týsdagur 1. oktober 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 1. oktober 2002
33
B36 og LÍF býttu
stigini sínamillum,
hóast B36 spældi við
tveimum í yvirtali
seinasta korterið
2. DEILD
Hilmar Jan Hansen
At tað ikki var tað stóra,
sum í grundini stóð upp á
spæl í Gundadali, sást eis-
ini aftur í dystinum millum
B36 og LÍF leygardagin.
Talan var ongantíð um
gott og flótandi spæl, og tað
var hipp sum happ, hvussu
liðini skiftust um at hava
yvirvág. Kortini megnaðu
báðir partar at spæla seg
fram til onkrar rættiliga
góðar málmøguleikar, ið tó
ikki blivu útnyttaðir.
Í seinna hálvleiki fekk
LÍF tvær ferðir mann rikn-
an av vøllinum, og í báðum
førum var tað fyri at fáa
seinna gula kortið. Men í
roynd og veru var tað eftir
hetta, at LÍF hevði sínar
størstu kjansir í mótálop-
um, tá B36 trýsti og sendi
tað mesta av sínum fólki
longur fram á vøllin fyri at
vinna dystin.
Tá alt kom til alt, endaði
dysturin við málleysum
javnleiki, og at liðini fingu
eitt stig í part fyri avrikið, var
á góðari leið hjá B36 og LÍF,
sum endaðu á ávikavist
fimta og sætta plássi. Men
við teimum kjansum, ið
vóru, kundi javnleikurin eins
væl verið bæði 1-1 og 2-2.
Dysturin í tølum
B36-LÍF 0-0
Sumba tryggjaði sær
rættin til framhald-
andi spæl í deildini,
og NSÍ skal spæla um
upp- og niðurflyting
móti B68
2. DEILD
Hilmar Jan Hansen
Um tað var mjørkin, ið
gjørdi tað, sigur søgan
einki um. Men tá tað ráddi
um at síggja mál og gott
spæl í dystinum leygar-
dagin á Krossinum millum
Sumba og NSÍ, var sýnið
einki serligt. Og í seinna
hálvleiki sást bókstaviliga
ikki úr øðrum endanum á
vøllinum í hin.
Fyri bæði liðini ráddi um
at sleppa undan at flyta
niður, og hvørki teirra
kundi kenna seg trygt.
Sumbingar toldu ikki at
tapa, um HB samstundis
vann sín dyst í Klaksvík, tí
so blivu sumbingar aftastir,
og NSÍ hevði átt somu
lagnu við tapi á Krossinum.
Dysturin var sum heild
javnur, og ikki vóru teir
nógvu málmøguleikarnir.
Menn stríddust um hvønn
einasta bólt, men misjavnt
var, hvussu nógv fekst
burturúr.
Sumbingarnir skutu dúg-
liga móti málinum hjá NSÍ,
men høvdu ilt við at raka
innan fyri málrammuna, og
í hinum vóru ein tveir góðir
møguleikar, ið tó einki
góvu. Ta einu ferðina hevði
NSÍ kortini bóltin í málin-
um hjá Sumba, men málið
varð kolldømt.
Sostatt endaði dysturin 0-
0, og tað merkir fyri
Sumba, at við áttanda
plássinum er framhaldandi
tilveran í næstbestu deildini
bjargað, meðan NSÍ á
næstaftasta plássinum ikki
kennir sína framtíðarlagnu
í deildini, fyrr enn tvær
grannauppgerðir eru fing-
nar frá hondini.
Næstfremsta liðið í 3.
deild gjørdist B68, so tað
verður ikki fyrr enn tveir
upp- og niðurflytingar-
dystir í næstum eru spældir
millum toftamenn og runa-
víkingar, at greitt er, hvat
av feløgunum hevur sína
næstbestu manning í 2.
deild næsta ár.
Dysturin í tølum
Sumba-NSÍ 0-0
TALV
Tíðindaksriv
Lær teg at telva. Eingin
minni enn enski talv-
meistarin Michael Bas-
man, sum eisini er al-
tjóða meistari, leggur lag
á. Michael Basman byrj-
aði at telva sum tíggju
ára gamal, og hevur hann
telvað síðani. Eisini hev-
ur hann tikið lut í nógv-
um olympiskum leikum.
Seinastu
tjúgu
árini
hevur hann burturav lært
skúlabørn at telva, og í
1996 byrjaði hann UK
Chess Challenge, sum er
stór talvkapping, har
fleiri túsund børn og ung
taka lut á hvørjum ári.
Einfalt og lættliga leið-
ir hann unga lesaran inn í
spennandi og avbjóðandi
talvheimin. Í bókini lærir
tú einføldu mannagongd-
irnar, frá byrjan til enda-
talv. Fotomyndirnar vísa
stig fyri stig, hvussu tú
skalt gera, frá fyrsta leiki
til meira framkomið talv.
Í bókini eru eisini brot úr
talvsøguni, nakað um
talvútgerð,
og
greitt
verður frá endamálinum
við spælinum. Orðalýs-
ingar og svar og loysnir
eru eisini í bókini. Mart-
in Berg hevur týtt bókina
úr enskum.
Bókin kann keypast í
bókasølunum ella bí-
leggjast á
www.bokasolan.fo
Talvið hesa vikuna
Hans Kristian Simonsen - IM Luis Manuel Perez
(2384)
Madrid 2002 (9. umfar)
1.e4 c5 2.c3 d5 3.exd5 Fxd5 4.d4 Ric6 5.Rif3 (ein
varin, men oftani effektivur variantur í sicilionsku
byrjanini) e6 6.Ria3 Fd8 7.Ric4 cxd4 8.cxd4 Bb4+
9.Bd2 Bxd2+ 10.Fxd2 (d-finnan er isolerað, og hóast
hetta er hon sterk) 10...Nf6 11.Rd1 0-0 12.Bd3 b6
13.0-0 Bb7 14.Rfe1 Rc8 (altjóða meistarin stillar
fólkini væl til rættis) 15.Bb1 Rie7 16.Rice5 Fd5
(Álopið er hervið í gongd. Hans Kristian vil lokka
svartan at vikna um kongastøðuna) 17.Fg5 h6 18.Fh4
Fb5 19.Rd2 (Torført er at bróta verjugarðin hjá
svørtum, og sigast skal at ein feilur frá svørtu síðuni
má til áðrenn hetta kann fremjast í verki) 19...Rfd8
20.Rde2 Rif5? (fyrsti feilur. Svartur hevur ikki sæð
næstu leikirnir hjá álopsfýsna mótstøðumanninum)
21.Bxf5 exf5 22.Rixf7! Bxf3 [22...Kxf7 23.Re7+
Kg8 24.Rxb7 sum vinnur] 23.Re7 Bh5? (besti
møguleiki var Bd5) 24.Rixh6+ Kf8 25.Rxg7! (støðan
hjá svørtum er vónleys, og allir leikir tapa) 25...Fc6
[25...Kxg7 26.Fg5+ og svartur verður mátaður]
26.Fxf6+! Fxf6 27.Rg8# 1-0
Teir báðir, Hans
Kristian Simonsen og
Martin Poulsen, vístu
enn einaferð gott flog
tá teir í royndu seg í
stórari opnari kapp-
ing í spanska høvuðs-
staðnum Madrid
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Talvferðin hjá evnaríku
unglingunum hevur eydn-
ast avbera væl. Í kapping í
Barcelona myndaðu báðir
toppin, og nú í Madrid
gekst somuleiðis væl í
kapping við navnframa
heitinum; V Open Inter-
nacional de Ajedres VI
Memorial Pablo Gorbea.
Hans Kristian Simonsen
fekk ikki færri enn sjey stig
av níggju møguligum móti
nøkunlunda
javnmettum
mótstøðumonnum, meðan
Martin
Poulsen
leingi
fylgdi toppinum, men tapti
seinasta talvið, sum gav
honum hálvtsætta stig.
Tey mongu stigini Hans
Kristian telvdi seg til, gav
honum eitt deilt fjórða
pláss, bert hálvt stig aftan
fyri tríggir telvarar sum
býttu fyrsta plássið. Millum
hesar tríggjar eru tveir
stórmeistarar, og tað sigur
nógv um úrslitið hjá før-
oyameistaranum úr Kolla-
firði. 236 telvarar luttóku,
harav nakrir stórmeistarar
og fleiri altjóða meistarar.
Martin Poulsen, sum í
Barcelona fekk eitt deilt
annað pláss millum 450
telvarar, bleiv nummar 47 í
røðini.
Í seinasta umfarinum
vann Hans Kristian á einum
altjóða meistara (sum nú
nærum kann kallast ger-
andiskostur hjá fremstu
unglingum okkara), og
talvið havi eg av góðum or-
søkum valt at seta í blaðið í
dag.
Felags fyri báðar er, at
framgongdin heldur fram.
Ratingin skolar inn, somu-
leiðis sum royndirnar á
altjóða talvpallinum eru
mennandi, serliga nú tá OL
stendur fyri durðum.
EM fyri unglingar
Martin Poulsen luttekur í
EM fyri unglingar, sum
somuleiðis verður telvað í
Spania. Hann telvar í bólk-
inum fyri dreingir 18 ár og
yngri. Telvað verður í døg-
unum 29. sept. — 08. okt.
Martin vann ímóti Shi
Porat úr Ísrael (2369) í
fyrsta umfari, og heldur tí
fram har hann slepti.
Heimasíðan
er
http://www.feda.org/europe
an2002/menu.htm
Unglingar á flog
Sumba-NSÍ 0-0:
Mjørkaspæl á Krossinum
B36-LÍF 0-0:
Nullloysn í Gundadali
Hóast teir seinasta korterið spældu við tveimum monnum í yvirtali, so megnaði B36 ikki at
vinna á LÍF, og mistu teir tískil bronsukrónurnar í evstu løtu
Mynd: Jákup á Borg
Nýggj føroysk
talvbók!
33
32
Nr. 187 - 1. oktober 2002
Todi Jónsson sat smá-
skaddur í Keyp-
mannahavn, meðan
liðfelagarnir vunnu
1–0 í Odense, og nú
tykist glið vera komið
á hjá Brøndby
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
FCK er framvegis oddalið í
superliguni.
Sunnudagin
vunnu teir 1–0 í Odense
ímóti OB. Harvið megnaði
eykamálverjin,
Rune
Pedersen, at halda tætt fyri
fjórðu ferð á rað. Magnus
Kihlsted
er
framvegis
skaddur, og nú heldur
eykamálverjin, at avrikini
hjá honum leggja upp til, at
hann ikki bara soleiðis
uttan víðari verður skiftur
út, tá svenski málverjin
verður tøkur aftur.
Todi Jónsson var ikki við
í Odense. Sambært heima-
síðuni hjá felagnum var
hann smáskaddur. Í álopin-
um vóru Peter Møller og
Jörgen
Pettersson. Teir
høvdu ikki nógvar royndir
ímóti málinum, og í 2.
hálvleiki skoraði svenski
álopsspælarin, sum sunnu-
dagin fylti 27 ár, einasta
málið í dystinum. Upp-
leggið átti Thomas Røll í
vinstru, og nú hevur Pett-
ersson skorað tvær ferðir
upp í slag.
Zuma var ikki serliga
eyðsýndur í høgru, og tá
Jörgen Pettersson noyddist
at fara av vøllinum, tí hann
var skaddur, varð Zuma
fluttur í fremstu røð.
Hetta var fjórða ferðin á
rað, at OB ikki megnaði at
gera mál.
Herverk í fleiri førum
Fríggjakvøldið tapti AGF á
heimavølli
3–1
ímóti
Viborg. Søren Frederiksen
skoraði tvey mál og lyfti
seg harvið upp á máltindin.
Bæði í hesum dystinum,
og tá Brøndby sunnudagin
var í Farum, gjørdu áskoð-
ararnir so nógv um seg, at
løgreglan noyddist at leggja
uppí, og fleiri vórðu hand-
tikin bæði í Århus og í
Farum. Eftir at tað ítróttar-
liga hevur gingið sum eftir
ánni í superliguni higartil í
ár – enn er eingin dystur
endaður við javnleiki –
verður harmast nógv um
hetta.
Á vøllinum í Farum legði
heimaliðið seg á odda
beinanvegin, og teir hildu
leingi tørn ímóti Brøndby.
Men so vísti breiddin seg at
vera størri hjá gestunum,
og tá Kasper Dalgas skor-
aði sigursmálið var talan
um mál av nett sama slag,
sum tá Kurt Mørkøre skor-
aði sigursmálið ímóti HB í
Klaksvík fyrr í summar.
Tað er ikki so langt
síðani, at Michael Laudrup
og Brøndby vóru í kreppu.
Nú hava teir vunnið tríggjar
dystir á rað, og Brøndby er
komið tætt upp undir odda-
liðini.
Fíggjarliga illa sperdir
Silkeborg hevði vitjan av
Esbjerg. Heimaliðið hevur
leingi verið illa spert
fíggjarliga. Í vikuni, sum
fór, kendu spælararnir seg
noyddar at fara 25 prosent
niður í løn. Á vøllinum
hevur tað eisini verið sera
soltið. Hesa ferð høvdu teir
vitjan av Esbjerg, og úr-
slitið var 1–1.
Í AB stendur tað heldur
ikki væl til fíggjarliga. Teir
vóru í Ikast, og har var úr-
slitið eisini 1–1.
Í Køge hildu teir 75 ára
føðingardag. Spælið var
einki at siga til, men AaB
fór avstað við øllum stigun-
um, tí teir vunnu 2–0. Ann-
að málið var sjálvmál, og
heimaliðið hevði størsta
partin av tíðini meiri spæl
og fleiri møguleikar. Men
tað eru málini, sum telja.
Danska superligan
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 FCK
10
6 - 2 - 2
15
13
2
20
2 AaB
10
6 - 1 - 3
15
12
3
19
3 Brøndby (M)
10
5 - 2 - 3
21
12
9
17
4 Esbjerg
10
4 - 3 - 3
23
21
2
15
5 Farum
10
5 - 0 - 5
15
16
-1
15
6 Viborg
10
3 - 4 - 3
20
19
1
13
7 OB (S)
10
4 - 1 - 5
16
16
0
13
8 AB
10
3 - 3 - 4
12
14
-2
12
9 AGF
10
3 - 3 - 4
14
17
-3
12
10 FCM
10
3 - 3 - 4
14
17
-3
12
11 Køge
10
3 - 1 - 6
16
21
-5
10
12 Silkeborg
10
2 - 3 - 5
9
12
-3
9
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 Randers F.
10
7 - 1 - 2
26
15
11
22
2 Herfølge
10
7 - 1 - 2
24
14
10
22
3 Vejle
10
6 - 2 - 2
16
10
6
20
4 Ølstykke
10
4 - 4 - 2
22
21
1
16
5 Brønshøj
10
4 - 3 - 3
14
10
4
15
6 Frem
9
4 - 3 - 2
18
16
2
15
7 B 1913
10
4 - 2 - 4
17
18
-1
14
8 B93
10
4 - 1 - 5
16
15
1
13
9 Fredericia
10
3 - 4 - 3
11
12
-1
13
10 HFK Sønderj.
10
3 - 3 - 4
24
24
0
12
11 Skjold
9
3 - 2 - 4
12
11
1
11
12 FC Aarhus
10
3 - 1 - 6
14
18
-4
10
13 B 1909
10
2 - 3 - 5
16
21
-5
9
14 AC Horsens
10
2 - 3 - 5
14
19
-5
9
15 Hvidovre
10
2 - 3 - 5
11
21
-10
9
16 HIK
8
2 - 0 - 6
5
15
-10
6
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli
Gregersen (Randers Freja),
Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Norska tippeligan
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1 Rosenborg (M)
23
15- 4 - 4
49
27
22
49
2 Molde
23
14- 4 - 5
40
19
21
46
3 Lyn
23
14- 4 - 5
33
24
9
46
4 Viking
22
9 -10- 3
39
25
14
37
5 Odd. Grenl.
23
11- 4 - 8
32
26
6
37
6 Stabæk
23
10- 6 - 7
36
28
8
36
7 Våleranga
23
6 -10- 7
31
28
3
28
8 Sogndal
23
8 - 4 -11
32
43
-11
28
9 Lillestrøm
23
7 - 6 -10
29
29
0
27
10 Bryne
23
7 - 5 -11
33
36
-3
26
11 Bodø/Glimt
23
7 - 4 -12
33
38
-5
25
12 Brann
22
7 - 3 -12
29
41
-12
24
13 Moss
23
6 - 5 -12
29
39
-10
23
14 Start
23
2 - 5 -16
21
63
-42
11
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
Vejle er framvegis væl
við í stríðnum at
vinna sær sætið aftur
í superliguni
1. DEILD DANMARK
Jóannes Hansen
Annan mikudag fer lands-
liðið til Litava og so til
Týskalands. Um álopið fer
at verða myndað við somu
manning, sum tað var ímóti
Skotlandi,
so
verður
Christian Høgni Jacobsen
annar av fremstu monnun-
um.
Trupulleikin hjá Christ-
ian Høgna og harvið lands-
liðnum er, at Vejle venjarin
síðani landsdystin ímóti
Skotlandi hevur brúkt før-
oyska spælaran á fleiri
plássum, men hann hevur
ikki verið í álopinum.
Christian Høgni hevur
verið vongverji fleiri ferðir,
og tá Skjold úr Keyp-
mannahavn sunnudagin var
í Vejle, var Christian Høgni
Jacobsen allar 90 minutt-
irnar á miðvøllinum.
Vejle vann 2–1. Í álop-
inum vóru Jerry Brown og
Michal Blom, og tað vóru
teir báðir sum í 9. og 49.
minutti løgdu Vejle framum
2–0. Gestirnir minkaðu
ikki um munin fyrrenn í 89.
minutti. Átta ferðir var gula
kortið á lofti, men tað rakti
ongantíð Christian Høgna.
Randers Freja og Her-
følge eru oddalið. Við 22
stigum eru tey tvey stig
frammanfyri Vejle. Næstu
liðini eru fýra stig niðanfyri
Vejle.
Randers liðið var heppið
á heimavølli, tá teir í síðsta
minutti skoraðu sigurs-
málið ímóti B1913. Øl-
stykke, sum leingi var
ímillum tey fremstu, tapti á
heimavølli
3–1
ímóti
nýggja oddaliðnum, Her-
følge.
HFK Sønderjylland var
fyri ikki so langari tíð
síðani í superliguni. Teir
hava droymt um at sleppa
aftur upp hagar, men tað
gongst striltið. Sunnudagin
taptu teir 3–2 í Odense
ímóti B1909. Nú er HFK
Sønderjylland tíggju stig
frá uppflytingarplássi, og
teir eru bara trý stig frá
niðurflytingarplássi.
Hvidovre er illa fyri í
botninum.
Sunnudagin
megnaðu teir ikki meiri enn
málleysan
javnleik
á
heimavølli ímóti Frede-
ricia. Horsens, sum hevur
Johan B. Hansen á liðnum,
tapti hesa ferð 2–1 á
Eysturbrúgv ímóti B93,
sum higartil í hesum kapp-
ingarárinum hevur staðið
seg betri, enn teir gjørdu í
fjør, tá teir støðugt vóru í
niðurflytingarvanda.
Men hóast spælið ikki
hevur verið nakað at
reypa av, so bendir alt
á, at felagið í Trónd-
heimi fer at vinna 11.
meistaraskapin á rað
NOREG
Jóannes Hansen
Trý umfør eru eftir at spæla
í norsku tippuliguni. Ros-
enborg er oddalið. Eftir
stórtapið í Europa Cup
kappingini ímóti Lyon mitt
í síðstu viku vóru teir í
Bodø, og har vunnu teir
4–1.
Spælið
var
ikki
frægari, enn tað var ímóti
Lyon, verður sagt í norsku
bløðunum, men tað tykist
ikki bila. Stigini koma á
konto, og harvið skal vilja
illa til, um Rosenborg ikki
um ein mánað ella so fer at
standa við 11. meistara-
skapinum á rað.
Um tað fer at kiksa hjá
Rosenborg, so eru tvey lið
klár at lofta meistaraheit-
inum. Annað er Molde, og
hitt er Lyn. Tey eru bæði trý
stig aftanfyri Rosenborg,
og tað er longu greitt, at
hesi liðini hava tryggjað
sær rætt at luttaka í Europa
Cup komandi summar. Tey
eru níggju stig frammanfyri
Viking úr Stavanger og
Odd úr Skien.
Sunnudagin lyfti Molde
seg uppum Lyn. Molde
vann sannførandi 3–0 á
tjóðarvøllinum Ullevaal í
Oslo. Vålerenge legði rygg
til stóra tapið.
Lyn meiri enn hálvkiks-
aði í Sogndal. Fyrrverandi
føroyska felagið er so at
siga sloppið undan øllum
hóttanum um niðurflyting.
Lillestrøm hevur verið
stóra vónbrotið í Noregi í
ár. Tað varð roknað við, at
teir skuldu vera við í NM
kappingini, men alt kapp-
ingarárið hava teir hingið
fastir
í
botnstríðnum.
Sunnudagin megnaðu teir
1–1 á útivølli ímóti Stabæk.
Start úr Kristiansand er
langt síðani flutt niður.
Moss er næstaftast, og
sunnudagin fingu teir eitt
sindur av móti, tá teir í
Kristiansand vunnu 6–1.
Í
gjárkvøldið
skuldu
Brann úr Bergen og Viking
úr Stavanger spæla.
FCK helt tætt fyri fjórðu ferð á rað
Christian Høgni á viðvøllinum
Molde bíðar eftir Rosenborg
C
M
Y
K
32