinna, um sessurin skuldi varðveitast 2. DEILD, MENN Hilmar Jan Hansen Dysturin í Klaksvík leygar- dagin var síðsta útkall hjá HB, skuldi liðið megna at verða verandi í 2. deild, meðan KÍ kundi standa seg við javnleiki. Hetta sást eisini aftur, tí hóast tann heilt stóri mun- urin kanska ikki var á lið- unum, var HB klárt tað liðið, ið hevði meira at spæla fyri og eisini royndi at spæla fyri sínum møgu- leika. Tá so KÍ tveir minuttir inn í seinna hálvleik fekk ein mann útvístan — hann var forrestin komin inn beint frammanundan — øktist trýstið á KÍ í stórum, so klaksvíkingar fyri tað mesta høvdu úr at gera við at verja. Tí kom tað eisini sum ein vátur vøttur frammaná hjá HB, at KÍ legði seg á odda 1-0, tá bara eitt korter var eftir. Ein KÍ-roynd móti málinum endaði við, at bólturin stakk upp í loft. Har gjørdist Olgar Daniel- sen hægsti maður, skallaði á stongina — og fekk so í aðru atløgu bóltin beint í andlitið, og stýrdi honum á tann hátt í málið! Góðar tíggju minuttir seinni miseydnaðist ein rangstøðufella hjá HB, og tað endaði við, at John Ryan slapp púra leysur móti HB-málinum og sendi bóltin inn undir málverjan í málið til 2-0. Sjálvt um HB ein minutt seinni svaraði aftur, tá Ransin Djurhuus útnyttaði eina misskiljing í KÍ-verj- uni og fekk prikað bóltin í málið, gjørdist tað ov seint at venda dystinum, og KÍ vann 2-1. KÍ, sum í endaspurtinum vann seg upp á fjórða plássið, sendi við hesum HB niður í 3. deild. Men sum prátið hevur gingið um vikuskiftið, skuldi tað verið uppaftur verri enn so, tí HB frammanundan hevði tikið sítt 3. deildarlið úr kapp- ingini, tá trý umfør vóru eftir. Av tí sama hava fleiri róð framundir, at bæði liðini hjá HB skuldu heilt niður í 4. deild, men so verður kortini ikki. Reglurnar á tí økinum eru greiðar, og tal- an verður vanliga niður- flyting hjá bæði 2. og 3. deildarliðnum hjá HB. Tað hevði kanska eisini verið mestsum ov mikið av tí góða, um nýklaktu før- oyameistararnir í mans- fótbólti í næsta ár skuldu farið heilt niður í 4. deild eftir fólki at manna bonkin í 1. deild. Dysturin í tølum KÍ-HB 2-1 (0-0) 1-0: Olgar Danielsen 2-0: John Ryan 2-1: Ransins N. Djurhuus Undan lotinum fekk VB einki mál, men við væl upplagda Jón Paula Olsen sum uppleggjara megnaðu vágbingar í 2. hálv- leiki at skora tvær ferðir og harvið syrgja fyri, at KÍ tapti fyri fyrstu ferð síðani í 4. umfari FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Jón Pauli Olsen hjá VB hevur boðað frá, at hann ætlar sær ikki at spæla í 1. deild komandi ár. Onkur annar VB spælari hevur tosað um hetta sama, men nú fáa vit at síggja. Uttan mun til hvussu hugburðurin verður, tá januar mánaði verður hálvur, so ber til at sláa fast, at vágbingar sunnudagin søgdu farvæl við heimaáskoðararnar á hesum sinni við maner. KÍ hevði ikki tapt í tólv dystum á rað, tá teir komu til Vágs at stríðast fyri at varðveita FM møguleikan. Men so steðgaði VB teim- um. Vágbingar høvdu lotið undan í 1. hálvleiki. Mál- møguleikarnir vóru ikki so nógvir, Bjarni Johansen og Meinhardt Joensen høvdu ikki so nógv at takast við, og tað vórðu ikki skorað mál. Eftir steðgin kom vend í. Alt tóktist ganga, sum tað kundi roknast við, tá KÍ kom á odda. Atli Danielsen, sum var ytstur í høgru av teimum fýra í aftastu KÍ ketuni, legði diagonalbólt inn um VB verjuna, Slo- bodan Madzar var ikki nóg ansin, Heðin á Lakjuni fekk tak á, smekkaði úr spískum ímóti málinum, og Bjarni Johansen megnaði ikki meiri enn at sláa bóltin í stólpan, og so var KÍ frammanfyri. Á Svangaskarði næst- síðsta sunnudag tóktist tað, sum um VB eftir steðgin var farið púrasta í vetrarfrí. Tað vóru vágbingar ikki á heimavøllinum sunnudagin. Teir smoygdu seg í stríðs- hamin, og tað eydnaðist teimum at skora tvey mál og harvið at vinna øll stigini. Jón Pauli væl við Marek hevði ímóti gomlu liðfeløgunum í KÍ sett Palla Augustinussen við síðuna av sær sjálvum á sentrala miðvøllinum. Mortan úr Hørg var ytstur í høgru, og í fremstu røð vóru Jón Pauli Olsen og so Robert Ciesle- wicz. Pólverjin spældi ikki nakað serligt fyrsta mánaðin eftir summarsteðgin. Tað var orsaka av heilsuávum. Síð- ani er Robert so spakuliga komin fyri seg. Hann hevur vant eitt sindur og spælt á 2. deildarliðnum, og sunnu- dagin var hann fyri fyrstu ferð aftur á besta liðnum. Jón Pauli Olsen var við í bæði útjavnandi málinum, og tá VB skoraði sigurs- málið. Í fyrra førinum varð frísparksbóltur lyftur fram í høgru. Jón Pauli Olsen fekk tak á, og hóast tveir verju- spælarar vóru kring hann, so eydnaðist honum at leggja innfyri. Bólturin fór ímillum beinini á KÍ verjuspælara, og Robert Cieslewicz var rættuliga leysur, tá hann skoraði. Mortan úr Hørg skoraði sigursmálið. Jón Pauli Olsen legði upp á tvørs, og við nógvari ferð og ikki serliga stórum skotvinkli megnaði Mortan úr Hørg at senda millum beinini á málverjanum, og so var VB á odda. Skiftingarnar hjálptu ikki Í fleiri av undanfarnu dyst- unum hevur tað koppað KÍ til fyrimunar, tá Kurt Mørk- øre hevur skift fólk. Aftur hesa ferð vórðu útskift- ingarnar tríggjar, men tað hepnaðist ikki. Harley Bertholdsen kom fyrst inn fyri Bjarta Vattelstad, sum aftur hevði fingið annað plássið í álopinum. So loysti Erling Fles Allan Mørkøre av, og síðstu løt- una var Kurt Mørkøre á vøllinum. Hann kom inn fyri vongverjan í vinstru Rúna Elttør. Tá spenti KÍ álopsbogan. Teir høvdu síðstu løtuna Alexander Djordjevic í álopinum, men Bjarni Johansen var tættur sum fløskan. Vágbingar røkka ikki heiðursmerkjum, og teir flyta ikki niður. KÍ hevur framvegis silvurmerkini at stríðast fyri. Teir fara leygardagin sjálvir at vera við til at gera av, um krón- urnar skulu verða úr silvuri ella bronsu. Dysturin í tølum VB-KÍ 2-1 (0-0) 0-1: Heðin á Lakjuni 50 1-1: Robert Cieslewicz 55 2-1: Mortan úr Hørg 82 Dómari: Oddmar Andreasen VB: Bjarni Johansen – Slobodan Madzar, Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Mortan úr Hørg, Palli Augustinus- sen, Marek Vierzbizcki, Nenad Zivanovic – Robert Cieslewicz, Jón Pauli Olsen KÍ: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Alexander Djordjevic, Símun Joensen, Rúni Elttør – Allan Mørk- øre, Hjalgrím Elttør, Allan Joensen, Jan Joensen – Bjarti Vettelstad, Heðin á Lakjuni KÍ-HB 2-1 (0-0): KÍ sendi HB niður VB–KÍ 2-1 (0-0): VB tók luftina úr KÍ HB tapti seinasta dystin á árinum, og hetta merkti niðurflyting hjá meistarafelagnum Mynd: SáH Fyri fyrstu ferð í 13 dystir mátti KÍ taka til takkar við tapi, tá VB við einum væl uppløgdum Jón Paula Olsen á odda megnaði at venda 0-1 til 2-1 Mynd: Áki Bertholdsen 29 28 Nr. 187 - 1. oktober 2002 Við størsta sigrinum í 1. deild í ár, sendi Skála TB niður í 2. deild. Dysturin var longu avgjørdur í hálvleikinum tá Skála var á odda 3-0 FÓTBÓLTUR Bjartur Nolsøe Tað stóð nógv uppá spæl tá Skála og TB hittust á Skála sunnudagin. Tapandi liðið vildi næstan við vissu flyta beinleiðis niður í 2. deild. Tí bleiv byrjanin eisini varðlig, har liðini í hvør sínum lagi royndu at verja tað tey høvdu tá dysturin byrjaði. Jøvn byrjan Nógv vatn var á vøllinum og hetta gjørdi at umstøð- urnar ikki vóru alt ov góðar. Javnt gekk á fyrstu løtuna og ongin stórur møguleiki var til nakran partin. Men so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, fingu liðini vant seg við umstøðurnar og meiri flótandi spæl var at síggja. Og tað vóru skálamenn sum fyrst komu fyri seg og við ágrýtnum spæli fingu lagt trýst á TB.Tá okkurt um 20 minuttir vóru farnir fingu teir fyrsta málið, sum Lars Muller í TB-málinum má taka uppá sín rygg. Hann spældi bóltin beint út til Jónhard Frederiksberg, sum hegnisliga lyfti bóltin uppum Lars og í mál. Eina løtu seinni kundu tvøramenn javna, tá Vladi- mir Matijivic skallaði á tvørstongina eftir at eitt fríspark kom væl innfyri. Hetta var tað nærmasta TB kom einum máli í fyrra hálvleiki, og eftir hetta sat Skála á dystinum. Tá 5 minuttir eru eftir til hálvleik fekk Skála fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá TB. Skotið var hart og á váta vøllinum megnaði málmaðurin hjá TB ikki at halda bóltinum, sum kom út aftur til Alexandru Gabor sum setti hann í mál. Og løtu seinni fór Jón- hard Frederiksberg enn einaferð ígjøgnum verjuna hjá TB og skeyt móti málinum. Lars Muller bjargaði í fyrstu syftu, men Hanus Thorleifsson fylgdi upp og skoraði til 3-0. Avgjørt í hálvleikinum Nú var dysturin í roynd og veru avgjørdur, tí ilt var at síggja hvussu TB kundi gera nakað sum helst við tryggu Skála-leiðsluna. Tann lítla vónin sum tvøramenn høvdu til seinna hálvleik, brast bert 2 minuttir eftir at seinni hálvleikur var bríkslaður í gongd. Alexandru Gabor syrgdi fyri hesum málinum til 4-0. Nú fall alt saman hjá TB, samstundis sum skálamenn fóru at hugsa um at verja leiðsluna. Hóast leikferðin minkaði næstu løtuna, vóru nógvir møguleikar og Skála hevði nógv teir flestu. Jónhard Frederiksberg fekk mið- skeiðis í seinna hálvleiki tvær ferðir bóltin í netið, so støðan gjørdist 6-0. Teir seinastu minuttirnar av dystinum hendi ikki so nógv og liðini høvdu sligið seg til tols við at dysturin fór at enda við teimum 6-0. Men í yvirtíðini gjørdi Skála bart einaferð enn, og skoraði tvey skjót mál so endaliga úrslitið gjørdist heili 8-0 til Skála. Fyrst var tað Áki Peter- sen, sum við einum góðum langskoti rakti tvørstongina so bókturin eftirfylgjandi fór í mál, og punktum fyri málskjótingini setti Arn- hold Berg við seinasta mál- inum. Skála vann sostatt stór- sigur á einum TB-liði, sum bert var við í dystinum fyrstu løtuna. Tapið við- førir, at TB skal spæla í 2. deild næsta ár, eftir bert eitt ár í 1. deild á hesum sinni. Dysturin í tølum Skála-TB 8-0(3-0) 1-0: Jónhard Frederiksberg 2-0: Alexandru Gabor 3-0: Hanus Thorleifsson 4-0: Alexandru Gabor 5-0: Jónhard Frederiksberg 6-0: Jónhard Frederiksberg 7-0: Áki Petersen 8-0: Arnhold Berg Dómari: Lassin Isaksen Skála: Eugen Voda - Pauli Pouslen, Rúni Rasmussen, Bent Djurhuus, Kári Niel- sen, Hanus Thorleifsson, Jonhard Frederiksberg, Gheorghe Callo, Áki Petersen, Pauli Hansen, Alexandru Gabor TB: Lars Müller - Óli Johannesen, Milan Cimbu- rovic, Nebosja Urtajl, Vladimir Matijivic, Kaj Roest, Olivur Abrahamsen, Dan Mortensen, Bárður Dimon, Allan Michelsen, Aleksandar Radosavljevic Skála-TB 8-0 (3-0): TB flytur niður eftir stórtap ÍF gjørdi væl og virði- liga sítt á heimavøll- inum, har gullvinn- ararnir ikki megnaðu at sannføra, at teir hoyra heima í bestu deildini 2. DEILD ÍF–FS VÁGAR Jóannes Hansen Líkindini vóru fín, og hýrurin á áskoðarunum var góður í Fuglafirði. FSV, sum tey í Vágum kalla felagsliðið, hevði fitt av heimafylgi við sær. Tey vildu vera eygnavitni til átjanda landskappingar- dystin í 2. deild á hesum sinni og til, at sjónligu prógvini fyri uppflytingina – steypið og gullkrónurnar – vórðu handað. Avrikið hjá FSV í Fugla- firði var ikki gott. Hug- burðurin var rættuliga hálvhjartaður, og longu í 8. minutti tóktist uppleggið at fara í fisk. Fullkomuliga høvuðleyst átók Bjarni Prior sær uppgávuna at sekta frísparksmistak hjá mótstøðumanni, og so var einki annað at gera hjá Niklasi á Líðarenda enn at vísa honum reyða kortið. ÍF var yvirmannað í ein stóran hálvan tíma. So fekk Høgni á Lakjuni hjá ÌF reyða kortið. Støðan sá ikki serliga ógvuslig út. Høgni elti langa sending inn um miðverjuna hjá FSV. Verjumaðurin hevði armin uppi, ælbogin kom í bring- una á IF spælaranum, sum var eitt sindur harmur og legði armin um hálsin á mótstøðumanninum, tá teir vóru á veg aftur úr brots- teiginum. Tað eigur ein fótbólts- spælari ikki at gera. Men dómurin luktaði ikki frítt av kompensatión. Í 2. hálvleiki var ÍF greitt omaná, tá liðini spældu tíggju ímóti tíggju. Hanus Eliasen og Høgni Zacha- riasen vóru fínir á mið- vøllinum. Teir megnaðu at varðveita bóltin, tá tað var neyðugt, teir dugdu at senda í borðini, og teir vunnu flestu longu og høgu sendingarnar, sum komu fram á vøllin. Tað vóru fleiri ábend- ingar um, at ÍF fór at fáa mál, og at enda eydnaðist tað. Høgni Zachariasen og Hanus Eliasen stóðu fyri uppspælinum, og brádliga varð Rúni Petersen púra leysur innanfyri FSV mið- verjuna og mitt fyri. Mál- verjin kendi seg noyddan at leypa út, og Rúni lobbaði sera hegnisliga og í besta Preben Elkjær stíli upp um málverjan og í málið. Sum 2. hálvleikur leið datt ÍF alt longri aftur. FSV flutti fólkið fram, og onkra ferðina var tætt við. Besta møguleikan fingu teir, tá miðverjin Jákup Joensen, sum var sera álopshugaður, streyk ígjøgnum í høgru og sendi flatt til nærra stólpa. har kom John Johansen akandi, men bólturin fór dygst uttanfyri handara stólpan. Vitstu einki Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað greitt, at FSV hevði vunnið gull, og at teir skuldu flyta upp í bestu deildina. Stóri spurningurin var, hvussu tað hevði hilnast hjá ÍF, sum í stríðnum um næsrtfremsta plássið undan dystinum var aftanfyri B71. Á beinkinum vóru teir alla tíðina greiðir yvir, at B71 var frammanfyri á Sandi ímóti VB. So var spurningurin, um ÍF skuldi fáa bronsu- merkini ella ikki. Teir fingu bronsuna, tí B36 ikki megnaði at vinna á heima- vølli. Men tað tóktist ikki sum um at ÍF spælararnir frøddust serliga nógv um bronsumerkini. Teir vildu heldur havt fingið loyvi at spæla um eitt pláss í 1. deild! FSF formaðurin, Dánial Andreasen, handaði steyp- ið. Hann vónaði, at tað fór at gangast FSV so mikið væl, at teir ikki aftur nógvu tey fyrstu árini fóru at hava møguleika fyri at finna steypið í 2. deild! Dysturin í tølum ÍF-FSV 1-0 (0-0) 1-0: Rúni Petersen ÍF-FSV 1-0 (0-0): Fuglfirðingar vóru vónbrotnir Eftir 14 dystir uttan sigur, hevur Skála nú vunnið tveir av trimum dystum, og fagnaðurin var stórur, tá teir hølvaðu tvøramenn av í avgerandi dystinum Fuglfirðingar vunnu seinasta dystin á árinum móti oddaliðnum úr Vágunum, men hetta rakk kortini ikki til dyst um uppflyting Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 28