Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 1. oktober 2002 31 Talan var ikki um nakran væl leiktan hondbóltsdyst, tá H71 og KÍF settu sjøtul á hondbóltskappingina HONDBÓLTUR-MENN Jákup Mørk Talan var um fyrsta dystin á árinum, tá H71 og KÍF hittust í nýggju Hoyvíks- høllini, og í nógvar mátar bar dysturin eisini brá av, at enn eru liðini ikki komin í røttu snúningarnar. Yvirhøvur var talan um ein rættiliga rótutan dyst, har liðini høvdu sera ilt við at spæla seg ígjøgnum mótstøðuverjurnar, og har talan tískil oftani gjørdist um hart kropsligt spæl frá báðum pørtum. Tað vóru alt fyri eitt hoyvíkingar, sum settu seg á dystin, og teimum eydn- aðist eisini at skjóta fimm mál, áðrenn kollfirðing- arnir svaraðu aftur, men so gekk eitt sindur meira javnt á. Spakuliga – og einamest Óla Kristian Djurhuus fyri at takka – arbeiddu koll- firðingar seg inn í dystin, og tá farið varð til hálvleiks stóð mest sum á jøvnum millum liðini. Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. Hoy- víkingar høvdu kanska takið, men KÍf hevði Óla Kristian og um miðjan hálvleikin stóð framvegis á jøvnum. Seinasta korterið eydnaðist tó bert eina ferð hjá kollfirðingunum at skora, meðan Hoyvíking- arnir skutu fimm mál, og so fekst hóast alt ein tryggur sigur burturúr hjá heima- liðnum. Tað var tó sjón fyri søgn, at talan her var um tvey lið, sum nokk ikki skulu gera sær tær heilt stóru vónirnar um at gera seg galdandi í oddinum, men sum ístaðin koma at stríðast um at halda seg so langt burturi frá botninum sum gjørligt. Dysturin í tølum H71-KÍF 18-14 (9-8) Eingin dómaraseðil komin Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen Neistin tykist fram- vegis at eiga sterkasta liðið í Havnini, eftir at teir í fyrsta dystin- um koppaðu favo- rittunum úr Kyndli HONDBÓLTUR-MENN Jákup Mørk Tað eydnaðist Neistanum at vinna ein rættiliga óvænt- aðan sigur, tá teir í fyrsta dystinum spældu granna- uppgerð móti Kyndli. Árið í ár er annars fyri tað mesta sett av til at byggja eitt nýtt lið upp í Neistanum, meðan tað hin- vegin hevur verið væntað nógv av Kyndli, sum hevur styrkt munandi um liðið til kappingarárið. Alt vendi tó á høvdinum sunnudagin, ella kanska gjørdi tað kortini ikki. Sum roknast kundi við, so var stríðsviljin hjá Neistanum í topp frá fyrsta bríksli, og tað var hampuliga skjótt, at teir fingu eitt gott tak á Kyndli. Eitt skifti var munurin heilt uppi á fimm málum, men spakuliga fekk Kyndil otað seg aftrur í dystin, soleiðis at munurin bert var tvey mál, tá farið varð til hálvleiks. Jacob einsamallur Ein skuldi tí kanska trúð, at Kyndil fór at leggja á annan bógv, nú liðini komu úr skiftirúmunum, men hetta varð tó av ongum. Framvegis var tað Neist- in, sum hevði munin. Kanska ikki við so øgiliga ferðmiklum spæli, men teir dugdu at brúka styrkir sínar. Royndu at spjaða spælið nógv, soleiðis at Kyndil noyddast at opna verjuna, og tá møguleikin so beyðst, varð avsluttað. Kyndil hinvegin megnaði ongan tíð at fáa ta ferðina á spælið, sum annars skuldi verið avgerandi fyri, at tað skuldi eydnast teimum at vinna. Jacob Jónsson vísti í sínum lag, at hann fram- vegis er millum teir allar- bestu leikararnar í landin- um, men hóast hetta, so megnar hann ikki einsa- mallur at skjóta liðið til sigurs. Heilt leingi megnaði Jacob tó at halda Kyndli í dystinum, men at enda mátti eisini hann gvast, og sienastu tíggju minuttirnar fekk Neistin aftur lagt sjógv ímillum, soleiðis at sigurin ikki kom í vanda aftur. Tað er eingin loyna, at fyri Kyndil var hetta eitt stórt vónbrot, men sam- stundis mugu teir ásanna, at teir fyrst og fremst hava sær sjálvum at takka, at tað gekk, sum tað gekk. Fólkið á liðinum átti í øllum førum at borga fyri somikið stórari góðsku, at liðið kann taka dystin upp móti teimum bestu í deildini, men til tað krevst undir øllum umtsøðum, at viljin at vinna dystirnar er til staðar. Fyri Neistan mundi sig- urin kennast sera fløvandi, tí tað er eingin loyna, at teir ikki teljast millum favo- rittarnar í ár. Við einum hópi, sum fyri tað mesta telur egnar leikarar, er tó kortini sannlíkt eftir hendan dystin, at teir fara at arga okkurt av størri liðun- um. Hvussu langt tað røkkur í longdini, má tíðin fara at vísa, men sunnu- dagin var so sjón fyri søgn, at hugburðurin til upp- gávuna er hin rætti, og tað kunnu grannarnir helst læra nakað av. Dysturin í tølum Neistin-Kyndil 26-21 (12-10) Málskjúttar: Neistin: Áki Mørk 7(3), Ragnar Stakksund 5, Dann Thorleifsson 5, Morgan Knezevic 4(1), Helgi Just- inussen 3, Birgir Kass 1, Helgi Justinussen 1 Kyndil: Jacob Jónsson 8(2), Hans Áki Dal-Christiansen 4(1), Janus Einar Sørensen 3, Regin Johannesen 3, Ken Zachariasen 2, Hanus Jen- sen 1 Brotskøst: Neistin 6, Kyndil 5 Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 2 Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum & Carsten Andersen 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 1 1 - 0 - 0 30 18 12 2 2 Neistin 1 1 - 0 - 0 25 21 4 2 3 StÍF 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 4 Stjørnan 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 5 VB 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 6 Kyndil 1 0 - 0 - 1 21 25 -4 0 7 Tjaldur 1 0 - 0 - 1 18 30 -12 0 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 1 1 - 0 - 0 26 21 5 2 2 H71 1 1 - 0 - 0 18 14 4 2 3 VÍF 1 1 - 0 - 0 0 0 0 2 4 StÍF 0 0 - 0 - 0 0 0 0 0 5 Tjaldur 1 0 - 0 - 1 0 0 0 0 6 KÍF 1 0 - 0 - 1 14 18 -4 0 7 Kyndil 1 0 - 0 - 1 21 26 -5 0 Ion Geolgau og B36 hava nú skrivað undir sáttmála, og soleiðis er nú staðfest, at rumenin nú skiftir síðu eftir nærum fimm ár í HB VENJARI Jákup Mørk Í seinasta mikudagsblað okkara skrivaðu vit, at B36 eftir øllum at døma fór at hava Ion Geolgau sum venjara komandi kappingarárið. Hóast keldur í B36 váttaðu hesi tíðindi fyri okkum, so fekst ikki nøkur almenn váttan frá formanninum um hetta, men nú skuldi seinasti ivin so verið burtur. Sum tað sæst á mynd- ini, so hava B36 og Ion givið hvørjum øðrum hondina upp á eitt fram- tíðar samstarv, og sum vera man, so eru part- arnir báðir nøgdir um hetta. Tað gjørdist Ion Kristian á Neystabø, formaður í B36, og Ioan Geolgau hava nú givið hvørjum øðrum hondina upp á eitt framtíðar samstarv Neistin-Kyndil 26-21 (12-10): Favorittarnir koppaðu Jacob Jónsson royndi tað, hann var mentur, móti fyrrverandi liðfeløgunum, men einsamallur megnaði hann ikki draga eitt annars skuffandi Kyndils-lið til sigurs Mynd: Álvur Haraldsen H71-KÍF 18-14 (9-8): Rótut í Hoyvík Halgir Dahl Olesen og H71fingu ein sigur í fyrsta dystinum, tá KÍF var á vitjan Mynd: Álvur Haraldsen 31 30 Nr. 187 - 1. oktober 2002 Neistin-Kyndil 25-21 (16-9): Neistin eigur framvegis høvuðsstaðin Tað eydnaðist aftur neistakvinnunum at basa grannunum, men hesa ferð sýndu kyndilskvinnurnar nógv størri vilja, enn tær hava gjørt seinnu tvey árini, og tað var eisini um reppið, at tær fingu vent eini annars vónleysari støðu HONDBÓLTUR- KVINNUR Jákup Mørk Tað var við stórum spenn- ingi, at áskoðararnir høvdu leitað sær niðan á Háls sunnudagin, har bestu kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum skuldu takast. Bæði liðini hava verið fyri stórum broytingum í mun til seinasta vetur. Hjá Neistanum vóru mest sum allir bakspælararnir skiftar út, og hjá Kyndli er málið nú at rætta skútuna uppaft- ur, eftir at tær nærum koll- sigldu fullkomuliga sein- asta vetur. Verjan á muni Fyrstu løtuna tóktist nervin í uppgerðini eisini at forða fyri, at nakar partur fekk veruligt glið á spælið. Part- arnir líka sum vigaðu hvønn annan á vágskálini, men tá so glið endiliga kom á, var tað fyrst og fremst hjá Neistanum. Kyndil hevur í ár eina rættiliga vælvaksna verju, og hetta skuldi helst eisini borgað fyri eini sterkari verju, men tað var so als ikki talan um hesa løtuna. Snøgt sagt, so snorksvav verjan ferð eftir ferð, og serstakliga dugdi Súna Mørk væl at gera sær dælt av hesum, tá hon einar fýra ferðirnar rann beinte ígjøgnum, fyri síðani at fáa bóltin frá strikuni. Hevði talan verið um dyst fyri einum ári síðani, so var lítið at ivast í, at Kyndil var fallið fullkomu- liga í fátt eftir fyrsta hálva tíman, men nú er eitt nýtt ár, og hugburðurin hjá Kyndli tóktist eisini vera fullkomuliga broyttur. Dýr útvísing Frá byrjan av seinna hálv- leiki fóru tær undir at toga seg nærri Neistanum. Súna og Simona vórðu mans- vardar, soleiðis at teirra leiklutur ikki skuldi gerast eins stórur, og í álopsparti- num fór Lotte Sørensen at prógva, at hon framvegis skal teljast millum tær allarbestu. At trýstið nú veruliga merktist hjá Neistanum kom eisini til sjóndar, tá fyrst Súna og síðani Si- mona brendu brotskøst, og so við og við tóktist dystur- in at skula koppa til Kyndil. Upp á 15 minuttir broyttist støðan frá 19-13 til 21-20, og tó at Simona mest sum einsamøll royndi at muta ímóti, so tóktist hetta at skula gerast ov lítið. Kanska gjørdist spenn- ingurin ov stórur hjá Kyndli, ella kanska var tað bara møðin, sum var farin at gera seg galdandi, men í øllum førum var tað ein ikki serliga væl umhugsað avgerð, tá Ann Mari bert tríggjar minuttir fyri leik- lok fekk tveir fingrar, tá hon hekk í Simonu. Sjey ímóti seks megnaðu tær bláu hesa løtuna at økja munin upp aftur í trý mál, og so var alt í roynd og veru liðugt hjá Kyndli. Verður spennandi Hóast tapið, so skerst ikki burtur, at Kyndil væl og virðiliga kann nýta dystin til nakað positivt. Fyrst og fremst eigur tað at telja rætta vegin, at hugburðurin tykist fullkomuliga broyttur frá í fjør, og tá verjuspælið er fingið í rættlag, eigur hetta at kunna tryggja lið- num fleiri stig. Og so kann tað eisini gerast heilt spennandi, tá ætlaði jugo- slaviski leikarin kemur til landið. Eisini liðið hjá Neista- num tykist í ár at kunna gerast heilt spennandi. Hó- ast tær enn ikki hava fingið nakra gleði av Jórun Lud- vig og Christinu Holm, so tykist liðið aftur í ár at hava møguleikan at gera seg galdandi í fremstu røð. Ikki minst tykist Simona Dziu- gyte at kunna gerast sannur fongur hjá liðnum, og so skal ikki gloymast, at við Helenu Dam og Maritu Hermansen hevur liðið tveir av bestu málverjunum í landinum at velja ímillum, og tað kann telja heilt nógv, tá javnir og tættir dystir standa á skránni. Dysturin í tølum Neisin-Kyndil 25-21 (16-9) Málskjúttar: Neistin: Simona Dziugyte 9(1), Súna Mørk 7(1), Ata Høgnadóttir 3, Lív Søren- sen 2, Mildrið Jacobsen 1, Susan Brockie 1, Kára á Dunga 1 Kyndil: Lotte Sørnesen 13(7), Ann Mari Vang 3, Annika Ljósstein 2, Heidi Maria Akselsen 2, Ann Hansen 1 Brotskøst: Neistin 5, Kynd- il 10 Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 4 Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum & Carsten Ander- sen VÍF-Tjaldur 30-18 (13-9): VÍF í vanligum stíli Meistararnir úr VÍF byrjaðu árið í vanlig- um stíli, tá tær uttan stórvegis hóvasták vunnu greiðan sigur á Tjaldrinum HONDBÓLTUR- KVINNUR Jákup Mørk VÍF gav ikki hinum liðun- um í deildini stórvegis vón- ir, tá tær í fyrsta dystinum á árinum tóku ímóti Tjaldri. Tað var nú kanska heldur ikki væntandi, at uppflytar- arnir fóru at gera nakað sum helst við meistararnar, og tað gjørdu tær sum so heldur ikki. Fyrstu løtuna megnaði Tjaldur so dánt at fylgja við, men tá VÍOF so setti ferð á seinnu helvt av fyrra hálvleiki, varð allur ivi beindur burtur. VÍF fór hesa løtuna frá 9-8 til 13-9, og í seinna hálvleiki var bara ein gongd leið. Uttan at tær á nakran hátt overv- aðu seg, øktu vestmanna- kvinnurnar javnt og samt. Við sigrinum fekk VÍF um ikki annað eina hálv- gum flúgvandi byrjan upp á kappingarárið, og so má tíðin bara vísa, um hesin veturin fer at eydnast eins væl sum teir báðir undan- farnu. Fyri Tjaldur nýtist greiða tapið ikki at merkja nakað stórvegis sum so. Av øllum hugsandi støðum mundi Vestmanna vera tað torfør- asta staðið at byrja kapp- ingarárið, og sum onkur mundi taka til. So hava tær nú verið har, meðan øll hini eiga dystin í Vestmanna til góðar. Dysturin í tølum: VÍF-Tjaldur 30-18 (13-9) Málskjúttar: VÍF: Sóley Mikkelsen 9 (3), Fríða Marjunardóttir 5(1), Nicoleta Radu 5, Ioana Rápa 4(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Eyðbritt Andreasen 2, Hertha Simonsen 1(1), Alis Høg- hamar 1 Tjaldur: Milica Ergic 9(2), Oddvá Fossdalsá 3, Heidi Jacobsen 2, Beinta Joensen 2, Lajka Ribaric 1, Hansa Mikkelsen 1 Brotskøst: VÍF 7, Tjaldur 4 Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur 7 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum Serliga í verjupartinum var leyst hjá Kyndli í fyrra hálvleiki, og hett gav gott pláss til Atu Høgnadóttur á strikuni, sum bæði skoraði og spældi upp til fleiri mál hesa løtuna Mynd: Álvur Haraldsen U–19 kvinnurnar á veg til Bulgaria B36 tykist eiga bestu framtíðina í kvinnu- kappingini, tí seks av teimum átjan spælar- ununm í ferðalag- num, sum er á veg til Bulgaria, eru úr árs- talsfelagnum U–19 KVINNUR Jóannes Hansen Fyrrapartin í gjár fór U–19 kvinnulandsliðið í fótbólti av landinum. Umvegis Keypmannahavn eru tær á veg til EM undankapping- arumfar í Bulgaria. Tær skuldu í gjárkvøldið flúgva úr Keypmannahavn og til bulgarska høvuðsstaðin So- fia. Úr høvuðsstaðnum skuldu tær í nátt koyra í bussi tvørtur um so at siga alt Bulgaria. Sambært skránni skuldu tær koma til Varna eysturi við Svarta- havið klokkan seks í morg- un. Tað er har, at kappingin verður frá í morgin og inn- til sunnudagin. Fyrsti dysturin verður í annaðkvøld ímóti verts- tjóðini. Fríggjadagin skulu føroysku kvinnurnar spæla ímóti Litavia, og sunnudag- in skulu tær spæla ímóti Onglandi. Flestu spælararnir eru úr høvuðsstaðnum. Burtursæð frá AB, B36 og HB eru tað bara B68 og KÍ, sum eru umboðað í Bulgaria. Seks spælarar úr B36 eru í ferðalagnum. Tær eru Rósmari Haraldsen, Heidi Hansen, Selma Dahl Erol, Unn Kragesten, Ása á Neystabø og Ása Christian- sen. Úr HB eru Randi War- dum, Linda Weihe, Kristina Simonsen og Malan á Dunga. AB spælararnir eru Elin Kathrina Haraldsen, Asta Magnussen og Maria Michelsen, og úr B68 eru tað Maibritt Olsen og Mary–Ann Isaksen. Tríggir KÍ spælarar skulu við til Bulgaria. Talan er um Jóhonnu Ólavsdóttir, Elsu Mariu Simonsen og Petru Sjóstein. Tær tríggjar komu til Keypmannahavn- ar úr Umeå í Svøríki seinnapartin í gjár. Í Umeå hava tær saman við KÍ spælt í Europa Cup. Venjari er Álvur Hansen, Jón Harald Poulsen, er hjálparvenjari, Hedvig Matras er fysioterapeutur, Elin Christiansen er liðleið- ari, og Guðrið Joensen er ferðaleiðari. C M Y K 30