týsdagur 20. november 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Sáttmáli undirskrivaður 8. november
Marinplast í Kaldbak
kann nú byrja í India
Spakin til foroysk-indisku bátaverksmiðjuna verður sett-
ur í jørdina tíðliga 1985
Guttormur Djurhuus er mettur sum ein annar gudur i fiskibygdini, sum varð vald út til at royna føroysku båtarnar.
tíðindablaðið
Her kemur Guttormur til bygdina fyri aðru ferð og móttskan var ovurhondsstór.
Tann 8. november —
sama dag sum val var í
Feroyum — hittust um-
boð fyri fiskimálaráðið í
indiska statinum Tamil
Nadu, privatir vinnulivs-
menn har á staðnum, eitt
umboð fyri danska láni-
stovnin IFU og so Gutt-
ormur Djurhuus, stjóri á
bátaverksmiðjuni Marin-
plast í Kaldbak. Eftir at
hava tingast aftur og fram
í meira enn tvey ár kundu
teir nú undirskriva ein
sáttmála, sum fer at eiga
pláss í segubókunum, ið
verða skrivaðar fyri kom-
andi ættarlið.
Tað lítla virkið Marin-
plast í Kaldbak skal
saman við dønum og ind-
arum byggja eina báta-
verksmiðju í suðurindiska
statinum Tamil Nadu.
Verksmiðjan skal vera
grundarlagið undir menn-
ing av útriðrinum fram við
teir 6000 kilometrar longu
indisku strondini.
Leitað í 25 ár
Í meira enn 25 ár hava
indarar sjålvir og út-
lendskir serfreðingar leit-
að eftir einum nýggjum
fiskifari, sum kann av-
loysa tann primitiva og
10.000 ára gamla katu-
maranbátin. Nogvar 100
mill. krónur eru lagdar í at
gera nýggj bátasleg, men
einki av hesum hava fiski-
menninir verið nøgdir við.
Ikki fyrr enn indarar
fingu eyga á føroyska
bátin, ið varð við á eini
Feroyski báturin á strondini í India, her saman við einum kattumarambáti, ið indiskir fiskimenn hava brúkt í
10.000 ár. Nú skal feroyski báturin avloysa ella avlasta hin.
Indisku bernini eru fegin um hesar fremmandu bátar-
nar.
framsýning í Aberdeen
fyri góðum tveimum árum
vónin um,
fyri
síðani, birtist
at nu var
framman. Eitt samarbeiði
kom í lag millum indisku
sjtørnina og Marinplast,
og Guttormur Djurhuus
hevur síðani ferðast mill-
um Feroya og India nær-
um uttan steðg. Stríð og
áhaldni hansara saman
við stóra áhuga hansara
fyri at hjálpa teimum fá-
tæku indisku fiskimonn-
unum hevur nú givið úr-
slit.
Aftan á at hava roynt
hundraðtals nýggj fiski-
før, sluppu teir indisku
fiskimenninir nú fyri
einum ári síðani at royna
triggjar føroyskar bátar.
Indisku fiskimenninir vóru
allir å einum måli. Hetta
var båturin, teir kundu
brúka.
— Okkum dámar ser-
stakliga væl bát tykkara,
søgdu teir við tidinda-
mannin hjá Sosialinum, tá
hann vitjaði í India í fjør.
Sama segði fiskimálaráð-
harrin í statinum, sum
hevur meira enn 50 mill.
íbúgvar. Hann var tá úti á
strondini og hugdi at før-
oysku bátunum.
loysn
Eindømi
Sosialurin hevur tosad vid
Guttorm Djurhuus, stjóra
á Marinplast, sum kom
aftur til Feroya friggja-
dagin. Við sær hevði hann
sáttmálan, sum er ein-
demi í Feroyum og fyri
tað í Danmark eisini. At
hetta er nakað av eini
sensatión, er lítil ivi um, tí
taka vit Danmark, so hev-
ur tað har ikki eydnast
nakrari fyritoku at gera
eina »joint-venture« av-
talu við India. Hetta hev-
ur nú eydnast Marinplast,
ikki minst orsakað av tí
treislpm Guttorm Djur-
huus.
Guttorm Djurhuus sig-
ur seg vera væl negdan
við sáttmálan. Tað var
annars um reppið, at teir
fingu sáttmálan lidnan, tí
forsætisráðharrin í statin-
um, ið skal undirskriva
slíkar sáttmálar, gjerdist
sjúkur herfyri og varð
fluttur til viðgerðar í
USA. — Eg rokni við, at
okkara sáttmáli var tann
seinasti, hann avgreiddi,
áðrenn hann gjerdist
sjúkur.
Nr. 137 — 20. november 1984
5 mill. kr.
Ætlanin er at byggja eina
bátaverksmiðju fyri til
samans 5 mill. kr. Hon
skal í byrjanini gera 250
bátar og so økja fram
leiðsluna til 500 bátar um
árið eftir fáum árum. Um-
setningurin í fyrstani
verður einar 6 mill. kr.
Partaeigarar eru Marin
plast í Føroyum við 20 %,
IFU — Industrialiserings-
fonden for udviklings-
landene — í Danmark við
20%, almenna indiska
fiskivinnufyritekan, Tamil
Nadu Fisheries Develop-
ment Corporation, báta-
verksmiðjan Aqua Marine
og handilsumboðið og
fiskaútflytarin George
Maijor. Indarar hava íalt
60 % av partapeninginum,
ið er upp á 2 mil!. kr.
Hetta er ein sonevnd
joint-venture avtala. Mar-
inplast fær umframt sítt
partabrævsútbýti so eisini
eina hálva mill. kr. í út-
gjalding beinanvegin fyri
útflytan av vitan. Har-
afturat fær Marinplast
eitt lisensgjald upp a
1,5 % av umsetninginum
um árið.
Guttormur > Djurhuus
roknar vid, at spakin verå-
ur settur í jørdina fyrst i
komandi åri. Verksmidjan
skal byggjast i Madras —
nærhendis sjålvari strond-
ini, so hon kemur at liggja
sera væl fyri.
Ætlanin er í fyrstu at-
logu at gera 4—5 og 6-
mannafer úr plastfiburi.
Seinni koma so eisini
onnur snið inn í myndina
Størri marknaður
Upp á fyrispurning hvussu
teir sleppa av við teir
mongu bátarnar, sigur
Guttormur Djurhuus. at
her er útlitið sera gott.
Bert tað eina bátaslagið,
ið nevnist Kattumaranr,
telur nógvar túsund, og
hesir skulu flest allir skift-
ast út. Trupult er at fáa
nokk av timburi til nýggj-
ar bátar, og tískil kemur
plastfipurbáturin væl við.
Hann verður so nakað
væl dýrari, men hetta fer
so tað almenna at stuðla,
ti tað er indiskur politikk-
ur, at tað almenna skal
stuðla við útbygging av