týsdagur 23. oktober 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 124 — 23. oktober 1984
— Eg helt tað vera neyðugt at koma higar
at hitta floksfelagar fyri at frætta, hverj-
ar spurningar tit hava at arbeiða við í
Feroyum, sigur Bjørn Wall, skrivari i
,
SAMAK, id er tann nordurlendski felags-
skapurin fyri javnadarflokkar og javnad-
arfólk i arbeidararørsluni
tidindabladid
Floksfelagar eiga
at samarbeiða
tvørtur um
landamørk
Bjørn Wall hevur verid i
Føroyum og vitjad i tveir
dagar og hevur hitt polit-
ikkarar og onnur javnad-
arfólk i fakfeløgunum.
— Hetta hevur verið ein
góð vitjan. Eg haldi meg
nú hava fingið eina góða
mynd av ti politisku stød-
uni og floksins stødu i
Føroyum, sigur Bjørn
Wall.
Tey politisku viður-
skiftini eru eitt sindur eðr-
vísi her enn í Noregi,
Svøriki og i Danmark. I
teimum londunum spretti
fakfelagsrørslan ur javn-
aðarflokkum, men í Før-
oyum var tað øvugt. Í
Feroyum er heldur eingin
fakligur landsfelagsskap-
ur. Men tað forðar ikki
javnaðarfólkum í arbeið-
ararersluni og í flokkin-
um at samarbeiða.
Skrivararnir í teimum
norðurlendsku javnaðar-
flokkunum hittast tvær
ferðir árliga í SAMAK at
tosa um tey mál, sum eru
frammi í Norðurlondum.
Fyri Feroyar luttekur
Hans Jergensen, skrivari
í Javnaðarflokkinum.
— Tað hevur ógviliga
stóran týdning, at vit hitt-
ast og greiða hverjum
eðrum frá arbeiðinum hjá
hverjum eðrum og koma
við hugskotum til flokk-
arnar at arbeiða við, sigur
Bjorn Wall.
Føroyingar fingu sjálv-
stødugan limaskap í
SAMAK í fjør.
Londini uttan um okk-
um hava øll borgarliga
stjórn — og hava eisini
tey flestu ringa figgjar-
stødu og arbeidsloysi.
— Hvussu gongur i
Sveríki?
— Tá javnadarflokkurin
kom aftur í stjórnina,
hevði Sveríki stórar bú-
skaparligar trupulleikar.
Tað var ikki nekur lett
uppgáva at fara í stjórn
undir slíkum viðurskift-
um. Flokkurin var eisini
greiður yvir, at tað fór at
taka tíð at koma á rætt-
kjøl aftur.
Nú eru tvey ár liðin, og
vit kunnu longu siga, at
tað gongur tann rætta
vegin. Inflasjónin er
minkað, vit hava betri
javnvág í figgjarstøduni,
t.d. er útflutningurin
øktur, og arbeiðsloysið er
eisini minkað, sjálvt um
tað framvegis er ov høgt.
— Fyri at minka
um ungdómsarbeiðsloysið
hevur stjórnin sett tiltek í
verk, ið hava minkað um
hetta arbeiðsloysið
Kommununum er nú
álagt at seta arbeiði i
gongd fyri tey ung, so tey
arbeiða fýra tímar um
dagin í seks mánaðir.
Kommunurnar fáa stuðul
hesi tiltek, ið eisini
kommunurnar eru glaðar
fyri, sigur Bjorn Wall
Gott val!
Eg var á fundinum
mánakveldið í lærara-
skúlahellini til dystin
millum Atla Dam og
Paula Ellefsen. Sjálvt um
eg ikki skilti nógv, var tað
eyðsæð, at fólk vóru væl
nøgd, og at flokkurin stóð
stinnur.
— Eg vil at enda ynskja
Javnaðarflokkinum góða
eydnu í valstriånum og
eitt gott val, sigur Bjern
W all.
Ein dálkað Havn
Áir renna fram við alfaravegi í Havn sum
opnar kloakkir og kloakkin frá Lands-
sjúkrahúsinum rennur beint út á sjógv.
Tað vísir ein kanning, sum næmingar á
Få
sjúkrasystraskúlanum hava gjørt
Næmingarnir gjørdu vatn-
kanningina í seinastu
viku. Tær tóku royndir í
Vágsbotni, í Rættará við
Vesturkirkjuna og á sjón-
um, har kloakkin frá
Landssjúkrahúsinum
Landssjúkrahúsið hevur eitt reinsiverk, men ikki er líkt til, at tað virkar serliga væl.
Har kloakkin rennur út, vóru yvir 100.000 kolibakteriur pr. ml. Í vanligum kranavatni
er eingin.
rennur út.
Úrslitið var einki
serligt. Royndirnar vístu,
at í Vágsbotni vóru
10.000-100.000 kolibakter-
iur pr. ml, í Rættará
10.000 og við kloakkina
frá Landssjúkrahúsinum
vóru yvir 100.000 koli-
bakteriur pr. ml. Við-
merkjast skal, at áarferi
var henda dagin. Kanska
hevði úrslitið sæð upp-
aftur ljótari út, um tað
ikki var.
Tað hevur áður verið
skrivað um kloakkina frá
Landssjúkrahúsinum. Um
reinsiverkið har, ið ikki
virkaði. Men líkt er ikki
til, at nakað er gjørt kort-
ini.
— Vit kannaðu eisini
bara kolibakteriur. Hvat
so við ellum eðrum, ið
kemur frá einum sjúkra-
húsi, spyr Finnur Lútzen,
biologur, sum stóð fyri
kanningini. Hann nevnir
eisini, at kloakkin rennur
út á sjógv ikki so langt frá
Sandagerði, ið er hvalvág.
Sosialurin royndi í gjár
uttan úrslit at fáa eina við-
merking frá heilsunevnd-
ini í Havn. Fútin, ið er for-
maður í nevndini, er burt-
urstaddur, og aðrir limir,
ið vit fingu orð á, kendu
ikki til hesa kanningina.
Tá úrslitið av kanning-
ini var greitt, vendi
Finnur Lútzen sær til pol-
itiið. Men politiið vildi
hava skrivliga fráboðan,
og hana fer Finnur Lútzen
nú at gera.
rj
HONDA
lakórust
Politiskur
fundur
Politiskur pallborðsfundur verður á Studenta-
skúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy 25. okt-
ober kl. 12.40—16.00, har formenninir hjá polit-
isku flokkunum luttaka. Fundurin, sum er eitt
slag av veljarafundi, verður skipaður so, at fyrst
fáa politikararnir høvi at tosa um flokk teirra og
um tey málini, tey leggja dent á fram til hetta
valið. og síðani verður opnað fyri spurningum frá
næmingum í salinum.
Listafrámerki
til valið
Valnevnd Tórshavnar býráðs, ið skipar og reikar
fyri býráðsvalinum í
Tórshavnar
kommunu,
hevur á fundi 3. oktober 1984 samtykt at ganga
umsókn frá Kristiliga Fólkaflokkinum — Fram-
burðs- og Fiskivinnuflokkinum, Javnaðarflokkin-
um og Fólkaflokkinum á meti, soleiðis at hesir
flokkar
við býráðsvalið
í Tórshavn tann 4
desember 1984 fáa somu listafrámerki sum við
løgtingsval.
Sostatt fær:
Kristiligi Fólkaflokkurin
Framburðs- og Fiski-
vinnuflokkurin
listafrámerki F
listafrámerki C
listafrámerki A
Javnaðarflokkurin
Fólkaflokkurin