Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 137 — 20. november 1984 tíðindablaðið Ein vælnegdur Guttormur Djurhuus, her saman við indiskum fiskimonnum í lítlu fiskibygdini Pannyam Kuppan sunnan fyri Madras í Suðurindia. útróðrinum frá strondini. Fleiri menningarprojekt í indiskum statum hava annars á skránni at skaffa nýggj fiskifør. Bert i stat- Karnataka skal inum »Danida« keypa båtar fyri 18 mill. kr. Guttormur roknar við, at nýggja bátaverksmiðjan, ið Mar- inplast er uppi í, fer at fáa sáttmála frá Danida í hesum sambandi. zrannastatirnir, ið hava langa strond, ið hava brúk fyri bátum. Í tí stóra fiskivinnustatinum Kerala ætla teir at skifta allar sínar 30.000 træbát- ar út, og her kemur so foroyski báturin inn í myndina. Guttormur Djur- huus hevur í letuni sam- ráðingar við myndugleik- arnar í Kerala, og roknar hann við, at meguleiki verður at selja nógvar bátar til henda statin. Gongst væl í hond, so roknar Guttormur við, at fleiri líknandi verksmiðjur verða bygdar aðrastaðni í India, eitt nú í Kerala. Tær verksmiðjurnar verða so helst nógv størri. Eisini selja til onnur lond Og londini so eru øll rundan um India, sum hava júst somu umsteður sum indisku fiskimennin- ir. Vit spurdu Guttorm, um meguleiki verður at fara til onnur lond seinni. Til tað sigur hann, at nú eigur ein ikki at gloypa um ov stóran bita beinan- vegin, men tað er einki at ivast í, at Sri Lanka, eyst- ursíðan á Afrika og onnur lond við hava brúk fyri foroyska bátinum eins væl og teir indisku fiskimenn- inir hava tað, tí hesi lond- ini hava somu truplu viðurskifti við strondina, har brotini eru forðan fyri fiskimenninar. Við fer- oyska bátinum slepst bet- ur út um brotini og inn aftur á strondina. Har- umframt eru so nógvir hentleikar við feroysku bátunum, so sum trygg- leikin, at meiri veiða kann vera umborð, og at fiski- menn kunnu koma longri frá landi. Løgtingid eigur at siga ja til menningarhjálp Vit spurdu at enda Gutt- orm Djurhuus, um tað ikki var spell, at uppskot- ið um at seta pengar av til menningarhjálp fall í ting- inum fyri nekrum árum síðani. Til tað sigur hann, at hetta var stórt spell, tí um so var, at peningurin tá varð játtaður til menn- ingarhjálp, tá kundi hann verið brúktur í eitt nú hes- um Marinplastprojektin- um, og tá hevði verið óneyðugt at fara til ein danskan lánistovn sum IFU. Tá hevði tað almenna i Føroyum komið sær upp i eitt konkret projekt, id so hevði kunnað sett nógv annað í gongd. Men vit mugu tíanverri ásanna, at logtingið hevði ikki meir- luta fyri tí tá. Nú vóni eg so, at nýggja landsstýrið fer at taka málið upp- aftur, ti vit hava vissuliga nógv at gera í India. Her hugsi eg fyrst og fremst um ta hjálp, sum vit kunna geva indarum, men vit skulu so sanniliga ikki gloyma, at hetta gevur eisini føroyskum vinnulivi og ødrum vid møguleikar, sum vit annars mugu vera fyriuttan, endar Guttorm- ur Djurhuus. jan Sida 3 . NATO hevur servanda herdeiid at senda til Føroya í kreppustødu Í einum tidindaskrivi frå felagsskapinum »Utisetar fyri fridi« verdur sagt, at NATO hevur eina servanda herdeild standandi klára at fara til Føroya, um kreppustøda skuldi komið fyri. Ein skotskur fridargranskari heldur einki vera at ivast i, at loyniligar snarvenjingar hava verid i Føroyum. Tidindaskrivid er soljóðandi: Enn eitt døm: er komið fram um at hernaðarligar atgerðir verða umhugsað- ar í Feroyum, sum eingir foroyskir | myndugleikar vita av. Tað er komið fram, at longu í 1979 gav NATO út eina rapport við heitinum „Report of the Activities of the Joint Sub-commit- tee on the Northern Regi- on, October 1979«. Hetta er ein reglulig rapport hjá ti arbeiðsbólki undir NATO, sum m.a. fæst við Føroya ekið. Í rapportini fyri 1979 fæst bólkurin serliga við meguleikarnar fyri at seta herdeildir inn á atlantisku oyggjunum í kreppusteð- um. Einki verður sagt meira nágreiniliga um hvat ein kreppusteða er Um kreppusteða verður so skal bretski admiralur- in, sum er ovasti fyri hern- aðinum í Feroyum og i Atlantshavinum, hava eina serliga herdeild at ráða yvir. Royal Marines frá Falklandsstríðnum Talan er um 8000 servand- ar hermenn, sum skulu vera klárir tá a stendur. 7500 eru bretskir Royal Marines, teir hava venj- ingina m. a. frá krígnum í Falklandsoyggjum. Við eru eisini 600 hálendskir marinarar. Henda serdeild verður rópt United King- dom/Nederland Amphib- ian Forces. Serliga ætladir Føroyum Hernadarligir serfrødingar visa å, at deildin serliga er ætlað Føroyum, ti aðrar deildir eru, sum eru klårar at taka sær av hinum At- lantsoyggjunum. At hetta er so sæst eisini av, at henda deildin serliga hevur vant í Norðurnoreg á økjum, sum líkjast Fer- oyum, og í Hetlandi. Kendi skotski friðar- granskarin Malcolm Spa- ven heldur einki vera at ivast í, at loyniligar snar- venjingar hava verið í Feroyum. Deildin hevur bæði Lynx og Gazelle heli- koptarar og jerð til loft missil. Ein av radarantennunum uppi á Sornfelli. Føroyskir myndug- leikar vita einki Hesar avgerðir eru beint ímóti seinastu hernaðar- samtyktum Legtingsins. Líka álvarsligt er tað, at enn eina ferð verður tað víst at eingir feroyskir myndugleikar hava nakra vitan um tær ætlanir, sum eru fyri Feroyar í eini krigssteðu og eingin før- oyskur myndugleiki hevur nakað innlit í nær NATO sum hevur ræðið á hesi deild, metir at ein kreppu- støda er. Sum við avdúkingini av NARS steðini í vár, so veðrur spurningurin aftur reistur: Hvussu ætlar log- tingið at fáa avgerðir sínar settar út í lívið? Utisetar fyri friði Landsskjalasavnið opið aftur Føroya Landsskjalasavn er opið aftur fyri allari avgreiðslu frá mánadegi 19. november 1984. Upplatingartíðirnar eru sum áður. Foroya Landsskjalasavn